Serligar fráboðanir

9. september 2008
Formaðurin las skriv frá løgmanni, dagfest 30. august 2008, har gjørt verður Løgtinginum kunnugt, at løgmaður hevur loyst Kristinu Háfoss úr embæti sínum sum landsstýriskvinna samsvarandi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um Stýrisskipan Føroya § 29, 1. stk. Óluva Klettskarð, landsstýriskvinna, tekur við ábyrgdini av teimum málsøkjum, ið Kristina Háfoss hevur sitið fyri sum landsstýriskvinna.

16. september 2008
Formaðurin boðaði frá, at løgmaður í skrivi, dagfest 15. september 2008, ger Løgtinginum kunnugt, at hann hevur loyst Høgna Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Bjørt Samuelsen og Óluvu Klettskarð úr embæti teirra sum landsstýrisfólk samsvarandi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um Stýrisskipan Føroya § 29, 2. stk. Løgmaður tekur fyribils við ábyrgdini av teimum málsøkjum, ið tey hava sitið fyri sum landsstýrisfólk.

26. september 2008
Formaðurin boðaði frá, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í skrivi dagfest 24. september hevur heitt á løgtingsformannin um at verða loystur úr embætinum sum løgmaður Føroya, samsvarandi § 29 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um Stýrisskipan Føroya, og at hann hevði loyst Jóannes Eidesgaard úr starvi frá 24. september 2008 at rokna. Eftir § 28 í Stýrisskipanarlógini hava formenninir fyri flokkarnar á Løgtingi verið til samráð hjá løgtingsformanninum 25. septem­ber 2008 og við støði í hesum mælti formaðurin til eftir § 46 í tingskipanini, at velja Kaj Leo Johannesen til løgmann.

30. september 2008

Formaðurin boðaði frá, at løgmaður í skrivi, dagfest 26. september 2008, ger Løgtinginum kunnugt, at hann hevur tilnevnt hesar landsstýrismenn samsvarandi § 27, stk. 2 í lógini um Stýrisskipan Føroya:
Jørgen Niclasen, Sørvágur,  landsstýrismaður í
uttanlandsmálum
Jóannes Eidesgaard, Tórshavn, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Jacob Vestergaard, Akrar, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Johan Dahl, Vágur, landsstýrismaður í vinnumálum
Hans Pauli Strøm, Vestmanna, landsstýrismaður í heilsumálum
Rósa Samuelsen, Sandavágur, landsstýriskvinna í almannamálum
Annika Olsen, Tórshavn, landsstýriskvinna í innlendismálum

Helena Dam á Neystabø, Tórshavn, landsstýriskvinna í mentamálum
Eisini verður gjørt L
øgtinginum kunnugt, at løgmaður 26. september 2008 samsvarandi § 27, stk. 2 í lógini um Stýrisskipan Føroya hevur loyst Karsten Hansen úr embæti sínum sum landsstýrismaður.

10. desember 2008
Formaðurin bar fram minningarorð um Finn Helmsdal, fyrrverandi tingmann, ið andaðist tann 5. desember 2008, og tingmenn mintust hann í tøgn.

14. mai 2009
Formaðurin boðaði frá, at  tað ikki eru fleiri mál at viðgera, og um einki serligt mál kemur, so verður ikki tingfundur aftur fyrrenn á ólavsøku.
Løgtingið hevur, síðani á ólavsøku 2008, havt 97 fundir, ið hava vart  539 tímar. 177 mál eru
framløgd, íroknað 1 frágreiðing sambært § 51 í tingskipanini. 12 mál eru tikin aftur av uppskotssetarunum, 7 mál er ikki komin aftur úr nevnd. Øll hini máli­­ni eru avgreidd frá tinginum. 41 skrivligir fyrispurningar eru settir og av­greiddir. 179 munnligir fyrispurningar eru settir og svaraðir, og ófráboðaðir fyri­spurningar vóru á skrá á 5 fundum. Fíggjarnevndin hevur havt 48 fundir, Uttan­lands­nevndin 27, Landsstýrismálanevndin 19, Vinnunevndin 31, Trivnaðarnevndin 23, Mentanarnevndin 11 og Rættarnevndin hevur havt 22 fundir, Tríggjar § 25 nevndir hava havt tilsamans 23 fundir.