6 Uppskot til  samtyktar um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskiftið)

Ár 2007, 16. august, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal og Bill Justinussen, vegna seg sjálvar fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot um studningslán til bústaðir til fólk, sum vegna skerdan førleikan av ymsum orsøkum ikki megna at búgva í egnum bústaði uttan ávísan sosialpedagogiskan stuðul.

 

Viðmerkingar:

Tørvskanningar seinastu árini, sum t.d. Javni og Sinnisbati hava staðið fyri, og nýggjar staðfestingar vísa, at tørvur er á íbúðum ella bústøðum til fólk, sum eru í tí støðu, at tey eru ov vælvirkandi til at búgva á stovni ella í sambýlum, men hóast hetta ikki megna at búgva einsamøll uttan stuðul av ymiskum slagi. Her verður m.a. hugsað um fólk við likamligum breki, menningartarnað og fólk við sálarligum trupulleikum. Nærri lýst kunnu vit siga, at útboðið av bústaðarmøguleikum til fólk við serligum tørvi ikki er nóg stórt breitt. Serliga er mangul upp á tilboð til fólk yvir 18 ár, sum hava menningartarn ella trupulleikar av líknandi slagi, og sum kunnu búgva í egnari íbúð við stuðli.

 

Tað kann vera torført neyvt at allýsa hvønn bólk, uppskotið er ætlað, men í høvuðsheitum snýr tað seg um at býta upp millum tey, sum kunnu búgva einsamøll við stuðli, og so tey, sum mugu hava fólk um seg alt ella mesta av samdøgrinum.

 

Útboðið og kostnaðurin

Nógv av hesum fólkum búgva á stovni, í sambýlum, heima hjá foreldrum ella aðrari familju, tí lítil ella eingin møguleiki er at leiga ella ogna sær íbúð ella bústað, sum tey kunnu búgva í, samstundis sum tey fáa neyðuga stuðulin frá tí almenna. Hetta kemst m.a. av, at útboðið av slíkum íbúðum ella bústøðum er so avmarkað, og at hesi fólkini standa rættiliga aftarlaga í røðini, tá tað snýr seg um at fáa fatur á og kanska ogna sær slíkar bústaðir. Ein onnur orsøk til, at tað mest sum er ómøguligt hjá hesum fólkunum at seta búgv í egnari íbúð, er kostnaðurin. Húsaprísirnir hava havt beina kós upp eftir í nøkur ár, og hóast vøksturin kanska er støðgaður nakað á, so er príslegan so mikið høg, at tað heilt einfalt ikki ber til hjá hesum fólkunum at kappast við tey, sum hava betri fíggjarumstøður og tí eisini betri fíggingarmøguleikar.

 

Neyðugt at stuðla

Ynskja vit at hjálpa hesum fólkunum til møguleikan at liva eitt meira vanligt ella normalt lív, og vilja vit geva teimum møguleikan fyri sjálvsøgdum privatlívi og tí, sum har við fylgir, so er neyðugt, at tað almenna stuðlar teimum og hjálpir teimum ávegis.

 

Við hesum verður roynt at taka týdningarmikið stig til at hjálpa hesum fólkum til at ogna sær egnan bústað. Skotið verður upp, at tað almenna stuðlar øllum byggjaríi til hesi fólk soleiðis, at stuðul upp til hálva millión verður latin fyri hvørja búeind. Hetta skal skiljast soleiðis, at hús við fýra, seks ella átta búeindum kunnu verða bygd, og at tað almenna stuðlar slíkum byggjaríi við upp til hálvari millión fyri hvørja búeind.

 

Stuðulin, tað almenna letur, eigur at verða tinglisin í ognini, og skal afturrindast, um búeindirnar verða seldar fólki, ið ikki hava líknandi  tørv ella trupulleikar sum tey fólkini, hetta uppskotið er ætlað til.

 

Restin av byggikostnaðinum skulu tey, sum skulu eiga búeindirnar, sjálvi fíggja av sínum inntøkum. Talan er í flestu førum um fólk, ið fáa fyritíðarpensjón við møguligum, men helst ikki stórum, eykainntøkum.

 

Einasti møguleiki fyri fígging er í dag bankarnir og sparikassarnir, sum tí eisini eru møguligir fíggjarar í hesum føri. Uppskotsstillararnir kundu tó hugsað sær, at lív verður blást í aftur Húsalánsgrunnin, sum tá var ein upplagdur fíggingarstovnur at nýta í hesum føri.

 

Til tess at lætta um fíggjarpartin, hava uppskotsstillararnir hugsað, at kommunurnar

kunnu lata slíkum verkætlanum ókeypis grundøki. Í hesum sambandi er skrivliga heitt á Klaksvíkar-, Runavíkar- og Tórshavnar kommunur umframt Føroya Kommunufelag og Kommunu Samskipan Føroya, og eru jalig svar komin frá øllum pørtum.

 

Hvør skal standa fyri byggingini

Uppskotsstillararnir hava vent sær til Javna og tosað við fólk við ávirkan og innliti, og tykist bæði áhugi og vilji vera til staðar at gera slíkar ætlanir til veruleika. Eingin ivi kann valda um, at tørvurin á slíkum bústøðum ikki bara er til staðar, hann er rættiliga stórur. Tað, sum øll tó leggja dent á, er, at bústaðurin einsmallur ikki altíð er nóg mikið, stuðul má eisini játtast tí, sum ognar sær bústaðin og býr í honum. Tað almenna eigur tí at binda seg til, at pedagogiskur stuðul fylgir við tí stuðlinum, sum verður játtaður til byggingina.

 

Byrjanin til hvørja verkætlan kann vera, at t.d.  feløg, kommunur og tað almenna ella onnur finna saman og stovna sjálvsognarstovnar ella sjálvsognarfeløg, ið hava sum endamál at byggja búeindir til fólk við serligum tørvi. Sjálvsognarfeløgini skulu hvørki hava tap ella vinning av sínum virksemi, skulu virka undir treytum, sum verða álagdar slíkum stovnum ella feløgum. Sjálvsognarfeløgini kunnu velja at standa fyri byggingini sjálvi, ella tey kunnu taka upp samráðingar við kommunur ella byggifyritøkur at gera tað.

 

Tørvur og visitering

Sjálvsognarfeløgini skulu altíð virka í tøttum samstarvi við avvarðandi almennar myndugleikar, ið altíð eru teir, sum kenna tørv og annað tílíkt best. Allar týðandi avgerðir um byggingina, hvør eigur at fáa tilboðið og annað slíkt, eiga altíð at verða tiknar í samráð við viðkomandi almennu myndugleikar. Tí eiga almennu myndugleikarnir at hava eitt avgerandi orð at siga, tá greiða skal fáast á, hvørjir persónar skulu fáa stuðul til at ogna sær slíka íbúð. Og  tað skal vera almenni myndugleikin, sum avger, hvussu nógvur pedagogiskur stuðul skal veitast í hvørjum einstøkum føri og á hvønn hátt.

 

Tað er ikki møguligt at siga nágreiniliga, hvat hetta uppskotið kann koma at kosta landskassanum, verður tað samtykt.

 

Uppskotsstillararnir halda tó, at talan neyvan verður um nakra meirútreiðslu fyri landskassan, tí tey fólkini, uppskotið snýr seg um, skulu hava bú- og onnur tilboð frá tí almenna.

 

Uppskotsstillararnir halda, at talan heldur er um, at tað almenna veitir hesum fólkum viðkomandi og mannsømilig kor, javnbjóðis øðrum borgarum í landinum.

1. viðgerð 6. september 2007. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 16. november 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tingmenninir Finnur Helmsdal og Bill Justinussen hava lagt málið fram tann 16. august  2007, og eftir 1. viðgerð 6. september 2007 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 2., 9. og 15 oktober 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri MBF og umboð fyri Javna og landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta ein minniluta.

 

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen) vísir á, at landsstýrismaðurin hevur lagt fyri tingið fleiri lógaruppskot, sonevnda bústaðapakkan. Við hesum verður møguleiki at útvega fólki við skerdum førleika íbúðir

 

Meirilutin heldur tí, at tað gevur onga meining at samtykkja at áleggja honum at gera lóggávu hesum viðvíkjandi.

 

Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal og Bill Justinussen) tekur undir við uppskotinum og mælir tinginum til at gera tað sama. Minnilutin hevur hesar viðmerkingar:

 

Tað hevur leingi verið víst á av feløgum og øðrum umboðum fyri fólk við serligum tørvi, at sera stórur tørvur er á viðkomandi bústaðamøguleikum. Fjølmilar hava støðugt og seinast fyri bert fáum døgum síðan víst á, at fólk, sum vit hava skyldu til at útvega hóskandi bústaðir, liva undir vandamiklum og mannminkandi korum. Minnilutin heldur, at myndugleikarnir mugu og skulu gera nakað munagott við hesa støðu sum skjótast, og at partur av loysnini er, um verandi uppskot verður samtykt. Tað harmar og órógvar minnilutan, at meirilutin velur at vraka verandi uppskot og heldur vísir á eitt uppskot hjá landsstýrismanninum. Uppskotið hjá landsstýrismanninum ber nakað á sama bógv, sum verandi uppskot ger, men er so nógv óvissa, og eru so nógvir ósvaraðir spurningar tengdir at tí, at tað er at meta sum eitt egg uttan hvíta og púrasta uttan reyða. Verandi uppskot er einfalt, tað er greitt, og tað reisir ikki eitt ótal av ósvaraðum spurningum, verður tað samtykt.

 

Minnilutin heldur umframt, at verandi uppskot slóðar fyri, at bygging til fólk við serligum tørvi í framtíðini fer at nøkta tørv á trygd, fjølbroytni, serligum likamligum tørvi og eisini privatlívi eins og møguleikum fyri sosialari samveru. Fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum eru lættar at meta um, skilt soleiðis, at landskassin skal bera ávísa íløguútreiðslu og ávísa umsitingarliga útreiðslu fyri hvørja búeind, ið bygd verður. Tað sama kann ikki sigast um uppskotið hjá landsstýrismanninum, ið enn so at siga einki ítøkiligt hevur lagt á borðið, tá tað um tað fíggjarliga ræður. Minnilutin skal eisini minna á, at kommunur hava víst stóran áhuga fyri at vera við til at lætta um fíggjarliga, m.a. við at bjóða ókeypis grundøki.

 

Minnilutin heldur, uppskotið mest sum óbroytt kann nýtast sum manualur til at loysa ein part av alstóru trupulleikunum, ið valda í bústaðaviðurskiftunum hjá fólki við serligum tørvi.

 

Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin Løgtinginum til at taka undir við málinum.

 

2. viðgerð 21. november 2007. Uppskot til samtyktar fall 10-0-14. Málið avgreitt.