S-13 Fyrispurningur til Rósu Samuelsen, landsstýrismann, viðvíkjandi  støðuni, tá gomul og óhjálpin fólk verða send til hús frá sjúkrahúsi og umlættingarplássum uttan hjálp og við lítlari ella ongari vón um at fáa pláss á einum bústovni í bræði

Ár 2008, hósdagin 10. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu nógvum fólkum hava tænastur frá Heimatænastuni verið sýttar seinasta árið?
  2. Hvussu er býtið í teimum 6 økjunum hesum viðvíkjandi?
  3. Er støðan jøvn alt árið, ella broytist hon, sum árið líður?
  4. Er hetta nýtt fyribrigdi, ella hvussu leingi hevur hetta verið so (eitt ella fleiri ár)?
  5. Hvussu nógv fólk eru á bíðilista til búpláss?
  6. Hvussu nógvum fólkum tørva bráðfeingis búpláss?
  7. Hvussu er býtið í teimum 6 økjunum hesum viðvíkjandi?
  8. Er ætlan at stovna samdøgursvakt í øllum økjum innan Heimatænastuna eins og í øki 3 og í øki 6?
  9. Verður nakað gjørt fyri at tryggja rættindi teirra eldru, samsvarandi Visjón 2015?
  10. Hevur landsstýriskvinnan í almannamálum gjørt eina ætlan um, hvussu bráðfeingis tørvurin innan eldraøkið verður loystur?
  11. Um ikki: nær kann tílík ætlan væntast?
  12. Hevur landsstýriskvinnan í almannamálum gjørt eina ætlan um, hvussu eldraøkið verður skipað í framtíðini?
  13. Um ikki: nær kann tílík ætlan væntast?

 

Viðmerkingar

Av fíggjarligum ávum hevur Heimatænastan ikki tikið fleiri brúkarar inn í skipanina hesa seinastu tíðina, og tí eru fleiri gomul og avvarðandi teirra í dýrastu neyð.

 

Sambært upplýsingum frá Heimatænastuni, sí niðanfyri,  tykist ikki vera fíggjarlig avmarking í teimum veitingum, sum hon kann veita. Hetta er ein sera álvarslig og óvirðilig støða, sum als ikki er í samsvari við endamálsorðingina hjá Heimatænastuni, ið sigur:

 

Við miðvísari heimatænastu, umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt skal miðast ímóti at stuðla brúkaranum til sjálvbjargni og at gera tað møguligt hjá honum at búgva sum longst heima í best møguligum umstøðum, um tað er heilsuliga og samfelagsliga ráðiligt. 

Tænastan byggir á virðing millum starvsfólk og brúkara.

 

Heimasjúkrarøkt fæst, um:

kommunulæknar, sjúkrahúslæknar ella tann, sum heldur tørv vera á heimasjúkrarøkt, kunnu heita á sjúkrarøktarfrøðingar í Heimatænastuni um at taka sær av einum sjúklingi. 

Sjúkrarøktarfrøðingur/visitator í Heimatænastuni vitjar heimið, tá biðið verður um heimasjúkrarøkt. 

Hvussu nógv heimasjúkrarøkt verður veitt, verður avgjørt eftir ordinasjón frá kommunulækna ella sjúkrahúslækna.  

Tá ið onnur biðja um heimasjúkrarøkt, avger sjúkrarøktarfrøðingurin, hvørja hjálp sjúklingurin skal hava.  

Samstarvað verður við læknan og onnur heilsustarvsfólk, ið eru um sjúklingin.

 

Á tingfundi 11. desember 2008 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 28. januar 2009 svaraði Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

  1. Hvussu nógvum fólkum hava tænastur frá Heimatænastuni verið sýttar seinasta

árið?

Heimatænastan veitir heimahjálp til heimabúgvandi pensjónistar. Talan er um praktiska hjálp og persónliga røkt og haraftrat verður veitt heimasjúkrarøkt. Nærverkið hevur upplýst, at íalt 1609 heimabúgvandi brúkarar eru í Heimatænastuni.

Seinasta árið fram til tann 16. desember 2008, høvdu íalt 592 fólk fingið sýtt tænastu frá Heimatænastuni. Nærverkið upplýsir, at tað í flestum førum er húslig reingerð og onnur praktisk hjálp sum t.d. hjálp til innkeyp, sum verður sýtt. Eisini hevur tænastan verið skerd soleiðis, at borgarar, sum hava tørv á fleiri vitjanum um dagin hava fingið færri dagligar vitjanir.  

