S-12 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, viðvíkjandi lánsbrøvum landskassans  

Ár 2008, týsdagin 25. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Sjúrði Skaale, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Lánsbrøv landskassans eru júst endurfíggjað við eini nýggjari lánsbrævarøð. Hvussu stórur partur av hesi endurfígging er fingin til vega uttanlands?

  2. Hvussu stórur partur er fingin til vega í Føroyum

  3. hvørjir fíggjarstovnar ella grunnar ella aktørar annars hava ognað sær lánsbrøvini í teirri nýggju lánsbrævarøðini?  

Viðmerkingar
Kredittvirðið hjá einum landi kann m.a. metast út frá, hvussu stórur áhugin er fyri teimum lánsbrøvum, sum verða boðin út.

Sum skilst hevur landskassin júst endurfíggjað lánsbrøv fyri 970 milliónir.

Spurningurin verða m.a. settur til tess, at tingið kann fáa eina mynd av, hvussu kredittvirði Føroya er í løtuni.

Á tingfundi 26. november 2008 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 21. januar 2009 svaraði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

 

Selt varð fyri 974 mió kr í navnavirði fyri kurs 100,08, tvs 974,8 mió kr í marknaðarvirði. Navnarentan er 5,25% p.a. og effektiva rentan útgávudagin til íleggjarar var 5,2% p.a.

 

Sølubýtið var soleiðis:

 

Uttanlands

319 mkr.

Í Føroyum

655 mkr.

Tilsamans

974 mkr.

 

Uttanlands er í høvuðsheitum í Danmark. Landsbankin keypti fyri 454 mió kr og Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin fyri 50 mió kr. Aðrir íleggjarar í Føroyum keyptu sostatt fyri 151 mió kr.

 

Lánsbrøvini eru viðurkend sum trygd við lántøku í Danmarks Nationalbank. Tey kunnu tí roknast sum gjaldføri hjá m.a. landsbankanum.

 

Fíggjarmarknaðirnir í Danmark og Evropa hava í fleiri mánaðir verið óvanliga trekir við lítlum gjaldføri. Úrslitið av lánsbrævasøluni í november sigur tí lítið um landsstýrisins kredittvirði. Bankar, sum hava ríkisveðhald, rinda væl meira enn landsstýrið í rentu fyri at fáa gjaldføri. Hetta var m.a. givið, sum grund fyri ikki at keypa landskassans lánsbrøv. Eisini fastognarfígging við góðari trygd í Danmark fer fram hesa tíðina við størri trekleikum enn vanligt.

 

Marknaðarstøðan kann, um hon ikki lætnar, skapa trupulleikar fyri fígging hjá landinum og øðrum í Føroyum, hóast umstøðurnar ikki siga so nógv um landsins kreditvirði.

Málið avgreitt.