S-20 Fyrispurningur til Jóannes eidesgaard, landsstżrismann, višvķkjandi skatting av sjófólki ķ vinnu uttanlands  

Įr 2009, mįnadagin 2. februar, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Kįra P. Hųjgaard, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur  

1.      Heldur landstżrismašurin, at taš er ein viršilig skipan fyri sjófólk okkara, sum starvast ķ śtlandinum, at feršasešlakostnašurin til og frį arbeiši skal gevast upp sum inntųka og skattast, um taš er arbeišsgevarin, iš rindar fyri feršina?

2.      Eru somu reglur galdandi fyri DIS og NIS umframt ašrar skipanir?

3.      Eystari landsręttur stašfestir 13. mars 2008, at samdųgursfrįdrįtturin 300 krónur er ein standardfrįdrįttur.  Hvussu nógvir persónar hava ikki fingiš ręttan frįdrįtt, og hvussu stór er samlaša upphęddin, iš skal gjaldast aftur til borgarar fyri įrini 2005, 2006 og 2007?

4.      Veršur peningurin afturgoldin viš rentu, og fęr borgarin neyšuga vegleišing um afturgjaldingina?      

Višmerkingar

Navigare Necesse Est.

Fyri fųroyingin hevur haviš havt alstóran tżdning. Taš er langt sķšan, at havleiširnar kring Fųroyar gjųrdust okkum ov trongar, tķ bleiv leitaš śt ķ heim.

Allar tilrįšingar stašfesta, at veišinųgdirnar, fiskast kunnu ķ fųroyskum sjógvi, ikki verša stųrri, tķ koma neyvan fleiri arbeišsplįss ķ fiskivinnuni, enn vit kenna taš ķ dag, heldur tvųrturķmóti.

Stórur partur av okkara siglandi fólki hevur starvast ķ fiski- og farmavinnu, men seinastu įrini hava alsamt fleiri fingiš starv ķ oljuvinnuni og hon er blivin ein tżšandi inntųkukelda hjį fųroyskum sjófólki.

Tķširnar eru nógv broyttar, og tķbetur eru umstųšurnar hjį sjómonnum eisini nógv betrašar. Nógvir hava eina skipan, har teir eru nakrar vikur burtur og eins nógvar vikur heima. Felags fyri hesar sjómenn uttanlands er, at teir regluliga reisa av landinum fyri at koma til arbeišis, og heimaftur fyri at vera saman viš familjuni, konu og bųrnum. Tķ tykist taš męr fullkomiliga órķmiligt, at hesin feršakostnašurin skal vera skattskyldugur, um arbeišsgevarin rindar kostnašin, tķ talan er um at koma til og frį arbeišsplįssinum, sum kann liggja ręttiliga langt burtur frį heiminum.  Tį vit, sum starvast ķ almenna sektorinum, hava arbeišsuppgįvu uttanlands, verša allar feršaśtreišslurnar goldnar av arbeišsgevaranum saman viš feršavišbót, eftir galdandi reglum. Vit verša sjįlvsagt ikki skattašav hesum upphęddum.

Fólk sum arbeiša uttanlands hava rętt til samdųgursfrįdrįtt, sum er 300 krónur um dagin. TAKS hevur ikki einvķst vilja góškent hendan frįdrįtt. Tį borgari stevndi og kravdi sķn rętt, vann viškomandi sakina ķ Eystara landsrętti. Dómurin hevur viš sęr, at persónur, sum ikki hevur fingiš fullan samdųgursfrįdrįtt fyri 2005, 2006 og 2007, kann bišja TAKS um at broyta skattaįlķkningina. Um viškomandi annars lżkur treytirnar fyri at fįa samdųgursfrįdrįtt.

Taš įtti at veriš góšur sišur, at landiš tók stig til at rętta órętt, sum gjųrdur er móti borgaranum. Ķ stašin fyri tykist, sum taš įliggur borgaranum at rętta skeivleikan, iš er gjųrdur móti honum. Spurningurin er, hvussu nógvir persónar, iš lśka treytirnar, megna at próvfųra sķni krųv, tķ so long tķš er frįlišin. Ólķka lęttari var, at Taks tók stig til endurgjaldingina og fekk hana ķ lag, tķ TAKS hevur allar neyšugar upplżsingar. Somuleišis er taš óskiljandi, at lógaverkiš skal vera so torskilt, at TAKS, sum umsitur samdųgursfrįdrįttin eftir bestu sannfųring, skal tulka įsetingarnar skeivt, og at fylgjurnar verša eitt ręttarmįl frį borgara móti TAKS, sum stovnurin tapir

At borgarar skulu verša fyri slķkum órętti, at taš skal verša neyšugt at rętta skeivleikar nógv įr aftur ķ tķšina, er arbeišskrevjandi fyri stovnin og tey starvsfólk, iš dagliga skulu umsita skipanina, tķ tey kenna avleišingarnar og ónųgdina ķ gerandisdegnum į arbeišsplįssinum.

Annaš mįl er hesum lķkt. Meirviršisgjald varš ķ fleiri įr roknaš av skrįsetingargjaldinum į akfųrum. Tķ vóršu įleiš stórthundraš milliónir kravdar ov nógv inn frį teimum, sum ķ hesum tķšarskeiši hųvdu keypt bil.  Eisini ķ hesum fųri įliggur taš einstaka borgarunum, gjųgnum ręttarskipanina, at krevja sķn rętt fleiri įr aftur ķ tķšina, um hann skal fįa peningin aftur, sum hann av órųttum hevur goldiš ov nógv.

Vónandi veršur ikki neyšugt eisini ķ hesum mįli viš serligum lógaruppskoti at tryggja, at landsins myndugleikar fylgja landsins lóg og dómi.

Į tingfundi 3. februar 2009 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu at fyrispurningurin skal svarast.