26 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2008, 4. november, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a. 


 

§ 1

Í § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 106 frá 12. desember 2006 um broyting í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. verður ”31. desember 2008” broytt til ”31. desember 2010”.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Við gildi frá 1. januar 2007 vóru ásetingar um tilbúgving settar í løgtingslóg um eldsbruna o.a. Hetta varð gjørt fyri at geva føroyskum myndugleikum eitt umsitingarligt heimildargrundarlag at virka eftir í sambandi við, at málsøkið tilbúgving varð yvirtikið sum føroyskt sermál 1. januar 2007. Stundir vóru ikki at smíða eina heildarlóg innan tilbúgvingarøkið, og tað var mett skilagott at royna eina fyribilsloysn, áðrenn endalig støða var tikin til, hvussu lóggávan best kundi skipast frameftir.

Løgtingið samtykti, eftir tilmæli frá vinnunevndini, at seta lóg um eldsbruna sum heild úr gildi 31. desember 2008. Nevndin metti, at hetta átti at givið landsstýrismanninum stundir at smíða eina heildarlóg innan tilbúgvingarøkið, ið setir nøkur grundleggjandi krøv til dygdina í tilbúgvingini.

Arbeiðið, sum skal gerast fyri at skipa eina framkomna tilbúgvingarlóg, er ikki liðugt. Skotið verður tí upp, at løgtingslógin um eldsbruna o.a. verður galdandi 2 ár afturat.

Ein framkomin tilbúgvingarlóg eigur at samskipa øll tilbúgvingarøkini og greiða leiðslukervið, so at samfelagið, sum heild, er ført fyri at gera átøk í krepputíðum sum ein vælvirkandi eind. Tí skulu allir viðkomandi partar takast við í arbeiðið at skipa tilbúgvingarøkið og harvið eina fyri framtíðina vælvirkandi tilbúgvingarlóg. Mett verður, at hetta arbeiðið tekur 1½ - 2 ár.

 

Uppskotið hevur ikki verið til hoyringar.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

 

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri umhvørvið.

 

Serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ikki við sær serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Uppskotið hevur ikki við sær sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

Avleiðingar í mun til millumtjóða ella altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ikki við sær avleiðingar í mun til millumtjóða ella altjóða avtalur og reglur.

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

 

Nei

 

Nei

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Ásetingin um, at brunalógin fer úr gildi 31. desember 2008, verður broytt til 31. desember 2010.

 

Til § 2

Áseting um gildiskomu.

 

1. viðgerð 14. november 2008. Málið beint í Vinnunevndina, sum tann 27. november 2008 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2008, og eftir 1. viðgerð 14. november 2008 er tað beint Vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. og 27. november 2008.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við sløkkiliðsleiðaran í Runavíkar kommunu og landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

 

Eftir tilmæli frá Vinnunevndini samtykti Løgtingið tann 6. desember 2006 at seta lóg um eldsbruna sum heild úr gildi tann 31. desember 2008. Vinnunevndin metti tá, at hetta átti at givið landsstýrismanninum stundir at smíða eina heildarlóg innan tilbúgvingarøkið, ið setir nøkur grundleggjandi krøv til dygdina í tilbúgvingini. Fyriliggjandi mál snýr seg um, at geva landsstýrinum longri freist til at gera hetta arbeiðið.

 

Frá landsstýrismanninum hevur nevndin fingið at vita, at arbeiðið við at dagføra verandi brunalóggávu er komið sera stutt, hvat viðvíkur sjálvum lóggávupartinum, og verður mett, at tað fer at taka umleið 1½ ár at gera arbeiðið liðugt.

 

Nevndin heldur tað vera sera týdningarmikið, at landsstýrismaðurin beinanvegin tekur stig til at seta arbeiðið við at dagføra lógina í gongd, soleiðis at Løgtingið kann hava álit á, at tað ikki um tvey ár, tá longda tíðarfreistin gongur út, aftur verður biðið um at leingja freistina.

 

Samstundis heldur nevndin tað vera neyðugt, at landsstýrismaðurin tekur stig til at greiða leiðsluviðurskiftini á tilbúgvingarstovninum, bæði fyri at hetta ikki skal verða ein orsøk til seinking av lóggávuarbeiðinum og ikki minst soleiðis, at eingin ivi skal vera um leiðslubygnað og kommandovegir á tilbúgvingarøkinum.

 

Stabil leiðsluviðurskifti hava harumframt stóran týdning fyri arbeiðið at samskipa tilgongdina í sambandi við skilagóðu og neyðugu ætlanina hjá landsstýrismanninum at taka allar partar við, sum hava við dagligu tilbúgvingina, í arbeiðið at orða karmarnar fyri og greiða innihaldið av framtíðar tilbúgving í Føroyum.

 

Harumframt er sjálvsagt neyðugt, at dentur verður lagdur á týdningin av, at allir partar fáa tað útbúgving, sum er neyðug, m.a. fyri at vita, hvat teirra leiklutur er, og hvønn leiklut onnur hava í eini ítøkiligari tilbúgvingarstøðu. Sum nevndin skilti á landsstýrismanninum, er hann samdur við nevndina í hesum sjónarmiði, og greiddi hann frá, at amboðini longu eru í galdandi brunalóggávu at loysa spurningar um útbúgving og útgerð.

 

Við hesum viðmerkingunum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 2. desember 2008. Uppskotið samtykt 26-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 10. desember 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 114 frá 18.12.2008