S-14 Fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann, viðvíkjandi einkarumboðan 

Ár 2008, fríggjadagin 19. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hví vit í Føroyum framvegis mugu liva við avtalum um einkarumboðan (eksklusiv avtalum)?

 

  1. Heldur landsstýrismaðurin, at slíkar skipanir samsvara við kappingarlógina, tá ið einstøk virkir soleiðis hava einkarrætt at umboða vørur og harvið forða frælsari kapping?

 

  1. Um landsstýrismaðurin ikki heldur slíkar skipanir kunnu steðgast eftir kappingarlógini, fer landsstýrismaðurin so at taka stig til at broyta kappingarlóginia samsvarandi og harvið tryggja fulla kapping?

 

  1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá hvønn virknað, hann metir at einaumboð og einkarrættindi hava fyri føroyska búskapin og føroyska brúkaran?

 

Viðmerkingar

 

Í Føroyum er ikki óvanligt, at fyritøkur hava einaumboðan, eksklusivar avtalur, ið geva einkarrrættindi upp á ymiskar innfluttar vørur. Talan er um alskyns vørur, millum annað matvørur, brúksvørur og vørur, serliga ætlaðar vinnulívinum. Eksklusiv avtala gongur fyrst og fremst út uppá at geva einum umboði í Føroyum einkarrætt, monopol uppá at selja ella umboða ávísu vøruna. Hetta merkir, at hvørja ferð vøran verður seld, skal umboðið hava sín part av prísinum – uttan mun til, um viðkomandi veitir nakra tænastu, og enntá uttan at viðkomandi selur vøruna, tí bert vøra verður seld frá viðkonandi veitara í Føroyum, skal agenturin hava síni prosent.

 

Avtalur sum hesar seta kappingina til síðis og eru ikki til fyrimuns fyri búskap og brúkara. Tá ið kappingin verður suspendera, er avleiðingin einføld, prísir hækka og tænastustøðið lækkar. Brúkarin gerst taparin og verður noyddur at rinda ov nógv fyri verri tænastu, samstundis sum upprunaveitarin gerst alsamt minni kappingarførur og harvið verri fyri at víðka um virksemi sítt.

 

Einaumboðan, har ávísur agentur fær treytaleysan einakarrætt á uppbýttum og avmarkaðum marknaði við avtalum um fastlastan prosentsats, ið einkarumboðsmaður fær, er í øðrum londum mett at stríða ímóti meginreglunum í kappingarlógum. Slíkar skipanir eru allar at meta antin sum kartel ella monopol – og ikki til fyrimuns fyri búskap, upprunaveitara ella viðskiftafólk. Upprunaveitarin – oftan tann veruligi seljarin – hevur ikki somu fortreytir at betra um kappingarevnini og viðskiftafólkini eru noydd at keypa vøruna frá einum ella umvegis eitt einaumboð. Hetta merkir, at í alstóran mun verður vøran dýrari enn hon hevði verið undir fríari kapping.

 

Onnur avleiðing av hesi óhepnu monopolskipan er, at hon forðar íverksetarum at koma inn á marknaðin, har einaumboðsvørur ráða. Hetta er óheppið og forðar fyri huginum at seta nýggjar vinnur á stovn – øvugt av tí sum yrkt er, at eingin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða!

 

Mangan verður tikið til, at størsta framgongd í Føroyum kom eftir, at einahandilin var tikin av; tíverri mugu vit ásanna, at enn eru nógvir einahandlar, ið óneyðugt dýrkað um vørur og forða fyri sunnari fríari kapping.

Á tingfundi 20. januar 2009 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast