S-25 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, viðvíkjandi yvirtiknum málsøkjum  

Ár 2009, týsdagin 17. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jaspur Vang, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri Løgtinginum, hvat yvirtikin málsøki hvørt sær hava kostað í íløgum og rakstri árini 2002 til 2008?
     
  2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri Løgtinginum, hvat yvirtikin málsøki hvørt sær hava kostað í íløgum og rakstri árini 2002 – 2008 í mun til tær fíggjarligu avleiðingar, mett varð, at yvirtøkurnar fóru at hava við sær, tá yvirtøkurnar vórðu framdar í verki?
     
  3. Kann landsstýrismaðurin greiða Løgtinginum frá, hvussu nógv ríkisveitingin beinleiðis er skerd í sambandi við yvirtøkur av málsøkjum?

 

 Viðmerkingar:

Stundum – og serstakliga, tá hákonjunkturur er og føroyski búskapurin hevur viðrák, stinga røddir seg upp um yvirtøkur av málsøkjum. Spyrjarin heldur tað tí vera neyðugt at eftirmeta fíggjarligu avleiðingarnar av yvirtøkunum, eins og tað er týdningarmikið at fáa greiðu á, hvørt tær mettu fíggjarligu avleiðingarnar, sum gjørdar vórðu, áðrenn yvirtøkurnar vórðu framdar, vóru haldgóðar.

Á tingfundi 24. februar 2009 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast