S-48 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi viðgerðini av arbeiðs- og uppihaldsloyvum hjá útlendingum, ið eru giftir føroyingum 

Orðaskifti

Ár 2007, mikudagin 13. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvussu long er samlaða meðal viðgerðartíðin av umsóknum hjá útlendingum, ið søkja arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum?
  2. Hvussu long er meðal avgreiðslutíðin hjá ávikavist løgregluni, Innlendismála­ráðnum (nú Løgmálaráðnum) og Udlændingestyrelsen?
  3. Er nakar munur í viðgerðini, tá ið talan er um føroying, ið hevur útlendskan hjúnafelaga, og tey ynskja at seta búgv í Føroyum?
  4. Hava danir í skrivi boðað frá, at allar umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi verða viðgjørdar og avgreiddar soleiðis, sum føroyingar timæla?
  5. Heldur landsstýrismaðurin tað vera rímiligt, at tað áliggur umsøkjaranum, ið mangan hevur trupult at samskifta á føroyskum ella donskum, regluliga at rykkja eftir svari, fyri at umsóknin ikki heilt skal verða gloymd?
  6. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin at bøta um umstøðurnar?

 

Viðmerkingar:

Í einum lítlum landi sum Føroyar er tað sjálvsagt av alstórum týdningi, at vit føra ein varnan og ábyrgdarfullan útlendingapolitikk.

 

Hóast fýra landsstýrismenn hava roynt seg í sessinum seinasta valskeið, eru viðurskiftini og viðgerðin av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum langt frá nøktandi.

 

Nú Føroyar eru partur av alheimsgerðini, og umgdómur okkara í stóran mun leitar út í heim at fáa sær útbúgving, er tað vorðið alt meira vanligt, at føroyingar finna sær hjúnafelaga uttan fyri Norðurlond.

 

Hóast løgmaður í nýggjársrøðu síni segði, at ikki skuldi gerast munur á fólki, kunnu vit skjótt staðfesta, at velur føroyskur ungdómur sær hjúnafelaga uttan fyri Norðurlond, er hann bókstaviliga “på herrens mark” og skal ikki rokna við møguleikanum, at familjan vendir heim  at búseta seg í Føroyum uttan tógvið stríð

 

Hóast tað í vígsluritualinum stendur, at “tey tvey skulu verða eitt hold, og at tað, sum Gud hevur samanbundið, skulu mennisku ikki sundur skilja”, so er veruleikin ein  annar. Verður ein føroyingur giftur ríkisborgara t.d. uttan fyri Evropa, er leiðin so tung og long fyri at fáa viðurkenning í Føroyum, at alt fleiri gera av at búseta seg uttanlands, tí tey ikki hava tíð og fíggjarliga orku at stríðast fyri at fáa varandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi og kenna tann tryggleikan, sum er neyðugur, fyri at seta føtur undir egið borð og vinna til lívsins uppihald fyri seg og familjuna.

 

Tí er tað ein sannroynd, at fleiri hjún, har annar parturin er føroyingur og hin parturin er útlendingur, heldur búseta seg uttanlands, hóast vit hava eitt samfelag, ið hevur eitt tað lægsta arbeiðsloysi í heiminum.

Á tingfundi 20. februar 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 26. mars 2008 svaraði Helena Dam á Neystabø fyrispurninginum soleiðis

Svar 

Alment

Vísandi til viðmerkingarnar hjá spyrjaranum fari eg, áðrenn ítøkiligu spurningarnir verða svaraðir, í stuttum at greiða frá muninum á arbeiðs- og uppihaldsloyvum og familjusamanføring.

 

Útlendingur, sum er giftur við føroyingi ella hevur havt samlív við ein føroying í minsta lagi í 1 ½ ár kann fáa familjusamanføring. Tá ið útlendingurin fær familjusamanføring krevst onki arbeiðsloyvi. Útlendingur, sum hevur fingið familjusamanføring kann arbeiða í Føroyum uttan arbeiðsloyvi. Umsókn um familjusamanføring er sostatt ikki tað sama sum ein umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

 

Snýr tað seg hinvegin um útlendingar, sum koma til Føroyar at arbeiða, skulu hesir søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Tað, sum er avgerandi fyri, um útlendingurin fær arbeiðs- og uppihaldsloyvi, er, um tað er veruligur tørvur á arbeiðsmegi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Til 1 og 2

Av tí at umsitingin av útlendingamálum er danskt málsøki, kann Løgmálaráðið bara upplýsa um meðalviðgerðartíðina av arbeiðs- og uppihaldsloyvum í Løgmálaráðnum, sum í flestu førum er styttri enn 1 mánaða. Seinasta heyst var viðgerðartíðin nakað drúgvari, av tí at tað í tíðarskeiðnum september – november 2007 vóru tríggjar ferðir so nógvar umsóknir sendar til ummælis í Løgmálaráðinum í mun til sama tíðarskeið í 2006.

 

Viðgerðartíðin í teimum málum, har umsøkjarin søkir um arbeiðsloyvi til ófaklært arbeiði á fiskavirkjum, og umsøkjarin ongar royndir hevur frammanundan á hesum øki, hevur í seinastuni verið nógv longri enn vanligt. Hetta er av tí, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki hava verið samdir um, í hvønn mun veruligur tørvur er á ófaklærdari arbeiðsmegi á hesum øki, eins og tað politiskt hevur verið og verður arbeitt við at finna eina loysn á hesum máli. Hesi mál fara øll at verða avgreidd í næstum.

 

Til  3

Tá ið søkt verður um arbeiðs- og uppihaldsloyvi er tað, sum nevnt, bara tørvurin á arbeiðsmegi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum er avgerandi fyri, um loyvi verður givið. At útlendingurin hevur føroyskan hjúnafelaga hevur ikki týdning, tá ið tað snýr seg um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, men hetta hevur hinvegin avgerandi týdning, tá ið tað snýr seg um at fáa familjusamanføring.

 

Til  4

Danir hava ikki í skrivi boðað frá, at allar umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi verða viðgjørdar og avgreiddar soleiðis, sum føroyingar tilmæla. Tað eru tó greiðar ábendingar um, at hetta er so, og er Løgmálaráðið av teirri fatan, at tá ið tað snýr seg um arbeiðs- og uppihaldsloyvir, verða tilmælini fylgd.

 

Í familjusamanføringsmálum gevur Løgmálaráðið hinvegin ikki tilmælir. Í staðin verða ymiskar upplýsingar latnar danska myndugleikanum, sum síðan tekur avgerð. 

 

Til  5 og 6

Eg haldi avgjørt ikki, at tað er rímiligt, at útlendingar mugu venda sær til Udlændingerservice í Keypmannhavn fyri at fáa at vita, hvussu líður við málsviðgerðini av málum teirra. Økið skuldi sjálvandi verið umsitið av føroyingum, soleiðis at útlendingurin kundi vent sær beinleiðis til myndugleikan í Føroyum.

 

Sum greitt frá omanfyri, kann útlendingur, sum hevur føroyskan hjúnafelaga, søkja um familjusamanføring í staðin fyri at søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

 

Sum avtalað í samgonguskjalinum fari eg at arbeiða fyri at fáa økið yvirtikið, soleiðis at vit sjálvi fáa ræði á málsøkinum. Eg eri sannførd um, at henda avgerð at yvirtaka útlendingamálini er av stórum týdningi fyri allar partar. Tað er umráðandi, at teir útlendingar, sum søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi ella um familjusamanføring, fáa eina virðiliga viðgerð í Føroyum. Og tað er umráðandi, at vit taka øll neyðug fyrilit millum annað í sambandi við viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum og í sambandi við integratión. At yvirtaka útlendingamálini øll sum tey eru, er ikki løtuverk. Tí verður samstundis arbeitt við at finna eina fyribils loysn, sum kann virka í tíðarskeiðnum til økið er yviritkið, og til vit hava fingið eina føroyska útlendingalóg.

 

Í sambandi við eina slíka yvirtøku skulu vit eisini uppbyggja ein føroyskan útlendingamyndugleika, har útlendingurin kann fáa vegleiðing og kunning, eina fyrisiting, sum kann tryggja neyðugt eftirlit, og eina fyrisiting, sum kann tryggja teimum útlendingum, sum koma til Føroyar at arbeiða ella at búsetast, síni rættindi. Eg havi eina kenslu av, at tað kann vera vantandi vegleiðing, sum er orsøk til, at einstøk mál gerast trupul. Til dømis at ein útlendingur í summum førum søkir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í staðin fyri familjusamanføring.

Málið avgreitt.