S-6 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, viðvíkjandi  fíggjarlógini fyri 2009

Ár 2008, hósdagin 6. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hevur sitandi landsstýrið sett sær nakað mark fyri, hvussu stórt hallið kann vera á fíggjarlógini 2009?
  2. Hvussu stórt verður strukturella (konjunkturneutrala) hallið á fíggjarlógini 2009?
  3. Hvussu stórt hall heldur landsstýrið tað vera ráðiligt at hava komandi árini?
  4. Hvønn málsetning hevur landsstýrið sett sær um, hvussu stórt hallið í mesta lagi kann vera í fíggjarlógunum 2010, 2011 og 2012?
  5. Hvussu stóran prosentvísan vøkstur í rakstrarútreiðslunum ætlar landsstýrið at loyva næstu árini?
  6. Hevur landsstýrið slept ætlanunum at stovna búskapargrunn?

 

Viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og aðrir samgongulimir hava í fjølmiðlunum boðað frá, at roknast má við, at hallið á fíggjarlógini 2009 verður meir enn 300 mió. kr.

 

Leysliga mett er strukturella hallið 100-200 milliónir størri, t.e. umleið 500 mió. kr.

 

Hetta merkir, at hevði virksemið ikki verið so stórt, við m.a. lágum arbeiðsloysi og stórum skatta- og avgjaldsinntøkum, so hevði úrslitið á fíggjarlógini verið út við 500 mió. kr. í halli.

 

Vanliga hallið verður, sum nevnt, væntandi 3-400 mió. kr. Tað er vert at leggja merki til, at hallið ikki stavar frá munandi lægri inntøkum í 2009. At fíggjarlógin er farin frá yvirskoti á 150 mió. kr. í 2007 til væntað hall á 3-400 mió. kr. í 2009 stavar í høvuðsheitum frá einari sera stórari og ótálmaðari útreiðsluøking.

 

Rakstrarútreiðslurnar øktust yvir 300 mió. frá 2007 til 2008, og økjast aftur við yvir 300 mió. kr. frá 2008 til 2009 við yvir 300 mió. kr. Upp á tvey ár eru útreiðslurnar øktar meir enn 650 mió. kr.

 

Heldur hendan gongdin fram, so økir landsstýrið skuld landskassans við út við 1,4 mia. næstu 4 árini.

 

Vandin er sostatt, at ABC-samgongan heldur fram, har hon slepti, og førir ein politikk, har hon bert letur standa til, letur útreiðslurnar vaksa og undirgravar tryggu fíggjarstøðuna hjá landskassanum.

 

Tað er alneyðugt, at landsstýrið longu nú byrjar at tálma útreiðsluvøkstrinum, so hallið á fíggjarlógini 2009 kann fáast minni, og so tað ikki verður enn torførari at fáa meira javnvág á fíggjarlógini.

 

Politisku myndugleikarnir í flestu londum bæði vænta og vóna um gongdina í skatta- og avgjaldsinntøkunum. Tað er tó ein sannroynd, at myndugleikarnir bert kunnu stýra útreiðslugongdini.

 

Eingin væntar av landsstýrinum, at hallið fæst burtur eftir einum ella tveimum árum, men tað er neyðugt at byrja nú. Tað er neyðugt at seta avmarkingar við at áseta eitt hámark, te. ein ávísan árligan maksimalan útreiðsluvøkstur í prosentum.

 

Tað hevði tí verið sera áhugavert at hoyrt, hvørjar avmarkingar í útreiðslugongdini landsstýrið hevur sett sær sjálvum, og hvørjar ætlanir landsstýrið hevur um at tálma útreiðsluvøkstrinum til tess at fáa javnvág aftur á fíggjarlógini.

 

Á tingfundi 6. november 2008 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast