5 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 5. august, løgdu Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi vegna Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi 

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing

 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) § 13, stk. 2 og 3 verða soljóðandi: “Stk. 2. Somu frásagnarskyldu hevur verjin, tá ið rættarligi myndugleikin verður frátikin eftir verjulógini § 6.”
Stk. 3. Tá ið ómyndugur fær eigindóm sum arv, ella viðkomandi á annan hátt ognast fastan eigindóm, skal verjin tinglýsa ómyndugleikan. Fyri ómynding av aldri skal føðingardagur hansara upplýsast.”

2) § 48, stk. 1 verður orðað soleiðis: “... Avgerð um at frátaka rættarliga myndugleikan eftir verjulógini § 6 skal tinglýsast fyri at fáa gildi móti avtalum, sum í góðari trúgv verða gjørdar við ómynding. Móti avtalum um fastan eigindóm skal tinglýsing eisini fara fram sambært § 1 í hesi lóg. “

 

§ 2.

Lógin fær gildi, tá tað í kunngerð verður ásett av landsstýrismanninum.

 

Viðmerkingar

Lógaruppskotið er fylgilóg til ríksilógartilmæli um at seta í gildi verjulógina (værgemålsloven). Broytingin tillagar orðingar í tinglýsingarlógini til broyttu verjulógina, ið ásetir rættarstøðuna hjá teimum, ið vegna sálarstøðu ella annað missa rættarliga førleika sín (verða gjørd ómyndug).

 

Serligar viðmerkingar

 

Til nr. 1

Ásetingin er tillaging til broyttu skipanina, ið byggir á, at í hvørjum føri sær verður skipan gjørd fyri tann varda, heldur enn sum áður, at antin er talan um ómynduggerð ella lógverju. Tá ið avgerðin um verju nú ásetir, at rættarligi myndugleikin (den retlige handleevne) skal takast frá tí varda, verður verjin at tinglýsa hesa støðu til tess at ávara onnur. Tann vardi er tó framvegis vardur av sterkari ógildsorsøk, men skyldan hvílir á verjanum vegna triðjamann. Rættarstøða verður harvið óbroytt, men málbrúkið tillagað. Fyri fólk, ómynduggjørd ella sett undir lágverju eftir gomlu lógini, og verjar teirra verður rættarstøðan óbroytt.

 

Til nr. 2

Ásetingin er sum nr. 1 tillaging.

 

Til § 2.

Gildiskoman verður útsett, til landsstýrismaðurin kann seta hana í gildi samsvarandi gildiskomuásetingini í verjulógini.

1. viðgerð 14. august 2008. Málið beint í Rættarnevndina, sum tann 21. oktober 2008 legði fram soljóðandi

Álit

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt málið fram tann 5. august 2008, og eftir 1. viðgerð tann 14. august 2008 er tað beint Rættarnevndini.

 

Nevndin hevur tvær ferðir biðið um og fingið longt freistina til at lata Løgtinginum álit í málinum, seinast fram til 29. oktober 2008.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8. og 20. oktober 2008.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Málið er viðgjørt saman við løgtingsmáli nr. 4/2008, sum er uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Værgemålsloven”. Nevndin tekur ikki undir við málinum, og við tilvísing til viðmerkingarnar í álitinum í løgtingsmáli nr. 4/2008 mælir nevndin Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 4. november 2008. Málið fall 4-2-24. Uppskotið avgreitt.