S-24 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, viðvíkjandi avgerðini, sum varð tikin í 2001 um at skerja og fastfrysta ríkisveitingina, og viðvíkjandi teimum frotreytum, sum vórðu lagdar til grund fyri hesari avgerð, samanhildið við búskaparligu gongdina í Føroyum frá 2001 og fram til dagin í dag 

Ár 2009, týsdagin 17. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jaspur Vang, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri Løgtinginum, hvussu nógv ríkisveitingin til Føroyar, íroknað renturs rentu og fastfrystingina, hevur verið minni árini 2002 til og við 2008, enn hon hevði verið, varð avgerð ikki tikin í 2001 um at skerja – og fastfrysta veitingina frá 1. januar 2002 at rokna? 
     
  2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri Løgtinginum, hvussu stór ríkisveitingin verður í 2009, og hvussu stór henda upphædd hevði verið, varð avgerðin frá 2001 um at skerja - og fastfrysta veitingina, ikki tikin?
     
  3. Heldur landsstýrismaðurin, at tær fortreytir, framskrivingar og metingar, sum í 2001 vórðu lagdar til grund fyri at skerja ríkisveitingina vóru haldgóðar?
     
  4. Heldur landstýrismaðurin, at skerjingin av ríkisveitingini kann vera orsøk til sonevnda

      strukturella hallið á fíggjarlóg landsins?
 

  1. Hvussu stórar hava inntøkur landskassans av oljuleitingarvirksemi verið árini 2002 til

2008?

 

Viðmerkingar:

Við jøvnum millumbilum stingur spurningurin seg upp, hvørt avgerðin, sum varð tikin í 2001 um at  skerja og fastfrysta ríkisveitingina pr. 1. januar 2002, var røtt, og í hvønn mun henda avgerð hevur skatt føroyska landsbúskapin og harvið lækkað vælferðarstøðið í Føroyum. Javnan, nú seinast í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini fyri 2009, hevur harumframt verið róð upp undir at skerja ríkisveitingina enn meira. Spyrjarin heldur tí, at tað er neyðugt, at Fíggjarmálaráðið setur ítøkilig tøl á avleiðingarnar av avgerðini, sum varð tikin í 2001, og eftirmetir hesa avgerð.

 

Spyrjarin vísir m.a. til svarið, sum táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum 6. apríl 2001 gav í svari til fyrispurning nr. 100-78, har landsstýrismaðurin vísti á, at fullveldissamgongan m.a. legði til grund fyri skerjingini og fastfrystingini í ríkisveitingini, at væntast kundi ein munandi vøkstur í inntøkum landskassans  orsakað av oljuleitingarvirksemi, og at hesar inntøkur vóru nærum púra vissar.

Á tingfundi 24. februar 2009 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast