S-70 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi løgunýtsluni í teim 7 gomlu valdømunum tíðarskeiðið, farna samgonga hevur sitið við valdi landsins 

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 15. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1)      Hvussu nógvar løgukrónur eru játtaðar íalt hesi 4 árini?

2)      Hvussu nógvar løgukrónur eru nýttar hesi árini?

3)      Hvussu eru løgukrónurnar játtaðar, býtt á gomlu valdømini?

4)      Hvussu eru løgukrónurnar nýttar, býtt á gomlu valdømini?

5)      Hvussu nógvar løgukrónur hjá almennum partafeløgum, eru nýttar hesi árini, býtt á gomlu valdømini?

6)      Hvussu nógvar løgukrónur hjá millumkommunalum felagsskapum eru nýttar hesi árini, býtt á gomlu valdømini?

7)      Hvussu nógvar løgukrónur hjá kommunum eru nýttar hesi árini, býtt á gomlu valdømini?

8)      Hvussu stór er privata skuldarbindingin í hesum tíðarskeiði, býtt á gomlu valdømini?

9)      Hvussu stór er partafelagsskuldarbindingin í hesum tíðarskeiði, býtt á gomlu valdømini?

10)  Hvussu stórur er vøksturin í føstum leypandi prísum í rakstrarútreiðslunum, ár fyri ár, í farna samgonguskeiði?

11)  Hava vit í Føroyum aftaná farnu fýra samgonguárini reallønarvøkstur ella reallønarfall?

 

Viðmerkingar

Farna samgonga legði til brots við einum ekspansivum búskaparpolitikki, sum hevði til endamáls at seta ferð á føroysku búskaparhjólini. Skattalætti og íløguraðfestingar, sum skuldu tryggja eitt betrað peninga og virksemisumfar kring alt landið, var boðskapurin.

 

Ógvusliga broytingin í fíggingarviljanum hjá peningastovnunum man tó eiga sín dygga leiklut í hesum virksemisvøkstri. Beinleiðis avleiðingin er ein stór øking í skuldarbindingini í samfelagnum.

 

Ógvuliga ymiskt er, hvussu politikkurin hevur vignast. Ferðin er nógv, ov nógv, vildu nógv sagt, í pørtum av landinum, meðan onnur økir framvegis liva eina stagnasjónskenda búskapartilveru.

 

Samanumtikið tykist fjølmiðlaleikurin farna hálvárið um tálming og búskaparhita, at byggja á eina heldur eintýðuga lýsing av samlaðu búskapargongdini í landinum.

 

Fyri at útvega Løgtinginum betri kjakgrundarlag og tilfar til støðutakan, nú fyrsta  fíggjarlógin hjá sitandi samgongu stendur fyri framman, biðist landsstýrismaðurin svara hesum fyrispurningum.

 

Svar:

 

Ad. 1. Farna samgongan játtaði brutto 1.328 mió. kr. í løgum á løgtingsfíggjarlógunum frá 2004 til 2008, tó varð uppskotið fyri 2008 ikki samtykt. Netto játtaðu løguútreiðslurnar sama tíðarskeiðið var 1.071 mió. kr. Munurin millum løgur og løguútreiðslur er søla av løgum og flytingin úr Íleggingargrunninum til Vága Floghavn í 2008, sum verður skrásett á løgtingsfíggjarlógini. Sølurnar eru t.d. sølan av gamla Smyrli og Dúgvuni, ætlaða sølan av íbúðarbygningum hjá Landssjúkrahúsinum og oljutangum. Í 2008 skuldi sambært falna fíggjarlógaruppskoti flytast 65 mió. kr. úr Íleggingargrunninum til Vága Floghavn umvegis løgtingsfíggjarlógina. Henda játtanin var tí útreiðsluneutral á løgtingsfíggjarlógini.   

 

 

Árligu løguútreiðslurnar eru býttar soleiðis:

 

tús. kr.

2004

2005

2006

2007

2008

Tilsamans

Løgur

315.350

218.600

229.500

296.300

269.100

1.328.850

Søla av løgum o.a.

66.000

36.750

45.000

35.000

75.100

257.850

Løguútreiðslur

249.350

181.850

184.500

261.300

194.000

1.071.000

  

Tað skal viðmerkjast, at løgtingsval varð útskrivað í desember 2003 og samgonguskjalið hjá farnu samgonguni varð undirskrivað 31. januar 2004. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2004 hjá hesi samgonguni varð tí ikki lagt fyri Løgtingið fyrr enn 23. mars 2004. Virksemi landsins varð fíggjað við einari bráðfeingis fíggjarlóg fyrstu mánaðirnar í 2004. Løgurnar í 2008 eru úr figgjarlógaruppskotinum fyri 2008 hjá farnu samgongu. Hendan samgongan hevur valt

 

Ad. 2. Niðanfyri er víst, hvussu nógvar løgukrónur eru nýttar hesi árini. Tølini fyri árini 2004, 2005 og 2006 eru úr landsroknskapinum. Talið fyri 2007 er løguútreiðslurnar í roknskapinum fyri 2007 (ið ikki er endaliga samtyktur av Løgtinginum), og talið fyri 2008 er úr fíggjarlógaruppskotinum 2008 hjá farnu samgongu.

