17 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 20. september, løgdu tingmenninir Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi vegna Sjálvstýrisflokkin, fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m.


 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006, verður gjørd henda broyting:

1) Eftir § 15, stk. 2 verður sett sum nýtt stk.:

 “Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 1, kann eigindómur býtast sundur, um innangarðs eigindómur ikki gerst minni enn 5.000 m², og uttangarðs eigindómur ikki gerst minni enn ein gyllin. Matrikulstovan skal í hesum førum, eftir umsókn frá eigara, geva ta í stk. 1 nevndu sundurbýtisgóðkenning.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Almennar viðmerkingar

Sjálvstýrisflokkurin legði einsljóðandi uppskot fyri Løgtingið 26. januar 2005 (løgtingsmál nr. 31/2004). Málið bleiv beint í Vinnunevndina, sum í áliti sínum segði millum annað.

 

”Nevndin er samd í sjónarmiðnum um, at jørðin eigur at verða gagnnýtt best og mest møguligt. Nevndin er hinvegin samd um, at ikki er rætt at skilja innangarðs- og uttangarðs eigindómar sundur. Nevndin heldur tað tí vera rættast, at alt matrikuløkið verður endurskoðað sum heild, har øll sjónarmið verða tikin við í metingini av, hvussu jørðin verður gagnnýtt best. Í sambandi við útstykking í smærri eindir má tryggjast, at støða verður tikin til atkomurættin til ognirnar. Nevndin tekur til eftirtektar fráboðanina frá landsstýrismanninum í vinnumálum um, at farið verður undir hetta arbeiðið skjótast til ber”.

 

Nú eru meir enn hálvtriðja ár liðið, og í hesum tíðarskeiði er matrikulering løgd til landsstýrismannin í innlendismálum, Jacob Vestergaard, at umsita. Eingin fráboðan kom frá landsstýrismanninum í løgmansrøðuni á ólavsøku ella í yvirlitinum yvir lógaruppskot, ið skulu leggjast fram í hesi tingsetuni um, at ætlanin er at at fremja hesar neyðugu broytingarnar í matrikullógini. Til fyrispurning frá uppskotstillaranum hevur landsstýrismaðurin í innlendismálum á tingsins røðarapalli víst á, at neyðugt er at fremja nakrar broytingar, og at arbeitt hevur verið við málinum, men neyvan verður uppskot klárt at leggja fram hesum viðvíkjandi, áðrenn hetta valskeiðið er runnið. Tí er uppskotið uttan iva kærkomið og alneyðugt stig rætta vegin fyri at fáa framt neyðugu broytingarnar. 
 

Reglurnar um sundurbýti eru í §§ 15-22 í matrikullógini.

 

Hesar reglur eru ikki nøktandi fyri óðalsjørð. Tí verða hesar reglur settar inn í § 15, har vanligu treytirnar fyri sundurbýti standa.

 

Trupulleikin við verandi reglum er, at eigarar kunnu ikki selja, keypa, veðseta, arva og á annan hátt ráða yvir jørðini eftir egnum tykki og tørvi.

 

Útskiftingin og matrikuleringin hava tíbetur forðað fyri ov smáum jarðarlutum innangarðs og ov smáum lutum uttangarðs. Men reglurnar eru ov strangar og gera tað ov trupult at ráða yvir jørðini á bestan hátt. Til ber at siga, at meðan sloppið er undan ov smáum lutum, so eru í dag nógvir ov stórir og óliðiligir lutir.

 

Tí verða hesar broytingar gjørdar, ið hava til endamáls at skipa eina liðiliga skipan við hóskandi ognarlutum bæði innan- og uttangarðs:

·        Minstastøddin uttangarðs verður 1 gyllin.

·        Minstastøddin innangarðs verður eftir hesum uppskotinum ásett til 5.000 m².

 

Smærri lutir kunnu tó vera:

1.      Um lutur longu liggur fyri seg sjálvan innangarðs.

2.      Um lutur uttangarðs longu fevnir um minni enn ein heilan gyllin.

 

Verandi skipan byggir á, at matrikulognir (matrikulnummur) kunnu fevna um fleiri lutir (ognir) í somu markatalsbygd:

1.      Bæði innangarðs og uttangarðs.

2.      Fleiri sjálvstøðugar lutir innangarðs.

3.      Jørð í ymsum høgum.

4.      Bæði búnaðarjørð og aðra jørð (heimild er tó longu at býta aðra jørð frá sambært § 16, litra f og g)

 

Er ein matrikulogn samansett á henda hátt, ber ikki til undir verandi skipan at býta ognina sundur. Einasti møguleikin í dag er at flyta lutir millum matrikulognir (matr. nr.).

 

Nýggja skipanin byggir á, at matrikulognir framvegis kunnu fevna um ymsar lutir, men at eigararnir sjálvir eiga at gera av, um matrikulognirnar skulu býtast sundur:

1.      Innangarðs og uttangarðs fyri seg

2.      Sjálvstøðugar lutir innangarðs fyri seg.

3.      Uttangarðsjørð í ymsum høgum fyri seg.

4.      Uttangarðs í smærri lutum, niður í heilar gyllin.

 

Við sundurbýtinum fær eigarin fleiri matrikulognir – fleiri matrikulnummur.

 

Eingin broyting verður gjørd í § 16. Allar sundurbýtisgóðkenningar eftir § 16, stk. 1, litra a) til h) verða varðveittar. Týdningurin av § 16, stk. 1, litra a) til h) verður minni, men hvørvur ikki.

 

Dømi:

 

Ein vanlig matrikulogn í Føroyum kann síggja soleiðis út:

Eigari:

Jóannes Niklasson

Matr. nr.:

117a

 

 

Bygd:

Hugnavík

Lutir innangarð:

Stødd:

Uttangarðs, hagi:

Stødd:

1        Heima á Garði

2        Niðri við Á

3        Uppi á Fjalli

4        Húsagøta 3

5.379 m²

10.100 m²

9.999 m²

500 m²

Fyri Heiman

    (matr. nr.  399)

Fyri Uttan

    (matr. nr.  398)

3 gyllin 00 skinn

 

8 gyllin 10 skinn

 

Eigarin, Jóannes Niklasson, eigur í hesum døminum væl av jørð undir sama matrikulnummari. Hetta hevur mangar vansar við sær. Millum hesar er, at tá peningastovnurin fekk veð í húsunum, fekk hann veð í allari jørðini eisini. Jóannes ætlar at lata dóttur sína arva húsini, men hon vil ikki síggja jørð og seyð, tó at hon fegin vil hava lítlu trøðna Heima á Garði. Annar Sonurin vil fegin hava jørðina Fyri Heiman, men ikki Fyri Uttan. Hin Sonurin vil fegin hava nakað av jørð at velta í Niðri við Á. Jóannes ætlar at selja restina, men væntar vánaligan prís, verður alt selt í einum.

 

Praksis hjá Matrikulstovuni er longu nú soleiðis, at til ber at býta húsini frá til egna matrikulogn, egið matrikulnummar, á henda hátt:

Eigari:

Jóannes Niklasson

Matr. nr.:

117b

 

 

Bygd:

Hugnavík

Lutir innangarð:

Stødd:

Uttangarðs, hagi:

Stødd:

1        Húsagøta 3

500 m²

 Einki

Einki

 

Praksis hjá Matrikulstovuni loyvir eisini, at Jóannes selur beiggja sínum, Pæturi Niklassyni, burtur av jørðini Fyri Uttan, tí Pætur longu eigur matrikulogn (matrikulnummar) – matr. nr. 118 í Hugnavík – ið eigur í haganum Fyri Uttan. Hetta verður gjørt á tann hátt, at ein ogn verður fyribils býtt frá, síðani skal ognarskiftið tinglýsast, og veðrætturin hjá peningastovninum avlýsast (relakserast). Tá allar treytir eru loknar, verður fyribils matrikulognin løgd saman við matr. nr. 118:

Eigari:

Jóannes Niklasson

Matr. nr.:

117c

 

 

Bygd:

Hugnavík

Lutir innangarð:

Stødd:

Uttangarðs, hagi:

Stødd:

Einki

 

Fyri Uttan

    (matr. nr.  398)

4 gyllin 00 skinn

 

Broytingarnar í lógini, sum hetta uppskotið ber í sær, loyva Jóannesi at býta ognina meira sundur, og síðani geva børnunum summar lutir, og selja aðrar, t.d. soleiðis:

·        matr. nr. 117d – Heima á Garði, 5.379 m²

·        matr. nr. 117e – Niðri við Á, 5.000 m²

·        matr. nr. 117f – Niðri við Á, 5.100 m²

·        matr. nr. 117g – Uppi á Fjalli, 9.999 m²

·        matr. nr. 117h – Fyri Heiman, 3 gyllin (henda ognin kann býtast meira sundur)

·        matr. nr. 117i – Fyri Uttan, 1 gyllin

·        matr. nr. 117j – Fyri Uttan, 1 gyllin

·        matr. nr. 117k – Fyri Uttan, 1 gyllin

·        matr. nr. 117l – Fyri Uttan, 1 gyllin og 10 skinn

 

Avleiðingar

 

Hagarnir verða her mettir at hoyra upp í “ávísar samfelagsbólkar/felagsskapir” heldur enn “vinnuna”.

 

 

Fyri
landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum

Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/ felagsskapir


Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja,
Men galdandi gjøld leggja nakað uppfyri.  

Nei

Ja.
Lættari og ódýrari at ogna sær jørð.

Ja.
Lættari og ódýrari at ogna sær jørð.

Ja.
Lættari at veðseta jørð at fíggja annað virksemi.

Umsitingarligar avleiðingar

Ja.
Fleiri mál skulu viðgerast.
 

Ja.
Kommunurnar ummæla sundurbýti.

Nei.

Ja.
Smidligari rakstur og skipan hjá høgum.

Nei 

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

-

-

Ja.
Lættari og ódýrari at ogna sær jørð.

Ja.
Lættari og ódýrari at ogna sær jørð.

Nei

 

 

Matrikullógin er sera týðandi lóg, tí eftir henni verður øll jørð í Føroyum skrásett.

 

Henda lógarbroyting órógvar ikki á nakran hátt skrásetingina eftir matrikullógini. Allar fastar ognir í Føroyum verða framvegis skrásettar í matriklinum – kortunum hjá Matrikulstovuni. Øll ognarviðurskifti, eins og onnur rættindi yvir fasta ogn, td. veðrættindi og servituttir, verða eisini frameftir skrásett hjá tinglýsingini.

 

Munurin er, at tað nú er upp til fólk sjálvi at gera av, hvussu tey vilja ráða yvir ognum sínum. Ein fjald ætlan hevur ligið í matrikullógini um at savna ognarjørðina í alsamt størri ognir. Henda ætlan verður við broyttu lógini slept. Tað er bæði fáfongt, ósannlíkt og ófrælst at brúka reglurnar um ognarskráseting at noyða fólk at royna at liva av jørðini ella røkja størri brúk, enn tey vilja sjálvi.

 

Veruleikin er, at tað er sera avmarkað, hvussu nógv fólk kunnu fáa inntøku av búnaðarjørð í Føroyum, og tað er tí ikki til nakra nyttu at hava strangar avmarkingar í ognarviðurskiftunum. Tvørurímóti forðar matrikullógin fyri, at fólk kunnu selja jørð, tey ikki røkja, og at onnur kunnu keypa sær jørð, tey vilja røkja, til trivnað og signing hjá sær og sínum.

 

Tann fjalda ætlanin at gera brúkini størri (landbúnaðarpolitikkur) hoyrir heldur ikki lógartekniskt heima í matrikullógini, ið er lóg um ognarskráseting.

