21 Uppskot til  samtyktar um  um grønlendsku sjálvstýrislógina

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 8. oktober, løgdu tingmenninir Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi, vegna Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar 

 

Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið fer at taka upp samráðingar við stjórn Grønlands og stjórn Danmarkar um at fáa tilvísingar til støðu Føroya strikaðar úr grønlendsku sjálvstýrislógini og at fara undir felags ráðførslu millum Grønlands og Føroya um rættarstøðu teirra mótvegis danska ríkinum.

 

Sjálvstýrisflokkurin vil við uppskotinum vísa nýskipaða landsstýrismanni okkara í uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, fullan stuðul, nú hann fer at fremja ætlan sína at fáa samráðingar í lag um ríkisrættarligu støðuna.

 

Uppskotið tekur støði í teirri ráðførslu, sum Bjørn Kalsø, Jørgen Niclasen og Kári á Rógvi, løgtingsmenn, lótu løgmanni og Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanríkismálum. Síðani ráðførsluna er onki frætt aftur um samráðingar við grønlendingar ella danir um málið.

 

Sagt varð í áliti teirra tingmanna: 

 

”Minnilutin heldur málið vera sera týðandi. Uppskotið um Sjálvstýrislóg Grønlands hevur fleiri ásetingar, ið viðkoma Føroyum, umframt at Føroyar og ríkisrættarliga støða Føroya verða viðgjørd á mongum støðum í álitinum hjá donsk-grønlendsku tingmannanevndini, ið hvørki hevur givið føroyskum fólkavaldum ella Uttanlandsnevndini ella Føroya landsstýri høvi at gera sínar viðmerkingar.

 

Serliga er óheppið, at henda lóg, ið er at meta sum Stýrisskipan Grønlands, og ætlandi fær serliga støðu, sum staðfest á fólkaatkvøðu, beinleiðis nevnir Føroyar, umframt at óbeinleiðis verður sagt, hvør rættarstøða Føroya er í uttanríkismálum. Rættarstøða Føroya má kunnu mennast og betrast, uttan at neyðugt skal vera at broyta grønlensku stjórnarskipanina við fólkaatkvøðu. Broyting av føroyskum viðurskiftum mugu undir ongum umstøðum krevja fólkaatkvøðu í Grønlandi.

 

Minnilutin vil sjálvsagt ikki leggja seg út í sjálvstýristilgongd grønlendinga, men tjóðirnar báðar hava viðurskifti við sama ríki, tí eiga vit bæði at samskifta við grønlendingar og ansa eftir, at óheppin fordømi ella skeivar lýsingar av støðuni ikki skaða áhugamál hvør hjá øðrum.

 

Minnilutin hevur tó ta fatan, at sera umráðandi er, at støða Føroya úteftir er væl og virðiliga samskipað. Løgmaður, ið varðar av stjórnarskipan og ríkismálum, eigur í fyrsta lagi at taka málið upp á ríkisfundi við grønlendsku og donsku stjórnarleiðararnar, grundað á gjølliga viðgerð á landsstýrisfundi.

 

Eftir viðgerð og samskipan í landsstýrinum og eftir samskifti á hægsta politiska stigi, eigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum at samskifta við grønlendska starvsbróðir sín út frá greiðu felags støðu lansstýrisins.

 

Minnilutin heldur loksins, at nú danskir og grønlendskir politikarar hava samskift um hesi mál í fleiri ár, eiga stig at verða tikin, so grønlendingar fáa høvi at hitta føroysk fólkavald at umrøða ríkisrættarligu støðuna og stjórnarrættarligar møguleikar og mannagongdir.

 

Minnilutin væntar, at Uttanlandsnevndin verður áhaldandi kunnað og spurd um málið.”

1. viðgerð 21. oktober 2008. Málið beint í Uttanlandsnevndina, sum tann 3. desember 2008 legði fram soljóðandi

Álit

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt málið fram tann 8. oktober 2008, og eftir 1. viðgerð tann 21. oktober 2008 er tað beint Uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 14. og 26. november og 2. desember 2008.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Kaj Leo Johannesen, løgmann.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (John Johannessen, Poul Michelsen, Jógvan á Lakjuni, Edmund Joensen og Jenis av Rana) førir fram, at eftir at hetta mál var lagt fyri tingið, fekk løgmaður uppskotið til grønlendsku sjálvstýrislógina til hoyringar frá danska forsætismálaráðnum. Ì tí sambandi hevur løgmaður havt ráðførslu við nevndina um málið eftir § 54, stk. 2 í stýrisskipanarlógini.

 

Løgmaður hevur tann  6. november 2008, við støði í tí tilráðing, sum meirilutin í Uttanlandsnevndini sendi løgmanni eftir ráðførsluna 22. oktober, sent  forsætismálráðharranum skriv við viðmerkingum til málið, har løgmaður m.a. førir fram, at nú er høvi at taka avmarkingarnar á uttanríkispolitiska økinum upp til nýggja viðgerð.

 

Meirilutin heldur, at orðingin í hesum skrivi á nøktandi hátt lýsir støðu nevndarinnar til hetta fyri Føroyar so týðandi mál, og fegnast hann um tað.

 

Við hesum viðmerkinginum mælir meirilutin Løgtinginum frá at góðkenna uppskotið.

 

Minnilutin (Høgni Hoydal og Kári P. Højgaard) er samdur við meirilutanum í tí, at hoyringssvarið, sum løgmaður hevur sent danska forsætisráðharranum um grønlendsku sjálvstýrislógina, hevur fylgt tilráðingini rættiliga væl frá eini nærum samdari Uttanlandsnevnd.

 

Løgmaður biður um at fáa Føroyar burturúr grønlendsku lógini og mælir til samráðingar um at endurskoða uttanríkispolitisku lógirnar.

 

Nú ræður bert um, at Løgtingið stendur saman um at veita Landsstýrinum neyðuga politiska styrki til at fremja viljan í verki, sum sýndur er og niðurskrivaður í innahýsis samskiftinum í málinum.

 

Eitt samt Løgting eigur at kunna taka undir við, at Landsstýrið tekur upp samráðingar við donsku stjórnina og grønlendsku myndugleikarnar um at taka burtur tær forðingar, ið eru settar fyri virkisføri Føroya og Grønlands í uttanríkismálum.

 

Royndirnar siga okkum, at hetta verða truplar samráðingar, tí danska stjórnin hevur ynskt at tengja Føroyar og Grønland saman í avmarkandi lóggávu og harvið at leggja avmarkingar inn fyri altjóða politiska virkisførinum hjá føroyingum og grønlendingum.

 

Lítil ivi er um, at svarið frá danska forsætisráðharranum til hoyringssvarið frá løgmanni fer at vísa greitt aftur, at nakað kann broytast í grønlendsku sjálvstýrislógini, har Føroyar eru nevndar.  Helst hevur danska stjórnin longu nú tryggjað sær, at heldur ikki grønlendska stjórnin tekur undir við at broyta nakað, nú grønlendska lógin hevur verið til fólkaatkvøðu. Grønland og Føroyar fara harvið at verða sett upp ímóti hvørjum øðrum í hesum máli.

 

Hartil fer danska stjórnin helst at svara løgmanni, at um verandi lóggáva ikki verður varðveitt óbroytt, so verður truplari hjá Føroyum at virka á altjóða pallinum.

 

Hetta er væl skilligt út frá áhugamálunum hjá einum donskum ríki, ið vil halda fast um sína egnu eindarfatan og sleppa undan trupulleikum av, at føroysku og grønlendsku tjóðirnar vilja røkja síni egnu áhugamál og taka ábyrgd av egnum uttanríkispolitikki í einum heimi, har altjóða virkisføri er lykilin til framburð og menning.

 

Men fyri føroysk áhugamál er alneyðugt, at Løgtingið og Landsstýrið nú standa fast við síni rættindi og krøv og á ein siðiligan og professjonellan hátt fara undir at fáa burtur tær forðingar, ið settar eru.

 

Samráðingarstøða Landsstýrisins kann bert styrkjast, um so er, at Løgtingið greitt samtykkir at stuðla ætlanunum um at fáa lýst og taka burtur tær forðingar, ið eru ásettar við uttanríkispolitisku heimildarlógunum, sum nú eisini eru settar inn í grønlendsku sjálvstýrislógina.

 

Tí setur minnilutin fram soljóðandi broytingaruppskot og mælir Løgtinginum til at samtykkja málið - og harvið stuðla løgmanni í sínum framsenda hoyringssvari til danska forsætisráðharran:

 

B r o y t i n g a r u p p s k o t

 

"Løgtingið tekur undir við, at Landsstýrið beinanvegin tekur upp samráðingar við donsku stjórnina og grønlendskar myndugleikar um at allýsa uttanríkispolitisku virkismøguleikar føroyinga og at fáa burtur tær forðingar, sum ásettar eru í lóggávu fyri altjóða virkisføri føroyinga."

2. viðgerð 17. desember 2008. Broytingaruppskor frá minnilutanum í Uttanlandsnevndini, Kára P. Højgaard og Høgna Hoydal, fall 8-0-17. Uppskot til samtyktar fall 8-0-18. Málið avgreitt.