6 Uppskot til  samtyktar um Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 2008, 8. august, løgdu Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi, tingmenn, vegna Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna, hvørt Samhaldsfasti arbeiðsmarknaðareftir­lønargrunnurin er í ósamsvari við norðurlendsku konvensjónina um “Social Sikring,” ið Føroyar hava bundið seg til, og leggja neyðug løgtingslógaruppskot í hesum sambandi fyri Løgtingið, so at henda skipan javnstillar føroyingar við borgarar í hinum Norðanlondunum.

 

Viðmerkingar

Samhaldsfasta útgjaldið vaks seinasta samgonguskeið úr 700 krónum mánaðarliga upp í kr. 2.230. Allir persónar í Føroyum, sum eru fyltir 67 ár fáa hesa arbeiðsmarknaðarpensjón hvønn mánað sum ískoyti til fólkapensjónina. Stóri trupulleikin er, at gjógvin millum teir bólkar, sum hava eina nøktandi pensjón, og tey, sum bara hava almennu pensjónirnar at líta á, veksur, tí viðbótin er tann sama, meðan pensjónshækkingin liggur í Samhaldsfasta, sum øll fáa útgoldið uttan mótrokning.

 

Føroyingar, ið flyta av landinum missa útgjaldið úr Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftir­lønargrunninum, tí treytin fyri útgjaldi er, at tú skalt búgva í Føroyum. Her er talan um, at føroyingurin er fyri álvarsligum mismuni samanborið við útlendingar, ið koma higar at búgva og einki hava goldið inn í skipanina; tí føroyingar, ið flyta, fáa ikki samhaldsføstu pensjónina við sær í onnur lond.

 

Trivnaðarnevndin hevur í tveimum førum áður, bæði í 2004 og 2005, tá broytingar hava verið í lógini, í áliti sett fram ynski um, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum  kannaði, um Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin er í samsvari við meginreglu Norðurlandaráðsins, at beina burtur forðingar hjá norðbúgvum, ið búseta seg hvør hjá øðrum. Trivnaðarnevndin hevur enn ikki fingið svar.

 

Í munnligum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Bárð Nielsen, var hesin ivi enn einaferð reistur. Landsstýrismaðurin gav spyrjaranum rætt í, at tað kundi ikki avvísast, at vantandi samsvar var millum lógina um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn og ”nordisk konvention om social sikring”.

 

Eins og Trivnaðarnevndin er ivasom og ynskir svar frá landsstýrismanninum, metir  Fíggjarnevndin í áliti 28. november 2006, tað vera sera óheppið, um lógin ikki uppfyllir ”nordisk konvention om social sikring”. Hetta serliga, tá útgjaldið er áleið ein fjórðing og tí gerst ein týðandi partur av tí almennu pensjónsskipanini. Nevndin heldur, at útgjaldið átti at komið undir somu reglur sum fólkapensjónin, ið gjøgnum skipanina við brøkpensjón lýkur treytirnar í ”nordisk konvention om social sikring”.

 

Í Fíggjarnevndini hevur landsstýrismaðurin greitt nevndini frá, at hann ætlar at fáa hetta vantandi samvar við skipanina og norðurlendskar reglur í rættlag í sambandi við arbeiðið við einum pensjónsreformi.  Eisini Magni Laksáfoss, ið tók við eftir Bárð Nielsen sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, tók undir við hesum sjónarmiði, at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

Stýrisskipanin sigur greitt, at altjóða ásetingar skulu haldast, og tí má landsstýrismaðurin fáa hesi viðurskifti í rættlag skjótast gjørligt. Í § 55 í Stýrisskipan Føroya stendur: Løgtingslóg ella partur av løgtingslóg hevur ikki gildi um

a)      hon gongur móti millumtjóðasáttmála, heimastýrið hevur gjørt við onnur lond

b)      hon gongur móti millumtjóðasáttmála, Danmark hevur gjørt við onnur lond og sum eisini fevnir um Føroyar.

 

Uppskotið byggir á tingmál nr. 142/2007, og verður víst til viðgerðina av tí.

1. viðgerð 22. august 2008. Málið beint í Trivnaðarnevndina, sum tann 11. februar 2009 legði fram soljóðandi

Álit

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt málið fram tann 8. august 2008, og eftir 1. viðgerð 22. august 2008 er tað beint Trivnaðarnevndini.

 

Málið hevur tvær ferðir fingið longda freist frá formanninum, fyrru ferð var við skrivi, dagfest 22. september 2009, tá varð freistin longd til 13. oktober 2008, og seinnu ferð var við skrivi, dagfest 15. desember 2008, tá varð freistin longd til 23. januar 2009.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 2. og 8. september, 10. oktober, 5. november, 1. og 15. desember 2008, 27. januar og 10. februar 2009.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Sigurd Poulsen, formann fyri Arbeiðsmaknaðareftirlønargrunnin, og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum.

 

Formaðurin fyri Arbeiðsmaknaðareftirlønargrunninum greiddi frá, at grunnurin hevði sent eina áheitan á Fíggjarmálráðið um at broyta lógina soleiðis, at grunnurin lýkur norðurlenskar avtalur. Við áheitanini hevði grunnurin sent eitt uppskot til lógarbroyting hesum viðvíkjandi.

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur við skrivi, dagfest 30. januar 2009, greitt nevndini frá, at Fíggjarmálaráðið hevur móttikið áheitan frá grunninum og at lógaruppskotið verður lagt fyri tingið í hesi tingsetuni.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Jákup Mikkelsen, Andrias Petersen, Jaspur Vang og Helgi Abrahamsen) vísir til, at tá landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann í hesi tingsetuni fer at leggja fyri tingið uppskot til lógarbroyting, sum loysir tann trupulleika, sum verandi uppskot vísir á, heldur meirilutin ikki, at grundarlag er fyri uppskotinum.

 

Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Karsten Hansen, Tórbjørn Jacobsen og Bergtóra Høgnadóttir Joensen) tekur undir við málinum. Málið er lagt fram 8. august 2008 og í tríggjar mánaðir hevur tað ikki eyðnast nevndini at fáa svar frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum um landsstýrisins støðu til málið, tó at tað nú frættist, at landsstýrið ætlar at leggja uppskot frá grunninum sjálvum fyri tingið í næstum. Minnilutin er ikki kunnaður um uppskotið, men tekur í prinsippinum undir við uppskotsstillarunum og mælir Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum.

 

2. viðgerð 24. februar 2009. Uppskot til samtyktar fall 14-0-15. Málið avgreitt.