8  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš (Oršaskifti)
C. Įlit
D. 2. višgerš (Oršaskifti)

Įr 2008,  11. februar, legši Hannemia Hųj Breckmann, vegna 9. b. ķ Argja skśla, fram soljóšandi

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

 

§ 1.

 

Ķ lųgtingslóg nr. 86 frį 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin) viš seinni broytingum veršur gjųrd henda broyting:

 

1) Ķ § 46, stk. 1 veršur sum nżtt 3. pkt. sett:

„Frį 1. mars 2008 veršur eingin kommunuskattur įlķkanašur skattskyldugu inntųkuni frį 0 – 60.000 kr. hjį teimum, sum eru undir 18 įr.“ 

§ 2.

 

Hendan lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd.

 

Višmerkingar:

Vit halda, at markiš fyri skattafrķkortinum er ov lįgt. Vit halda, at ķ stašin fyri, at ein bert kann forvinna sęr 28.000 kr. um įriš, įšrenn ein fer at gjalda skatt, skal ein hava mųguleikan til at forvinna sęr 60.000 kr., įšrenn ein fer at gjalda skatt. Tó halda vit, at hetta einans skal vera galdandi fyri tey, iš eru undir 18 įr. Tey, iš eru oman fyri 18 įr, skulu gjalda skatt eftir teimum fyrrverandi reglunum.

 

Grundgevingarnar fyri uppskotinum eru hesar:

 

·        Ein er ikki myndugur, įšrenn ein er 18 įr.

·        Man hevur ikki valrętt og į tann hįtt onga įvirkan į, hvat iš skattapengarnir vera nżttir til.

·        Vit halda, at ikki er neyšugt hjį persónum , iš ikki eru myndugir, at gjalda ov nógvan skatt, tį iš veruleikin er tann, at foreldur skulu forsyrgja bųrnum sķnum, sum eru nišan fyri 18 įr.

·        Ein, iš er undir 18 įr og hevur forvunniš sęr 28.000 kr, hevur arbeitt fyri minni tķmalųn og hevur tķ arbeitt haršari fyri inntųkuna.

·        Ķ Danmark kann ein lesandi fųroyingur hava eina inntųku upp į 80.000 kr., įšrenn hann byrjar at gjalda skatt.

·        Hękkingin av skattafrķkortinum kann vekja hugin hjį ungum at arbeiša eitt sindur meira og harviš gerast meira sjįlvstųšug.

·        Taš er ikki hugaligt hjį nųkrum at arbeiša fyri undir 50 kr. um tķman, og ķ hesum tķšum viš tųrvi į arbeišsmegi er neyšugt at faa hugagóš starvsfólk.

 

Magni Laksįfoss hevur ķ samrųšu upplżst, at lógaruppskot er į veg um at hękka skattafrķkortiš til 40.000 kr., men hetta halda vit ikki vera nųktandi.

 

Vónandi tekur Ungdómstingiš vęl ķmóti hesum uppskoti.

 

1. višgerš 11. februar 2008. Mįliš beint ķ Fķggjarnevndina, sum tann 12. februar 2008 legši fram soljóšandi

 

Įlit

 

Hannemia Hųj Breckmann hevur vegna 9. b. ķ Argja skśla lagt mįliš fram 11. februar 2008, og eftir 1. višgerš er taš beint Fķggjarnevndini.

 

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi ķ dag.

 

Undir višgeršini hevur nevndin bżtt seg ķ ein meiriluta og ein minniluta

 

Meirilutin (Jannick Hjaltalin,  Liljan Tornefeldt, Kristina Absalonsen, Sonja Thomsen,  Beinta Bak Lamhauge, Elsbet Petersen, Maria Winther Olsen og Bjųrg Seloy) tekur ikki undir viš mįlinum, og męlir Ungdómstinginum frį at samtykkja uppskotiš.

 

Minnilutin (Katarina Saxov, Elin S. Holm og Barbara Arge Brekkį) tekur undir viš mįlinum, og męlir Ungdómstinginum til at samtykkja uppskotiš.

 

2. višgerš 12. februar 2008. Uppskotiš fall 7-24-2. Mįliš avgreitt.