 

tús. kr.

2004

2005

2006

2007

2008

Tilsamans

Løgur

228.060

200.752

267.682

291.840

194.000

1.182.334

 

Ad. 3. Niðanfyri er víst, hvussu løgujáttanirnar eru býttar á sýslur frá 2004 til 2008, bæði árini íroknað. Tað skal viðmerkjast, at 65 mió. kr. av teimum 71 mió. kr. til Vága Sýslu verða fluttar úr Íleggingargrunninum til Vága Floghavn í 2008 og eru tí útreiðsluneutralar á løgtingsfíggjarlógini.

 

Sýslur

  Játtaðar løgur Tilsamans, 2004-2008

Norðoya Sýsla

68.600.000 kr.

Eysturoyar Sýsla

107.700.000 kr.

Streymoyar Sýsla

421.100.000 kr.

Vága Sýsla

71.000.000 kr.

Sandoyar Sýsla

24.500.000 kr.

Suðuroyar Sýsla

407.600.000 kr.

Ógreinað

225.700.000 kr.

Játtaðar løgur íalt

1.326.200.000 kr.

 

Tað gevur eina skeiva mynd av veruleikanum bert at hyggja at løgujáttanum tíðarskeiðið, farna samgonga sat við valdi landsins. Løgujáttanir snúgva seg um langtíðarraðfestingar, ella við øðrum orðum, hvussu føroyska samfelagið verður bygt út sambært einari lang­tíðarætlan. Niðanfyri er tí víst, hvussu løgujáttanirnar eru býttar á sýslur 12 ára tíðarskeiðið frá 1997 til 2008, bæði árini íroknað.     

 

Sýslur

  Játtaðar løgur tilsamans, 1997-2008

Norðoya Sýsla

127.420.000 kr.

Eysturoyar Sýsla

163.800.000 kr.

Streymoyar Sýsla

789.260.000 kr.

Vága Sýsla

93.400.000 kr.

Sandoyar Sýsla

125.750.000 kr.

Suðuroyar Sýsla

718.100.000 kr.

Ógreinað

470.550.000 kr.

Játtaðar løgur íalt

2.488.280.000 kr.

 

Sýslur

Løgujáttan, 1997-2008

Fólkatal í 2007

Norðoya Sýsla

5%

12%

Eysturoyar Sýsla

7%

22%

Streymoyar Sýsla

32%

46%

Vága Sýsla

4%

6%

Sandoyar Sýsla

5%

3%

Suðuroyar Sýsla

29%

10%

Ógreinað

18%

 

Tilsamans

100%

100%

 

 

Hesi 12 árini eru játtaðar næstan 2,5 mia. kr. í løgum umvegis løgtingsfíggjarlógina. Av hesum eru góðar 416 mió. kr. farnar til suðuroyarleiðina, sum er samferðsluhavn á Tvøroyri og nýggi Smyril, ið nú er 2 ára gamal. Hetta tíðarskeiðið eru 122 mió. kr. játtaðar til sandoyarleiðina, sum er Skopunar Havn, vegurin millum Gomlurætt og Tórshavn og Teistin, ið er 6 ára gamal.

 

Ad. 4. Niðanfyri er víst, hvussu nógvar løgukrónur eru brúktar frá 2004 til 2008, bæði árini íroknað, býtt á sýslur. Tølini fyri 2004-2007 eru grundað á roknskapartøl, og tølini fyri 2008 eru úr fíggjarlógaruppskotinum hjá farnu samgongu.

 

Sýslur

  Brúktar løgur tilsamans, 2004-2008

Norðoya Sýsla

54.998.000 kr.

Eysturoyar Sýsla

135.027.000 kr.

Streymoyar Sýsla

383.422.000 kr.

Vága Sýsla

82.194.000 kr.

Sandoyar Sýsla

20.672.000 kr.

Suðuroyar Sýsla

398.121.000 kr.

Ógreinað

206.258.000 kr.

Brúktar løgur íalt

1.280.692.000 kr.

 

Ad. 5. Tað framgongur ikki av spurninginum, hvussu spyrjarin allýsir almenn partafeløg, men tað kann upplýsast, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru gjørdir av almennum partafeløgum. Vágatunnilin varð gjørdur í tíðarskeiðnum 2000 til 2002 og kostaði góðar 300 mió. kr. Norðoyatunnilin varð gjørdur í tíðarskeiðnum 2003 til 2006 og kostaði knappar 400 mió. kr. Av hesum báðum upphæddum rindar landskassin umleið helvtina, meðan restin fíggjast við brúkaragjaldi.

 

Fíggjarmálaráðið hevur annars ikki øðrvísi innlit enn almenningurin í roknskapartølini hjá partafeløgum. Fíggjarmálaráðið hevur tí ikki serligt innlit í, hvussu partafeløg raðfesta sínar íløgur.  

 

Ad. 6. Fíggjarmálaráðið hevur ikki nakað yvirlit yvir, hvussu kommunalir felagsskapir raðfesta sínar løgur út á gomlu vadømini. Sigast kann tó, at tað serliga eru tveir felagsskapir, SEV og IRF, sum hava stórar kapitalútreiðslur, men hevur Fíggjarmálaráðið sum sagt ikki nakað yvirlit yvir, hvussu hesar eru býttar út á gomlu valdømini.

 

Ad. 7. Íløgurnar hjá kommununum eru støðugt vaksnar seinastu árini og fara væntandi at sláa met í 2008.

Í talvuni niðanfyri síggjast íløgurnar fyri 2004 til 2007, býtt á økir. Fyri 2004-2006 eru roknskapartøl nýtt, og fyri 2007 og 2008 eru fíggjarætlanartøl nýtt.

 

 

Økir

Løgur tilsamans hjá kommunum, 2004-2008

Norðoyaøkið

353,3

Eysturoyarøkið

578,6

Sundalagsøkið

120,7

Streymoyar Sýsla

878,6

Vága Sýsla

161,6

Sandoyar Sýsla

37,2

Suðuroyar Sýsla

95,9

Brúktar løgur íalt

2.226 mió. kr.

 

 

Ad. 8 og 9. Tað finnst eingin samlað uppgerð yvir privatu skuldarbindingina og skuldarbindingina hjá partafeløgum, býtt á valdømir. Tað er tí ikki gjørligt at svara hesum báðum spurningunum, tí hagtølini eru ikki tøk.

 

Ad. 10.  Yvirhøvur eru rakstrarútreiðslurnar vaksnar farnu árini. Í talvuni niðanfyri síggjast rakstrarútreiðslur landskassans (rakstrarjáttan + onnur játtan) frá 2004 til 2008-uppskotið hjá farnu samgongu, og ein prístalsregulering.

 

Rakstrarútreiðslur landskassans, 2004-2008

Ár

2004

2005

2006

2007

2008

Rakstrarútreiðslur, ársins prísir

2.180

2.224

2.305

2.423

2.662

Brúkaraprístal (2004, 1. kv.=index 100)

100

102,1

103,0

105,9

112,2

Rakstrarútreiðslur, prístalsjavnað

2.180

2.178

2.238

2.288

2.373

 

Í leypandi prísum sæst, at rakstrarútreiðslurnar eru vaksnar beint undir ½ milliard kr. í tíðarskeiðnum.

Vit hava ikki í Føroyum nakað prístal serstakt fyri almennar tænastur, og fyri at geva eina meting av realvøkstrinum í rakstrarútreiðslum landskassans verður tí brúkt brúkaraprístalið, hóast ávíst fyrivarni má takast fyri hesum háttinum. Orsakað av generellum prísvøkstri sæst tó, at realvøksturin er nakað minni enn vøksturin í ársins prísum í umrødda tíðarskeiði.

 

Ad 12. Í talvuni niðanfyri sæst útrokning fyri reallønargongdini í 2004-krónum:

 

 

2004

2007

Lønargjaldingar í alt (í 1.000 kr.)

5.861.341

6.943.241

Løntakarar tilsamans

24.500

25.343

Løngjaldingar / Løntakara (í kr.)

239.000

274.000

Prístal (2004, 1.kv =100)

100

105,9

Realløn í 2004-krónum

239.000

259.000

Løngjaldingar er frá tíðarseriuni ”Lønargjaldingar í 1.000 kr. skift á kyn, vinnugrein, heilár og ár” hjá Hagstovuni.

Løntakarar eru januartølini frá tíðarseriuni “Løntakarar skift á kyn, vinnugrein, mánað og ár” hjá Hagstovu Føroya.

Prístalið er frá “Brúkaraprístalið skift á vørubólkar, ársfjórðingar og ár” hjá Hagstovuni, ið er umroknað til at hava 1. kv. 2004 sum byrjunarár.

Lønirnar eru útgoldnar lønir, og hædd verður sostatt ikki tikið fyri skattabroytingum í talvuni omanfyri.

 

Sum tað sæst veksur miðallønin 35.000 kr. í tíðarskeiðnum (frá 239 tkr. til 274 tkr), men orsakað av vøkstri í prísstøðinum er reallønin vaksin nakað minni, ella 20.000 kr. Sigast kann tó, at ávísur reallønarvøkstur hevur verið í 3-ára tíðarskeiðnum, men at hesin í stóran mun má metast at vera grundaður á øktan innlendskan eftirspurning heldur enn økt framleidni í tíðarskeiðnum.

Málið avgreitt.