S-23 Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, viðvíkjandi samráðingum við Noreg um fiskiveiðirættindi  

Ár 2009, týsdagin 10. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Nær samdust føroyskir og norskir myndugleikar um, at farast skuldi undir samráðing, um sínámillum veiðirættindi fyri 2009, samsvarandi rammusáttmálanum frá 7. februar 1979?

 

2.      Nær vitsti landsstýrismaðurin og nær vitsti samráðingarleiðarin í tvílandasamráðingini, Noreg og Føroya ímillum, á fyrsta sinni um semjuna, sum varð gjørd um makrelin í London hin 31. oktober 2008, har avrátt varð samsvarandi ANNEX IV, stk. 5: ”In the light of the unilateral quota established by the European Community, the Delegation of the Faroe Islands and the Delegation of Norway declared their intention of establishing corresponding unilaterial quotas”?

 

3.      Er semjan, sum gjørd var í London, konfirmerað politiskt, og um so er, av hvørjum, áðrenn hon varð endaliga undirskrivað?

 

4.      Hvør hevði formligu ábyrgdina av samráðingini og avtalunum, sum gjørdar vóru í London 31. oktober 2008, Fiskimálaráðið ella Uttanríkisráðið?

 

5.      Hvussu langt var fráliðið í tíð eftir semjuna í London, tá ið partarnir fóru undir at samskifta um býtið av hesi nýásettu kvotu av makreli á 35.819 tons, og hvussu mikið ávegis heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at partarnir vóru komnir eini semju, fyri tvílandasamráðingarnar, sum vóru í Føroyum 7.-8. januar 2009?

 

6.      Var tað eitt ultimativt krav frá norsku samráðingar-sendinevndini, at býtið av nýásettu makrelkvotuni, sorópta norðurkomponentinum, skuldi verða 15:85 til ávikavíst Føroyar og Noreg, tá ið samráðingarnar slitnaðu í Tórshavn 8. januar 2009?

 

7.      Hvat var móttrekkið hesum viðvíkjandi hjá føroysku samráðingarnevndini, hvørjum býtislykli royndi hon seg við - afturímóti?

 

8.      Hevði landsstýrismaðurin heitt á Noreg um at fáa nýggjar samráðingar í lag, áðrenn hann bað Uttanlandsnevnd Løgtingsins um ráðførslu hin 28. januar 2009?

 

9.      Kann landsstýrismaðurin í stuttum siga frá, hvør niðurstøðan var í einum uppriti um støðu og ætlanir, sum hann hevði latið Uttanlandsnevndini frammanundan ráðførsluni?

 

10.  Samsvarandi gerðarbók Uttanlandsnevndarinnar var nýggjur fundur settur um málið 29. januar 2009, har nevndin umrøddi støðuna, og sagt verður frá, at ein samd nevnd orðaði landsstýrismanninum eitt svar um sína niðurstøðu. Kann landsstýrismaðurin greiða frá innihaldinum í hesum svari, og hartil greiða frá, hvussu hann hevur tulkað svar nevndarinnar?

 

11.  Hevði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum frammanundan ráðførsluni í Uttanlandsnevndini havt málið til viðgerðar á landsstýrisfundi, og um so er, hvør var niðurstøða landsstýrisins um, hvussu farast skuldi fram í málinum, haðani og frameftir?

 

12.  Umhugsaði landsstýrismaðurin nakrantíð tann møguleikan at lyfta samráðingina upp á eitt politiskt stig fyri at loysa knútin m.a. á tann hátt, at makrelurin varð skeklaður burturúr aftur samráðingunum um botnfiskin?

 

13.  Í Degi & Viku fríggjakvøldið 30. januar er samrøða við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, og sagt verður í innslagnum, at føroyingar fult og heilt fara at slaka fyri ultimativa kravinum frá norðmonnum um býtið av makrelinum (15:85). Heldur landsstýrismaðurin tað vera skilagott, at varpa eina slíka niðurstøðu út til almenningin, og harvið til hin samráðingarpartin, at man frá føroyskari síðu longu hevur slakað, 4 dagar fyri samráðingina í Keypmannahavn?

 

14.  Hevur landsstýrismaðurin ella føroyska samráðingarnevndin frammanundan fundinum í Keypmannahavn 3. februar 2009 boðað norsku samráðingarnevndini frá, at føroyingar  nú høvdu lagt seg undir norska ultimativa kravið um býtið av nýásettu makrelkvotuni (15:85), og var hetta gjørt munnliga ella skrivliga. Og tá ið tað stendur skrivað í tíðindaskrivinum hjá Fiskimálaráðnum: ”Undan samráðingunum hesaferð høvdu partarnir samskift um hetta málið……..”, hvat varð tá samskift um, tá ið Fiskimálaráðið sambært egnari heimasíðu einki annað hevur gjørt enn kíkað norsku kravboðunum, og skal hendan útsøgnin hartil skiljast soleiðis, at tað ikki var samskift um málið fyri samráðingarnar 7. - 8. januar 2009?

 

15.  Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær nakra niðurstøðu frá ráðførslufundunum í Uttanlandsnevndini um, hvat nevndin helt, at býtið skuldi verða av hesi nýásettu kvotu landanna millum?

 

16.  Nú landsstýrismaðurin, við viljað, hevur latið seg binda niður í makrelamálinum, og harvið hevur lagt ein leist fyri býtinum frameftir, so hevur hann tó, samsvarandi Sosialinum, mannað seg so frægt upp av nýggjum, áðrenn blekkið á avtaluni er tornað, at hann sambært blaðnum ætlar at skelda norðmenn næstu tríggjar mánaðirnar hesum viðvíkjandi. Hvat er býtið, sum hann ætlar at skelda seg fram til?

 

17.  Vanlig fatan millum manna, og í politisku skipanini, man vera, at einki annað býtið enn helvtarbýti var rímiligt, tá ið tvey lond skuldu gera sátt um býtið av eini heilt nýggjari kvotu, sum als einki hevur við gamla strandalandabýtið av makreli at gera yvirhøvur. Nú fingu Føroyar bert 5.310 tons. Helvtarbýtið hevði givið Føroyum 17.909,5 tons. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu stórt avreiðingarvirði er farið fyri skeytið í samráðingunum, við hesi manko á 12.599,5 tons, við meðalprísunum í avreiðing á makreli seinastu 5 árini?

 

18.  Heldur landsstýrismaðurin, at ein serligur samráðingarstovnur átti at verið skipaður, við skikkaðum fólki, til at tikið sær av øllum samráðingum um tilfeingisrættindi í sínámillum og fleirtjóða avtalum við onnur lond?

 

Viðmerkingar:

Føroyskir fjølmiðlar eru eitt studium verdir. Undirbrotligheitin mótvegis makthavarunum er markleys. Eftir at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur mist á stokkinum í samráðing ímillum Noreg og Føroyar um sínámillum veiðirættindi fyri 2009, serliga viðvíkjandi eini nýásettari makrelkvotu, skrivar Sosialurin í kvøld (04.02.09): ”Vestergaard skeldar norðmenn.” Í øðrum londum hevði høvuðsbordin á forsíðuni ljóðað: ”Fiskaríministarin søplaði hundraðtals milliónir burtur í fiskiveiðisamráðingum.”, ella: ”Landsstýrismaður fremur landsskaðiligt virksemi.” Tað er tann viðvenda verð, vit liva í. Sjálvt høvuðsvinnan verður ikki viðgjørd í øðrum enn mikrofonhaldarahøpi. Hendan støðan stendir bara við og versnar til miklan skaða fyri samfelagið og tess framtíð.

 

Aftur til kjarnuna í málinum. Útgangsstøðið og strategiin í øllum samráðingum um tilfeingisrættindi má vera framsókn og royndin at vinna tjóðini, samfelagnum og vinnuni so fræg lunnindi sum yvirhøvur gjørligt.

 

Samráðingarnar við Noreg hesaferð gjørdust merktar av, at ein semja varð gjørd í London 31. oktober 2008 um, at Noreg og Føroyar í felag skuldu gera ein mótleik mótvegis ”autonomu” makrelkvotuni, sum ES-londini hava ásett sær sjálvum í Biscaya víkini uttan fyri strandalandaavtaluna millum teir tríggjar partarnar. Føroyingar hava leingi verið ónøgdir við gamla strandalandabýtið, serliga eftir at makrelurin hevur tikið upp eitt heilt nýtt ferðingarmynstur í Norðurhøvum. Hetta sæst eitt nú aftur í stóru fiskiveiðuni, sum íslendingar hava rikið í íslendskum sjógvi eftir makreli hesi seinastu árini. Tá ið teir um 1-2 ár fara at halda seg hava veitt nóg mikið til egin søguligu rættindi, gerast teir helst partur av strandalandaavtaluni um makrelin, og tá koma føroyingar aftur undir trýst, og kunnu tá rokna við, at hini strandalondini fara at krevja, at vit slaka í núverandi býtislykli, sum vit frammanundan halda vera skeiklaðan í alt ov stóran mun okkum til ófyrimunar.

