33 Uppskot til  løgtingslóg um at seta partapening í P/F Smyril Line

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2008, 6. november, legði Johan Dahl, landsstýrismaður, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um at seta partapening í P/F Smyril Line 


 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at nýtekna partapening í P/F Smyril Line fyri upp til 30 mió kr undir hesum treytum:

  1. Framtak nýteknar partapening upp á 10 mió. kr. í P/F Smyril Line.
  2. Íleggingargrunnurin hækkar sín part av láninum hjá juniorsamtakinum til P/F Smyril Line við 16 mió. kr.
  3. Aðrir luttakarar í juniorsamtakinum hækka síni lán til P/F Smyril Line við tilsamans 10 mió. kr.
  4. Verandi partapeningur í P/F Smyril Line verður niðurskrivaður við 70%.
  5. Framtaksgrunnurin og TF-Holding konvertera teirra ábyrgdarlán til partapening til kurs 100 – 15 mió. kr. hvør.
  6. Landið fær atkvøðurættin fyri tey partabrøvini í P/F Smyril Line, Framtaksgrunnurin fær frá umleggingini av ábyrgdarláninum.
  7. Landið ger avtalu við Framtaksgrunnin, at landið velur meirilutan av nevndini.

 

§ 2. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Bakstøðið

P/F Smyril Line hevur vent sær til landsstýrið fyri at kunna um álvarsligu fíggjarstøðuna hjá felagnum. P/F Smyril Line hevur havt stórt fíggjarligt tap av rakstrinum, og hevur tørv á uml. 65 mió. kr. í nýggjum kapitali, um felagið skal kunna halda fram við rakstrinum.

 

Endamálið við lógaruppskotinum

Endamálið við uppskotinum er at tryggja sjóvegis ferða- og farmaflutningssamband við útheimin.

 

Málslýsing

Fíggjarstovnarnir við fyrsta veðrætti, sokallaðu seniorbankarnir hjá P/F Smyril Line, hava boðað felagnum frá, at teir krevja trygd fyri, at gjaldføri er til staðar at reka felagið víðari. Um hetta ikki eydnast, vilja teir taka stig til, at skipið verður selt.

 

Uppskotið frá stjórn felagsins er at gera eitt “turn-around” ella eina heilt nýggja byrjan, har felagið verður endurreist við 65 mió. kr.

 

Skuldi tað hent, at felagið má gevast, so verður eingin ferðafólkaflutningur sjóvegis við umheimin, umframt at farmaflutningurin gerst ótryggari og flutningskonseptið roll-on roll-off verður ikki meira. Hetta verður eitt stórt samfelagsligt og vinnuligt afturstig.

 

Fer landið inn undir hesum umstøðunum – tá eginpeningurin í stóran mun má metast at vera mistur – eigur ein fortreyt at vera, at partapeningurin verður munandi niðurskrivaður, og at landið veruliga tryggjar sær ávirkan.

 

Nýggja ætlanin hjá stjórn felagsins inniber, at felagið fer at umleggja raksturin og ferðaætlanirnar soleiðis:

 

 

Felagið metir konservativt, at ein slík umlegging við øktum og mistum inntøkum og sparingum betrar raksturin í 2009 við einum 62 mió. kr., soleiðis at úrslitið í 2009 kann gerast einar 23 mió. kr.

 

Høvuðsinnihaldið í uppskotinum

Landsstýrismaðurin fær heimild til at nýtekna partapening í P/F Smyril Line eftir teimum í hjáløgdu avtalum ásettu treytum, og eru høvuðspunktini í avtalunum hesi: 

 

  1. Landið nýteknar partapening uppá 30 mió kr í P/F Smyril Line.
  2. Framtak nýteknar partapening uppá 10 mió kr í P/F Smyril Line.
  3. Íleggingargrunnurin hækkar sín part av láninum hjá juniorsamtakinum til P/F Smyril Line við 16 mió kr.
  4. Aðrir luttakarar í juniorsamtakinum hækka síni lán til P/F Smyril Line við tilsamans 10 mió kr.
  5. Verandi partapeningur í P/F Smyril Line verður niðurskrivaður við 70%.
  6. Framtaksgrunnurin og TF-Holding konvertera teirra ábyrgdarlán til partapening til kurs 100 – 15 mió kr hvør.
  7. Landið fær atkvøðurættin fyri tey partabrøvini í P/F Smyril Line, Framtaksgrunnurin fær frá umleggingini av ábyrgdarláninum.
  8. Landið ger avtalu við Framtaksgrunnin, at landið velur meirilutan av nevndini.

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

Fyri landið

Avleiðingin av eini slíkari loysn fyri landskassan er ein umplasering av ognum frá reiðum peningi til partabrøv í P/F Smyril Line.

 

B. Fyri kommunurnar

Ongar avleiðingar.

 

C. Fyri vinnuna

P/F Smyril Line fær tilført kapital upp á 65 mió. kr., sum skal tryggja, at raksturin kann halda fram.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Ásetingin veitir landsstýrismanninum heimild til at nýtekna partapening í P/F Smyril Line upp til 30 mió kr, og er ásetingin í § 1, litr a. til g. treytir fyri, at landsstýrismaðurin kann nýta heimildina.

 

Skjøl:

    1. Aftale
    2. Partaeigaraavtala

 

Á tingfundi 6. november 2008 las formaðurin skriv frá Heðin Zachariasen, Bjørn Kalsø, Tordi J. Niclasen, Katrin Dahl Jakobsen, Helga Abrahamsen, Bjarna Djurholm og Andrias Petersen, har heitt verður á tingformannin um at gera frávik í øllum tíðarfrestum, sambært  85 í tinskipanini, í viðgerðini av hesum løgtingsmáli og nr. 34/2008: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2008. Samtykt 21-06.

 

1. viðgerð  6. november 2008. Málið beint í Vinnunevndina, sum tann 7. november 2008 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 6. november 2008, og eftir 1. viðgerð sama dag er tað beint Vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 7. november 2008.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við stjórn og nevndarformann í P/f Smyril Line, umboð fyri føroysku høvuðsaktørarnar undir verandi viðurskiftum, Eik, Føroya Lívstrygging og Framtaksgrunn Føroya, umboð fyri Landsbanka Føroya, umboð fyri Kappingarráðið, stjóran á Hagstovuni, umboð fyri Faroe Ship, umboð fyri Samskip, umboð fyri Atlantsflog, umboð fyri Spf. Bána, stjóran í Vinnuhúsinum, saman við formonnunum fyri Havbúnaðarfelagið og Føroya Ráfiskakeyparafelag og umboði fyri innflytarar av vørum, við samskiparan í Samtak, landsstýrismannin í uttanlandsmálum, saman við Samvit, løgmann og landsstýrismenninar í fíggjarmálum og vinnumálum.

 

Nevndarskjølini eru hesi:

Heiti

Til/Frá

Dagfest

Latið nevndini

A: Tíðindaskriv viðv. fíggjarligari endurreisn av P/f Smyril Line

Frá Búskaparráðnum

07-11-2008

07-11-2008

B1: Teldupostur frá Sonju Jógvansdóttir

Frá Samtak

07-11-2008

07-11-2008

B2: Skal tað almenna bjarga Smyril Line

Frá Samtak

07-11-2008

07-11-2008

C: Um at seta partapening Smyril Line

Frá Hagstovuni

07-11-2008

07-11-2008

D: Viðmerkingar til uppskotið

Frá Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya

07-11-2008

07-11-2008

E: Framløga Smyril Line

Frá lndsstýrismanninum í vnnumálum

30-10-2008

07-11-2008

F: Rætting til skjal D

Frá Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya

07-11-2008

07-11-2008

G: Skriv frá P/F Smyril Line

Frá Smyril Line

07-11-2008

07-11-2008

 

Ein meiriluti í nevndini (Katrin Dahl Jakobsen, Bjørn Kalsø, Heðin Zachariasen, Bjarni Djurholm og Mikkjal Sørensen) ásannar, at støðan hjá Smyril Line er sera álvarsom. Um eingin ferðafólkaflutningur verður sjóvegis við umheimin, og farmaflutningurin lutvíst verður skerdur, fer hetta at hava sera negativar avleiðingar fyri samfelagið. Meirilutin vísir í hesum sambandi á skriv frá nevnd og stjórn í Smyril Line, dagfest 7. november 2008, har víst verður á, at um Smyril Line ikki fær í minsta lagi 65 mió.kr.í nýggjum kapitali sum skjótast, fer P/f Smyril Line í gjaldsteðg 10. november,og verður Norrøna løgd í Bergen sunnudagin tann 9. november 2008.

 

Meirilutin ásannar somuleiðis, at Smyril Line er motorvegurin til og úr Føroyum, tá talan er um sjóvegis ferðafólkaflutning, eins og Atlantsflog er, tá talan er um loftvegis ferðafólkaflutning. Hetta hevur havt sera stóran týdning í støðutakanini hjá nevndini.

 

Meirilutin leggur dent á, at Norrøna í sínum virksemi síðani 1982 hevur borið føroyska ferðavinnu og samfelagið sum heild framá. Vísandi til eyðsýnda týdningin av farleiðini tekur meirilutin undir við at játta upp til 30 mió. kr. í partapeningi fyri hervið at tryggja, at Norrøna, eisini í framtíðini, verður ferðafólkaleið hjá føroyingum út í heim.

 

Við ætlaðu broytingunum í leiðsluni og nýggju virkisætlanini hjá felagnum væntar meirilutin, at avlop fæst í raksturin, soleiðis at fíggjarviðurskiftini fáast í eina tryggja legu, so at tað ikki aftur verður neyðugt at koma til landskassan at fáa nýggjan innskotskapital. Hetta verður m.a. gjørt við eini umskipan gjøgnum sparingar, effektiviseringar og nýggjari ferðaskrá, har bert verður siglt, har eftirspurningurin er størstur.

 

Undir viðgerðini er komið fram, at ikki øllum flutningsfeløgum hevur staðið í boði at bjóða upp á farmakapasitetin umborð á Norrønu í sambandi við nýggju virkisætlanina. Meirilutin heldur, at rættast hevði verið, at Smyril Line gav øllum flutningsfeløgum javnbjóðis møguleika at bjóða upp á dekkið.

 

Meirilutin tekur ikki undir við sjónarmiðinum hjá Vinnuhúsinum um, at virksemið hjá Smyril Line hevur avmarkaðan týdning fyri flutning til og úr Føroyum. Víst verður í hesum sambandi til skriv frá Gistingarhús- og matstovueigarafelag Føroya, dagfest 7. november, har felagið undirstrikar, at tað er av alstórum týdningi fyri ferðavinnuna, at farleiðin ikki dettur niðurfyri.

 

Vísandi til skriv hjá Búskaparráðnum vil meirilutin gera vart við, at pástandurin um, at landskassin kemur at ábyrgdast fyri eitthvørt tap hjá Smyril Line í framtíðini, er faktuelt skeivur. Meirilutin hevur fingið hetta váttað av landsstýrismonnunum í vinnu- og fíggjarmálum og embætisfólkum teirra, vísandi til ásetingar í partafelagslógini, ið staðfesta, at parteigarar bert hefta við innskotnum peningi.

 

Hóast tað undir viðgerðini hava verið nógv sjónarmið, ið hava talað ímóti, at tað almenna fer inn og stuðlar, serliga tí partinum, ið hevur við farmaflutning at gera, metir meirilutin vísandi til omanfyristandandi:

 

Við hesum viðmerkingunum tekur meirilutin undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Bjørt Samuelsen) hevur hesar viðmerkingar:

 

Landstýrið hevur lagt fyri Løgtingið eitt uppskot um at bjarga partafelagnum Smyril Line, við at fara inn og tekna partapening fyri 30 milliónir krónur.

 

Málið er sera prinsipielt. Vit tosa um, at landið fer inn og gerst stórpartaeigari í einari ferðamanna- og flutningsfyritøku. Vit tosa um, at landið fer inn í beinleiðs kapping við verandi flutningsfeløg. Vit tosa um, at landið fer inn og gerst so stórur partaeigari, at landið so avgjørt ikki kann sita hendur í favn, um trupulleikar aftur eru um stutta tíð.

 

At tað almenna soleiðis fer inn og bjargar einum privatum partafelagi, sum er í fíggjarligum trupulleikum, er ein gongd, sum roynt hevur verið at komið burtur frá.

Hetta brýtur við nógv prinsipp. Hetta sendir eitt sera óheppið signal út til vinnulívið, og minnir hetta óunniliga nógv um ta almennu uppíblandan, sum áttatiárini vóru kend fyri.

 

At farleiðin millum Føroyar og umheimin er ótrúliga týdningarmikil, ivast eingin í. 

Men minnilutin heldur tað vera rætt, at ferðafólkaflutningurin og farmaflutningurin á hesi farleið eru á privatum hondum, um grundalag er fyri tí. 

 

Leiðslan í partafelagnum hevur roynt at sannført politikararnar um, at felagið væl kann bera seg fíggjarliga, og átti tað at verið góð grundgeving fyri, at farleiðin kann bera seg uttan almenna uppíblandan.

 

At tað almenna óneyðugt leggur seg út í vinnulívið kann fáa álvarsligar fylgjur fyri framtíðina hjá privata fyritakseminum í Føroyum. Landsstýrið sendir við hesum eitt greitt signal til vinnulívið um, at tað ikki er so vandamikið at gera váðamiklar íløgur – tað  almenna skal nokk taka um endan.

 

Ad hoc avgerðir

Undir nevndarviðgerðini kom fram, at landsstýrið ikki hevur gjørt sær greitt, hvørt hetta fordømið eisini skal galda fyri aðrar fyritøkur, sum koma í somu støðu. Ei heldur hevur landsstýrið greitt frá, hví tað heldur, at hendan farleiðin skal vera á almennum hondum. Heldur tykist fremsta endamálið vera at lofta einum privatum felagi, sum er í fíggjarligum trupulleikum.

 

Eigur landið at reka vinnufyritøkur?

Í einstøkum føri kann tað vera rætt at landið tryggjar eina farleið. Men, ein avgerð um, at landið tekur sjóvegisflutning undir sítt veingjabreiði sum ein part av almenna infrakervinum, er ein stór avgerð at taka og kann á ongan hátt verða gjørd út frá fíggjarligu støðuni hjá einum privatum partafelagi – sum gjørt verður í hesum føri.

 

Tað er als einki, sum bendir á, at grundarlag ikki er fyri, at privat kunnu reka sjóvegis farleiðina millum Føroyar og útheimin. Tronga fíggjarstøðan hjá Smyril Line hevur í stóran mun sín uppruna í einari íløgu, ið ikki ber seg. Tað kann á ongan hátt vera ein almenn uppgáva at bjarga feløgum, sum hava gjørt skeivar ella ov dýrar íløgur, og tí ikki megna at fáa rakstur í felagið.

 

Verður rutan varðveitt við hesi ætlan landsstýrisins?

Tað metir minnilutin vera sera ivasamt.

Felagið hevur sera tunga lánsbyrðu at dragast við, eisini eftir umleggingina. Sum minnilutin skilir, er eingin óheft risikometing gjørd av nýggju ætlanini hjá felagnum, og tí er sera trupult at vita, um talan er um eina eingangs íløgu, ella um hetta bert er fyrsta umfar av fleiri, har felagið kemur til landið eftir pengum. Í øllum førum er vist, at tá landið er farið inn sum ein høvuðspartaeigari, situr landið eisini við einari høvuðsábyrgd, um so er, at felagið aftur kemur í fíggjarligar trupulleikar. Og tá kann ein ikki á nakran hátt rokna við, at privatir íleggjarar taka um endan.

 

Verandi privatu íleggjararnir í Smyril Line hava greitt boðað frá, at teir ikki vilja seta fleiri pengar í felagið. Av teimum 66 milliónunum, ið ætlanin er at seta í, koma bert 10 milliónir frá Juniorsamtakinum, sum hevur 2. veðrætt í felagnum. Tað kann undra, at privatu íleggjararnir hava so lítlan áhuga at seta meira pening í felagið, um talan er um eina burðardygga ætlan. 

 

Allir privatir møguleikar ikki troyttir

Á nevndarfundinum kom greitt fram, at allir møguleikar fyri at varðveita felagið á privatum hondum ikki eru troyttir. Kappingarneytar førdu fram, at tey eru áhugað í bæði einum møguligum samstarvi og at keypa dekskappasitet á Norrønu. Feløgini hava ikki fingið hetta tilboð í sambandi við umleggingina. Sum skilst, er alivinnan heldur ikki vorðin spurd, um hon vil seta pengar í felagið. Hetta hóast hon má metast at vera ein av teimum vinnunum, sum hevur størstan áhuga í at varðveita rutuna, og sum má metast at vera figgjarliga væl fyri.

 

Vinnan og ráðgevar mæla frá

Ein stórur meiriluti av teimum, sum Vinnunevndin kallaði inn til hoyringar, mælir staðiliga frá, at landsstýrið fer inn og bjargar Smyril Line. Millum hesi eru Vinnuhúsið, Havbúnaðarfelagið og fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum, eins og Búskaparráðið í skrivligari frágreiðing eisini staðiliga mælir frá. Umboðið fyri Samtak vísti á, at millum fakfeløgini vóru eisini fleiri, sum mæla frá og onnur sum eru ivasom, meðan einstøk mæla til.

 

Felags fyri hesi omanfyrinevndu er, at tey eftirlýsa eina munandi betri upplýsing og gjøllari viðgerð av einum so prinsipiellum máli.

 

Samanumtikið metir minnilutin, at landsstýrið við hesum fer inn á ein vandamiklan loftingarpolitikk, sum uttan iva skapar fordømi. Eftir hetta verður sera torført hjá landsstýrinum at grundgeva fyri, hví aðrar privatar fyritøkur, sum hava sentralan leiklut í samfelagnum, ikki eisini skulu loftast, koma tær í gjaldføristrupulleikar.

 

Hesin minnilutin tekur sostatt ikki undir við málinum, og mælir við hesum Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Ein annar minniluti í nevndini (Kári Petersen) hevur hesar viðmerkingar:

 

Tey viðkomandi fyrilitini at taka í málinum um at seta almennan partapening í Smyril Line eru hesi:

 

Tvær treytir eiga at vera uppfyltar, um tað almenna skal seta pening í eina privata fyritøku.

Fyri at tað skal vera rætt, at tað almenna skal bjarga einari fyritøku, skulu tvær fyritreytir vera uppfyltar. Mest týðandi fyritlitið er, at týðandi samfelagslig áhugamál tala fyri tí. Í øðrum lagi skal virkisætlanin greitt vísa, at framtíðar rakstur av felagnum er avkastgevandi.

 

Búskaparliga meginreglan um skilnað millum alment og privat.

Framkomnu londini í vesturheiminum hava fylgt regluni um at gera greiðan skilnað millum almenna og privata geiran. Fyritøkur, ið virka í kapping við aðrar, eiga at klára seg við egnum kappingarføri og at útvega eginfígging og fremmandfígging við at hava góðar og greiðar virkisætlanir.

 

Trupulleikin, ið stendst av at veita almennan stuðul til fyritøkur, ið virka undir marknaðarkorum, er, at ein ofta fer at stuðla fyritøkum, sum eru illa riknar, og geva teimum fyrimun mótvegis fyritøkum, sum eru væl riknar, men sum ikki verða stuðlaðar.

 

Tað almenna eigur tí bert at seta í fyritøkur um avgerandi samfelagslig fyrilit tala fyri tí. At bróta meginregluna um at gera skilnað millum alment og privat, kann bert gerast við sera góðum grundgevingum.

 

Samfelagsligur týdningur

Tað almenna eigur bert at leggja uppí og tryggja privatar fyritøkur, um avgerandi samfelagsfyrilit gera tað neyðugt. Hetta kann vera, um t.d. privata fyritøkan í sær sjálvum má metast sum alneyðugur partur av búskaparliga kervinum. Herfyri samtykti Løgtingið ríksislógartilmæli um at loyva føroysku peningastovnunum at gerast partar av donsku bankatilbúgvingini. Í hesum føri var ikki talan um at bjarga einstøkum fyritøkum, men um at tryggja búskaparliga kervið.

 

Avgerandi samfelagslig fyrilit kunnu eisini vera, at ein fyritøka fer á húsagang og tekur nógvar aðrar við sær.

 

Í nevndarviðgerðini er tí roynt at fáa fram, um serlig samfelagslig fyrilit tala fyri at seta nýggjan partapening í Smyril Line.

 

Farmaflutningur

Í nevndarviðgerðini er komið fram, at farmaflutningurin millum Føroyar og útlond verður lítið ávirkaður av, um tað júst er Smyril Line, ið røkir sambandið, ella um tað er Norrøna, ið tekur farmin.

 

Roynt hevur verið at fáa fram, um feskfiskaútflytarar halda tað er neyðugt, at tað júst er Norrøna, ið skal røkja sambandið. Serliga hevur verið roynt at fáa fram, í hvønn mun tað er Norrøna sum ro-ro skip, ið skal røkja sambandið.

 

Tað er komið fram, at onnur farmaflutningsfeløg kunnu røkja tann tørv, sum kann standast av, at Norrøna verður seld.

 

Eisini er komið fram, at onnur ro-ro skip kunnu røkja flutning millum Føroyar og útlond, um so er, at Norrøna ikki verður til taks.

 

Ferðafólkaflutningur

Fyrilit má eisini takast til, í hvønn mun ferðavinnan verður rakt av eini tvingsilssølu av Norrønu.

Lítil ivi tykist vera um, at ferðavinnan fyribils verður rakt, um Norrøna verður seld. Roknast má við, at tann parturin av ferðavinnuni, sum fær ferðafólk við bili, hevði fingið munandi minni virksemi í 2009.

 

Tann parturin av ferðavinnuni sum fær ferðafólk flogvegis, fer neyvan at merkja nakað og kann helst taka móti fleiri ferðafólkum.

 

Tað er sannlíkt, at marknaðurin fyri ferðafólkaflutningi millum Føroyar og Danmark er so stórur, at aðrir íleggjarar eftir stutta tíð fáa nýtt skip til vega, um Norrøna verður seld.

 

Ein møguleiki er, at eitt tílíkt samband kundi verið eitt ferðamannaskip, sum ikki hevur farmaflutning sum hjávinnu.

 

Ferðavinnan verður sostatt órógvað í eina tíð, men ikki sum frá líður.

 

Smyril Line kann missa skipið og kann missa kundasambond, men bæði reiðaríið sjálvt, bústjóri í trotabúgvi og kappingarneytar kunnu antin halda fram við ella innan stutta tíð endurbyggja neyðuga kervið, bæði hvat flutningstólum og kundasambondum viðvíkur.

 

Niðurstøðan er sostatt, at tað skaðar aðrar vinnur og aðrar fyritøkur, um Norrøna verður seld, men at tað ikki hevði skatt aðrar fyritøkur og vinnur í ein mun, at tað kann sigast at skaða týðandi samfelagslig áhugamál.

 

Virkisætlan

Um tað almenna ætlar at seta pening í eina fyritøku, so er neyðugt, at líkindi eru til, at framhaldandi raksturin av felagnum verður avkastgevandi. Smyril Line hevur gjørt eina umskipanarætlan, ið vísir, at tað er sannlíkt, at fyritøkan fær ein munandi betri rakstur í framtíðini.

 

Høvuðsniðurstøða

Fyri at taka undir við at seta nýggjan partapening í Smyril Line eiga bæði týðandi samfelagslig fyrilit at tala fyri tí, og sannlíkindi eiga at vera fyri avkastgevandi rakstri í framtíðini. Av tí at talan ikki er um týðandi samfelagslig fyrilit í málinum um at bjarga Norrønu, verður mælt frá at seta nýggjan partapening í Norrønu.

 

Kappingarfyrilit

Av tí, at so fá farmaflutningsfeløg flyta farm millum Føroyar og meginlandið, er vandi fyri, at vit kunnu enda við bert einum ella tveimum feløgum, sum røkja hetta sambandið. Ein grundgeving fyri at stuðla Smyril Line kundi verið, at ein ynskti fleiri veitarar av flutningssambandi millum Føroyar og meginlandið.

 

Tað eru tó góðar orsøkir til kortini ikki at stuðla Norrønu. Farmaflutningur til Føroya tykist vera ein marknaður við rímiligari kapping. Í øllum førum er frítt hjá nýggjum fyritøkum at koma inn á marknaðin, um kappingin viknar, og verandi fyritøkur taka ov høgan prís.

 

Av tí, at nýggjar fyritøkur kunnu koma inn á marknaðin, er ikki neyðugt, at tað almenna ger serlig tiltøk fyri at tryggja, at kapping er á farmaflutningsmarknaðinum.

 

Signalvirði

Gongdin í hesum máli er sera óheppin. Fyritøkan er komin í seinastu løtu og sigur at hon fer húsagang um fáar dagar, um hon ikki fær nýggja eginpeningin. Tað er sera óheppið, um tað fer at síggja út sum landsstýrið og Løgtingið lata seg trýsta.

 

Niðurstøða

Av tí at talan ikki er er um at bjarga týðandi samfelagsligum áhugamálum tekur minnilutin ikki undir við uppskoti landsstýrisins og mælir Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum.

 

2. viðgerð 7. november 2008. Uppskotið samtykt 15-1-14. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 7. november 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-14. Málið avgreitt.