Frágreiðing um orkupolitikk


101-2  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um orku


Framløga og aðalorðaskifti

Ár 2007, 6. februar 2007, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Frágreiðing

 

til

 

aðalorðaskifti um orkupolitikk 

 

 

Sum landsstýrismaður í vinnumálum leggur undirritaði frágreiðing um orkupolitikk til Løgtingsins viðgerð.

 

Visjónin hjá landsstýrinum er, at í 2015 

 

 

 

 

Aftur at høvuðsmálsetningunum um minni oljunýtslu, skulu karmar og krøv setast, soleiðis at vit hava:

 

 

Niðanfyri er høvuðstátturin av teimum tiltøkum, sum skotin vera upp at fremja:

 

Tríggir meginhættir eru at minka um oljunýtsluna:

 

 

Uppskotið til orkupolitikk er skipað í tveir høvuðspartar, ávíkavíst orkunýtslu á landi og á sjógvi, og sett eru ítøkilig mál fyri orkunýtsluna til 2015. 

 

Orkunýtsla á landi 

Málsetningurin um orkunýtslu á landi kann røkkast við at byggja út varandi orkukeldur, gagnnýta avlopshita frá elframleiðslu og brenning av burturkasti, minka um nýtsluna av olju og bensini fyri hvønn koyrdan kilometur og við at nýta minni olju til upphiting og elorku.

 

Ítøkiliga verður mælt til:

 

 

 

Til tess at gagnnýta orkuna á landi betur, er neyðugt við miðvísum arbeiði á fleiri økjum. Í høvuðsheitum kunnu vit:

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Gagnnýta vit avlopsorkuna frá brennistøðum og elverkum og minka um orkunýtsluna í húsarhøld­unum og ferðsluni við 20% fyri hvørja eind samstundis sum vit framskriva ferðsluna við 30% og búskaparvøksturin annars við 8%, verður mett at oljunýtslan kann minka við 10.000 tonsum. Leggja vit tær sparingar, ið standast av nevndu vindorku- og vatnorkuútbyggingum afturat, verður mett, at samlaða oljunýtslan á landi kann minkast við umleið 25.000 tonsum í mun til 2005.

 

Orkunýtsla á sjónum 

Trupult er at seta neyv mál fyri fiskiflotan, tí skiftandi viðurskifti kunnu ávirka bæði veiðunøgd og orkunýtslu, og skipabólkarnir hava eisini ólíkar fortreytir. Aftur ímóti heimaflotanum fiska aðrir skipabólkar til dømis bæði í føroyskum og útlendskum sjógvi og av føroyskari sum útlendskari kvotu. Tí kann verða trupult at seta sama mál fyri allar bólkar, og málsetningurin má verða lisin í røttum samanhangi, har ein samtykkir at virka fyri, at fiskiflotin sum heild skal nýta minni orku í mun til veiðinøgdina.

 

Til ber at minka um orkunýtsluna við at hvørt skip sær stýrir roynd og orkunýtslu, so at úrtøkan verður sum mest, og við at samfelagið ásetir gagnligasta veiðitrýst á fiskastovnarnar.

 

Ítøkiliga verður mælt til:

 

 

Mælt verður til at tikið verður undir við hjálagda uppskoti til orkupolitikk.

 

Orðaskifti var um um frágreiðingina tann 13. februar 2007. Málið avgreitt.