S-5 Fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi Játtan til byrging um Haraldssund og skalvalop á Kunoyarvegin 

Orðaskifti

Ár 2008, mikudagin 5. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heina O. Heinesen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at brúka nevndu játtan?

2.      Er nakað hent í hesum máli?

3.      Hvussu liggur málið í løtuni?

 

Viðmerkingar:

Sum Løgtinginum kunnugt, setti meirilutin í Fíggjarnevndini kr. 400.000,00 á fíggjarlógina 2008 at fyrireika nevnda arbeiði. Nú minni enn 2 mánaðir eru eftir av hesum ári, er tað av størsta týdningi, at vit fáa at vita, hvat hendir í omanfyri nevnda máli. 

 

Hetta er ein stórur vandi, serliga nú veturin er við at koma, fyri tey, sum ferðast á hesum strekki. Tað er av størsta týdingi at fáa nakað gjørt við hetta skjótast gjørligt.

 

Ætlanin var upprunaliga at spreingja grótið til vegin niðan í gjøgnum hesi gilini. Tað vil siga, at vit spreingja so mikið nógv burtur úr gilunum, at tey goyma allan tann kava, sum kemur oman av Hjállanum.

 

Úrslitið av hesum hevði verið, at vit fingu tveir fuglar við einum skoti, tað skal kortini brúkast nógv grót fyri at fáa vegin í fulla hædd. Nú er tað so byrgingin um Haraldssund, sum skal gerast í fulla hædd, og har fer nógv grót í.

 

Byrgingin um Haraldssund liggur enn, sum tá hon var løgd fyri 22 árum síðani. Tá tað er nógvur vindur og lág flóð, er tað størsti vandi at koyra um sundið. Herafturat verða bilarnir oystir undir í sjógvi, bara tað lotar úr hanakjafti. Tað sigur seg sjálvt, at hesir bilar slíta ikki hálvan aldur.

 

Sum Landsverkinum var kunnugt fyri 21 árum síðani, er tað 2 gil sum kunnu leypa, tá ættin hevur ligið av landnyrðingi, og tað brádliga kemur toybil. Hetta hendi so aftur seinasta vetur, at somu gil lupu. Skalvurin tók autoverjuna við sær.

 

Tað, sum hendir, er, at gilini á Hjallanum (niðasta rókin), sum eru rættiliga djúp, tømast fyri kava, tá blot kemur í í erva. Av tí, at gilini eru so grunn oman fyri vegin, spjaðist kavin, tá hann kemur útav Hjállanum.

 

Tá tað leyp fyrstu fer 1997, var gjørt av at taka grótfylluna úr umtalaðu gilum til Kunoyarvegin, sum tá lá 2 til 4 metrar undir ætlaðu hædd.  Hetta varð seinni broytt til fyrimuns til ta stóru bilpark, sum var vorðin arbeiðsleys, tá Kunoyartunnilin var um at verða liðugur.

 

Farið var í staðin fyri undir at koyra tað grótið, sum skuldi brúkast til at gera byrgingina liðna við, vestur um til at fylla vegin í fulla hædd. Tí skuldi tað verið ein sjálvfylgja at tikið grótið til byrginina úr somu gilum.

 

Vísandi til omanfyri standandi frágreiðing, fari eg at spyrja landsstýriskvinnuna í havna- og vegamálum, um honn fer at gera nakað við umtalaða arbeiði skjótast gjørligt.

 

Á tingfundi 6. november 2008 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 27. november 2008 svaraði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar

 

1: Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at brúka nevndu játtan?

À fíggjarlógini fyri 2008 vórðu 400.000 settar av til  kanningar av Kunoyarvegnum og byrgingina um Haraldssund. 

 

Peningurin verður nýttur til høvuðsprosjekt til byrging um Haraldssund. (370.000,-) og til at gera neyðugar kanningar av økinum oman fyri Kunoyarvegin (30.000), har trupulleikar kunnu standast av skalvalopi. Tað  eru fleiri dømi um skalvalop á Kunoyarvegnum í nýggjari tíð. Tann 22 januar 2007 vóru ikki færri enn 3 skalvalop, ið komu á vegin sama dag. Kavin var so nógvur, at vegurin mátti steingjast fyri almennari ferðslu, og til alla eydnu var ongin fólkaskaði av hesum skalvalopum. Somuleiðis eru eisini trupulleikar av omanlopi við gróti á Kunoyarvegnum. Tískil er tað sera umráðandi, at fyribyrgja tílík omanlop, soleiðis at eingin mannaskaði hendir á hesi farleið í framtíðini.

 

Hvat viðvíkur byrgingini um Haraldssund er at siga, at í samferðsluætlanini 2008-2020 verður staðfest, at byrgingin eigur at verða dagførd og gjørd liðug, og eigur henda byrging tískil at fáa eina høga raðfesting.
 

 2: Er nakað hent í hesum máli?

Arbeiðið at gera høvuðsprosjekt til byrging um Haraldssund er sett í gongd. Økið oman fyri Kunoyarvegin er gjøgnumgingið saman við norskum serfrøðingum á økinum, og arbeitt verður við at gera uppskot til loysn. Tað kann viðmerkjast, at landssyriskvinnan í innlendismálum hevur sett 1. mió.  kr. á figgjarlógina fyri 2009 til fyribyrging av skalvalopi á  Kunoyarvegnum.
 

3: Hvussu liggur málið í løtuni?

Viðvíkjandi prosjektering av byrgingini um Haraldssund er neyðuga korttilfarið nú fingið til vega, og ráðgevin er farin til verka. Arbeiðið at gera høvuðsprosjektið verður liðugt í ár.

Landsverk hevur saman við norsku ráðgevunum gjøgnumgingið økið á staðnum og úr luftini. Arbeitt verður við at gera uppskot til loysn og kostnaðarmeting. Væntandi kann hetta fáast frá hondini í ár.

 

Málið avgreitt.