S-16 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, viðvíkjandi hagtølum yvir sjúkradagar, fráveru vegna sjúk børn og skeiðdagar hjá alment settum starvsfólkum 

Ár 2009, týsdagin 20. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Kann landstýrismaðurin í fíggjarmálum við hagtølum seinastu trý árini greina, um talið av sjúkradøgum, fráveru vegna sjúk børn og skeiðdagar hjá alment løntum starvsfólkum lutfalsliga er økt hetta tíðarskeið ?

2.      Eru sjónlig frábrigdi í umrøddu fráveru millum stovnar ?

3.      Finnast hagtøl, sum greina sjúkrafráveru, fráveru vegna sjúk børn og skeiðdagar hjá alment løntum starvsfólkum samanborið við privata arbeiðsmarknaðin ?

 

Viðmerkingar:

Í fjølmiðlunum er ført fram, at tað mangan er trupult og stundum nærum ógjørligt hjá navngivnum brúkarum at fáa fatur í almenn starvsfólk í arbeiðsørindum. Egin sjúkrafrávera, ella tað at starvsfólk eru heima hjá sjúkum børnum, sum tey hava sáttmálatryggjaðan rætt til, vórðu nevnd sum ein orsøk til nevnda trupulleika.

 

Vanliga fatanin man vera, at øll menniskju hava sjálvsvirðing, vilja gera eitt gott arbeiði og royna sítt ítasta, til tess at eingin kann seta fingurin á tað, ein hevur avrikað. Tí man tað uttan iva harma og sára alment sett starvsfólk, at tey undir einum verða hongd út fyri ikki at røkja sítt starv til fulnar, vegna skeið,  sjúkufráveru, ella at tey sita heima hjá sjúkum børnum.

 

Slíkir pástandir eiga ikki at hanga í leysum lofti. Uttan iva finnnast nágreinlig hagtøl fyri slíka fráveru seinastu trý árini. Hendan kunning er viðkomandi fyri starvsfólk, almenningin og politiska myndugleikan.

 

Á tingfundi 21. januar 2009 varð atkvøtt um, hvørt fyrispurningurin skal svarast. Fyrispurningurin fall 2-4-15. Málið avgreitt.