 

Økt frælsi til sundurbýti tekur ikki rættindi frá nøkrum. Longu eftir verandi skipan er greið siðvenja galdandi, tá matrikulognir (matrikulnummur) verða býttar sundur. Tá sundurbýti eftir verandi praksis fer fram – sum í dømunum omanfyri við matr. nr. 117b og 117c – fylgja veðrættindi, servituttir, forkeypsrættir og onnur avmarkað rættindi við. 

 

Í summum førum kunnu servituttir vera lýstir, ið áseta, at ogn ikki kann býtast sundur uttan samtykki (td. frá Jarðarráðnum, nú Búnaðarstovuni). Allir slíkir servituttir verða varðveittir, og viðkomandi eigari skal framvegis biðja um samtykki, áðrenn hann brúkar rætt sín eftir nýggju ásetingini at býta sundur ognina.

 

Eingin missir tí rættindi eftir hesi broyting.

 

Fyri hagarnar – ið hvør hevur sítt matr. nr. – er tað stórur fyrimunur, at hvør gyllin kann fáa sítt nummar. Tí so kunnu fólk, ið ikki hava hug at fáast við uttangarðsjørð, selja; og onnur meiri hugað kunnu keypa, og allir eigarar kunnu velja at minka ella vaksa um ognarlut sín, og harvið velja, hvussu nógvar gyllin teir vilja hava. 

 

Serligar viðmerkingar
Vanligt er, at sama matrikulnummar fevnir um lutir av ymsum slagi.

 

Eigarin kann nú krevja sundurbýti í fleiri matrikulognir (matrikulnummur):

a)            So hvør lutur innangarðs gerst ogn (matr. nr.) fyri seg.

b)            So jørðin uttangarðs gerst ogn (matr. nr.) fyri seg.

c)            So jørð uttangarðs í ymsum høgum gerst ogn (matr. nr.) fyri seg.

 

Eigaranum nýtist ikki at krevja sundurbýti eftir øllum reglunum í senn, men kann avmarka seg til tað býti, sum hóskar honum best.

 

Rætturin til sundurbýti má eisini víkja fyri servituttum ella øðrum almennum ella privatum reglum, ið forða sundurbýti ella binda eigaran at søkja samtykki. Um so er, skal samtykki fáast til vega. Samtykki krevst tó – eins og eftir verandi praksis – ikki frá veðhava ella øðrum, ið ikki missa rætt ella verða verri sett, av sundurbýtinum.

 

Skipanin verður frameftir tann, at innangarðs og uttangarðs jørð kunnu skipast í matrikulognir (matrikulnummur) fyri seg, men eigarin kann tó sjálvur velja at halda jørð innangarðs og uttangarðs saman. Eigarin má so, møguliga í samráð við næstringar, arvingar ella áhugaðan keypara, sjálvur gera av, hvussu ognirnar verða sundurbýttar ella samanlagdar. Tó skulu minstumørkini virðast.

 

Uttangarðsjørð er eins og partabrøv í partafelagi. Hvør eigari eigur eitt lutfall av haganum, ein brotpart av rættindum og skyldum. Eigarar eiga sjálvir at kunna gera av, hvussu stóran brotpart av haganum, teir vilja eiga, so leingi ognarlutirnir ikki eru óhepnir, t.d. brotpartar av skinnum ella einans fá skinn.

 

Einasta møguliga rættvísa avmarking er at siga, hvør minsti luturin er. Vanliga fara eigararnir so at eiga skiftandi fald (multiplum) av minstueindini.

 

Ásetingin ger, at minstaeindin verður sett til 1 gyllin. Miðað verður við ásetingini ímóti, at hvør gyllin við tíðini fær sítt nummar. Júst sum hvørt partabræv í partafelagi hevur sítt nummar.

 

Eigur onkur meiri enn viðkomandi orkar at røkja, ber eftir hesi broytingini til at selja burturav. Eftir gomlu reglunum var neyðugt at selja alla ognina (matrikulnummarið), til bar ikki at selja burturav – hetta verður nú broytt.

 

Tann, ið vil hava meira, kann nú keypa afturat. Eftir broytingini er frítt at keypa heilar gyllin. Eftir galdandi reglum ber einans til at flyta ímillum eftir góðkenning frá Matrikulstovuni.

 

Í summum førum kann lutur uttangarðs longu vera í brotnum gyllin. Td. kann onkur eiga 1 gyllin og 10 skinn ella 7 gyllin og 15 skinn. Í teimum førunum mugu skinnini framvegis liggja afturat luti við heilum gyllin. Tann fyrri eigarin kann ikki býta sundur. Tann seinni kann býta sundur í í mesta lagi 7 ognir (matr. nr.). Báðir kunnu tó framvegis eftir longu galdandi reglum og praksis býta skinni frá til fyribils matr. nr., ið skulu afturat øðrum ognum, t.d. so at heilar gyllin fáast burturúr.

 

Miðast skal ímóti, at hvør matrikulogn (matrikulnummar) er mett í heilum gyllin, so skinnini hvørva.

 

Minsti luturin, ið eigarin kann krevja innangarðsjørð sundurbýtta í, verður 5.000 m² til støddar.

 

Hetta merkir, at lutur, ið er 10.000 m² til støddar, kann býtast sundur í tveir lutir á  5.000 m² hvør. Annar lutur uppá 9.999 m² til støddar kann ikki býtast sundur.

 

Er luturin 14.999 m², kann hann einans býtast í tvey, tí 5.000 gongur færri enn tríggjar ferðir upp í 14.999. Hinvegin kann eigarin velja tvær hóskandi støddir ímillum 5.000 m² og 9.999 m², sum tilsamans geva 14.999 m².

 

Eigarin kann sjálvur velja, hvør av hesum lutum skal liggja saman við uttangarðsjørð.

1. viðgerð 9. oktober 2008. Málið beint í Rættarnevndina, sum tann 4. november 2008 legði fram soljóðandi

Álit

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt málið fram tann 19. september 2008, og eftir 1. viðgerð tann 9. oktober 2008 er tað beint Rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 30. oktober og 3. november 2008.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya, umboð fyri Føroya Óðalsfelag, landsstýrismannin í fiskivinnumálum, saman við umboðum fyri Búnaðarstovuna og við landsstýrismannin i innlendismálum, saman við umboðum fyri Lendisfyrisitingina á Umhvørvisstovuni.

 

Nevndin hevur útvegað sær kort við yvirliti yvir ognarjørð og kongsjørð, sum Matrikulstovan hevur gjørt í 2005 og latið Vinnunevndini í sambandi við viðgerðina av løgtingsmáli nr. 31/2004. Frá Óðalsfelagnum fekk nevndin eintak av Óðalstíðindi vol. 8, nr. 2, 2008.

 

Nevndin heldur tað ongan iva vera um, at lógin um matrikulering og sundurbýti hevur tørv á, at verða endurskoðað og dagførd, og at tað í nógvum førum er órímiligt, sum viðurskiftini eru í dag. Hinvegin er nevndin greið yvir, at talan er um eitt fløkt málsøki, har sera ymisk viðurskifti gera seg galdandi kring landið og at slík endurskoðan og dagføring tí krevur eina djúptgangandi viðgerð.

 

Frá landsstýrismanninum í innlendismálum fekk nevndin at vita, at arbeiðið at endurskoða og dagføra lógina er farið í gongd, og at lógaruppskot væntandi verður klárt at leggja fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, har støða eisini verður tikin til ivamál mótvegis nýggju lógini um landsjørð.

 

Nevndin heldur tí, at Løgtingið eigur at bíða við at gera broytingar í lógini beint nú og heldur fyrst hyggja at uppskotinum frá landsstýrinum, áðrenn Løgtingið tekur støðu til, hvat er rætt at gera.

 

Ein samd nevnd tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 6. november 2008. Uppskotið fall 1-0-23. Málið avgreitt.