10 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Álit
D. Tikið aftur og tikið uppaftur
E. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 15. august, legði Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, vegna Fólkaflokkin, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 19. mai 2008, verður gjørd henda broyting:

 

§ 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:

”Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður landsskattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e og f í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis:    

 

 

Galdandi frá 1. januar 2009:

Er inntøkan minni enn kr. 30.000,- verður latið 0%.

Er inntøkan

men minni enn

verður latið

av

og av restini

størri enn kr.

kr.

kr.

kr.

%

30.000

70.000

0

30.000

7,0

70.000

140.000

2.800

70.000

18,0

140.000

270.000

15.400

140.000

21,0

270.000

 

42.700

270.000

33,0

 


 

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009.

 

Almennar viðmerkingar

 

Landsstýrið legði í vár uppskot fyri Løgtingið um at hækka skattin frá 1. januar 2009. Uppskotið var samtykt við teprum meiriluta. Dýrtíðin hevur eisini lagt sína køldu hond yvir føroysku familjurnar. Olja, matur og aðrar neyðsynjavørur eru nógv hækkaðar í prísi. Tað kann tí ikki vera rímiligt at hækka skattin frá 1. januar.

 

Fyriliggjandi uppskot tekur av aftur skattahækkingina, so skatturin verður tann sami komandi ár sum í ár.

 

Tá Landsstýrið legði uppskotið fyri í vár, metti tað, at fíggjarligu avleiðingarnar fyri 2009 vóru ein hækking í landsskattinum upp á 36 mió. kr. Fyri kommunurnar merkir uppskotið at kalla onga broyting. Verandi uppskot hevur, uttan mun til annað, við sær, at landið ikki fær hesar inntøkur. Men mett verður, at uppskotið fer at elva til, at fólk fara arbeiða meira enn, tey annars høvdu gjørt, og tí koma inntøkur landskassans kortini at vaksa.

 

Serligar viðmerkingar

 

Til § 1 

Skattur av tí fyrsta inntøkuintervallinum í skattinum – t.e. inntøka úr 30.000 upp í 70.000 kr.  – verður eftir hesum uppskotinum 0 kr. av 30.000 kr. og 7% av restini av inntøkuni upp til 70.000 kr.

 

Skattur av næsta inntøkuinntervallinum í skattinum – t.e. inntøka úr kr. 70.000 upp í kr. 140.000 – verður kr. 2.800 av  kr. 70.000 og 18% av restini av inntøkuni upp til kr. 140.000.

 

Skattur av triðja inntøkuinntervallinum í skattinum – t.e. inntøka úr kr. 140.000 upp í kr. 270.000 – verður kr. 15.400 av kr. 140.000 og 21% av restini av inntøkuni upp til kr. 270.000.

 

Skattur av fjórða inntøkuinntervallinum í skattinum – t.e. inntøka oman fyri kr. 270.000 – verður kr.  42.700 av kr. 270.000 og 33% av restini av inntøkuni.

 

Til § 2

Áseting av í gildiskomu.

1. viðgerð 15. august 2008. Málið beint í Fíggjarnevndina, sum tann 10. desember 2008 legði fram soljóðandi 

Álit 

 

Fólkaflokkurin hevur  lagt málið fram tann 15. august 2008, og eftir 1. viðgerð 9. september 2008 er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann  4. desember 2008.

 

Ein samd nevnd mælir frá at samtykkja uppskotið.

 

Meirilutin (Annfinn Kallsberg, Eyðgunn Samuelsen, Magni Laksáfoss og Bjørn Kalsø) hevur hesar viðmerkingarnar:

 

Síðan uppskotið er framlagt, er nýggj samgonga skipað. Í samgonguskjalinum er semja gjørd um, at í staðin fyri uppskotna skattalættan skuldi gjaldið til sjúkrakassan gjaldast úr landskassanum. Henda upphædd snýr seg um kr. mió. 70 um árið. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði upprunaliga frá, at skipanin skuldi koma í gildi 1. juli 2009, og hevði skattalættin í 2009 verið tann sami sum fyriliggjandi uppskot. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur síðan boðað frá, at skipanin verður sett í gildi 1. januar 2010, og verður skattalættin tá sama upphædd.

 

Ein minniluti (Bill Justinussen, Tórbjørn Jacobsen og Annita á Fríðriksmørk) vísir á, at undanfarna samgonga hevði avtalað í samgonguskjalinum, at sjúkrakassa- og kringvarpsgjaldið skuldu gjaldast umvegis landskassan. Hetta hevði havt við sær ein ovurhonds stóran lætta serliga fyri lægru inntøkubólkarnar, sum hava verið fyri vanbýti, tá skattalættar vórðu latnir í árunum 2004-2008.  CHE-samgongan metti, at hesi tiltøk høvdu bøtt um ósosiala skattapolitikkin hjá ABC-samgonguni. Hetta skattalættauppskotið er framhald av ikki samhaldsfasta skattapolitikki samgongunnar..

 

Minnilutin heldur harumframt, at skattalættar eiga at verða partur av eini størri búskaparætlan, sum serliga miðjar eftir at javna út byrðarnar í landinum. Tá hugt verður eftir búskaparligu útlitunum og fíggjarvánunum, tykist tað ógrundað at koma við skattalættauppskotum í hesum døgum, har partabrævamarknaðir og bankar eru í stórum trupulleikum og har tíðindi um uppsagnir javnan eru at hoyra.

 

Í hesi fíggjarstøðu, sum landið er í í løtuni, er undrunarvert, at landsstýrið onki fyritekur sær til tess at byrgja upp fyri búskaparligum avleiðingum. Tíverri tykist landsstýrið onga búskaparliga tilbúgvingætlan at hava.

Á tingfundi 12. desember 2008 varð málið tikið aftur av Anfinni Kallsberg vegna uppskotssetararnar. Upp á fyrispurning frá formanninum, sambært tingskipanini § 55, stk. 3 varð málið tikið upp aftur av Bill Justinussen, løgtingsmanni.

2. viðgerð 12. desember 2008. Uppskotið fall 0-4-23. Málið avgreitt.