S-4 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, viðvíkjandi pensjónum  

Orðaskifti

Ár 2008, mikudagin 5. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Kennir landsstýrismaðurin sjónarmiðini hjá Landsfelag Pensjónista um, at tann parturin av blokkstuðlinum, sum er grundaður á pensjónir, eigur at verða brúktur til pensjónir?
     
  2. Er landsstýrismaðurin samdur við nevndu sjónarmiðunum hjá Landsfelag Pensjónista?
     
  3. Um landsstýrismaðurin er samdur við nevndu sjónarmiðum, hvat ætlar hann so at gera við tað?
     
  4. Um landsstýrismaðurin er samdur við nevndu sjónarmiðum, kann hann so greiða frá, hvussu tað ber til, at táverandi pensjónirnar ikki vórðu útgoldnar eftir avtaluni frá 1987 til 2001, sum sigur, at “ der... sikres samme disponible indkomst for pensionsmodtagere på Færøerne og i Danmark”?
     
  5. Um landsstýrismaðurin ikki er samdur við nevndu sjónarmiðum, kann hann so grundgeva fyri, hví hann ikki er samdur?

 

Viðmerkingar

Í apríl 2006 sendi Landsfelag Pensjónista bræv til Løgtingið, har fólkapensjónirnar vórðu viðgjørdar. Í brævinum varð víst á, at landskassin hvørt ár, síðani pensjónirnar komu undir blokkstuðulsskipanina, hevur fingið pening úr ríkiskassanum, har útrokningargrundarlagið bygdi á pensjónirnar, men tað sum landskassin hevur rindað út til pensjónir, er ein munandi minni upphædd.

 

Í 1988 var peninganøgdin til fólkapensjónistar 79 mió. krónur, og í 2001 var talið komið upp á 213,3 mió. krónur.

 

Vanlig uppfatan hevur verið, at blokkstuðulin er ikki oyramerktur til ávís málsøki, men bara útroknaður eftir, hvat málsøkini kosta. Spurnartekin kann setast við, um tað er nøktandi, at landskassin móttekur pening til pensjónir, men á útreiðslusíðuni verða pengarnir brúktir til onnur endamál. Samstundis eru pensjónirnar í Føroyum (sambært Landsfelag Pensjónista) lægri enn í Danmark.

 

Landsfelag Pensjónista hevur, so vítt undirritaði veit, ikki fingið nakað alment svar, og tí verður hesin fyrispurningurin settur, soleiðis at pensjónistar kunnu fáa eina kunning um, hvørja støðu politiska skipanin hevur til málið.

 

Á tingfundi 6. november 2008 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 27. november 2008 svaraði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis: 

 

Svar

Ad. 1: Landsstýrismaðurin veit um, at Landsfelag Pensjónista fyrr hevur ført fram sjónarmiðini hjá felagnum um, at ein ávísur partur av blokkstuðlinum skal útgjaldast til pensjónir.

 

Ad. 2: Landsstýrismaðurin er harafturímóti ikki samdur við sjónarmiðinum hjá Landsfelag Pensjónista.

 

Ad. 3: Landsstýrismaðurin er ikki samdur.

 

Ad. 4: Landsstýrismaðurin er ikki samdur.

 

Ad. 5: Í 1994 broyttist blokkstuðulin frá at vera oyramerktur til eitt ávíst endamál og økir, til at vera ein samlaður blokkur. Ì hesum sambandi sæst at lesa av felags frágreiðing frá fundi 17. november 1994 millum Ríkisstjórnina og Føroya landsstýri:

 

“I forbindelse med iværksættelsen af en generel bloktilskudsordning pr. 1. juli 1993, er der sket et udredningsarbejde vedrørende en ny bloktilskudsaftale, der skal afløse aftalen fra 1987.”

 

Viðmerkingin um at samanbera danskar og føroyskar pensjónir datt soleiðis endaliga burtur við avtaluni í 1994.

 

Tá talan er um sjónarmiðini viðvíkjandi søguligu útgjaldingini av pensjónum verður víst til fundarfrásøgn frá fundi tann 23. mars 2006, kl. 10-11.30 við Landsfelag Pensjónista og Fíggjarmálaráðið:

 

”Landsstýrismaðurin vísti á, at eftir okkara meting er blokkurin ikki oyramerktur til t.d. fólkapensjón. Hann vísti eisini á, at um blokkurin hevði verið oyramerktur, so eru útreiðslurnar til fólkapensjón væl hægri enn tann tvífalda upphæddin av blokkstuðlinum, sum felagið metir er oyramerktur til fólkapensjón.”

 

Í sambandi við fundin 23. mars 2006 fekk Landsfelag Pensjónista sendandi útrokningar umframt eitt langt upprit, har tikið verður samanum og viðmerkingar verða gjørdar til viðurskiftini millum blokkstuðulin og pensjónir í viðkomandi avtalunum millum Føroyar og Danmark.

     

Í viðmerkingunum til “Lov om tilskud til Færøernes Hjemmestyre for 2003-2006” verður sum nakað av tí fyrsta og mest grundleggjandi ført fram, at talan er um “et generelt bloktilskud”.

 

Landsfelag Pensjónista leggur dent á eina viðmerking í einum reglubroti viðvíkjandi yvirtøku av málsøkjum, har blokkstuðulin verður býttur millum særforsorgen, folkeforsikringen, sundhedsvæsenet og Færøernes fiskerilaboratorium. Talan er um, at sundurbýtið skal verða gjørt í sambandi við, at Landsstýrið møguliga yvirtekur eitt av hesum málsøkjum. Útreiðslurnar til “folkeforsikringen”, sum m.a. fevnir um útreiðslurnar til fólkapensjón, síggja nú soleiðis út:

 

Mió. kr.

1990

1995

2000

2005

2007

Fólkapensjón

229,1

265,3

316,8

372,4

381,7

Burturlegging til bygging av ellis- og røktarheimi

7,0

 

 

 

...

Vanlukkutryggingarøkið

0,5

0,4

0,2

0,5

...

Sjúkudagpengar

87,8

31,2

48,5

52,3

56,4

Avlamispensjón

94,4

128,0

176,7

195,9

211,4

Tilsamans

418,7

424,8

542,1

621,0

658,1

Útreiðslurnar til “burturlegging til bygging av ellis-og røktarheimi” og “Vanlukkutryggingarøkið” eru ikki tiknar við í uppgerðina fyri 2007.

 

Útreiðslur landskassans til økini undir fólkatrygging liggja soleiðis langt oman fyri tær 213,3 mio.kr., sum verða nevndar í viðmerkingunum til lóg um ískoyti til Heimastýri Føroya fyri 2003-2006.

 

Landsstýrismaðurin fer enn einaferð at gera greitt, at talan er um generellan blokkstuðul, sum vit ikki hevur fingið álagt at brúka til ávíst endamál.

 

Málið avgreitt.