S-28 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, viðvíkjandi búskaparátøkum  

Ár 2009, týsdagin 17. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

 

  1. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at partur av stimbran av búskapinum má vera at lætta um byrðarnar hjá virkjum og sjálvstøðugum vinnurekandi, serliga:
    1. At landið rindar sínar rokningar fyrr?
    2. At gjaldsfreistir fyri MVG verða longdar?
    3. At forskotsgjøld sum B-skattur verða endurskoðað?
       
  2. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at skipaður verður realkredittstovnur, ið serliga skal heimilast:
    1. At keypa fyrstaveðrættarlán frá føroysku peningastovnunum?
    2. At veita nýggj føroysk realdredittlán?
    3. At selja lánsbrøv grundað á føroysk sethúsalán.
       
  3. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at skattabyrðan verður lækkað at eggja til størri nýslu, serliga:
    1. At botnskattir sum kringvarpsgjald og sjúkrakassagjald verða tikin av?
    2. At botnfrádrátturin verður hækkaður t.d. kr. 10.000, so allir skattgjaldarar fáa nakrar túsund krónur í skattalætta?
       
  4. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at sett verður gongd á orkutillaging, serliga:
    1. At lata størri upphædd fyri skrottaðar bilar?
    2. At lata studning svarandi til MVG inntøkurnar av burðardyggum hitatólum?
    3. At áleggja gjøld á olju, so annar hiti altíð loysir seg betur?

 

Viðmerkingar

Landsstýrið og serliga landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava seinastu tíðina lagt dent á tvinnanda búskaparlig tiltøk, fyrst at tryggja bankakervið, síðani at spara fíggjarliga og halda neyvt eftirlit við játtanum. Hesi tiltøk kunnu eyðvitað vera bæði góð og gagnlig.

 

Men í flestu øðrum londum frættist eisini um onnur búskaparátøk. Ikki gongur dagur, uttan at vit hoyra um ‘stimbranarpakkar,’ ið skulu seta gongd á búskapin.

 

Hin háttvirdi løgtingsmaðurin Poul Michelsen hevur fleiri ferðir víst á, at vit eiga at skipa tjóðskaparliga búskaparsemju. Partur av hesum má vera, hvussu vit seta gongd á aftur búskapin nú.

 

Í fleiri londum hevur stjórnin gingið á odda at brúka almenna kredittvirðið at hjálpa fyritøkum, ið hóast sunnan rakstur vanta fígging, tí bankar eru sperdir og kreditorar óttafullir. Landið rindar vanliga rokningar sínar um 20 dagar eftir fakturadato; hetta er í sjálvum sær skilagott fyri landið, men varð hetta sett niður á 5 ella 10 dagar, gjørdi tað øgiligan mun fyri nógvar fyritøkur, ið eru um at kvalast av ringum gjaldføri. Á sama hátt hevði longri freist at rinda mvg havt stóran lætta við sær. Harumframt eru onnur tyngjandi gjøld, t.d. eru nógv sjálvstøðug vinnurekandi hart rakt av at skula gjalda B-skatt forút, meðan inngjaldið frá skuldarum verður seinkað.

 

Realkredittur er vælkendur í Føroyum – á sjónum er Realurin, á landi útlendsk feløg, men enn vantar føroyskur realkredittur á landi, sum bæði kann betra gjaldførið hjá bankunum við at keypa teirra lán, tryggja sethúsaeigarum lága rentu og lánimøguleikar hóast bankakreppu, umframt at bjóða føroyskum íleggjarum trygt lánsbræv.

 

Skatturin eigur at lækka í ringum tíðum til tess at seta gongd á (og øvugt í góðum tíðum). Serliga mugu vit geva øllum skattgjaldarum nakrar fleiri krónur um hendi við at avtaka serskattir og við at hækka botnfrádráttin.

 

Nú er eisini tíðin at leggja um til annað enn olju. Vit eiga at eggja fólki til at seta gamlar, dálkandi og orkudýrar bilar við at hækka skrottgjaldið frá kr. 4.000 til t.d. kr. 20.000. Eisini mugu onnur hitatól stimbrast, jarðhiti, aðrar hitapumpur, ljósorkukervi og annað mangt, fyri part við at lata MVG-inntøkur fara aftur í búskapin sum studning tíl útbúnaðaríløguna, fyri part við at oljan altíð verður hildin í prísi væl oman fyri javnvágsfígging av øðrum hitaveitingum.

Á tingfundi 24. februar 2009 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast