S-28 Fyrispurningur til , landsstýrismann, viðvíkjandi  

Ár 2007, hósdagin 11. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvussu nógv starvsfólk eru søgd úr starvi, síðan almenna Postverk Føroya bleiv umlagt til partafelag?
  2. Hvussu nógv starvsfólk hava sjálvboðin sagt seg úr starvi hetta tíðarskeiði? Røkja avloysarar hesi størv ídag og kann væntast, at nevndu størv verða lýst leys alment?
  3. Hava uppsøgdu postfólkini framíhjárætt til hesi størv?
  4. Er tað rætt, ið uppsagt starvsfólk hevur ført fram alment, at tey starvsfólk, sum hava havt eina meining um Postverkið, ið ikki samsvarar við hugsan leiðslunnar, eru millum tey uppsøgdu?
  5. Hvussu hevur gongdin verið hjá Postverkinum síðan einskiljingina,  roknskapartølini samanlíknaði fyri ársfjórðingarnar áðrenn og aftaná?
  6. Hvussu stór er/verður lønarsparingin av uppsøgnunum?
  7. Hvussu nógv starvsfólk eru uppnormeraði til leiðarar, og hvussu nógv eru útreiðslurnar vaksnar á leiðslusíðuni?
  8. Hvussu er støðan hjá teimum starvsfólkum, ið vórðu yvirtikin 1. apríl 1976 og høvdu tænastumannarættindi?
  9. Kann landstýrismaðurin váttað, at allar avtalur viðvíkjandi rættindunum hjá starvsfólkunum í sambandi við einskiljingina halda, eins og sáttmálin er fult galdandi, til ein nýggjur lønarsáttmáli er gjørdur millum partarnar?
  10. Hvat kostar nevndin í P/F Postverki Føroya?
  11. Hvørjar nýggjar tænastur hevur Postverkið sett á stovn, sum kunnu bøta um raksturin ?

 

Viðmerkingar

Tað bleiv ført fram undir einskiljingartilgongdini av Postverki Føroya, at hetta var ein neyðug gongd, skuldi Postverkið klára seg í kappingini, og stovninum vera lív lagað.

 

Tað eydnaðist landsstýrismanninum í vinnumálum at sannføra Løgtingið um, at so var. Einans 3 løgtingslimir atkvøddu ímóti einskiljingini, Jenis av Rana, Bill Justinussen og Kári P. Højgaard, allir hinir, ið greiddu atkvøðu, tóku undir við uppskotinum.

 

Hópuppsagnir, umframt stórar rembingar, hava verið innan stovnin seinasta árið. Eftirfylgjandi hava fleiri starvsfólk, harímillum onkri, ið hava starvast meir enn fjórðingsøld, sagt seg úr starvi.

 

Ótryggleiki valdar, og seinasta stigið í hesum talvi er, at nevndin í Føroya Postfelag ikki metir seg kunna megna uppgávuna at verja rættindini hjá limunum, nú fleiri limir hava strikað limaskapin í felagnum, tí teir hava fingið arbeiði í leiðsluni. Ein nærum fullsamdur eykaaðalfundur hevur tí tikið avgerð um, at avtaka Føroya Postfelag og innlima seg í Starvsmannafelagið fyri at standa sterkari í lønarsamráðingunum.

 

Postverkið verður stýrt av eini partafelagsnevnd. Ásannast má tó, at hetta er eitt 100% alment partafelag, sostatt hevur landsstýrismaðurin, ið varðar av málsøkinum, evstu ábyrgdina. Landsstýrismaðurin má somuleiðis tryggja, at allar avtalur, gjørdar eru í sambandi við umleggingina, eins og sáttmálatryggjaðu rættindini og skyldur mótvegis starvsfólkunum verða hildnar.

Á tingfundi 12. oktober varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.