114 Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
Ár 2008, 13. februar, løgdu tingmenninir Jákup Mikkelsen og Jacob Vestergaard vegna Fólkaflokkin, Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi vegna Sjálvstýrisflokkin og Bjørn Kalsø og Johan Dahl vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi
Kapittul 1
Endamál og lógarøki
Góður marknaðarføringssiður
§ 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.
Lógarøkið
§ 2. Lógin er galdandi fyri privat vinnuvirksemi og alment virksemi, umframt
fyri vinnuvirksemi hjá áhugafeløgum og felagsskapum, í tann mun vørur og tænastur verða bjóðaðar út á marknaðinum.
Stk. 2. §§ 1, 3 og § 13, stk. 3 og 6, nr. 1, og § 15 eru ikki galdandi fyri fyritøkur, ið er umfataðar av ”Lov om finansiel virksomhed”, í tann mun reglur á teimum viðkomandi økjunum eru settar í gildi í Føroyum.
Stk. 3. § 13, stk. 2 og 4 og § 16 eru ikki galdandi fyri fyritøkur, ið eru umfataðar av “Lov om finansiel virksomhed”.
Kapittul 2
Almennar reglur um atferð á
marknaðinum
Villleiðandi umrøða v.m.
§ 3. Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum
Stk. 4. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.
Lýsingaidentifikasjón
Samanberandi lýsingar
§ 5. Einhvør sølulýsing, sum beinleiðis ella óbeinleiðis vísir til ein kappingarneyta, ella til vørur ella tænastur, sum ein kappingarneyti bjóðar út, er samanberandi.
Stk. 2. Samanberandi lýsing, sbrt. stk. 1, er loyvd eftir hesi lóg, um samanberingin
1) ikki er villleiðandi,
2) viðvíkur vørum ella tænastuveitingum, sum nøkta sama tørv ella hava sama endamál,
3) er objektiv og samanber ein ella fleiri ítøkiligar og viðkomandi eginleikar, sum kunnu skjalprógvast, og sum eru umboðandi fyri hesar vørur ella tænastuveitingar, herundir eisini prísin,
4) ikki elvir til bland millum lýsara og kappingarneyta ella millum vørumerki, fyritøkunavn, onnur sereyðkenni, vørur, tænastur ella onnur viðurskifti hjá ávikavist lýsara og kappingarneyta,
5) ikki skapar misálit á ella lítismetir kappingarneyta ella vørumerki, fyritøkunavn, onnur sereyðkenni, vørur, tænastur ella onnur viðurskifti hjá kappingarneyta,
6) fyri framleiðslur við upprunamerking í hvørjum einstøkum føri viðvíkur vørur ella tænastur við somu upprunamerking,
7) ikki fær sær fyrimunir av tí umdømi, sum fylgir við vørumerki, fyritøkunavni, ella øðrum sereyðkennum hjá kappingarneyta, ella upprunamerking hjá framleiðslum, ið kappast verður við og
8) ikki lýsir eina vøru ella tænastu sum eina eftirgerð ella eitt avrit av eini vøru ella tænastuveiting, sum er umfatað av einum vardum vørumerki ella fyritøkunavni.
Stk. 3.Verður lýst við sertilboði í eini samanberandi sølulýsing, skal skilliga tilskilast, nær tilboðið heldur uppat, ella eftir umstøðunum at tilboðið bert er galdandi so leingi, tær ávísu vørurnar ella tænastuveitingarnar eru tøkar. Er sertilboðið ikki galdandi enn, skal eisini upplýsast, nær tíðarskeiðið við tí serliga prísinum ella øðrum serligum treytum byrjar.
Óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar
§ 6. Tað er ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms, mms ella líknandi, sjálvvirkandi uppkallingarskipan, telefaxi ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi, tá ein vinnurekandi í sambandi við sølu av vøru ella tænastu frá kundanum hevur fingið upplýst hansara teldupostbústað. Tá er loyvt vinnurekandi at marknaðarføra egnar vørur ella tænastur samsvarandi teimum, kundin hevur keypt, á upplýsta teldupostbúðstaðinum. Hetta er tó treytað av, at kundin til eina og hvørja tíð hevur møguleika fyri, ómaksleyst og ókeypis, at biðja seg undan hesum, bæði í sambandi við at hann letur tí vinnurekandi teldupostbústaðin, og tá hann seinni fær áheitanir frá tí vinnurekandi.
Stk. 3. Ikki er loyvt vinnurekandi at venda sær til ein ávísan fysiskan persón við øðrum fjarsamskiftishættum við ætlan um sølu, sum nevnt í stk. 1, um viðkomandi mótvegis tí vinnurekandi hevur biðið seg undan hesum; um tað stendur á einum lista hjá Landsfólkayvirlitinum, at viðkomandi hevur biðið seg undan áheitanum av slíkum marknaðarføringsligum slagi; ella um tann vinnurekandi eftir, at hann hevur hugt í Landssfólkayvirlitið, er vorðin varur við, at viðkomandi hevur biðið seg undan at fáa slíkar áheitanir.
Stk. 4. Stk. 3 er ikki galdandi, um viðkomandi frammanundan hevur biðið um áheitanina frá tí vinnurekandi.
Stk. 5. Fyrstu ferð, ein vinnurekandi, sum nevnt í stk. 3, vendir sær til ein ávísan fysiskan persón, sum ikki stendur á listanum hjá Landsfólkayvirlitinum, skal tann vinnurekandi týðiliga og á ein skilligan hátt kunna um rættin til at biðja seg undan áheitanum, sum nevnt í stk. 3, frá tí vinnurekandi. Tann vinnurekandi skal samstundis geva viðkomandi møguleika fyri ómaksleyst at biðja seg undan at fáa slíkar áheitanir.
Stk. 6. Ikki er loyvt at krevja gjald fyri at móttaka ella notera boð um, at ein umbøn eftir stk. 1 verður kallað aftur, ella at ein móttakari biður seg undan at fáa áheitanir, sum nevnt í stk. 3.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um kunningarskyldna hjá tí vinnurekandi eftir stk. 5 og om skylduna at geva persónum møguleika at biðja seg undan at fáa áheitanir, sum nevnt í stk 3.
Vegleiðing
§ 7. Tá vørur og tænastur verða bodnar kunda, tá avtala um keyp verður gjørd, ella eftir umstøðunum, tá vøra verður latin kundanum, skal gevast ein nøktandi vegleiðing um vøruna ella tænastuna, um ein slík vegleiðing kann sigast at vera neyðug fyri at kunna meta um vøruna ella tænastuna, herundir nýtslueginleikar, haldføri, viðlíkahald og møguligar vandar.
Kapittul 3
Brúkaravernd
Marknaðarføring, ið vendir
sær til børn og ung
§ 8. Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.
Stk. 2. Marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap, rúsevnisnýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, ella á annan ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv.
Sølufremjandi tiltøk
§ 9. Eitt sølufremjandi tiltak skal marknaðarførast soleiðis, at tilboðstreytirnar eru greiðar og lætt atkomuligar hjá brúkarum. Eisini skal týðiliga upplýsast um virðið á møguligum eykaveitingum á tann hátt, at prísirnir á einstøku veitingunum verða upplýstir saman við samlaða tilboðsprísinum.
Stk 2. Tað skal vera møguligt at keypa einstøku vørurnar í tilboðnum hvør sær.
Stk. 3. Útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, má bert fráboðast, um so er, at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast.
Stk. 4. Tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum.
Stk. 5. Um ein vinnurekandi bjóðar eina vøru ella tænastu fyri ein ávísan prís, og tann vinnurekandi hevur rímiliga orsøk til at halda, at tað ikki ber til at bjóða tær nøgdirnar, sum verða eftirspurdar og eru rímiligar í mun til tað, sum bjóðað verður, og í mun til vavið á marknaðaføringini, skal tann vinnurekandi taka greitt fyrivarni fyri hesum í marknaðarføringini.
Avsláttarseðlar og -merki
§ 10. Ikki er loyvt at lata avslátt ella aðra veiting við merkjum, seðlum ella tílíkum, sum tann vinnurekandi bjóðar undan keypinum av eini vøru ella tænastu.
Stk. 2. Vinnurekandi kunnu tó, tá vøra verður seld, ella tænasta veitt, geva avslátt ella aðra veiting við at lata merki, seðlar ella líknadi, sum kunnu loysast út seinni, um so er, at hvørt einstakt merki á týðiligan hátt ber navnið á tí persóni ella fyritøku, ið hevur skrivað merkini út, við tilskilan av virðinum í danskari mynt. Tann, ið letur avsláttin, skal loysa út merki fyri teirra áljóðandi virði, tá eitt tal av merkjum við ávísari samlaðari upphædd, hvørs stødd verður avgjørd av avvarðandi landsstýrismanni, verður kravt loyst út.
Lutakast og virðislønarkappingar
§ 11. Søla av vørum ella tænastum til brúkarar má ikki stimbrast við møguleika fyri vinningi frá luttøku í lutakasti, virðislønarkappingum ella øðrum tiltaki, hvørs úrslit byggir á tilvildina, um luttøkan er treytað av, at luttakararnir keypa vøru ella tænastu.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi, um virðið á einstøku vinningunum og samlaða virðið á øllum vinningunum liggja niðan fyri mørk, sum landsstyrismaðurin ásetur. Mørkini fyri upphæddum kunnu ásetast eftir vøruslagi og móttakarabólki.
Stk. 3. Útgevarin av ritum, ið koma út regluliga, kann skipa fyri lutakasti til tess at býta út vinningar í sambandi við virðislønarkappingar.
§ 12. Váttan um garanti ella onnur trygdartilsøgn kann bert latast, um brúkarin við hesum fær eina munandi betri rættarstøðu enn hana, sum brúkarin longu hevur sambært galdandi lóggávu.
Stk. 2. Um garantiváttan ella onnur trygdartilsøgn verður latin, áliggur tað tí vinnurekandi skilliga at greiða brúkaranum frá innihaldinum í hesari, og hvussu hon kann nýtast. Harumframt skal skilliga greiðast brúkaranum frá, at tey rættindi, sum brúkarin hevur sambært aðrari lóggávu, ikki verða skerd av garantiváttanini ella tilsøgnini.
Prísupplýsingar
§ 13. Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.
Stk. 2. Stk. 1, 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi í sambandi við vinnuliga sølu av tænastum til brúkarar á einum føstum handilsstaði, og tá tænastan verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Í førum, har tað ikki er møguligt at upplýsa samlaða prísin fyri tænastuna, skal kunnast um grundarlagið fyri at útrokna prísin, um hendan kunningin ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Um tað vegna mongdina av útbodnum tænastum ikki er møguligt at lata prís ella útrokningargrundarlag fyri tær allar, skal prísurin ella útrokningargrundarlagið fyri eitt viðkomandi og umboðandi úrval av tænastunum upplýsast.
Stk. 3. Tá kunnað verður um prísir á vørum og tænastum í sølulýsingum, ella aðrari marknaðarføring, skulu upplýsingarnar lúka treytirnar í stk. 1 ella 2, § 14, umframt í reglum gjørdar við heimild í stk. 6. Um ein framleiðari, innflytari ella heilsøla í lýsingum ella á annan hátt skjýtur upp ein prís til víðarisølu til brúkararnar, skal greidliga tilskilast, at prísurin er vegleiðandi. 1. pkt. er eisini galdandi í sambandi við munnligar prísupplýsingar.
Stk. 4. Tá ein tænasta er gjørd eftir rokning, skal brúkarin, um hann biður um tað, fáa eina útgreinaða rokning, sum gevur honum møguleika at kanna prísin á teimum vørum og tænastum, sum tænastuveitingin fevnir um.
Stk. 5. Eitt ómaksgjald er ein upphædd, sum verður goldin fyri eina serliga tænastu, funksjón ella veiting, sum er knýtt at keypinum av eini vøru ella tænastu, og sum ikki verður rindað fyri eina sjálvstøðuga veiting.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um
1) serreglur og undantøk frá stk. 1 - 4,
herundir reglur um upplýsingar í
sambandi við kreditt,
2) framferðarháttin í sambandi við fráboðan
av prísupplýsingum og um avmarking í
mongdini av upplýsingum, ið verða
latnar,
3) at á sama hátt, sum eftir stk 1, skal
upplýsast um prísin fyri vøruna fyri
hvørja mátieind og um nýtslu av mátieind
fyri einstakar vørubólkar, og
4) at liðugtpakkaðar smálsøluvørur skulu
hava upplýsingar um nettomongd í
pakkanum.
Kredittkeyp
§ 14. Verður vøra bjóðað út vinnuliga til brúkaran við upplýsingum um kostnaðin fyri at útvega vøruna við kredittkeypi, skal, á sama hátt sum í § 13, stk. 1, upplýsast um:
1) kontantprísin,
2) kredittútreiðslurnar sum ein upphædd og
3) árligu útreiðslurnar fyri kredittin í prosentum. Árligu útreiðslurnar fyri kredittin í prosentum skulu tilskilast á ein eins týðiligan hátt og hinar kredittupplýsingarnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri,
hvussu kredittútreiðslurnar eftir stk. 1, nr. 2
og árligu útreiðslurnar fyri kredittin í
prosentum eftir stk. 1, nr. 3 verða
útroknaðar.
Stk. 3. Upplýsingar eftir stk. 1 kunnu gevast við einum umboðandi dømi, um hetta er einasti hóskandi mátin.
Ómaksgjøld
§ 15. Um støddin ella innkrevjingin av einum ómaksgjaldi, smbrt. § 13, stk. 5, sum ikki er ásett við lóg, í einari avtalu, sum gongur yvir tíð, kann broytast á neiligan hátt fyri brúkaran, skal skilliga leggjast dentur á treytirnar fyri hesum í avtaluni.
Stk. 2. Broytingar í ómaksgjøldum ella innkrevjing av nýggjum ómaksgjøldum í einari avtalu, sum gongur yvir tíð, skulu altíð fráboðast við rímiligari freist, áðrenn hetta fær virknað fyri brúkaran.
Stk. 3. Er broytingin í ómaksgjaldi munandi, ella verður nýtt ómaksgjald kravt, skal hetta fráboðast brúkaranum við individuellum samskifti, áðrenn broytingin fær virknað. Hevur brúkarin rætt at siga avtaluna upp, skal hetta standa í fráboðanini, umframt við hvørjum treytum brúkarin kann siga avtaluna upp.
Skipaður avsláttur
§ 16. Vinnurekandi, sum veita skipaðan avslátt, sum avslátt í prísi ella aðrar serligar fyrimunir, til limirnar í feløgum ella felagsskapum ella til aðrar ávísar bólkar í sambandi við sølu av vørum ella tænastum, umfataðar av § 13, stk. 1 og 2, skulu við týðiligari skelting við allar inngongdir til handilshølini kunna um, hvørjir bólkar fáa skipaðan avslátt, og hvussu stórur avslátturin er.
Stk. 2. Tann vinnurekandi skal eftir áheitan vísa fram eitt yvirlit yvir vørur og tænastur, sum eru umfataðar av tí skipaða avslátrinum, umframt støddina á avslátrinum.
Stk. 3. Í sambandi við fjarsølu skulu upplýsingarnar í stk. 1 gevast í sambandi við prísupplýsing, meðan upplýsingarnar, nevndar í stk. 2, skulu gevast eftir áheitan.
Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 eru ikki galdandi fyri skipaðan avslátt, sum verður veittur persóni, ið er í starvi hjá tí, sum letur avsláttin.
Merking og innpakking
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eftir samráðingar við umboð fyri brúkarar og viðkomandi vinnufeløg gera ásetingar um,
1) at ávís vøruheiti ella symbolir eru avmarkað til, ella skulu brúkast til, vørur, sum lúka ávísar nærri fráboðaðar treytir og
2) at ávísar vørur bert kunnu seljast ella bjóðast út til sølu, um vørurnar ella innpakkingin, á ein av landsstýrismanninum nærri ásettan hátt, hevur upplýsingar um innihaldið og samansetingina av vørunum, umframt haldføri, viðgerðarhátt og aðrar eginleikar.
Kapittul 4
Reglur viðvíkjandi vinnurekandi
Vinnulig eyðkenni
§ 18. Tað er ikki loyvt vinnurekandi at nýta vinnulig eyðkenni og tílíkt hjá øðrum, ella at nýta egin eyðkenni á ein hátt, sum kann elva til bland við eyðkenni hjá øðrum.
§ 19. Tað er ikki loyvt fólki í starvi hjá fyritøku, í samstarvi við fyritøku, ella í arbeiði fyri fyritøku, at útvega sær ella at royna at útvega sær kunnleika um ella ræði á vinnuloynidómum hjá fyritøkuni.
Stk. 2. Um viðkomandi av røttum hevur fingið kunnleika um ella ræði á vinnuloynidómum hjá fyritøkuni, hevur hann ikki loyvi at geva teir víðari ella brúka teir uttan loyvi frá fyritøkuni. Hetta bann stendur við til 3 ár eftir, at starvssetanin, samstarvið ella arbeiðið er endað.
Stk. 3. Stk. 1 og 2 eru eisini galdandi fyri aðrar persónar, sum hava lógliga atgongd til fyritøkuna.
Stk. 4. Tann, sum í starvi sínum, ella á annan hátt við vinnuligum endamáli, hevur um hendi tekningar, frágreiðingar, uppskriftir, myndlar ella tílíkt, kann ikki uttan loyvi frá eigaranum brúka hetta tilfar ella lata øðrum tað at nýta.
Stk. 5. Ikki er loyvt vinnurekandi at nýta ein vinnuloynidóm, sum viðkomandi hevur fingið kunnleika um ella ræði á í stríð við omanfyri nevndu reglur.
Kapittul 5
Rættarráð og varnarting
Rættarráð
§ 20. Gerðir, sum stríða ímóti hesi lóg ella reglum við heimild í lógini, kunnu verða bannaðar við dómi. Samstundis, ella seinni, kunnu við dómi verða givnar tílíkar áleggingar, sum verða mettar neyðugar til tess at tryggja
1) at bannið verður hildið, m.a. við eini avgerð um, at avtalur, sum verða gjørdar í stríð við bannið, eru ógyldugar, og
2) at farið verður aftur til støðuna, sum var, áðrenn tann ólógliga gerðin varð framd, herundir at vørur og tænastur verða fyribeindar ella tiknar aftur, og at neyðugar rættingar og upplýsingar verða latnar.
Stk. 2. Tann, sum brýtur hesa lóg, hevur endurgjaldskyldu smb. vanligu rættarligu endurgjaldsreglunum.
Stk. 3. Tann, sum ger seg inn á ella av órøttum misnýtir rættindini hjá øðrum í stríð við hesa lóg, skal rinda eitt hóskandi gjald fyri brotið,
Stk. 4. Er hvørki talan um tilætlan ella ósketni, skal tann, sum hevur gjørt seg inn á ella útnyttað eini rættindi í stríð við hesa lóg, rinda eitt gjald eftir stk. 3 í tann mun, hetta verður mett hóskandi.
Føroya Rættur
§ 21. Føroya Rættur avger mál sambært hesi lóg uttan so, at partarnir hava avtalað annað.
Kapittul 6
Umsitingin av lógini
§ 22. Umsitingarmyndugleikin hevur eftirlit við, at lógin og reglur við heimild í lógini verða hildnar.
Stk. 2. Umsitingarmyndugleikin kann krevja at fáa útflýggjað allar upplýsingar, sum verða mettar at vera neyðugar fyri umsitingina av lógini, frá teimum, sum lógin er galdandi fyri, fyri m.a. at kunna gera av, um ávís viðurskifti koma undir ásetingarnar í lógini. Eisini hevur umsitingarmyndugleikin heimild at biðja um viðkomandi upplýsingar frá øðrum almennum myndugleikum, herundir Toll- og Skattstovu Føroya. Upplýsingarnar frá vinnurekandi og øðrum, sum lógin er galdandi fyri, kunnu krevjast útflýggjaðar innan eina stutta freist, tá talan er um samanberandi lýsingar, ella tá tað eftir umstøðunum verður mett at vera neyðugt.
Stk. 4. Avgerðir hjá umsitingarmyndugleikanum eftir hesi lóg kunnu ikki leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um virksemið hjá umsitingarmyndugleikanum.
§ 23. Umsitingarmyndugleikin skal av sínum eintingum, ella eftir áheitan, við samráðingum royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginreglunum fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvur at halda lógina.
Stk. 2. Um ein vinnurekandi setir til viks eina tilsøgn, sum hann hevur givið umsitingarmyndugleikanum sambært stk.1, kann umsitingarmyndugleikin geva áleggingar, sum verða mettar neyðugar til tess, at tilsøgnin verður hildin.
Leiðreglur
§ 24. Umsitingarmyndugleikin skal royna at ávirka vinnurekandi við at gera og almannakunngera leiðreglur um marknaðarføring á økjum, sum hava stóran týdning, serliga fyri brúkaran.
Stk. 2. Umsitingarmyndugleikin kann, uttan mun til stk. 1, ikki gera leiðreglur, sum bert venda sær til fyritøkur, ið eru umfataðar av “Lov om finansiel virksomhed”.
Forhandarmeting
§ 25. Umsitingarmyndugleikin ger eftir áheitan eina meting av, um ætlað marknaðarføringstiltøk kunnu metast at vera lóglig ella ikki. Ein slík meting verður tó ikki gjørd, um støðutakanin kann skapa serligan iva, ella onnur serlig viðurskifti gera seg galdandi. Ein tílík forhandarmeting er ikki ein endalig støðutakan til, um tiltakið er lógligt.
Stk. 2. Tá umsitingarmyndugleikin hevur latið eina forhandarmeting til ein vinnurekandi um, at eitt ætlað marknaðarføringstiltak eftir fatanini hjá umsitingarmyndugleikanum er lógligt, kann umsitingarmyndugleikin ikki av sínum eintingum mótvegis tí vinnurekandi reisa eitt mál í sambandi við eitt átak, sum er umfatað av forhandarmetingini og sett í verk innan rímiliga tíð eftir, at forhandarmetingin er latin.
Stk. 3. Landstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um gjald fyri eina forhandarmeting frá umsitingarmyndugleikanum.
Kapittul 7
Útdelegering
§ 26. Landsstýrismaðurin kann útdelegera sínar heimildir í hesi lóg til ein myndugleika undir landsstýrismanninum. Hetta er ikki galdandi fyri heimildina sambært § 22, stk. 5. Um landsstýrismaðurin útdelegerar sínar heimildir til ein myndugleika undir ráðnum, kann landsstýrsimaðurin áseta reglur um kæruviðgerð, herundir at kærur ikki kunna leggjast fyri ein annan fyrisitingarligan myndugleika.
Kapittil 8
Rættarsókn, forboð, álegging og endurgjald
Rættarsókn v.m.
§ 27. Ein og hvør við rættarligum áhuga í tí kann leggja sak um forboð, álegging, endurgjald ella gjald eftir § 20. Umsitingarmyndugleikin kann leggja sak um forboð og álegging eftir § 20, stk 1.
Stk. 2. Umsitingarmyndugleikin kann boða frá álegging, um ein gerð greitt stríðir ímóti lógini og ikki kann broytast við samráðingum.
Stk. 3. Ein álegging kann av tí, sum áleggingin er vend ímóti, verða kravd at verða løgd fyri rættin. Ein áheitan um hetta skal latast umsitingarmyndugleikanum skrivliga innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um áleggingina. Umsitingarmyndugleikin skal innan 1 viku eftir móttøku av áheitanini leggja málið fyri rættin eftir borgaraligum rættargangi.
Stk. 4. Áheitan eftir stk. 3 hevur ikki steðgandi ávirkan, men rætturin kann við úrskurði avgera, at viðkomandi, meðan málið verður viðgjørt, kann halda fram við teirri gerð, sum áleggingin viðvíkur.
Stk. 5. Verður ein dómur, sum sigur, at ein álegging ikki verður mett at vera lóglig, kærdur, kann rætturin, sum hevur felt dómin, ella rætturin, sum málið er lagt fyri, avgera, at viðkomandi, meðan kærumálið verður viðgjørt, ikki kann fremja ta gerð, sum áleggingin viðvíkur.
Stk. 6. Verður ákæra reist fyri brot á lógina, verður útinnanin av ákæruni løgd til umsitingarmyndugleikan, um umsitingarmyndugleikin ynskir tað.
Endurgjald
§ 28. Um fleiri brúkarar í sambandi við brot á ásetingarnar í hesi lóg hava einsháttað krøv um endurgjald, kann umsitingarmyndugleikin eftir ynski frá hesum brúkarum viðgera krøvini undir einum.
Fyribils forboð
§ 29. Umsitingarmyndugleikin kann seta fyribils forboð, tá greiður vandi er fyri, at endamálið við einum forboði, sum nevnt í § 20, stk. 1, fer fyri skeyti, um bíðast skal eftir rættarinnar avgerð. Sak til staðfestingar av forboðnum skal leggjast í seinasta lagi næstkomandi gerandisdag.
Stk. 2. Um ein sak til staðfestingar av einum forboði eftir stk. 1 ikki kann avgerast við dómi seinast 5 gerandisdagar eftir, at sakin er løgd, kann rætturin, meðan sakin verður fyrireikað, áðrenn nevnda freist er úti, við úrskurði avgera, at forboðið framhaldandi skal standa við. Áðrenn ein slík avgerð verður tikin, skal rætturin so vítt møguligt geva pørtunum høvi at úttala seg.
Verður forboðið ikki staðfest, áðrenn freistin er úti, fellur tað burtur.
Revsing og átala
§ 30. Setan til viks av einum av rættinum settum forboði ella eini álegging, ella einari av umsitingarmyndugleikanum samsvarandi § 23, stk. 2, ella § 27, stk. 2 fráboðaðari álegging verður revsað við bót ella fongsli í upp í fýra mánaðir. Setan til viks av eini álegging at afturgjalda eitt móttikið peningagjald verður tó ikki revsað.
Stk. 2. Tann, ið ikki letur upplýsingar, sum verða kravdar eftir § 22, stk. 2, ella sum í viðurskiftum uppfatað av lógini, letur umsitingarmyndugleikanum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, verður revsaður við bót, uttan so at hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu.
Stk. 3. Brot á ásetingarnar í § 3, stk. 1-3, §§ 4-6, § 8, stk. 2, §§ 9-11, § 13, stk. 1-4, § 14, § 15, stk. 3, § 16, stk. 1 - 4 og tilætlað brot á § 18 verða revsað við bót, uttan so at hægri revsing er uppborin eftir aðrari lóggávu. Brot á § 3, stk. 2 og 3, har brotið inniber skaðiliga umrøðu av einum øðrum vinnurekandi ella av viðurskiftum, ið serliga viðvíkja viðkomandi, eru umfatað av privatari átalu.
Stk. 4. Brot á § 19 verður revsað við bót ella fongsli í upp í 1 ár og 6 mánaðir. Átala verður bert givin, um tann órættaði ynskir tað.
Stk. 5. Í reglum, gjørdar við heimild í hesi lóg, kann ásetast revsing við bót fyri brot á reglurnar.
Stk. 6. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Kapittul 9
Gildiskoma v.m.
Gildiskoma
§ 31. Lógin kemur í gildi 1. mai 2008.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 6, stk. 3, 4 og 5 koma í gildi.
Viðmerkingar til lógaruppskotið
Kap. 1. Almennar viðmerkingar
1. Endamálið við lógini
Sama uppskot varð lagt fram av landsstýrinum við løgtingsmáli nr. 66/2007, men fall burtur tí at løgtingsval varð útskrivað, og málið ikki varð liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.
Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt hetta uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring, hevur í sínum arbeiði kannað fýra ymiskar norðurlendskar lógir – ta íslendsku, norsku, svensku og donsku. Hóast uppbygging og dentur er ymiskur í hesum lógum, tyktist kjarnin í lógunum at vera hin sami.
Arbeiðsbólkurin hevur tikið støði í donsku marknaðarføringslógini frá 2005 og hevur gjørt tillagingar til føroysk viðurskifti. Ein ítøkiligur fyrimunur við at brúka donsku lógina sum støði er, at tá verður føroyska lógin í samljóði við ES-reglur fyri marknaðarføring, og samsvarar hetta við politiska ynskið um at tillaga okkum altjóðagerðina.
Higartil hevur eingin lóg verið í Føroyum, sum regulerar marknaðarføring. Við menningini av vinnulívinum og møguleikunum fyri at marknaðarføra seinastu árini er tørvurin á meira skipaðum viðurskiftum innan marknaðarføring vaksin.
Uppskotið til marknaðarføringslóg ásetur minstukrøv til atferðina hjá vinnurekandi, tá tað ræður um marknaðarføring, og leggur harvið støðið fyri framferðarhættir á marknaðinum. Tað yvirskipaða endamálið við lógini er at tryggja, at marknaðarføring, umframt aðrir partar av vinnuvirksemi, verða framd á ein hóskandi og rímiligan hátt, har atlit verða tikin til áhugamálini hjá øðrum vinnurekandi, brúkarunum og samfelagnum yvirhøvur. Hetta skal í fyrsta lagi tryggjast gjøgnum heildartreytina í lógini um, at vinnurekandi skulu virka eftir góðum marknaðarføringssiði.
Ein meginregla er, at tey trý omanfyri nevndu atlitini eru javnsett. Tað er umráðandi fyri tað breiða nýtsluøkið og fyri dynamikkin í lógini, at lógin ikki tekur dagar ímillum, hvørji atlit, ið skulu viga tyngst, men at tað verður latið upp í hendurnar á tí myndugleika, ið fer at umsita lógina, og í síðstu syftu rættin, at meta um, hvørji atlit, ið skulu takast í hvørjum einstøkum máli.
Ein onnur meginregla er, at tey, ið eru fevnd av lógini, frítt kunnu velja, hvørjar hættir og miðlar tey nýta í síni marknaðarføring. Lógaruppskotið ásetur bert í avmarkaðan mun reglur um ávís sløg av marknaðarføring, og verður hetta gjørt av heilt serligum orsøkum. Harafturat kemur, at ymsir hættir at marknaðarføra kunnu vera stokkut fyribrigdi, sum við tíðini verða avloyst av øðrum hættum. Lógaruppskotið er somikið rúmligt, at tað helst kann umfata bæði verandi og komandi marknaðarføring og brúkast í førum, har ávís marknaðarføringstiltøk tykjast at hava óhepnar avleiðingar.
Marknaðarføringslógin skal regulera trý høvuðsøki. Yvirskriftirnar fyri hesi øki eru Almennar reglur um atferð á marknaðinum, Brúkaravernd og Reglur viðvíkjandi vinnurekandi.
a. Almennar reglur um atferð á marknaðinum
Hesin parturin av lógini hevur reglur um villleiðandi og aðra óhepna umrøðu, lýsingaidentifikasjón, óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar og vegleiðing.
Forðast skal fyri, at móttakarar av marknaðarføring fáa eina skeiva fatan av vørum og tænastum, herundir eginleikar og prís. Marknaðarføring má heldur ikki vera til skaða fyri onnur, ið bjóða út vørur og tænastur.
Lýsingaidentifikasjón snýr seg um at kunna staðfesta, hvørt ein ávís kunning ella boðskapur er ein sølulýsing ella ikki. Marknaðarføring er mangan merkt av stórum kreativiteti, og tað er ikki ætlanin, at lógin skal virka tálmandi fyri hendan skapanarhug. Tað verður tó ikki loyvt at nýta sokallaða dulda lýsing, har móttakarin av einum lýsingaboðskapi ikki er varur við, at talan er um eina lýsing. Hetta er eitt av teimum meira nágreiniligu krøvunum í lógini, og grundhugsanin er, at fólk hava rætt av vita, um eitt ávíst samskifti, sum tey eru partur av, er ein liður í einum marknaðarføringstiltaki.
Óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar viðvíkja elektroniskum lýsingum, sum verða sendar við telduposti til móttakarar (spam), og prentlýsingar, sum verða sendar til móttakarar umvegis fysisku postskipanini. Hesir báðir marknaðarføringshættirnir eru loyvdir, men við heilt serligum treytum, og tað skal vera ómaksleyst og ókeypis hjá móttakaranum at biðja seg undan slíkum áheitanum.
Tað, sum liggur í omanfyri nevndu vegleiðing, er, at tryggjast skal, at fólk fáa eina nøktandi vegleiðing um eina vøru ella tænastu, sum tey umhugsa at keypa, ella sum tey hava keypt.
b. Brúkaravernd
Brúkaraverndin í lógaruppskotinum umfatar millum annað marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, sølufremjandi tiltøk, garantiváttanir, prísupplýsingar, kredittkeyp, ómaksgjøld, skipaðan avslátt, og merking og innpakking.
Í marknaðarføring, ætlað børnum og ungum, skulu atlit verða tikin til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum og teirra vantandi fortreytir og evni at meta um kunning og boðskapir av ymsum slagi. Harafturat má marknaðarføring, ætlað hesum bólki, ikki eggja til vandamiklan atburð.
Reglurnar um sølufremjandi tiltøk snúgva seg um serlig tilboð av ymsum slagi, og kjarnin í reglunum er, at brúkararnir skulu fáa ein veruligan ágóða ella fyrimun, um tikið verður av einum serligum tilboði. Hetta er eisini galdandi fyri garantiváttanir, har kravt verður, at ein garantiváttan skal geva brúkaranum ein veruligan bata í mun til ta rættarstøðu, ið onnur lóggáva á økinum gevur.
Prísupplýsingar eru ein týðandi táttur í hesum partinum av lógini. Høvuðsendamálið við reglunum er, at brúkarar skjótt og ómaksleyst kunnu síggja endaliga prísin á vørum og tænastum, og í førum, har tað ikki ber til at lata endaliga prísin fyri eina tænastu, skal brúkarin fáa kunning, sum ger hann føran fyri sjálvur at rokna prísin út. Reglunar eru galdandi, antin vørur og tænastur verða bjóðaðar út á einum føstum handilsstaði ella elektroniskt, og skulu gera tað møguligt hjá brúkarum at samanbera prísir á vørum innan sama vørubólk og hjá ymsum vinnurekandi. Hetta stuðlar upp undir eina vælvirkandi prískapping, og harafturat kann ein góð prístænasta hjá einum vinnurekandi verða ein kappingarfyrimunur.
Reglurnar fyri kredittkeypi skulu tryggja, at brúkarin fær at vita, hvussu nógv hann skal gjalda íalt, tá ið avtornar, um hann keypir upp á kreditt, umframt hvør peningaligi munurin er á kontantkeypi og kredittkeypi av ávísari vøru.
Um ómaksgjøld sigur lógaruppskotið millum annað, at broytingar í ómaksgjøldum í avtalum, ið ganga yvir tíð, skulu fráboðast brúkarunum við rímiligari freist, áðrenn ómaksgjaldið skal gjaldast.
Skipaður avsláttur, er avsláttur, ið verður latin limunum í ávísum feløgum ella bólkum. Fyri at skipaður avsláttur ikki skal káma vanligu prísupplýsingarnar og skapa vantandi prísgjøgnumskygni, verður kravt, at kunnað verður við skelting við inngongdirnar til handilshølini um, hvør ið fær hendan avslátt, og hvussu stórur hann er.
Reglurnar um merking og innpakking skulu geva brúkarunum nakrar grundleggjandi upplýsingar um upprunan hjá eini vøru. Harafturat kann landsstýrismaðurin gera reglur um upplýsing um innihald og annað, ið skal standa á innpakkingini á eini vøru.
c. Reglur viðvíkjandi vinnurekandi.
Hesar reglur umfata vinnulig eyðkenni og vinnuloynidómar, herundir tekniskar tekningar. Viðvíkjandi vinnuligum eyðkennum er hugsanin tann, at vinnurekandi, sum eitt nú hava uppbygt sær vælumtókt vinnulig eyðkenni, skulu verjast ímóti, at onnur royna at fáa sær fyrimunir av hesum. Tí setur lógaruppskotið forboð fyri at nýta vinnulig eyðkenni og tílíkt hjá øðrum, ella at nýta egin eyðkenni á ein hátt, sum kann elva til bland við eyðkenni hjá øðrum.
Eisini skal lógin verja vinnuloynidómar hjá fyritøkum. Vinnuloynidómar, so sum vitan, framleiðsluhættir, mannagongdir, myndir og tekningar, kunnu hava stórt virði fyri eina fyritøku, eins væl og fyri kappingarneytarnar hjá fyritøkuni. Í lógaruppskotinum eru strangar reglur, sum skulu forða fyri, at onkur av órøttum útvegar sær vinnuloynidómar, ella at onnur brúka hesar loynidómar. Hetta er eitt øki, sum er í ætt við upphavsrætt, og sum er viðkomandi í sambandi við vernd av marknaðarstøðuni hjá eini fyritøku.
2. Umsitingin av lógini
Í arbeiðsbólkinum, sum hevur arbeitt við at gera hetta lógaruppskot, er semja um, at um lógin skal fáast at virka eftir ætlan, má fígging setast av til at umsita lógina, herundir at røkja tær eftirlitsuppgávur, sum verða nevndar í lógaruppskotinum.
Í øðrum Norðurlondum hava tey ein brúkaraumboðsmansstovn at umsita teirra marknaðarføringslóg og aðrar lógir innan brúkaraøkið. Hesin stovnur samskiftir við vinnuna um marknaðarføring, soleiðis at hon virkar innan fyri karmarnar á lógini.
Uppskotssetararnir skjóta upp, at umsitingin av hesi lóg skal húsast í felagsstovninum á Skálatrøð 20, har aðrir eftirlitsmyndugleikar eru, og at hendan umsiting fær sjálvstøðuga játtan á fíggjarlógini. Sí annars “Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum. 1. Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur”
Í eftirlitsarbeiðnum skal umsitingarmyndugleikin meta um, hvørt virkað verður eftir góðum marknaðarføringssiði og áetingunum í lógini yvirhøvur. Ein hin týdningarmesta reglan í sambandi við umsitingina av lógini er samráðingarmeginreglan, sum sigur, at umsitingarmyndugleikin skal leggja seg eftir við samráðingum at ávirka tey, sum hava ábyrgd av marknaðarføring. Endamálið við samráðingarmeginregluni er at fremja góð og uppbyggjandi viðurskifti millum umsitingarmyndugleikan og tey, ið lógin umfatar. Hildið verður, at slíkt samskifti um reglurnar í lógini kann tryggja eina smidliga regulering, har millum annað atlit kunnu takast til sereyðkennini og umstøðurnar hjá hvørjari einstakari vinnugrein sær. Eisini kann samráðingarmeginreglan hava við sær, at vinnurekandi fara at kenna, at tey eiga lut í reguleringini, og er hetta ein fyrimunur í menningini av góðum marknaðarføringssiði.
Lógaruppskotið hevur tó eisini ásetingar um áleggingar, bann við dómi, endurgjald og revsing, sum millum annað kunnu brúkast í teimum førunum, har semja ikki fæst, og at fyribyrgja marknaðarføring, sum er í stríð við lógina.
3. Niðurstøða
Samanumtikið er ætlanin, at lógaruppskotið skal skapa karmar og spælireglur fyri marknaðarføring í Føroyum, sum eru somikið víðar, at tey, sum marknaðarføra vørur og tænastur, kenna, at til ber at vera skapandi og at menna nýggjar marknaðarføringshættir uttan alsamt at renna seg í avmarkingar. Harafturat fer lógin vónandi at skapa góðar normar á marknaðinum, sum taka atlit til grundleggjandi áhugamál hjá brúkarunum og samfelagnum sum heild.
4. Ummæli
Hesir hoyringspartar fingu uppskotið, sum seinni varð framlagt við løgtingsmáli nr. 66/2007, til ummælis:
Almanna- og heilsumálaráðið, Fiskimálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Innlendismálaráðið, Løgmansskrivstovan, Mentamálaráðið, Sorinskrivarin, Gjaldstovan, Advokatfelag Føroya, Brúkarasamtakið, Búskaparráðið, Felgið fyri løggildar grannskoðarar, Felagið fyri skrásettar grannskoðarar, Føroya Kommunufelag, Føroya Reiðarafelag, Kappingarráðið, Kommunusamskipan Føroya, Kærunevndin í kappingarmálum, Landsbanki Føroya, SamVit, Vinnuhúsið og Toll- og skattstova Føroya
Víst verður til løgtingsmál nr. 66/2007, har ein samandráttur av ummælissvarunum og viðmerkingunum hjá Vinnumálaráðnum til hesi eru at finna.
Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum
1. Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur
Fíggjarligu avleiðingarnar fyri landið av uppskotinum til løgtingslóg um marknaðarføring eru útgreinaðar niðanfyri. Lógin fer ikki at hava fíggjarligar avleiðingar fyri kommunur.
Marknaðarføringslógin er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum, og tískil er torført at meta um, hvussu stórur fíggjarligi tørvurin til umsiting verður. Skotið verður upp, at umsitingin av marknaðarføringslógini verður løgd í skrivstovu, ið skal hava sjálvstøðuga játtan á fíggjarlógini. Skotið verður eisini upp, at hendan skrivstovan skal húsast í felagsstovninum á Skálatrøð 20. Tvær orsøkir eru til hetta seinna uppskotið: Á Skálatrøð 20 eru frammanundan fleiri eftitlitsmyndugleikar og harvið eitt fakligt umhvørvi, sum umsitingin av marknaðarføringslógini verður ein partur av og kann fáa nyttu burturúr. Harafturat ber á hendan hátt til at sleppa undan dupultfunksjónum, t.v.s. telefonavgreiðslu og annað slíkt kann nýggi umsitingarmyndugleikin hava felags við hinar stovnarnar á Skálatrøð 20. Ovastur stjóri, og harvið evsti ábyrgdarpersónur, fyri umsitingina av marknaðarføringslógini verður stjórin á felagsstovninum á Skálatrøð 20.
Uppskotssetararnir skjóta upp, at upprættað verður ein nýggj høvuðskonta til umsiting av marknaðarføringslógini og søkir um 600 túsund kr á fíggjarlógini fyri 2008 til hetta endamál. Upphæddin kann løna einum akademiskum starvsfólki.
Skotið verður upp, at starvsfólkið, sum kemur at umsita marknaðarføringslógina, saman við stjóranum á Skálatrøð 20 skal navngeva umsitingarskrivstovuna, við innihaldinum í marknaðarføringslógini í huga. Navnið skal leggjast fyri Vinnumálaráðið til góðkenningar.
Viðvíkjandi navngevingini av komandi umsitingarmyndugleikanum viðmerkti Vinnumálaráðið, at í Danmark er heitið “ombudsmand” vart við lóg. Í “Lov om Folketingets Ombudsmand”, lov nr. 473 af 12. juni 1996, § 30, stendur: “Betegnelsen ombudsmand eller anden betegnelse, der er egnet til forveksling hermed, må ikke benyttes, medmindre det er hjemlet i en af Folketinget vedtaget lov.” Orðið “umboðsmaður” er meira vanligt í Føroyum enn orðið “ombudsmand” í Danmark, men møguliga skal umhugsast, um brúkið av heitinum “umboðsmaður” í nøvnum hjá almennum føroyskum myndugleikum skal avmarkast.
Á formliga landsstýrisfundinum, áðrenn løgtingsmál nr. 66/2007 varð sent niðan í Løgtingið, varð eitt politiskt ynski sett fram um, at umsitingin av marknaðarføringslógini skal eita “Brúkarastovan”.
2. Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna
Mett verður, at lógaruppskotið ikki fer at hava við sær beinleiðis fíggjarligar útreiðslur fyri vinnuna. Tað fer tó, serliga beint eftir at uppskotið er komið í gildi, at vera neyðugt hjá vinnurekandi at brúka umsitingarliga orku at laga seg til lógina og at meta um, hvørt marknaðarføringstiltøk, sum ætlanin er at fara undir, eru í samljóði við lógina. Hetta fer tó helst við tíðini at gerast ein natúrligur partur av marknaðarføringsarbeiðnum hjá vinnurekandi.
Omanfyri nevndu avleiðingar eru tær somu fyri almennar fyritøkur og yvirhøvur í tann mun, tað almenna bjóðar út vørur og tænastur á einum marknaði.
3. Avleiðingar fyri umhvørvið
Mett verður ikki, at lógin fer at fáa avleiðingar fyri umhvørvið.
4. Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir
Lógaruppskotið fær ikki sosialar avleiðingar fyri samfelagsbólkar ella felagsskapir.
5. Avleiðingar vegna millumtjóða sáttmálar
Mett verður ikki, at lógin fer at fáa avleiðingar á hesum øki.
6. Skyldur
Uppskotið fer ikki at áleggja privatfólki skyldur. Hinvegin verður álagt teimum, sum lógin umfatar, ávísar upplýsingarskyldur, millum annað í sambandi við eftirlitsarbeiðið hjá umsitingarmyndugleikanum.
7. Heimildir til annan enn landsstýrismann
Lógaruppskotið leggur heimildina at hava eftirlit við, um lógin verður hildin, til eina nýggja fyrisitingarliga eind undir landsstýrismanninum. Eisini hevur landsstýrismaðurin heimild at gera nærri reglur á ymsum økjum.
Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar
|
|
Fyri landið/ landsmyndug-leikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
|
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
|
Umsitingarligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Ja |
|
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
|
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
|
Sosialar avleiðingar |
|
|
|
Nei |
|
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Til § 1
Ætlanin er, at hendan heildartreyt um at sýna góðan marknaðarføringssið kann nýtast ímóti øllum sløgum av órímiligum sølu- og lýsingatiltøkum, ímóti eftirgerð og aðrari misnýtslu av avriki hjá vinnurekandi, ímóti órímiligum avtalutreytum, og til tess at verja persónligt sjálvræði umframt heimafrið.
Til § 2
§ 2 staðfestir nýtsluøkið hjá lógini. Hugtakið privat vinnuvirksemi verður tulkað breitt. Tað umfatar vinnuvirki og einstaklingar, sum hava vinnu sum høvuðsvirksemi, umframt feløg og einstaklingar, sum hava vinnu sum hjávirksemi, til dømis bert ein part av árinum.
Lógin skal fyrst og fremst umfata privat vinnuvirksemi og alment virksemi í tann mun, vørur og tænastur verða bjóðaðar út á marknaðinum, men er eisini galdandi, tá onnur enn vanlig vinnurekandi, til dømis feløg og felagsskapir, sum hava onnur høvuðsendamál enn vinnuvirksemi, fáast við sølu av vørum og tænastum fyri at fáa til vega inntøkur.
Tiltøk, framd í humaniterum, politiskum ella átrúnaðarligum høpi, eru bert umfatað av lógini, um tey kunnu sigast at vera partur av vinnuvirksemi. Hetta inniber til dømis, at áheitanir um at gerast limur í almannagagnligum ella politiskum feløgum ikki eru umfataðar av lógini, meðan tað meira vinnuliga virksemið, sum tílík feløg hava, kemur inn undir nýtsluøkið hjá lógini. Dømi um hetta kann vera útgávuvirksemi, fyriskipan av ferðum, handlar og básar.
At lógin er galdandi fyri alment virksemi í tann mun, vørur og tænastur verða bjóðarar út á marknaðinum, merkir, at lógin bæði umfatar almennar fyritøkur og almenna útboðið av tænastu- og vælferðarveitingum til borgararnar. Hetta kemst av, at summar almennar veitingar verða bodnar út á økjum, har privat vinnurekandi eisini virka, ella kunnu virka, og at møguleiki er fyri størri kapping millum almennar og privatar útbjóðarar av tænastu- og vælferðarveitingum í framtíðini. Dømi um hetta eru undirvísing og skeiðsvirksemi, dagtilboð, heimarøkt og -hjálp, og lækna- og sjúkrahúsviðgerð.
Tað hevur týdning, at útbjóðarar á hesum marknaðum, antin teir eru almennir ella privatir, virka undir somu grundleggjandi treytum viðvíkjandi marknaðarføring. Tann avgerandi skilmarkingin fyri, nær alment virksemi er umfatað av marknaðarføringslógini, er, at útboðið av vørum ella tænastum fer fram á einum marknaði, ella undir marknaðarlíknandi umstøðum, og ikki neyðturviliga um útboðið fer fram í kapping millum almennar og privatar útbjóðarar, ella millum tveir almennar útbjóðarar.
Til stk. 2 og 3
Í lógini verða yvirskipaðar reglur fyri marknaðaratferð savnaðar í somu lóg. Hetta útgangsstøðið er tó ikki fult galdandi fyri ávísar vinnugreinar, ið frammanundan skulu fylgja umfatandi regulverki. Fyri fyritøkur umfataðar av “Lov om finansiel virksomhed” eru serlig viðurskifti galdandi. Tískil verða hesar fyritøkur undantiknar einstakar ásetingar í marknaðarføringslógini, tó í nøkrum førum bert í tann mun, reglur eru gjørdar á teimum viðkomandi økjunum við heimild í “Lov om finansiel virksomhed”.
Til § 3
Ásetingin er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi. Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti verða tikin við, eru óhóskandi.
Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir, sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning.
Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig viðurskifti, eru rættar.
Til § 4
Ásetingin í stk. 1 hevur til endamáls at tryggja, at móttakarin av einum lýsingaboðskapi er varur við, at talan er um eina lýsing. Harvið verður forðað fyri duldari lýsing.
Duldar lýsingar eru øll sløg av lýsingum, sum ikki tykjast at vera lýsingar. Sum dømi kann nevnast ein lýsing, sum verður borin fram sum redaksjonelt tilfar í bløðum, tíðarritum, út- og sjónvarpi ella á alnetinum, ella tá ávísar vørur ella vørumerki verða víst í filmum ella sjónvarpssendingum. Hetta seinna dømið er duld lýsing, um tað byggir á eina avtalu millum ein lýsara og tey, sum framleiða filmin ella sendingina. Enska heitið “product placement” verður brúkt um hetta fyribrigdið.
Tað Altjóða Handilskamarið, ICC, hevur í sínum altjóða kodeksi fyri lýsingapraksis (útgivið av ICC-Danmark tann 1. februar 1998), eina áseting um lýsingaidentifikasjón, sum sigur, at lýsingar greitt skulu kunna identifiserast sum lýsingar.
Við ásetingini í § 3 verður eitt generelt krav um lýsingaidentifikasjón sett í gildi, uttan mun til, hvussu lýsingaboðskapurin verður sendur móttakaranum. Ásetingin fer harvið at supplera tey krøv um lýsingaidentifikasjón, sum longu finnast í føroyskari lóggávu, sí løgtingslóg nr. 61 frá 16. mai 2006 um Kringvarp, § 8, stk. 5.
Sum útgangsstøði er duld lýsing í stríð við heildartreytina um góðan marknaðarføringssið. Harafturat kann forboðið ímóti villleiðing verða nýtt í hesum sambandi, um dulda lýsingin er soleiðis háttað, at hon kann metast at vera villleiðandi, ella um tann ítøkiligi framferðarhátturin er óhóskandi.
Í sambandi við lýsingaidentifikasjón í út- og sjónvarpi kann tørvur verða á einum samstarvi millum myndugleikan, ið fer at umsita marknaðarføringslógina, og Mentamálaráðið.
Tá ávísir persónar, til dømis kendir persónar, sýna fram eina vøru, er hetta ein lýsing, um avtala er gjørd millum lýsaran og persónin, sum sýnir vøruna fram.
Skyldu at identifisera eina lýsing hevur tann, ið hevur ábyrgdina av marknaðarføringini, t.v.s. vinnurekandi ella onnur, sum marknaðarføra sínar vørur og tænastur. Hetta útihýsir ikki, at onnur kunnu ábyrgjast, til dømis tann sum miðlar óidentifiseraða ella dulda lýsing. Hetta er tó millum annað treytað av, at miðilin hevur virkað fyri at dylja lýsingaboðskapin. Ábendingar um hetta kunnu vera, at avtalað er millum lýsaran og miðilin, hvussu lýsingaboðskapurin skal miðlast, ella at goldið er fyri at miðla dulda lýsingaboðskapin. Hinvegin kunnu miðlar ella onnur, sum, uttan at vita av tí, miðla duldar lýsingaboðskapir, ikki ábyrgjast.
Til § 5
Høvuðsendamálið við hesi lógargrein um lýsingar, har ein vøra ella tænasta hjá einum vinnurekandi verður samanborin við vøru ella tænastu hjá einum øðrum vinnurekandi, er at verja vinnurekandi ímóti umrøðu, ið kann skaða umdømið hjá vinnurekandi ella hjá vørum og tænastum, sum vinnurekandi bjóða út, ella sum misnýtir nevnda umdømi.
Krøvini til lógligar samanberandi lýsingar eru strong, og allar treytirnar í stk. 2 skulu vera uppfyltar fyri at ein samanberandi lýsing er lóglig.
Yvirskipað kann sigast, at samanberingin skal vera trúgv, røtt og viðkomandi.
Til § 6
Greinin ásetir reglur viðvíkjandi “beinleiðis marknaðarføring” ella “direct marketing”, sum tað eitur á enskum. Hetta er marknaðarføring, sum vendir sær beinleiðis til móttakaran.
Stk. 1. ásetir eitt heildarforboð ímóti óumbidnum elektroniskum áheitanum (spam). Hetta forboð verður linkað í stk. 2, soleiðis at ein vinnurekandi, sum í sambandi við sølu til ein kunda hevur fingið teldupostbústaðin hjá kundanum, við ávísum treytum, kann marknaðarføra vørur og tænastur, ið samsvara við tær vørur ella tænastur, sum kundin áður hevur keypt.
Umframt reglur um spam inniheldur § 6 eisini reglur um aðra óumbidna marknaðarføring og møguleika at biðja seg undan at fáa áheitanir við frámerki í Landsfólkayvirlitinum. Í stk. 3 verður ásett, at ávísir persónar, antin beinleiðis mótvegis tí vinnurekandi, ella umvegis Landsfólkayvirlitið, kunnu biðja seg undan at fáa lýsingar við øðrum fjarsamskiftishættum. Undir aðrar fjarsamskiftishættir kemur til dømis fysiska postskipanin. Talan er um ávísan persón, tá navn og/ella bústaður stendur á marknaðarføringstilfarinum, sum verður sent til viðkomandi.
Reglur um, at persónur kann fáa sett frámerki í Landsfólkayvirlitinum, sum vísir, at viðkomandi vil sleppa undan áheitanum í sambandi við marknaðarføring, eru ásettar í nýggju løgtingslógini um fólkayvirlit, sbr. í § 26, stk. 2 í løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007, sum kom í gildi 1. oktober 2007. Arbeitt verður við at fáa til vega nýggja tøkniliga skipan til Landsfólkayvirlitið, og tí ásetir landsstýrismaðurin, sum varar av marknaðarføringslógini, í kunngerð, nær § 6, stk. 3, 4 og 5 verða sett í gildi.
§ 6 forðar ikki fyri, at eitt nú myndugleikin, ið fer at umsita marknaðarføringslógina, kann taka stig til at gera eina skipan, har fólk, ið ikki ynskja at móttaka óumbidnar prentlýsingar við ongari navna- og bústaðaráskrift, kunnu biðja seg undan hesum við einum skelti á bústaðnum. Í Danmark finst “Ingen reklamer, tak”-skipanin hjá Post Danmark, ið er ein skipan, ið virkar væl, hóast hon ikki er ásett við lóg.
Til § 7
Ásetingin hevur til endamáls at tryggja, at ein kundi fær vegleiðing um vørur og tænastur. Hendan vegleiðingin skal gera kundan føran fyri at meta um, hvørt vøran ella tænastan er tann rætta fyri kundan, og at brúka vøruna ella tænastuna á ein rættan og forsvarligan hátt, um kundin avger at keypa.
Til § 8
Endamálið við ásetingini er at verja børn og ung í sambandi við marknaðarføring, ið er serliga ætlað hesum bólki. Hon inniber eina herðing av hinum ásetingunum um marknaðarføring í lógini, tá málbólkurin er børn og ung.
Børn og ung hava ikki neyðugu fortreytirnar og royndirnar at gera objektivar metingar av lýsingum og kunnu í stóran mun verða ávirkað av marknaðarføring uttan at gerast tilvitað um tað.
Børn og ung eru eisini løtt at tøla við tilboðum, sum verða givin við lyftum um gávur, luttøku í kappingum við góðum vinningum og góðum møguleikum at vinna.
Bólkurin “børn og ung” fevnir um persónar, sum eru upp í 18 ára gomul. Tá marknaðarført verður til hendan bólk, skal tó havast í huga meira neyvt, hvør aldursbólkurin er.
Til stk. 1
Stk. 1 inniber millum annað, at vinnurekandi skulu vera ansin og fara hóvliga fram, tá brúktir verða marknaðarføringshættir, ið kunnu flyta uppmerksemið frá vøruni ella tænastuni yvir á onnur viðurskifti.
Hetta inniber til dømis, at tá mett verður, um ein lýsing, ið er ætlað børnum og ungum, er villleiðandi, skal havast í huga, at hesin bólkur, í størri mun enn vaksin, hevur lyndi at halda, at tað, ið verður ført fram í eini lýsing, er veruleiki. Tískil skulu frágreiðingar um støddina, virðið, slagið, haldførið ella góðskuna á eini vøru vera meira nágreiniligar og sannar enn í lýsingum, ætlaðar vaksnum fólkum.
Í dag er vanligt at sipað verður til kynslív í marknaðarføring sum ein máti at fanga uppmerksemið hjá móttakaranum. § 8 skal, saman við heildartreytini í § 1 um góðan marknaðarføringssið, tryggja, at hetta ikki hendir í marknaðarføring, ætlað børnum.
Ein orsøk til, at forðast skal fyri hesum, er, at tá sipað verður til kynslív í lýsingum, sum venda sær til børn, skemmir tað teirra natúrligu blygd og leiðir tey inn í eina verð, sum tey eru ov ung til og ikki hava fortreytir fyri at vera í.
Til stk. 2
Afturat heildarásetingini í stk. 1 setir stk. 2 forboð fyri at nýta ávíst harðligt, vandamikið og ógvusligt innihald í lýsingum til børn og ung.
Viðvíkjandi alkoholi stuðlar hetta forboðið heildarforboðnum ímóti at lýsa við alkoholi í Føroyum.
Til §§ 9-11
Tær flestu reglurnar í §§ 9-11 eru ásettar fyri at forða fyri marknaðarføringstiltøkum, sum í serliga stóran mun verða mett at káma, hvør prísurin á eini vøru ella tænastu er, og tí at slík tiltøk kunnu venda uppmerkseminum hjá brúkarunum burtur frá prísi og góðsku.
Til § 9
Hendan ásetingin fevnir um sølufremjandi tiltøk so sum tilboð og útsølu, og skal hon millum annað skapa størri prísgjøgnumskygni í hesum sambandi.
Við at seta serlig krøv til upplýsing í sambandi við sølufremjandi tiltøk supplerar ásetingin tað generella kravið í lógini um góðan marknaðarføringssið og forboðið ímóti villleiðing og forboðið ímóti at lata órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar.
Høvuðsendamálið við greinini er at geva tí einstaka brúkaranum góðar møguleikar skjótt at kunna meta um, hvussu gott eitt ávíst tilboð er fyri viðkomandi. Tí verða krøv sett um, at tilboðstreytirnar skulu vera greiðar og lætt atkomuligar, og at virðið av møguligum eykaveitingum skal upplýsast. Hetta seinasta er eitt nú galdandi fyri tilboð, har vanligar handilsvørur verða settar saman og seldar sum ein eind fyri ein samlaðan prís.
Í slíkum førum verður harafturat kravt, at vørurnar kunnu keypast hvør sær. Hetta kravið hevur samband við kravið í stk. 1 um, at upplýsast skal um virðið á møguligum eykaveitingum á tann hátt, at tá vørurnar kunnu keypast hvør sær, verður handilsvirðið á einstøku vørunum greitt staðfest. Hartil forðar hetta kravið fyri, at brúkarar verða noyddir at keypa eina vøru, sum teir lítið leggja í, fyri at fáa eina vøru, sum teir vilja hava.
Í stk. 3 er sett inn, at ein príslækking, sum verður fráboðað, skal, um neyðugt, skjálprógvast. Hetta krav er ein natúrlig avleiðing av kravinum um, at príslækkingin skal vera verulig, og verður mett at hækka trúvirðið á eini fráboðaðari príslækking. Harafturat fer kravið at lætta um eftirlitið við, at lógin verður hildin.
Sum stk. 4 er sett inn, at tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum. Ætlanin við hesum er at fáa ein standard fyri fráboðan av príslækkingum, sum millum annað ger tað lættari hjá brúkarum at meta um tilboð og at samanbera tilboð. Hetta forðar ikki fyri, at vinnurekandi eisini kunnu upplýsa um príslækkingina í prosentum ella krónum.
Ásetingin sigur ikki nágreiniliga, hvørjar upplýsingar skulu latast í sambandi við, at tilboðstreytirnar skulu vera greiðar og lætt atkomuligar. Hetta er knýtt at tí einstaka sølufremjandi tiltakinum og marknaðarføringini av hesum.
Til § 10
Nevndir verða tveir mátar at lata avsláttarseðlar og -merki: áðrenn keyp av vøru ella tænastu, ella samstundis sum eitt keyp fer fram, ella tænasta verður veitt, har avsláttarseðlarnir/-merkini kunnu loysast út seinni.
Stk. 1 setur forboð ímóti at lata avsláttarseðlar og -merki áðrenn sølu ella tænastuveiting, sum síðani skulu brúkast í sambandi við keyp. Hetta forðar fyri, at slíkir seðlar og merki kunnu brúkast sum ein partur av marknaðarføringini av vørum og tænastum. Slíkt skaðar gjøgnumskygnið í sambandi við prísupplýsingarnar. Dømi um hetta kunnu vera avsláttarmerki, sum verða latin í einum blaði ella tíðarriti, ella avsláttarmerki, ið verða latin í sambandi við eina ókeypis tænastuveiting, og sum kunnu nýtast at keypa fyri aftaná.
Stk. 2 loyvir, við nærri ásettum treytum, nýtslu av avsláttarseðlum/-merkjum, sum verða latin samstundis, sum okkurt verður keypt, og sum kunnu loysast út seinni. Kravið um, at merki skulu kunna loysast út fyri eina kontanta upphædd, útihýsir ikki, at tann vinnurekandi kann bjóða brúkarum vørur fyri merkini. Treytin er tó, at báðir møguleikarnir eru líka týðiligir í marknaðarføringini.
Til § 11
Útgangsstøðið er, at kappingar, har tilvildin er avgerandi fyri úrslitið, og har luttøka er treytað av, at keypt verður, ikki eru loyvdar. Talan er um eina slíka kapping, tá hvørki fyriskiparin ella luttakararnir kunnu ávirka úrslitið av kappingini í størri mun.
Kappingar, har avrikið hjá luttakarunum avger úrslitið, eru hinvegin loyvdar, og luttøka kann tískil í slíkum førum vera treytað av, at vøra ella tænasta verður keypt.
Stk 2 og 3 innihalda undantøk til forboðið ímóti kappingum av tí slagi, sum er nevnt í stk. 1.
Til § 12
Ásetingin hevur til endamáls at tryggja, at ein garantur, sum verður marknaðarførdur, hevur eitt veruligt innihald. Hetta verður tryggjað við kravi um, at ein garantur skal geva brúkarunum ein veruligan bata í mun til ta rættarstøðu, ið lóggáva annars gevur.
Til § 13
Til stk. 1
Endamálið við ásetingini er, at brúkarar, áðrenn teir keypa vøru á einum fysiskum handilsstaði ella í einum alnetshandli, skjótt og ómaksleyst kunna síggja, hvør samlaði prísurin á vøruni er. Brúkarin skal sostatt kunna vita frammanundan, hvør endaliga upphæddin verður, tá hann stendur við kassan og skal gjalda, ella tá hann fær eina rokning fyri keyp frá einum vinnurekandi. Ásetingin er teknologineutral, tí brúkarar hava sama tørv á upplýsingum, antin teir keypa á alnetinum ella í fysiskum handlum.
Krøvini til prísupplýsingar skulu gera tað møguligt hjá brúkarum at samanbera prísir á vørum innan sama vørubólk og hjá ymsum vinnurekandi. Hetta stuðlar undir eini vælvirkandi prískapping.
Lógin forðar ikki fyri, at nýggj tøkni verður nýtt í sambandi við prísmerking. Nýgg tøkni, sum verður nýtt í staðin fyri siðbundna prísmerking ella prísskelting, má tó ikki hava við sær, at støðan viðvíkjandi prísupplýsing versnar. Prísupplýsingin skal alsamt lúka treytirnar í § 13.
Avgjøld ella útreiðslur, sum verða kravdar frá brúkaranum í sambandi við, at hesin keypir eina vøru, men sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu at krevja beinleiðis frá brúkaranum, skulu ikki roknast upp í tann samlaða prísin, men upplýsast fyri seg. Við hesum verður tryggjað, at brúkarin fær eitt samlað yvirlit yvir tær fíggjarligu avleiðingarnar av keypinum, samstundis sum brúkarin fær at vita, hvussu nógv hann skal gjalda tí vinnurekandi. Sum dømi um avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu at krevja beinleiðis frá brúkaranum, kann nevnast gjald fyri tinglýsing av veð í fastari ogn ella rættargjøld.
Til stk. 2
Krøvini, sum eru galdandi fyri keyp av vørum, eru eisini galdandi fyri keyp av tænastum í tann mun, hetta ber til. Annars gevur stk. 2 brúkaranum aðrar møguleikar at kunna seg um prísin á tænastum.
Ásetingin inniber í fyrsta lagi, at tænastuveitarar, sum bjóða út tænastur fyri ein samlaðan fastan prís, skulu upplýsa hendan prís. Dømi um tænastur, har til ber at upplýsa ein samlaðan prís, eru klipping og liting á eini hárfríðkanarstovu, ella ávísar afturvendandi uppgávur hjá einum advokati, so sum uppseting av skeyti.
Í øðrum lagi hevur stk. 2 við sær, at har, ið tað ikki er møguligt at upplýsa samlaða prísin fyri tænastuveitingina, skal grundarlagið fyri útrokningini av prísinum upplýsast, um hetta ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Dømi um hetta kundi verið gólválegging, sum verður útbjóðað fyri ein ávísan prís fyri fermeturin, møguliga við einari fastari grundupphædd. Eitt annað dømi er, telefontænasta, hvørs prísur er ein samanseting av føstum gjøldum og minuttgjøldum fyri nýtslu.
Um eitt prísspenni er partur av grundarlagnum fyri útrokningini av prísinum á eini tænastu, og tað tí ikki er møguligt hjá brúkaranum frammanundan at rokna út prísin á tænastuni, sum brúkaranum tørvar, skal tann vinnurekandi ikki upplýsa prísin fyri tænastuna. Heldur ikki skulu prísupplýsingar latast fyri til dømis handverksarbeiði, har prísurin er grundaður á ein tímaprís, tá tað ikki er møguligt hjá brúkaranum at siga, hvussu nógvir tímar fara at verða brúktir til arbeiðið.
Orsøkin til, at skyldan at lata prísupplýsingar ikki er galdandi fyri omanfyri nevndu tænastur, er, at í hesum sambandi eru prísupplýsingar ikki upplýsingar, sum brúkarin sjálvur kann nýta at rokna út endaliga prísin á tænastunum. Ein møguleiki hjá brúkarum í slíkum førum er at biðja um tilboð frá ymsum tænastuveitarum.
Nógvir tænastuveitarar bjóða út eina røð av ymsum tænastum. Í slíkum førum kann upplýsingarkravið lúkast, um prísurin ella útrokningargrundarlagið verður latið fyri eitt viðkomandi úrval av veitingum við einum uppslagi ella príslista. Tá hetta verður gjørt, skal ikki bert takast atlit til, hvussu oftani ein tænasta verður veitt, men eisini at príslistin skal geva eina mynd av prísleguni fyri kostnaðarmiklar eins væl og minni kostnaðarmiklar veitingar.
Stk 2 er bert galdandi, tá tænastur verða bjóðarar út á einum føstum handilsstaði, og tá tænasta verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Tað er bert í hesum førunum, at meining er í at tosa um generella prísupplýsing, tí brúkararnir fáa tá kunnað seg um prísirnar uttan at venda sær til tann vinnurekandi við tí í hyggju at velja sær tænastuveitara at gera avtalu við.
Ásetingin letur tað upp í hendurnar á teimum vinnurekandi so væl sum gjørligt at fylla teir karmar, sum upplýsingarskyldan setur. Hugsast kann, at hetta verður gjørt við tí kappingarliga ágóða í huga, sum kann fáast, tá ein hevur góða prístænastu. Upplýsingarnar kunnu latast sum uppslag ella príslistar, sum altíð skulu vera dagførdir og vera lætt atkomuligir, soleiðis at brúkarin fær kunnað seg um prísirnar uttan at venda sær til starvsfólk hjá fyritøkuni.
Til stk. 3
Staðfest verður, at prísupplýsingar ikki eru eitt krav, tá vørur og tænastur verða marknaðarførdar. Men um prísur verður nevndur í marknaðarføring eru krøvini tey somu, sum tá vørur og tænastur verða bjóðaðar út til brúkararnar á einum føstum handilsstaði ella elektroniskt við møguleika fyri at bíleggja.
Stk. 3 hevur til endamáls at stuðla brúkarunum, tá teir skulu meta um og samanbera prísir í lýsingum. Harafturat tryggjar ásetingin, at prísurin, sum ein lýsing hevur latið brúkaranum, er hin sami, sum tann, ið brúkarin skal rinda, um hann fer á handilsstaðið ella heimasíðuna hjá lýsaranum at keypa ella bíleggja vøruna ella tænastuna.
Eisini er 1. pkt galdandi fyri munnligar prísupplýsingar. Hetta inniber, at um ein vinnurekandi munnliga letur, til dømis, ein tímaprís til ein brúkara, skal prísurin verða íroknaður ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi umframt øll onnur avgjøld. Við hesum verður tryggjað, at samsvar er millum munnligar og skrivligar prísupplýsingar.
Smbrt. stk. 3, 3. pkt., er loyvt einum framleiðara, innflytara ella heilsølu í marknaðarføring at lýsa við vegleiðandi prísum til víðarisølu til brúkarar.
Til stk. 4
Stk. 4 ásetur, at vinnurekandi, sum veita tænastur eftir rokning, hava skyldu at lata brúkaranum eina útgreinaða rokning, um hann biður um tað. Hetta ger brúkaran føran fyri at eftirkanna prísirnar á teimum vørum og tænastum, sum veitingin umfatar.
Hetta skal eisini geva brúkaranum eitt grundarlag at meta um, hvørt upphæddin, sum tann vinnurekandi biður um fyri eina tænastuveiting, er heimilað í førum, har ein fastur prísur fyri tænastuveitingina ikki er latin frammanundan.
Í førum, har tænastuveitingin inniheldur eina stóra nøgd av smáum lutum, til dømis í sambandi við handverksarbeiði, kunnu prísirnir fyri hesar latast sum ein samlaður prísur.
Tá ein tænastuveiting inniheldur eina røð av veitingum, sum eru soleiðis knýttar at hvørjum øðrum, at torført er at seta prís á hvørja einstøku veiting, og sum er úrslitið av eini tilgongd, sum er fastløgd í lóggávu viðvíkjandi rættargangi, kann kravið um prísupplýsing á rokningini lúkast við at upplýsa tann samlaða prísin umframt hvørjar veitingar, prísurin umfatar, uttan at prísurin fyri hvørja einstøku veiting er tilskilaður.
Til stk. 6
Eitt yvirskipað endamál við § 13 er at sleppa undan at fara í smálutir innan krøv um prísupplýsing. Tí eigur heimildin hjá landsstýrismanninum at gera serreglur og undantøk frá stk. 1-4 bert at verða nýtt á ein avmarkaðan hátt, og har tað er bráðneyðugt fyri at tryggja prísgjøgnumskygni.
Til § 14
Ásetingin gevur brúkarum møguleika at samanbera kontantprísin á eini vøru við, hvussu nógv ið gjaldast skal, um vøran verður keypt upp á kreditt. Ásett er, at árligu útreiðslurnar í prosentum skulu tilskilast á ein eins týðiligan hátt og hinar kredittupplýsingarnar, tí hetta verður mett at vera ein týðandi upplýsing.
Møguleikin eftir stk. 3 at upplýsa um kredittútreiðslurnar við einum umboðandi dømi, um hetta er einasti hóskandi mátin, er ein undantaksáseting, sum bert skal nýtast, um tað ikki er gjørligt at siga, hvørjar tær veruligu kredittútreiðslurnar eru. Hetta kann vera støðan, um rentan sveiggjar títt.
Til § 15
Tað kann vera trupult hjá brúkarunum at vita, nær eitt ómaksgjald er væl grundað sum gjald fyri eina eykaveiting, ið er komin afturat høvuðsveitingini, og nær ómaksgjaldið í roynd og veru er ein hækking av tí avtalaða prísinum fyri høvuðsveitingina. Harafturat kunnu nýggj ella broytt ómaksgjøld koma óvart á brúkararnar, og kunnu tískil verða uppfatað sum eitt eyka gjald, sum brúkarin ikki var vitandi um, tá avtalan varð gjørd.
Ásetingin er ætlað at skapa gjøgnumskygni í nýtsluni av ómaksgjøldum í avtalum, ið ganga yvir tíð, eins og ásetingarnar í § 13 eru ætlaðar at skapa gjøgnmskygni í upplýsingum um prísir fyri vørur og tænastur, ið verða goldnar stutt eftir veitingina.
Hvussu hugtakið “rímilig freist” í stk. 2 skal skiljast, veldst um tað ítøkiligu støðuna. Havast skal í huga støddina á hækkingini av ómaksgjaldinum, og um hækkingin er grundað á innanhýsis viðurskifti hjá tí vinnurekandi ella uttanhýsis viðurskifti, sum tann vinnurekandi ikki ræður yvir.
Sambært stk. 3 skal brúkarin kunnast um, hvørjar treytirnar hjá honum eru fyri at gerast leysur av avtaluni, áðrenn broytingin í ómaksgjaldi fær gildi. Nær talan er um eina munandi broyting í ómaksgjaldi byggir á eina ítøkiliga meting, sum fevnir um støddina á broytingini í mun til støddina á ómaksgjaldinum higartil og í mun til støddina á høvuðsveitingini.
Til § 16
Tað kann gerast ógreitt í handilsvinnu, hvør ið letur hvørjum skipaðan avslátt, hvør støddin er á tí skipaða avsláttinum, og hvørjar vørur eru umfataðar av skipaðum avslátti. Hetta vantandi gjøgnumskygnið, sum eisini kann káma vanligu prísupplýsingarnar, kann hava við sær, at brúkarar gerast ørkymlaðir.
Við hesi áseting ber til hjá brúkarum skjótt at kunna seg um, hvørji feløg, felagskapir og aðrir fak- og samfelagsbólkar, ið fáa avslátt frá ávísum vinnurekandi.
Til § 17
Í dag hava hugtøk so sum sporføri og burðardygd, umframt hvussu heilsugóður matur er, stóran týdning fyri brúkarar. Millum annað hetta ger grein 17 viðkomandi fyri alsamt fleiri brúkarar. Ásetingin gevur avvarðandi landsstýrismanni, eftir samráðingar við umboð fyri brúkarar og viðkomandi vinnufeløg, møguleika at áseta serligar reglur fyri merking og innpakking.
Til § 18
Ásetingin er ein heildartreyt, sum við forboði verjir vinnulig eyðkenni og ymiskt innan hetta økið.
Til § 19
Ásetingin hevur til endamáls at tryggja eina revsirættarliga vernd ímóti misnýtslu av vinnuloynidómum hjá fyritøkum.
Ásetingin kann eisini nýtast saman við § 1 at verja marknaðarstøðuna hjá eini fyritøku.
Til § 20
Til stk. 3 og 4
Tað skal vera gjørligt at fáa eitt endurgjald, sum samsvarar við tær búskaparligu avleiðingarnar, sum ólógligar gerðir hjá einum kappingarneyta ella øðrum vinnurekandi kunnu hava fyri eina fyritøku. Orsøkin til hetta er serliga, at møguleikin fyri at fáa játtað endurgjald er treytaður av, at fyritøkan kann prógva, at hon hevur havt tap, antin sum beinleiðis minking í søluni ella tap sum avleiðing av órógvi á marknaðinum.
Ásetingarnar fara helst í høvuðsheitum at verða nýttar í sambandi við ávísar vørueftirgerðir, men kunnu eisini nýtast í sambandi við eitt nú misnýtslu av umdømi, ólógligum samanberandi lýsingum, brot á ásetingina um vinnulig eyðkenni og í sambandi við órættari nýtslu av vitan hjá eini fyritøku.
§ 20 inniheldur reglur av rættargangslíknandi slagi og ásetingar um endurgjald. Bæði rættargangur og endurgaldsrættur eru undir ríkislóggávu, t.v.s. ikki yvirtkin. Sorinskrivarin var biðin um at koma við einum úttalilsi um, hvat ið gerast skal við spurningin. Tað sama er galdandi fyri §§ 21, 27, 28, 29 og 30. Sí “Viðmerkingar til lógaruppskotið. Kap. 1. Almennar viðmerkingar. 4. Ummæli”.
Til § 21
Ásetingin sigur, í hvørjum rætti mál um brot á marknaðarføringslógina skulu avgerast.
Til § 22
Ásett er, at umsitingarmyndugleikin hevur eftirlit við, at lógin og reglur við heimild í lógini verða hildnar. Eisini staðfestir ásetingin høvuðsreglur fyri virksemið hjá umsitingar-myndugleikanum.
Umsitingarmyndugleikin skal í stóran mun virka sum danski brúkaraumboðsmaðurin, og hevur eftir hesi lóg somu heimildir sum danski brúkaraumboðsmaðurin, umframt at umsitingar- myndugleikin eisini kann biðja um upplýsingar frá øðrum almennum myndugleikum. Orsøkin til hetta er, at soleiðis kann umsitingarmyndugleikin tryggja sær, at øll viðkomandi skjøl í einum máli verða kannað, og er hetta viðkomandi í sambandi við eitt nú prískanningar.
Avgerðir hjá umsitingarmyndugleikanum eftir hesi lóg kunnu ikki leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika. Hetta samsvarar við tann status í almennu fyrisitingini, sum brúkaraumboðsmaðurin í øðrum Norðurlondum hevur. Ein avgerð hjá umsitingarmyndugleikanum við støði í hesi lóg kann leggjast fyri rættin. Um avmarkingar í avgerðarkompetensuni hjá umsitingarmyndugleikanum sí § 24, stk. 2 og § 25, stk 2.
Um umsitingarmyndugleikin í einum máli ikki virkar sambært góðum fyrisitingarligum siði, ella málsviðgerðin ikki er í samsvari við fyrisitingarlógina, kann hetta, eins og galdandi er fyri aðrar fyrisitingarligar myndugleikar, kærast til Løgtingsins Umboðsmann.
Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um virksemið hjá umsitingarmyndugleikanum.
Landsstýrismaðurin kann til dømis áseta, at umsitingarmyndugleikin skal viðgera mál av sínum eintingum, ella eftir móttøku av klagum frá øðrum.
Eisini kann ásetast, at umsitingarmyndugleikin ikki hevur skyldu at viðgera allar klagur, sum verða sendar honum.
Tílíkar reglur kunnu eisini áleggja umsitingarmyndugleikanum at kunna almenningin um viðgerðina hjá umsitingarmyndugleikanum, ákærumyndugleikanum ella dómstólunum av málum, sum fella inn undir marknaðarføringslógina, og sum verða mett at hava almennan áhuga ella týdning fyri almennu fatanina av ásetingum í marknaðarføringslógini.
Viðvíkjandi bygnaðarligu plaseringini av umsitingarmyndugleikanum og framtíðar heitið hjá umsitingarmyndugleikanum, sí “Kap. 1. Almennar viðmerkingar” og “Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum.”
Til § 23
Í sínum eftirliti við vinnurekandi, og teimum, sum lógin annars eru galdandi fyri, um hvørt virkað verður eftir góðum marknaðarføringssiði og ásetingunum í lógini yvirhøvur, skal umsitingarmyndugleikin leggja seg eftir við samráðingum at ávirka tey, sum hava ábyrgd av marknaðarføring.
Hendan ásetingin er ætlað at fremja góð og uppbyggjandi viðurskifti millum umsitingarmyndugleikan og tey, ið eru umfatað av lógini. Hildið verður, at tílíkt samskifti um reglurnar í lógini kann tryggja eina smidliga regulering, har millum annað atlit kann takast til sereyðkennini og umstøðurnar hjá hvørjari einstakari vinnugrein sær.
Eisini kann samráðingarmeginreglan hava við sær, at vinnurekandi fara at kenna, at tey eiga lut í reguleringini. Hetta kann vera til frama fyri menningina av góðum marknaðarføringssiði.
Til §§ 24 og 25
Umframt at gera óbindandi leiðreglur um marknaðarføring innan ávís øki, kann umsitingarmyndugleikin eftir áheitan lata forhandarmetingar um, hvørt ætlað marknaðarføringstiltøk eru lóglig.
Ein slík forhandarmeting er bindandi fyri umsitingarmyndugleikan, og ta merkir, at umsitingarmyndugleikin ikki av sínum eintingum kann fara undir at viðgera eitt mál um marknaðarføring, sum hann áður hevur gjørt eina forhandarmeting av.
Ein forhandarmeting er ikki ein endalig støðutakan til, um eitt marknaðarføringstiltak er lógligt.
Til § 26
Ásetingin gevur avvarðandi landsstýrismanni møguleika at lata sínar heimildir víðari til ein myndugleika undir landsstýrismanninum, eitt nú til myndugleikan, ið skal umsita hesa lóg. Hetta er tó ikki galdandi fyri heimildina í § 22, stk. 5 at áseta nærri reglur fyri virksemið hjá nevnda umsitingarmyndugleika.
Til § 27
Greinin inniheldur møguleikarnar fyri rættarsókn, herundir møguleikan hjá umsitingarmyndugleikanum at leggja sak um forboð og álegging. Eisini kann umsitingarmyndugleikin geva fyrisitingarliga álegging, um ein gerð greitt stríðir ímóti lógini og ikki kann broytast við samráðingum.
Til § 28
Ongin viðmerking.
Til § 29
Ásetingin gevur umsitingarmyndugleikanum eitt amboð til skjótt at steðga eini gerð, til dømis í serliga álvarsligum førum, eitt nú tá týðandi rættindi ella stór virði hjá brúkarum ella vinnurekandi eru í vanda.
Til § 30
Nevndar verða fleiri ásetinginar í lógini. Brot á hesar geva revsing. Hetta skal tryggja vælvirkandi sanksjónsmøguleikar mótvegis teimum, ið bróta lógina.
Skotið verður upp, at tilvitað, álvarslig og endurtikin brot á marknaðarføringslógina verða revsað við bót, ið hevur eina stødd, sum hevur við sær veruliga fyribyrging.
Til § 31
Skotið verður upp, at lógin verður sett í gildi tann 1. mai 2008. Hendan gildiskoman hongur saman við, at felagsstovnurin á Skálatrøð 20, sum skal hýsa umsitingini av lógini, hevur í umbúna at søkja eftir fleiri fólkum til aðrar nýggjar uppgávur, og at stovnurin av royndum veit, at tað er sera trupult at fáa akademisk starvsfólk í hesum tíðum. Harafturat kemur, at plásstrot verður á nevnda stovni, og er hetta ein spurningur, ið eisini krevur tíð at loysa.
Viðvíkjandi stk. 2, sí viðmerkingarnar til § 6.
1. viðgerð 21. februar 2008. Málið beint í Vinnunevndina, sum tann 15. apríl 2008 legði fram soljóðandi
Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin hava lagt málið fram tann 13. februar 2008, og eftir 1. viðgerð 21. februar 2008 er tað beint Vinnunevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. februar, 6. og 13. mars og 9., 11. og 15. apríl 2008.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýriskvinnuna í vinnumálum, við umboð fyri Brúkarasamtakið, umboð fyri Málnevndina og við André Niclasen og við umboð fyri Vinnuhúsið.
Frá Vinnumálaráðnum hevur nevndin fingið skriv, dagfest 14. apríl 2008, við uppskotið um, at ein nýggj § 8 verður sett inn í uppskotið, har krav verður sett um, at lýsingar og lýsingatilfar, sum er beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, skal vera á føroyskum, og har landsstýriskvinnan fær heimild at áseta nærri reglur. Vinnumálaráðið hevur hesar viðmerkingar til ásetingina: ”Ásetingin inniber, at teksturin í øllum lýsingum og lýsingatilfari, sum eru gjørt fyri at ávirka brúkarar í Føroyum, skal vera á føroyskum. Ásetingin er ikki grundað á nakra ávísa fatan av, hvat ið er føroyskt mál. Lýsingartekstir eru oftani á gerandismáli, og skulu lániorð og annað vanligt útlendsk árin á føroyskt tískil ikki útihýsast. Ásetingin skal ikki skerja tað listarliga frælsið hjá teimum, sum gera lýsingar.”
Ein meiriluti í nevndini (Johan Dahl, Jákup Mikkelsen, Jacob Vestergaard og Kári P. Højgaard) metir ikki, at broytingaruppskotið frá landsstýriskvinnuni er í andsøgn við heimastýrislógina § 11. Meirilutin er samdur í, at krøv eiga at setast um, at føroyskt mál skal nýtast í lýsingum og lýsingatilfari, sum er beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, og setir tí fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
Aftaná § 7 verður sett inn nýggj § 7a, sum fær yvirskriftina “Mál” og verður soljóðandi:
“§ 7 a. Lýsingar og lýsingatilfar, sum er beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, skal vera á føroyskum.
Stk. 2. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um mál í lýsingum og lýsingatilfari við kunngerð.”
Við hesum viðmerkingum tekur ein meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.
2. viðgerð 22. apríl 2008. Tingmálini nr. 114 og 174/2007 vórðu viðgjørd undir einum. Uppskot frá Jørgen Niclasen um at beina hetta málið og nr. 174/2007 aftur í nevnd fall 16-0-17. Broytingaruppskot frá meirilutanum í Vinnunevndini, Johan Dahl, Jákup Mikkelsen, Jacob Vestergaard og Kára P. Højgaard, til § 7 fall 16-0-17. Uppskotið fall 16-0-17. Málið avgreitt.