5  Uppskot til  samtyktar um ting- og stżrisskipan Fųroya

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš (Oršaskifti)
C. Įlit
D. 2. višgerš (Oršaskifti)

Įr 2008,  11. februar, legši Heidi Christiansen, vegna 10. flokk ķ Sųrvįgs skśla, fram soljóšandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Ungdómstingiš heitir į landsstżriš um at leggja fyri Lųgtingiš lógaruppskot, sum broyta ting- og stżrisskipan Fųroya og tillaga ašrar lógir sambęrt nišanfyri nevndu punktum.

 

  1. Viš lutakasti verša į hvųrjum įri vald 600 umboš ķ eitt fjarting, sum fer at virka, tį tingsetan byrjar į ólavsųku.

 

  1. Veljast kunnu ųll, iš hava fylt 18 įr.

 

  1. Fjartingiš situr ķ 1 įr. Hvųr persónur veršur bara valdur eina ferš. Til ber eina ferš at bera seg undan vali, eru umstųšur, iš tala fyri tķ.

 

  1. Limirnir ķ fjartinginum skulu atkvųša um ųll uppskot hjį Lųgtinginum.

 

  1. Atkvųšugreišslan fer fram elektroniskt (gjųgnum teldu ella telefon).

 

  1. Fjartingslimirnir fįa alt viškomandi tilfar sendandi.

 

  1. Fjartingslimirnir fįa ein goldnan frķdag um vikuna.

 

  1. Um Lųgtingiš og fjartingiš taka somu avgerš ķ einum tingmįli, er mįliš samtykt/ikki samtykt. Taka Lųgtingiš og fjartingiš hvųr sķna stųšu ķ einum mįli, atkvųšur fjartingiš eina ferš afturat um uppskotiš. Er framvegis ósemja um avgeršina, fer mįliš śt til fólkaatkvųšu.

 

Višmerkingar:

Sum er, er taš ein ógvuliga lķtil partur av borgarunum, sum tekur avgeršir, iš eru galdandi fyri allar borgarar.

 

Ķ landstżrinum eru 7 limir

Ķ Lųgtinginum eru 32 limir

Ķ Lųgtingi og landsstżri eru 39 limir

Ķ bż- og bygdarrįšum eru 211 limir[1]

Ķ Lųgtingi, landsstżri og bż- og bygdarrįšum eru 250 limir. Hetta er 0,7% av veljarafjųldini.

 

Hugsanin viš uppskotinum er at styrkja fólkaręšiš og at vekja stųrri įhuga fyri samfelagsmįlum millum borgararnar. Tį atkvųtt veršur um uppskot, er fjartingiš javnsett viš Lųgtingiš. Fjartingš luttekur ikki sum stovnur ķ oršaskiftinum og leggur ikki uppskot fyri Lųgtingiš. Taš įliggur tķ Lųgtingi og landsstżri at sannfųra fjartingiš um taš skilagóša ķ uppskotum, iš mett vera neyšug at fremja. Hagfrųšisliga veršur umbošanin ķ fjartinginum so breiš landafrųšiliga[2], śtbśgvingarliga, ķ aldri og starvi, at ikki ber Lųgtinginum til at gera innanhżsisavtalur, ella at fremja uppskot, lųgtingslimir persónliga fįa frama av.

 

Mett veršur, at tį ein og hvųr borgari ķ landinum ķ einum tķšarskeiši fęr beinleišis įvirkan og įbyrgd av lóggįvu landsins, fer hetta at fremja oršaskifti millum borgarar og harviš skapa įhuga fyri samfelagsmįlum.

 

Višmerkingar til einstųku uppskotini

Ad 1. Tankin er at Hagstovan skipar fyri lutakastinum. Tališ 600 eru vit komin fram til soleišis:

 

Veljarar eru ųll, iš eru fylt 18 įr. Tey eru tilsamans 35.045 fólk (2007).

 

Mišallivialdurin ķ Fųroyum er 79 įr.

 

Vit velja ķ 61 įr.

 

Vit skulu tķ velja 35.045 veljarar/61 įr  =  576 limir – fyri eitt įr ķ senn – um allir fųroyingar eina ferš ķ lķvinum statistist skulu kunna verša umbošašir į tingi. Tališ veršur hękkaš til 600, so er hędd eisini tikin fyri fólkavųkstri.

 

Ad 2. Valręttur og valbęri er taš sama sum til Lųgtings- og kommunuval.

 

Ad 3. Serligar umstųšur at bera seg undan vali hava tey, sum t.d. vegna ringa heilsu, starv ella virki teirra ella tķlķkt hava góša grund til at bišja um at sleppa undan vali.  Hetta eru somu grundgevingar, sum nevndar eru ķ § 24 ķ lųgtingslóg um val til fųroysku kommunurnar.

 

Ad 5. Elektronisk fjaratkvųša er roynd ašrastašni. Donsku kommunurnar hava nżtt eina skipan frį KMD[3], har kommunal rįš eru vald yvir internetiš. Trygdin veršur mett sum nóg góš til slķk val, hóast ivi enn er um at brśka fjarval til Fólkating og kommunur.

 

Ad 8. Valdiš hjį fjartinginum liggur ķ, at uppskot, har Lųgting og fjarting eru ósamd, verša send til fólkaatkvųšu. Hetta er eisini ein treyt fyri, at arbeišiš ķ fjartinginum veršur tikiš ķ fullum įlvara.

            At krevja eina eyka atkvųšugreišslu, tį ósemja er millum Lųgting og fjarting, skal forša fyri, at mįl av lķtlum
            prinsipiellum tżdningi og įvirkan annars ikki beinanveg fara til fólkaatkvųšu.

 

[1] Upptalt eftir heimasķšunum hjį bįšum kommunufelųgunum.

[2] Viš nżggju vęlskipanini er hugsandi at lųgtingsumbošanin veršur mišsavnaš um hųvušsstašarųkiš. Og at persónlig fķggjarstųša kann įvirka mųguleikan at fųra valstrķš og verša vald/ur

[3] Donsk, kommunal KT-samskipan

 

1. višgerš 11. februar 2008. Mįliš beint ķ Vinnunevndina, sum tann 12. februar 2008 legši fram soljóšandi

 

Įlit

 

Heidi Christiansen hevur vegna 10. flokk ķ Sųrvįgs skśla lagt mįliš fram, og eftir 1. višgerš 11. februar 2008 er taš beint Vinnunevndini.

 

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi og hevur bżtt seg ķ ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin ķ nevndini (Sigriš Simona S. Kalsų, Jóhanna Magnusardóttir, Dįvid Fossdalsį, Ingibjųrg Hansen, Margit Joensen, Heri Arge, Johild Maria Madsen, Pįll Lauritsen, Įrni Egholm og Bergtóra Patursson) heldur, at mųguleikarnir hjį tķ einstaka at fįa sķni sjónarmiš fram eru til stašar ķ fjųlmišlunum, og viš at ein 4. hvųrt įr kann nżta sķn valrętt. Meirilutin tekur tķ ikki undir viš uppskotinum og męlir Lųgtinginum frį at samtykkja uppskotiš.

 

Minnilutin ķ nevndini (Heidi Christiansen) tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš. Ķ eini roynd at fįa uppskotiš at vinna frama, męlir minnilutin tó til at broyta uppskotiš soleišis, at tališ av fjartinglimum veršur broytt til 33, og soleišis at atkvųšugreišslan hjį Fjartinginum bara skal verša vegleišandi.

 

Tķ setir meirilutin fram soljóšandi broytingaruppskot:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1)      Ķ nr. 1 ķ samtyktini veršur 600 broytt til 33.

2)      Nr. 8 ķ samtyktini veršur oršaš soleišis: ”8. Fjartingiš atkvųšur, įšrenn uppskotiš fer til 2. višgerš ķ Lųgtinginum. Atkvųšugreišslan hjį Fjartinginum er vegleišandi.”

 

Viš hesi broyting tekur minnilutin undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

 

2. višgerš 12. februar 2008. Broytingaruppsktiš samtykt 23-1-9. Uppskotiš soleišis broytt fall 27-1-5. Mįliš avgreitt.