2 Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2008

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Álit
D. Tikið aftur

Ár 2008, 5. august, løgdu tingmenninir Jørgen Niclasen, Jógvan á Lakjuni, Magni Laksáfoss, Kaj Leo Johannesen, Kári P. Højgaard, Kári á Rógvi og Gerhard Lognberg fram soljóðandi

Uppskot 

til 

eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2008

 

§ 6.  Vinnumál

 

                                                             A. Yvirlit

 

  Játtanar yvirlit

  Tús. kr.                                                            Netto                       Útreiðslur               Inntøkur

  Útreiðsluætlan                                                           650                            650                         -

  Løguætlan                                                                     -                                -                          -

  Vinnumál                                                                                                650                          -

     6.11.1.  Fyrisiting                                                                                     650                          -

 

 

                                                           B. Játtanir

 

                                                                                                                     Útr.            Innt.

                                                                                                                           - Tús. kr. -

    6.11.1.  Fyrisiting

      6.11.1.06  Vinnumálaráðið (Rakstrarj.)                                                 J:          10.286                  -  

                                                                                                      EYJ:          650                  -  

 

Viðmerkingar

Vísandi til løgtingssamtykt tann 30. apríl 2007 um fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy, herundir til viðmerkingarnar í álitinum frá Vinnunevndini til endaligu samtyktina, leggja uppskotssetararnir við hesum fram uppskot til neyðuga eykajáttanarlóg. Í samtyktini verður tilskilað, at farast skal undir samráðingar við P/F Skálafjarðartunnilin um treytirnar fyri, at felagið kann fáa loyvi (konsessjón) til at fremja verkætlanina. Loyvistreytirnar áseta viðurskifti, sum væntandi fara at røkka 20-30 ár fram í tíðina, og er tí sera umráðandi, at hesar verða væl fyrireikaðar. 

Í hesum sambandi er tørvur á uttanhýsis ráðgeving um serliga fíggjarlig, løgfrøðilig og teknisk viðurskifti. Mælt verður til at veita eina eykajáttan upp á 650 tús. kr. til hetta endamálið

 

Talan skal vera um partalagsavtalu, tey kalla, ið er fult viðurkent alternativ til alment útboð, har árliga mestaavkastið hjá íleggjara verður ásett frammanundan, sparingar koma báðum pørtum til góðar, og tunnilin verður almenn ogn, tá ið hann hevur svarað hvørjum sítt.

 

Hjálagt skjal: Løgtingssamtyktin um fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy.

 

1. viðgerð 13. august 2008. Málið beint í Fíggjarnevndina, sum tann 10. desember 2008 legði fram soljóðandi 

 

Álit 

 

Jørgen Niclasen, Jógvan á Lakjuni, Magni Laksáfoss, Kaj Leo Johannesen, Kári P. Højgaard, Kári á Rógvi og Gerhard Lognberg, løgtingsmenn hava lagt málið fram tann 5. august 2008, og eftir 1. viðgerð 13. august 2008 er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 22. oktober, 5. og 6. november 2008.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Nevndin hevur frá P/f Skálafjarðartunnilin fingið upplýst, at felagið framvegis heldur, at tað er møguligt at útvega lánsfígging til verkætlanina.

 

Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndini upplýst, at tað hevur verið fundur millum P/f Skálafjarðartunnilin og landsstýrismannin. Landsstýrismaðurin metir tó ikki, at møguleiki er fyri at brúka pengar til uttanhýsis ráðgeving í sambandi við samráðingar partanna millum, men væntar, at peningur verður settur av á komandi fíggjarlóg.

 

Ein samd nevnd tekur upplýsingarnar frá landsstýrismanninum til eftirtektar og mælir tí Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum.

 

Á tingfundi 12. desember 2008  varð uppskotið tikið aftur av Kára  P. Højgaard vegna uppskotssetararnar. Upp á fyrispurning frá formanninum, sambært § 55, stk. 3 í tingskipanini, tók eingin uppskotið uppaftur. Málið avgreitt.