 

Tað tykist sum, at tann av norðmonnum ætlaða samráðing um býtið av norðurkomponentinum kom óvart á føroysku samráðingarnevndina í Tórshavn 7. – 8. januar 2009, góðar tveir mánaðir eftir at avtalan var gjørd í London. Um misskiljingar í ella millum føroysku ráðini eru atvoldin, ella dølsknið er orsøkin til, at málið ikki er tikið upp einsæris fyri hesar samráðingar, veit bara landsstýrismaðurin og hansara lið av samráðingarfólki. Norska kravið, um at býta norðurkomponentin við sama býtislykli, sum nýttur verður í gomlu strandalandaavtaluni, er í hvussu er hvørki sakligt, logiskt ella rationelt skilagott. Hetta er ein ”autonomt” sett kvota, sum als einki hevur við strandalandaavtaluna at gera, og skuldi tað tí verið rættiliga sjálvsagt og rímiligt at útgangsstøðið fyri býtinum var helvtarbýti.

 

At flakatrolararnir gjørdust gíslar í málinum, er ein søga, ein mýta, sum einki hevur við hetta býtið av makrelinum at gera. Teir byrjaðu túr í eini roll-over skipan, sum steðgaði tá ið samráðingarnar í Havn slitnaðu. Hevði ein loysn verið funnin á tí málinum fyri samráðingarnar, høvdu eingir potensiellir gíslar verið, og rammuavtalan frá 79 hevði tá verið einsamalla grundarlagið undir samráðingini um sínámillum rættindi - Noreg og Føroya millum. Og sjálvt tá ið gíslar so óhóskiliga verða tiknir, sum flakatrolararnir í hesum førinum, so eiga langtíðar nationalu áhugamálini altíð at sigra í samráðingargongdini. Eitt so primitivt trýst sum tað, ið norðmenn vartaðu upp við í hesum førinum, eigur tað undir ongum umstøðum at verða slakað fyri. Til tað er framtíðar kostnaðurin alt og dýrur og stórur.

 

Nú er slakað og skrivað undir. Fiskimálaráðharrin hevur tikið sakina í egnar hendur, hvør ið hevur stjórnað honum, kann bara gitast um, og tað kennist undarligt, at hann er vikin so langt frá tí, sum tey allar flestu hildu vera eitt rímiligt býti av hesi nýggju makrelkvotuni í Norðurhøvum. Hetta var í hvussu er ikki tað úrslitið, sum ein stórur partur av politisku parlamentarisku  skipanini hevði ætlað, áðrenn undirskrivað varð, somikið haldi eg meg vita.

 

Nú, tá ið tað partvíst hevur eydnast landsstýrismanninum, fyribils í hvussu er, at fáa mikrofonhaldararnar í fjølmiðlunum at flyta focus frá miseydnaðu, fyri ikki at siga skandaløsu, samráðingini, nú hann alment hóttir við, at hann fer at skelda norðmenn higani og tríggjar mánaðir fram, fyri at fáa eitt betri býti um makrelin, hevði tað verið hugaligt at fingið at vita, hvørjum býti hann miðar eftir, og hvussu langt hann væntar, at norðmenn fara at toyggja seg, eftir at teir eru vorðnir linir í kongunum av øllum tí føroyska skeldarínum. Hetta plagar ikki at vera hin lagaligasti mótstøðuparturin hjá føroyingum í samráðing, norðmenn víkja sjáldan frá sínum nationalu áhugamálum, serliga tá ið blekkið er komið á sáttargerðirnar, tí kunnu útsagnirnar hjá landsstýrismanninum, eftir at avtalan er undirskrivað, geva okkum eina ábending um, at norðmenn hava lovað honum eitthvørt, sum almenningurin einki veit um at siga enn.

 

Sum støðan nú stendir, soleiðis sum leikfólk skilja hana, hevur føroyska samráðingarnevndin søplað millum 12 og 13 túsund tons av makreli burtur í eini samráðing við Noreg, hetta samsvarar við eitt fyrstahonds avreiðingarvirði á 100-150 milliónir krónur um árið. Tað skulu góðar grundgevingar til, áðrenn hin meinigi maðurin sær tað skilagóða í hesi avreiðing. Áhaldandi søgan um flakatrolararnar, sum lógu og bíðaðu eftir at sleppa í norskan sjógv, er ikki haldbar og nóg djúptøkin, mótvegis teimum tjóðarvirðum, sum slept eru fyri borð í hesi samráðing við Noreg.

Á tingfundi 11. februar 2009 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast