S-9 Fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýrismann, viðvíkjandi ES-borgarum við føroyskum skipum  

Ár 2008, týsdagin 18. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Sjúrði Skaale, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

Hvørji stig fer landsstýriskvinnan í innlendismálum at taka til tess at tryggja, at ES borgarar, sum eru við føroyskum skipum, beinanvegin koma undir somu skipanir og fáa somu rættindi sum føroyingar, ið eru við somu skipum?

 

Viðmerkingar:

Tað hevur leingi staðið á at fáa manningar til ein part av føroyska fiskiflotanum. Til tess at fáa skipini mannað, kemur væl við, at til ber at fáa útlendingar at mynstra.

 

Eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi hevur leingi verið so stórur, at vit hava fingið eina fyritøku, sum stendur fyri at skapa sambond millum føroyska arbeiðsmarknaðin og útlendska arbeiðsmegi.

 

Við teirri lógarbroyting, sum við kongligari fyriskipan varð framd fyrr í ár, skuldi verið rættiliga einfalt og smidligt at fingið arbeiðsmegi úr ES-londunum til Føroya.

 

Men nýggja lógin virkar als ikki eftir ætlan.

 

Tað er ein stórur trupulleiki, at fólk, sum koma úr ES-londum at manna føroysk fiskiskip, ikki beinanvegin koma inn í tær serskipanir, sum eru galdandi fyri sjófólk.

 

Spyrjarin kennir fleiri dømi um polakkar, sum eru við føroyskum fiskiskipum, men ikki fáa minstuløn, og heldur ikki av sær sjálvum koma undir tær serligu skattareglur, sum eru galdandi fyri føroysk sjófólk.

 

Sum skilst, er orsøkin, at útlendingarnir ikki fáa føroyskt p-tal, og tí ikki kunnu skráseta seg í teirri kommunu, har teir búgva. Tískil hava teir heldur ikki rætt til kommunlæknahjálp og aðrar tænastur. 

 

Hetta setir reiðararnar í eina sera keðiliga støðu mótvegis hesum monnum. Tað fær føroysku manningina, sum er umborð á somu skipum, at kenna seg illa. Og tað er lítið sømiligt fyri okkum sum land, at arbeiðsfólk, sum koma higar, ikki fáa somu sømdir sum teirra føroysku starvsfelagar og onnur fólk í landinum – samstundis sum vit áleggja hesum útlendingum at rinda fullan skatt.

Á tingfundi 18. november varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 21. januar 2008 svaraði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

 

Lóg nr. 462 frá 17. juni 2008 við heitinum “Lov for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse” kom í gildi í Føroyum tann 1. juli 2008. Endamálið við lógini er at skapa eina smidliga og skjóta mannagongd, tá arbeiðsgevari setir ein útlending úr einum ES-landi í starv.

Sambært hesi skipan kann arbeiðsgevari undir ávísum treytum lata seg forhondsgóðkenna hjá danska Udlændingeservice soleiðis, at hann fær loyvi til at taka ES-borgarar í starv við at lata eina serliga fráboðan til Udlændingeservice. Hesi málini verða avgreidd uttan hoyring av føroyskum myndugleikum, og hvørki Útlendingastovan ella Innlendismálaráðið eru við í hesi viðgerð.

ES-borgarar, sum koma í starv eftir hesi skipan, skulu sostatt ikki – sum meginreglan annars er sambært útlendingalógini – bíða eftir einum arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyri at kunna byrja at arbeiða. Teir kunnu fara til arbeiðis beinanvegin, og arbeiðs- og uppihaldsloyvi verður so útskrivað seinni, tá Udlændingeservice hevur viðgjørt málið.

Áðrenn ES-borgarin hevur fingið formligt arbeiðs- og uppihaldsloyvi, er hann í eini fyribilsstøðu, við tað at galdandi lóggáva fyriskrivar, at P-tal ikki kann útskrivast til ein útlending, fyrrenn hann hevur fingið uppihaldsloyvi í Føroyum. Og tá aðrar skipanir  - eitt nú sjúkrakassin, skattalóggávan og lógin um minstuløn v.m. eru knýttar til P-talið og/ella føstum bústaði, er tað sera óheppið, um tað gongur ov long tíð, til endaliga loyvið er fingið. Men viðvíkjandi tí manglandi minstulønini er tó vert at hava í huga, at hetta ikki sleppur arbeiðsgevaranum undan at rinda útlendinginum ta løn, ið útlendingurin hevur sáttmála um.

Hinvegin so fáa ES-borgarar frá TAKS eitt fyribils p-tal, so løn kann útgjaldast yvir skattaskipanina, og við at lata TAKS neyðugar upplýsingar til skattaskrásetingina, kann ES-borgarin eisini verða rætt skattaskrásettur beinanvegin. Viðvíkjandi læknahjálp eru hesir útlendingar í somu støðu sum t.d. ferðafólk, og teir kunnu fáa læknahjálp í sambandi við skaða og kunnu fara til kommunulækna við at rinda fyri viðtaluna.

Innlendismálaráðið og Útlendingastovan hava umrøtt hesar trupulleikar og eru samd um, at veruligi trupulleikin liggur í, at viðgerðartíðin hjá danska Udlændingeservice hevur verið ov long. Innlendismálaráðið hevur tí hildið, at tað í fyrstu syftu var rættast at royna at fáa Udlændingeservice at avgreiða málini skjótari.

Ì november 2008 var fundur á embætismannastigi millum donsku og føroysku myndugleikarnar, ið varða av útlendingaøkinum, og tá var m.a. viðgerðartíðin av føroysku málunum viðgjørd. Og fyri nýggjar umsóknir varð umrøtt at seta somu viðgerðarfreist  sum í donskum málum av hesum slag, t.e. 2-3 mánaðir.

 

Udlændingeservice hevur upplýst, at tað hava verið nakrir byrjunartrupulleikar við skipanini, og at tey pr. 25. november 2008 høvdu móttikið/avgreitt hesi mál:

Forhondsgóðkendir arbeiðsgevarir:   36
Umsókn um forhondsgóðkenning:  0
Fráboðan um starvssetan av ES-borgara hjá føroyskum arbeiðsgevara: 170
Umsókn frá ES-borgara í sambandi við starv á føroyskum virki:    128
Givin arbeiðs- og uppihaldloyvir eftir ES-skipanini:   10

 

Udlændingeservice viðmerkir til tølini, at í fleiri førum hevur sami persónur fleiri mál samstundis, og at talið av persónum tí ikki er tað sama sum talið av málum   

Udlændingeservice væntar at kunna avgreiða meginpartin av verandi málum áðrenn ársskiftið, men hetta er treytað av, at tað snýr seg um fult upplýst og ikki torgreidd mál.

Málið avgreitt.