S-22 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi bókasavni á Sandi  

Ár 2009, týsdagin 10. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

1.      Landstýrið hevur játtað sandoyingum 2,4 milliónir í stuðli til bókasavn. 1,2 milliónir vórðu útgoldnar í 2008, og restin skuldi útgjaldast í ár. Hví er hendan játtanin ikki við á fíggjarlógini fyri 2009?

2.      Hevur landsstýriskvinnan í mentamálum borið uppskot niðan í Løgtingið, har hon hevur biðið um 1,2 mió. kr. í stuðli til bókasavn á Sandi?

3.      Hevur Løgtingið sýtt umbønini frá landsstýriskvinnuni, ella er tað Fíggjarnevndin, sum hevur strikað játtanina?

4.      Hvussu stórir eru møguleikarnir at finna peningin innan karmarnar, landsstýriskvinnan hevur at ráða yvir, og kann hugsast, at biðið verður um eykajáttan?

Viðmerkingar

Tað kendist ikki sørt ørkymlandi, at lesa grein í Sosialinum 7. januar 2009, har blaðmaður tosaði við Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, viðvíkjandi tilsøgn um stuðul til bókasavn, ið  sandoyingar høvdu fingið frá landsstýrinum. Helvtin, 1,2 mió. kr., bleiv útgoldin í 2008, og hinar 1,2 milliónirnar skuldi játtast á fíggjarlógini 2009 við  tí fyrivarni, at undirtøka varð fyri tilsøgnini í Løgtinginum.

 

”Vit hava rætt og slætt ikki pengar til at stuðla sandoyingum í ár, men sandoyingar vóru fullgreiðir yvir, at vissa kundi ikki veitast fyri stuðlinum”, sigur Helena Dam á Neystabø, sum kortini leggur dent á, ”at enn er øll vón ikki úti.”

”Sandingar kendu treytirnar, og teir vistu, at treytin fyri at fáa stuðul var, at Løgtingið vildi játta peningin. – Og tað vildi Løgtingið ikki.” Helena Dam á Neystabø vísir avgjørt aftur, at tey hava lumpað sandoyingar. (tvey beinleiðis sitat úr greinini).

 

Er landsstýriskvinnan rætt endurgivin, hava vit ein sera álvarsligan trupuleika.

 

Tað er ein erlig søk, eru eingir pengar, so kann landsstýriskvinnan sjálvsagt ikki veita stuðul; men tann avgerandi spurningurin er sjálvsagt, hví Løgtingið hevur sýtt landsstýriskvinnuni peningin, og tinglimir ikki eru vitandi um hesa avgerð, tá hon hevur havt ynski um at raðfesta stuðulsjáttanina á fíggjarlógini í ár.

 

Tá landstýrisfólk í skrivi ella útsøgn geva lyfti um peningaliga stuðulsjáttan, má ein avgjørd fortreyt vera, at tey hava tryggjað sær politiska undirtøku áðrenn, tí borðið fangar, og sandoyingar hava við tilsøgnini, fingið eina grundaða vón

Á tingfundi 11. februar 2009 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast