Skrá fyri Ungdómstingið

 

 

Mánadagin 6. februar 2006

 

Kl.   9.00       Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum

 

Kl. 10.00       Løgtingsformaðurin setir Ungdómstingið

Uppskotssetararnir leggja fram uppskotini. Møguleiki verður hjá ungdómstinglimunum at seta spurningar til uppskotssetararnar og koma við viðmerkingum.

 

Kl. 12.00       Døgverði

 

Kl. 13.00       Nevndarviðgerðir, har spurningar til landsstýrismenninar verða avgreiddir. Síðani verða ungdómstingmálini umrødd, og álit verður skrivað í øllum málunum. Í álitunum skal verða mælt til, at minst eitt uppskot skal samtykkjast, og minst 1 uppskot skal fella.

 

 

Týsdagin 7. februar 2006

 

Kl.   9.30       Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum

 

Kl. 10.00       Ungdómstingfundurin byrjar

Umboð fyri nevndirnar leggja fram álitini.  Uppskotini verða viðgjørd, og atkvøtt verður um tey.

 

Kl. 12.00       Døgverði

 

Kl. 13.00       Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum

 

Kl. 13.30       Munnligir fyrispurningar til løgmann og landsstýrismenn

 

Kl. 15.00       Móttøka

Høvi verður hjá fjølmiðlunum at hitta ungdómstinglimirnar