20 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Álit
D. Tikið aftur

Ár 2008, 30. september, løgdu tingmenninir Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi, vegna Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógini)


 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 19. mai 2008, verður gjørd henda broyting:

 

§ 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður landsskattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e og f í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis:

 

Galdandi frá 1. januar 2008:

Er inntøkan minni enn kr. 30.000,- verður latið 0%.

 

Er inntøkan

men minni enn

Verður latið

av

og av restini

 

størri enn kr.

kr.

kr.

kr.

%

30.000

70.000

0

30.000

7,0

70.000

140.000

2.800

70.000

18,0

140.000

270.000

15.400

140.000

21,0

270.000

 

42.700

270.000

33,0

 

 

Inntøkuupphæddirnar rundaðar upp til heilar kr. 1.000, verða javnaðar 1. januar hvørt ár við 1,0 prosentstigi minni enn árliga vøkstrinum  í brúkaraprístalinum pr. 2. ársfjóring árið fyri. Fíggjarmálaráðið kunnger í seinasta lagi 1. oktober inntøkuupphæddinar fyri komandi ár, í 2008 tó í seinasta lagi 1. november.”

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

 

Sjálvstýrisflokkurin leggur við hesum fram lógaruppskot, har mælt verður til at broyta landsskattin (ásetingarlógin).

 

Talan er um sama uppskot, sum Kári á Rógvi, Anfinn Kallsberg og Magni Laksáfoss settu fram í tingmáli  nr. 172/2007.

 

Nýbrotið í hesum uppskoti er, at nú verða inntøkumørkini í skattastiganum dagførd samsvarandi prísvøkstrinum. Upprunaliga hevði landsskattaskipanin ein stóran botnfrádrátt og inntøkumørk, ið tryggjaðu greiðan og rættvísan progressivtitet. Men dýrtíðin hevur merkt, at allar inntøkur hjá verkafólki, útróðrarmonnum og fólki við miðal útbúgving koma undir toppskatt sum frá líður.

 

Við at dagføra botnfrádráttin og mørkini verður longu næsta ár lætt um skattabyrðuna hjá føroysku familjunum, og føroyingar uttanlands fáa greitt at vita, at skattabyrðan í Føroyum økist ikki sníkjandi, uttan heldur verður skatturin tálmaður við øktum virkishugi og øktum heimflytingarhugi til fylgju.

 

Broytingin verður gjørd á tann hátt, at inntøkumarkið í skattastiganum, sum eftir samtyktini hjá CHE samgonguni skal gerast kr. 250.000 tannn fyrsta januar 2009, verður lækkað aftur til kr. 270.000. Síðan verður sett inn áseting um indexering.

 

Fyri allar inntøkur merkir uppskotið, at ætlaða skattahækkingin næsta ár verður strikað, og ávísur skattalætti fæst samsvarandi prísvøkstrinum.

 

Sagt varð annars í nevnda áliti:

 

“Minnilutin (Kári á Rógvi,    Anfinn Kallsberg og Magni Laksáfoss) skal gera vart við, at tað als ikki er rætt, tá tað í viðmerkingunum stendur, at “talan er um somu broyting, ið varð skotin upp av undanfarnu samgongu.”

 

Undanfarna samgonga ætlaði at minka um ein skattalætta í 2008, tí búskapurin var ov heitur, og neyðugt var at minka um ferðina. Hetta uppskotið er ein skattahækking í 2009, tvs. í einum ári, har øll útlit eru fyri eini niðurgongd, og at tað tí er rættast at seta meiri ferð á.

 

Sostatt er talan um tvey heilt ymisk uppskot og tvær heilt ymiskar búskaparstøður.

Tað er tí at harmast um, at hetta uppskotið gongur beint ímóti allari skilagóðari búskaparstýring, við tað at ætlanin er at hækka skattin í niðurgangstíðum.

 

Eisini sæð í ljósinum av, at politiskur vilji er fyri at lækka skattatrýstið á inntøkuskattinum í eini ætlan at breiðka skattagrundarlagið, er harmiligt, at hetta uppskotið gongur beint ímóti politiska ynskinum og í staðin hækkar inntøkuskattatrýstið.”

 

 

Kap. 2: Avleiðingar av lógaruppskotinum

 

Fíggjarligu avleiðingarnar verða fyri 2009 mettar at verða ein lækkan í landsskattinum upp á í mesta lagi 36 mió. kr. Henda meting samsvarar við metingina hjá landsstýrismanninum í nevnda tingmáli; tá varð mett, at skattahækkanin fór at geva kr. 36 mió. í øktari inntøku, men roknað var ikki við avleiddum lækkingum orsaka av minni forbrúki og minkandi virkishugi. Roknað verður við, at nú skattabyrðan lækkar, fara økt nýsla og økt virksemi at viga nakað upp ímóti brutto inntøkumissinum.

 

Fyri kommunurnar merkir uppskotið at kalla onga broyting.

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær stórvegis fyrsitingarligar avleiðingar fyri myndugleikar ella vinnuna

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur avleiðingar við sær fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Mett verður, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

 

Viðmerkingar

Broytingin tryggjar, at inntøkumørkini á skattastiganum verða dagførd, so tey samsvara brúkaraprísinum. Lønir í ávísum inntøkuintervalli verða soleiðis áhaldandi í sama inntøkuintervalli og flyta ikki upp í hægri bólk samsvarandi lønarhækkingum, tí ásetingin ikki verður dagførd.

 

Tað hevði óivað verið betri at nýtt eitt lønarvísital, men slíkt verður ikki gjørt. Hildið verður, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum so skjótt sum gjørligt eigur at fáa skipað so fyri, at vit her í landinum hava eitt brúkbart lønarvísital. Tá hetta vísital er fingið til vega, eigur landsstýrismaðurin at leggja fyri tingið broyting í hesi lóg, so lønarvísital verður nýtt í staðin fyri brúkaraprístalið.  

 

Eins og aðrar vísitalsdagføringar er henda objektiv og óheft av fyrisitingarligari meting, talan er einans um hagfrøðiliga ásett tal út frá greiðum og lættatkomiligum eygleiðingum.

 

Orsøkin til at áseta dagføringina til eitt stig minni enn hækkanina í nevnda vísitali er atlit til at hava ávísa rúmd í landsskattainntøkuni til aðrar tillagingar sum eitt nú reallækkan av skatti fyri ávísar inntøkubólkar ella hækkan av barnafrádrátti ella aðrar miðvísar broytingar við realum virkni.  

 

Roknidømi:

 

Hugsa vit okkum, at tann 1. november 2008 kunnger Fíggjarmálaráðið, at í undanfarna kalendaraári (2007) er vøksturin í brúkaraprístalinum 3,5%.

 

So merkir hetta, at tølini í skipanini verða hækkað 2,5% og rundað til næstu kr. 1.000:

 

Galdandi frá 1. januar 2009:

Er inntøkan minni enn kr. 31.000,-, verður latið 0%.

 

Er inntøkan

men minni enn

verður latið

av

og av restini

 

størri enn kr.

kr.

Kr.

kr.

%

31.000

72.000

0

31.000

7,0

72.000

144.000

2.870

72.000

18,0

144.000

277.000

15.830

144.000

21,0

277.000

 

43.760

277.000

33,0

 

Til § 2

 

Áseting av í gildiskomu.

 

1. viðgerð 9. oktober 2008. Málið beint í Fíggjarnevndina, sum tann 10. desember 2008 legði fram soljóðandi

 

Álit 

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt málið fram tann 30. september 2008, og eftir 1. viðgerð 9. oktober 2008 er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 5. og 6. november og 4. desember 2008.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við uppskotsstillaran Kára á Rógvi, løgtingsmann.

 

Víst verður til viðmerkingar í løgtingsmáli nr. 10. Harumframt inniheldur uppskotið ásetingar um prístalsviðgerð av skattastiganum. Nevndin ásannar, at hetta í komandi árum við útlitum til príslækkingar kann elva til skattahækkingar. Tí er stundin ikki komin at seta slíka skipan í verk.

 

Ein samd nevnd tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Á tingfundi 12. desember 2008  varð uppskotið tikið aftur av Kára P. Højgaard vegna uppskotssetararnar. Upp á fyrispurning frá formanninum, sambært § 55, stk. 3 í tingskipanini, tók eingin uppskotið uppaftur. Málið avgreitt.