10 Uppskot til samtyktar um arbeiðsumhvørvi í fólkaskúlanum
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
Ár 2006, 6. februar, legði Mathilda Follend vegna næmingar frá 9. a í Eysturskúlanum í Havn fram soljóðandi
til
samtyktar
Heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot um broyting í lógini um arbeiðsumhvørvi, sum tryggjar, at fólkaskúlanæmingar í skúlatíðini verða fevndir av lógini, tá tað snýr seg um larm, pláss, inniluft, høli til matarsteðg, reinføri o.a.
1. viðgerð 06.02.2006. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 7. februar 2006 legði fram soljóðandi
9. d í Eysturskúlanum hevur lagt málið fram tann 6. februar 2006, og eftir 1. viðgerð er tað beint trivnaðarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. februar 2006.
Ein meiriluti (Sharon Zachariassen, Beinta Bergsdóttir, Eyðin Djurhuus, Sissal Magnussen, Jona Venned og Olga Gullaksen) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Ungdómstinginum frá at samtykkja tað.
Ein minniluti (Mathilda Follend) tekur undir við uppskotinum og mælir Ungdómstinginum til at samtykkja tað.
Ein minniluti (Sjúrður K. Thomassen, Gunnar Thomsen og Diana Jacobsen) boðar frá, at minnilutin tekur støðu í tingsalinum.
2. viðgerð 7. februar 2006. Uppskotið fallið 7-10-13. Málið avgreitt.