S-3 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, viðvíkjandi fígging av uppgávum, sum verða fluttar frá landi til kommunur 

Orðaskifti

Ár 2008, mikudagin 5. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Nú ætlanin er at leggja fleiri málsøki út til kommunurnar at umsita, ætlar landsstýrismaðurin, at kommunuskatturin tá framhaldandi skal vera proportionalur?
  2. Sambært samgonguskjalinum er ætlanin at leggja eldraøkið, fólkaskúlan og vegakervið út til kommunurnar. Hvussu væntar landsstýrismaðurin, at hetta kemur at ávirka kommunala skattagjaldaran við lágum, miðal og høgum inntøkum?
  3. Sum skilst, ætlar landsstýrismaðurin, at øktu útreiðslurnar skulu fíggjast við einum blokkstuðli frá landinum.
    a) Hvat merkir hetta meira ítøkiliga?
    b) Skal blokkurin merkjast til ávísar uppgávur hjá kommununum?
    c) Vil hetta t.d.siga, at landið skal rinda og kommunurnar valda?
  4. Hvørji mál hevur landsstýrið ætlanir at leggja til kommunurnar at umsita í hesum valskeiði umframt tey, sum eru nevnd í samgonguskjalinum?
  5. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjar tær kommunalu útreiðslurnar eru tilsamans fyri alt landið, og hvussu høgar tær verða, um eldraøkið, fólkaskúlin og vegakervið verður lagt út?

 

Viðmerkingar

Sum skilst, hevur partur av landsstýrinum ætlanir um at varðveita proportionalu skattaskipanina hjá kommununum, eisini eftir at kommunurnar verða lagdar saman, og eftir at fleiri uppgávur verða lagdar til kommunurnar at umsita.  

 

Tá tað nú er landsstýrismaðurin í skattamálum, sum varðar av hesum máli, er umráðandi at fáa at vita, hvørja støðu hann hevur, og um hetta byggir á eina avtalu í samgonguni.

 

Skattamál verður brúkt fyrst og fremst til at fíggjað landsins og kommunualu útreiðslurnar, meðan skatturin eisini verður brúktur at útjavna byrðarnar hjá skattgjaldarum. Í viðgerðini av kommunusamanlegging  seinastu árinum hava møguleikarnir fyri øktum kommunalum uppgávum eisini verið viðgjørdar. Ein av spurningunum í hesum sambandi hevur verið, hvussu vit í framtíðini fíggja hesar øktu kommunalu uppgávur. Um vit bara áleggja kommunum at hækka teirra skattaprosent samstundis, sum uppgávur verða lagdar út, kemur hetta at raka tær lágu inntøkurnar serliga meint, um teirra lutfalsskattur verður munandi hægri. Tí hava serliga teir vinstrahallu flokkarnir mælt til eina loysn, sum leggur proportionala skattin hjá kommunum um við ein progressivan skatt.    

 

Ein onnur loysn, sum verður nevnd í samgonguskjalinum, er ein blokkstuðulsskipan. Vil hetta siga, at landið flytur eina upphædd, sum samsvarar við øktu útreiðslurnar, frá landi til kommunurnar, er vandin, at landið rindar og kommunurnar valda.

 

Sambært samgonguskjalinum er ætlanin at seta ein kommunalan reform í verk um tvey ár. Hetta merkir m.a., at kommunurnar verða 7 ella 9 í talið. Tá ið tvey ár ganga skjótt, er umráðandi, at landsstýrismaðurin í skattamálum hevur gjørt sær greitt, hvat hetta kemur at merkja fyri skattgjaldarar kring landið.

 

Eldraøkið, fólkaskúlin og vegakervið eru stórir partar av landskassans útreiðslum í dag. Um ætlanin er, at hesi øki, sum í dag verða fíggjað progressivt, verða fíggjað proportionalt í framtíðini, kemur tað at tyngja um byrðarnar hjá teimum við lágum inntøkum og lætta um hjá teimum við høgum inntøkum. Er samgonguavtalan hinvegin ein blokkstuðulsskipan frá landi til kommunur, er vandi fyri, at samgongan tekur fíggjarligu ábyrgdina frá kommununum og leggur hana í ein blokk, sum landið hevur ábyrgdina av, uttan tó at landið tá hevur ábyrgdina av, hvussu hesir pengar verða umsitnir. Tá er betri at lækka landsskattin so hvørt, sum uppgávur verða lagdar út til kommunurnar, so tað gerst møguligt at hækka kommunuskattin, uttan at hetta kemur at raka samlaða skattin hjá tí einstaka borgaranum, og so samstundis tryggja, at økti kommunuskatturin er progressivur.

 

Umráðandi er, at hendan framtíðarætlan er greið, so borgarar og  kommunalu umsitingarnar vita, hvat er í væntu komandi árini. Gott hevði ti verið at fingið at vita, hvar landsstýrismaðurin í skattamálum er í hesum máli, og hvørjar ítøkiligar ætlanir hann hevur.

Á tingfundi 6. november 2008 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 3. desembe 2008 svaraði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis: 

Svar

Ad.1

Fyrst skal sigast, at sum avtalað er í samgonguskjalinum hevur landsstýrið sett eina kommisión at fyrireika kommunala útjavning, blokkstuðul og allýsing av ábyrgdarøkjum,  sum kunnu leggjast út.

 

Landsstýrið hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta kommunuskattaskipanina, men kemur kommisiónin við skilagóðum uppskotum um broytingar, verða hesi sjálvsagt tikin upp til politiska viðgerð.

 

Eg er samdur við spyrjaran í, at vit ikki skulu gera skattaskipanina minni progresiva, enn hon er í dag. Hetta er eisini avtalað í samgonguskjalinum, har sagt verður: “Progressiviteturin í skattaskipanini verður varðveittur”  

 

Verður úrslitið ein blokkstuðulsskipan sum nevnd er í samgonguskjalinum, og sum alt talar fyri, verður progresiviteturin í skattaskipanini ikki ávirkaður.

 

Ad.2

Ætlanin er ikki at henda útlegging skattliga skal hava ávirkan fyri einstaka borgaran, sí annars svar til sp.1.

 

Ad.3

Til henda spurning er at siga, at hetta eru júst viðurskifti, ið áðurnevnda kommisión skal útgreina. Ein av avbjóðingunum hjá kommisiónini verður at gera uppskot til eina blokkstuðulsskipan, ið skal geva kommununum insitament til ein rationellan rakstur, uttan at hetta kemur at ganga útyvir tað fakliga støði á t.d. fólkaskúlaøkinum. Yvirskipaða fakliga ábyrgdin kemur her sjálvsagt at liggja hjá landsmyndugleikunum.

 

Ad.4

Støðið verður tikið í teimum málum, ið standa í samgonguskjalinum. Vísir kommisiónin á onnur øki, verður støða tikin til tey tá, sí annars svar til sp.1.

 

Ad.5

Kommunurnar kosta tilsamans í 2007:

Rakstur, netto: 1 mia. kr.

Íløgur, netto: 488 mió. kr.

Rentur, netto: 17 mió. kr.

Tilsamans, netto: 1.505 mia. kr.

 

Eldraøkið: 368 mió. kr. (rakstur + íløgur. Serliga er tað konta 21.6.04. Eldrarøkt, sum er kostnaðarmikil, 309 mió. kr.)

Fólkaskúlaøkið: 263 mió. kr. (herav 23.2.01. Fólkaskúlin 258 mió. kr.)

Vegakervið: 101 mió kr. játtað í 2008, herav 71 mió. á kontu 38.1.02. Landsverk (rakstrarj.).

 

Tølini eru úr leiðslukunningarskipanini. Detailreguleringin av útleggingini kann sjálvandi broyta tølini, umframt at spurningurin er um nýggjar umsitingar mugu uppbyggjast í kommununum.

 

Málið avgreitt.