4  Uppskot til  samtyktar um broyting í løgtingslóg um ferðslu

Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 6. februar, legði Mathilda Follend vegna seg sjálvan, Emil, Nigro og Christoffur frá 9. d í Eysturskúlanum í Havn fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

Heitt verður á landsstýrið, um at leggja fyri Løgtingið uppskot um broyting í løgtingslógini um ferðslu, sum strikar teknisku ferðavmarkingarnar fyri prutl, og í staðin setir eina lógarfesta hámarksferð fyri prutl, sum skal vera 45 km/t.   

Viðmerkingar
Vit halda, at prutl koyra alt ov seint. Ferðin skal hækkast til 45km/t. Grundin til, at ferðin skal hækkast, er, at tað er ov sein ferð hjá ungum, og av tí sama tuna meginparturin av ungum prutlini. Tað er lættari at missa tamarhaldið á prutlinum við 30 km/t eftir eini brekku ella yvirhøvur.

1. viðgerð 06.02.2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 7. februar 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Emil Dam, Mathilda Follend, Nigro B. Hermansen og Cristoffur Dam, 9. d í Eysturskúlanum, hava lagt málið fram í dag, og eftir 1. viðgerð er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi í dag og tekur undir við uppskotinum.

 

Nevndin hevur umrøtt, um ferðin átti at verðið hækkað upp aftur meira, men hildið verður ikki, at tað er rætt at hækka ferðina longur upp enn til 45 km/t.

 

Ein samd nevnd tekur sostatt undir við málinum, og mælir ungdómstinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 7. februar 2006. Uppskotið samtykt 29-1-0. Málið avgreitt.