  1. Hvussu er býtið í teimum 6 økjunum hesum viðvíkjandi?

Býtt út á økir, er býtið sum víst í Talvu 1. Viðmerkjast skal, at øki 1 er Suðurstreymoy, øki 2 er Vágoy og Norðstreymoy, øki 3 er Eysturoy, øki 4 er Norðoyggjar, øki 5 er Suðuroy og øki 6 er Sandoy. 

Talva 1

Tiltøk

øki 1

øki 2

øki 3

øki 4

øki 5

øki 6

Samanlagt

Brúkarar í heimatænastuni
við skerdari tænastu

180

40

54

70

63

12

419

 

 

 

 

 

 

 

 

Borgarar á bíðilista,
ið onga tænastu fáa

124

11

12

13

9

4

173

Íalt

304

51

66

83

72

16

592

 

  1. Er støðan jøvn alt árið, ella broytist hon, sum árið líður?

Heimatænastan hevur eins og øll onnur eina ásetta játtan og virksemið skal haldast innan hendan  fíggjarkarm. Nýtslan í heimatænastuni verður endurskoðað mánaðarliga, og um framrokningar vísa tekin til árliga meirnýtslu, verður virksemið tillaga alt fyri eitt. Tað kann ávirka tænastustøðið restina av árinum.

 

Í 2008 var truplari enn onnur ár at halda játtanina, bæði viðvíkjandi røktarheimunum og í summum økjum í heimatænastuni. Hetta kemst millum annað av, at fleiri ógvuliga røktarkrevjandi brúkarar vóru í 2008, og nógvar ressursir vórðu settar av at hjálpa hesum. 

  1. Er hetta nýtt fyribrigdi, ella hvussu leingi hevur hetta verið so (eitt ella fleiri ár)?

Tað ber ikki til at siga, at hetta er eitt afturvendandi fyribrigdi á hvørjum ári. Eitt nú var ikki neyðugt at tálma virksemið í 2006, meðan støðan í 2005 var lík støðuni í 2008.
 

  1. Hvussu nógv fólk eru á bíðilista til búpláss?

306 fólk kring landið hava umsókn liggjandi um búpláss. (Tá eru tey, sum hava umsókn liggjandi, men sum ikki hava tørv á plássi nú, ikki tald við. 

 

  1. Hvussu nógvum fólkum tørva bráðfeingis búpláss?

Sambært Nærverkinum, hava 132 fólk kring landið bráðfeingis tørv á búplássi pr. 13. Januar 2009. 

  1. Hvussu er býtið í teimum 6 økjunum hesum viðvíkjandi?

Talva 2, vísir bráðfeingis tørvin á búplássum í løtuni, býtt út á økir.

Talva 2

 

øki 1

øki 2

øki 3

øki 4

øki 5

øki 6

íalt.

Bráfeingis tørvur
á búplássum

71

 11

 5

25

 17

3

132

 

 

  1. Er ætlan at stovna samdøgursvakt í øllum økjum innan Heimatænastuna eins og í øki 3 og í øki 6?

Ætlanin er, at Heimatænastan skal veita samdøgursrøkt um alt landið. Fyri at røkka hesum málsetningi, verður arbeitt við at seta náttarvakt í øllum økjum. Í fíggjarlógini fyri 2009, er peningur settur av at menna hetta tilboðið. Í fyrstu atløgu verður náttarvakt sett í Suðurstreymi, har tørvurin er størstur.  

  1. Verður nakað gjørt fyri at tryggja rættindi teirra eldru, samsvarandi Visjón 2015?

Í samsvar við Visjón 2015, hevur Landsstýrið sett sær fyri at gera eina serstaka eldralóg til tess at tryggja rættindi og tænastur fyri eldri. Eldralógin skal m.a. áseta, hvørji rættindi eldri borgarar hava og  hvørjar skyldur avvarðandi myndugleikar hava mótvegis borgarunum. Arbeiðið við eldralógini verður tengt at eini størri verkætlan, ið hevur til endamáls, neyvt at lýsa eldraøkið og hvussu økið skal skipast framyvir. Eldralógin og allýsingin av eldraøkinum eru somuleiðis ein liður í ætlan Landsstýrisins, at umskipa tann kommunala geiran, har eldraøkið verður nevnt sum eitt øki, ið skal umsitast av kommununum framyvir.

  1. Hevur landsstýriskvinnan í almannamálum gjørt eina ætlan um, hvussu bráðfeingis tørvurin innan eldraøkið verður loystur?

Eg eri í samstarvi við Heilsumálaráðið farin undir at umrøða møguleikar, ið kunnu loysa trupulleikan við at sjúklingar, ið eru liðugt viðgjørdir ikki sleppa út av sjúkrahúsinum, men enn havi eg onga ítøkiliga loysn. Sum landsstýriskvinna síggi eg tað sum mína ábyrgd at virka fyri, at bráðfeingis tørvurin altíð er so avmarkaður sum yvirhøvur gjørligt og kann tí vissa Løgtingið um at arbeitt verður við at finna ymiskar loysnir, ið kunnu viðvirka til, at trupulleikin við bráðfeingis tørvinum verður loystur. Tískil havi eg tikið stig til eina tørvskanning, ið lýsir heildartørvin á eldraøkinum. Tørvskanningin verður gjørd í samstarvi við Nærverkið.

Landsstýrið fer at halda áfram við at stuðla kommunalari bygging av ellis- og røktarheimum og sambýlum, fyri at nøkta tørvin á búplássum til røktarkrevjandi. Eg fegnist um, at samgongan hevur givið mær undirtøku til at hækka studningslánini til kommunurnar úr 500.000 kr. og upp í 800.000 kr., fyri hvørt búpláss á ellis- og røktarheimi og úr 50.000 kr. og upp til 80.000 kr. fyri sambýlisbúpláss. Hendan hækkingin fer ætlandi at eggja kommunum til at útvega fleiri búpláss.

Somuleiðis havi eg sett mær fyri, at styrkja og útbyggja fyribyrgjandi tænastuveitingar á eldraøkinum soleiðis, at eldri borgarar kunnu vera sum longst í egnum heimi. Tískil eri eg farin undir eina tilgongd, ið skal útbyggja skipanina við teim vardu dagtilhaldunum, sum m.a. virka í høvuðsstaðarøkinum í dag.

Harumframt havi eg heitt á Nærverkið um beinanvegin at fara undir fyrireikingar til at skipa eina endurvenjingareind, sum í samstarvi við heilsuverkið skal viðvirka til, at borgarar fáa endurvenjing í heiminum. Tá hesi átøk eru framd saman við ætlaðu integratiónini av eldraøkinum, skuldi meira orka verið frígivin í eldrarøktini, at enn fleiri brúkarar kunnu fáa ágóðan av teimum tænastum, sum Nærverkið veitir.

  1. Um ikki: nær kann tílík ætlan væntast?

Sí svarið til spurningin omanfyri. 

 

  1. Hevur landsstýriskvinnan í almannamálum gjørt eina ætlan um, hvussu eldraøkið verður skipað í framtíðini?

Eitt av mínum aðalmálum er at integrera eldraøkið. Tí havi eg heitt á fyrisitingina í Almannamálaráðnum um at fara undir at skipa eldrarøktina í øllum teim 6 økjunum, í samanhangandi tænastueindir undir Heimarøktini við felags leiðslu. Tá fær borgarin eina hurð inn til ávíkavist heimatænastuna, eldrasambýli og ellis- og røktarheim.

 

Við slíkari skipan er møguligt at bjóða heimabúgvandi skiftandi røktarsjuklingum umlættingarpláss, og starvsfólkaorkan verður brúkt har tørvurin er størstur bæði úti í økinum og inni á bústovnum.

 

Harumframt hevur Landsstýrið sett sær fyri at fremja kommunureformin og gongst sum ætlað, verður fyrsta stóra økið lagt út til kommunurnar 1. januar 2011. Almannamálaráðið er umboðað í kommunalu umskipanarnevndini, ið m.a. skal gera eina allýsing av eldraøkinum. Arbeiðið hjá nevndini skal verða liðugt á Ólavsøku í ár og tá fari eg saman við Landsstýrinum at taka støðu til, hvørt eldraøkið í framtíðini skal verða ábyrgdarøkið hjá kommununum.
 

  1. Um ikki: nær kann tílík ætlan væntast?

Sí svarið til spurninginum omanfyri.

 

Málið avgreitt.