25 Uppskot til  ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2009, 20. januar, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk, Heini O. Heinesen, Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Hergeir Nielsen, Bjørt Samuelsen og Sjúrður Skaale vegna Tjóðveldi, fram soljóðandi

U p p s k o t

til

ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum) 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi kongliga fyriskipan:

 

Anordning om delvis ikrafttræden af lov om ændring af straffeloven, retsplejeloven og færdselsloven (Skærpelse af straffen for voldtægt, vold, uagtsomt manddrab, uagtsom betydelig
legemsbeskadigelse, forsætlig fareforvoldelse, biltyveri, grov forstyrrelse af ro og orden,
menneskesmugling og menneskehandel m.v.)”
 

I medfør af § 5 i lov nr. 380 af 6. juni 2002 om ændring af straffeloven, retsplejeloven og færdselsloven[1] sættes § 1 i kraft for Færøerne i følgende affattelse:

§ 1

 

I straffeloven, jf. lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939, som senest ændret ved anordning nr. 182 af 28. februar 2007, foretages følgende ændringer:

1. I § 216, stk. 1, ændres »6 år« til: »8 år«.

2. I § 216, stk. 2, ændres »10 år« til: »12 år«.

3. I § 222, stk. 1, ændres »6 år« til: »8 år«.

4. I § 222, stk. 2, ændres »10 år« til: »12 år«. 

§ 2

 

Anordningen træder i kraft dagen efter dens kundgørelse i Kunngerðablaðið.”

 

Viðmerkingar:

Undirritaða legði vegna Tjóðveldi sama uppskot fyri Løgtingið í september 2007 og roynir nú aftur á 2. sinni. Tá var Løgtingið positivt sinnað uppskotinum viðvíkjandi, og samd Rættarnevnd mælti í álitinum Løgtinginum til at atkvøða fyri uppskotinum, men tá val varð útskrivað, náddi málið ikki til 2. viðgerð, og uppskotið fall tí burtur. Hóast knapt ár er fráliðið, síðani málið fall burtur vegna val, er tað ongantíð komið fyri tingið aftur. Undirritaða vónar tí, at málið nær at verða viðgjørt við sama positiva anda, og at tað nær at verða atkvøtt ígjøgnum hesa ferð.

Endamálið við uppskotinum er at hækka revsirammurnar fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum.

 

Revsiramman eigur at vísa serliga virðing fyri tí einstaka menniskjanum. At gera seg inn á onnur menniskju sálarliga ella kropsliga eigur tí at verða fatað sum meira revsivert í mun til, um onkur ger seg inn á materiellar lutir ella pengar.

 

Sambært uppskotinum hækkar revsiramman soleiðis: 

 

 

Endamálið við hesum broytingunum er at herða revsingina fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum við uml. 1 ári, tó við virðing fyri, at revsingin fyrst og fremst byggir á eina ítøkiliga meting hjá rættinum av umstøðunum í hvørjum einstøkum máli.

 

Broytingarnar í revisrammuni fyri kynsliga misnýtslu av børnum vóru ikki við í upprunaliga uppskotinum, men komu inn í sambandi við viðgerðina í Fólkatinginum. Grundgevingin fyri hesum broytingunum var at tryggja framhaldandi samsvar millum revsirammurnar fyri ávikavist neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum.

 

Í sambandi við lógarbroytingina í Danmark í 2002 heitti Løgmálaráðið á Ríkisadvokatin um at fylgja við í, um revsingin fyri neyðtøku (§ 216) og kynsliga misnýtslu av børnum (§ 222) veruliga varð herd.

 

Sambært frágreiðing  frá Ríkisadvokatinum so hevur rætturin í allar flestu málunum hert revsingina í samsvari við endamálið við lógarbroytingini. Fyri neyðtøku eru dómarnir í dag uml. 1 ár hægri enn undan lógarbroytingini, og ríkisadvokaturin staðfestir somuleiðis, at revsingin fyri kynsliga misnýtslu av børnum í dag er hægri enn undan lógarbroytingini. Frágreiðingin er at finna ám heimasíðuni hjá Ríkisadvokatinum: rigsadvokaten.dk undir dokumenter og Rigsadvokaten informerer.

 

Meðan revsingin í Danmark er herd, síðan broytigin kom í gildi, verður linari revsing givin fyri somu lógarbrot í Føroyum. Løgtingið eigur tí at senda tað politiska signalið út til samfelagið, at neyðtøka og kynslig misnýtsla av børnum eru álvarsmál, sum verða tikin í størsta álvara, og at vit ikki á nakran hátt finna okkum í hesum og heldur ikki at vera eftirbátar á hesum øki. 

Hjáløgd skjøl:
Skjal 1:
Forslag til lov om ændring af straffeloven, retsplejeloven og færdselsloven. (Skærpelse af straffen for voldtægt, vold, uagtsomt manddrab, uagtsom betydelig legemsbeskadigelse, forsætlig fareforvoldelse, biltyveri, grov forstyrrelse af  ro og orden, menneskesmugling og menneskehandel m.v.)

Skjal 2: Samtykta fólkatingslógin – lóg nr. 380 frá 6. juni 2002


[1] § 5 i lov nr. 380 af 6. juni 2002 om ændring af straffeloven, retsplejeloven og færdselsloven er sålydende: ”Loven gælder ikke for Grønland eller Færøerne. Lovens § 1 kan dog ved kongelig anordning sættes i kraft for Færøerne og Grønland med de afvigelser, som de særlige færøske forhold tilsiger.”

1. viðgerð 27. januar 2009. Málið beint í Rættarnevndina