100-39 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi USA-ferð hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni 

Orðaskifti

Ár 2006, mikudagin 8. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1)      Siðvenja er, at landsstýrismenn í ferðafráboðanum sínum gera vart við hvørji ørindini eru, og hvagar leiðin liggur, tá ið farið verður uttanlands. Hetta verður ikki upplýst í fráboðanini, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sendi úr ráði sínum hin 10. januar 2006. Hvørji eru ørindi hansara, og hvar hevur landsstýrismaðurin verið hesar dagarnar frá 30. januar – 06. februar ?

2)      Sambært fjølmiðlunum hevur landsstýrismaðurin verið í USA. Ferðast hann samsvarandi almennari ella persónligari innbjóðing ? Hava tær almennu Føroyar skipað hesa ferðina, nær byrjaðu so fyrireikingarnar, hvør var skráin, hvat var endamálið, var løgmaður, og umsiting hansara, partur av fyrireikingunum, og nær varð avgerðin tikin um, at Menningarstovan skuldi gerast ítøkiligur partur av hesi ferðini ?

3)      Er tað av tilvild ella tilætlað, at uppihaldið hjá landsstýrismanninum í Washington fellur saman við árliga bønarfundinum, sum skipaður verður kring amerikanska forsetan á hvørjum ári hesa ársins tíð ?

4)      Hvørji og hvussu mong eru við í ferðalagnum ?

5)      Ber løgmanni til at siga okkum ítøkiliga, hvørjir formellir fundir verða hildnir ímillum føroyskar og amerikanskar myndugleikar á ferðini ?

6)      Sambært Svf skuldu landsstýrismaðurin og umboðið fyri Menningarstovuna bara síggjast í 4 tímar hesa vikuna, teir eru burtur úr Føroyum, hvat hava teir hvør sær tikist við í avlopstíðini sambært ferðaskránni, sum løgmaður væntandi leggur við sínum svari ?

7)      Ber løgmanni til at fáa hendur á ferðafrágreiðingini hjá umboðnum frá Menningarstovuni, og leggja hana við sum skjal í svarinum ?

8)      Hvat væntar løgmaður, at tær almennu Føroyar fáa burtur úr hesi ferðini hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni og fylgi ?

9)      Alment er bara frætt um tveir avtalaðar fundir hjá hesum almenna ferðalagi, við íslendsku og donsku sendistovurnar í Washington, hvat væntar løgmaður at fáa burtur úr samrøðunum við tað, sum mest av øllum líkist handilsligum kappingarneytum á amerikanska marknaðinum, og hevði tað ikki verið skilabetri at tosað við amerikanskar myndugleikar og amerikanskt vinnulív, um ætlanin var at gera USA til ein betri markna fyri føroyskar vørur og kanska eisini tænastur ?

10)  Hvat kemur hendan ferðin at kosta teimum almennu Føroyum, alt íroknað ?

11)  Sambært samrøðu í Svf tengdi løgmaður ferðauppgerðina og endamálið við ferðini óloysiliga saman. Tá ið endamálið helst skuldi verið greitt frammanundan, og ferðaseðlarnir vælsaktans eru keyptir frammanundan, at farið verður, eigur løgmaður at greiða tingmonnum frá, hvussu hetta hongur saman, at ein eftirfylgjandi ferðauppgerð og endamálið við hesi somu ferð kunna vera alin av sama vadmali ?

12)  Er ferðin liður í Visjón 2015 ætlanini hjá løgmanni ?

 

Viðmerkingar:

Ongin ivast í, at handilsliga samskiftið við stóra amerikanska marknaðin er alt ov lítið. 90% av tvívegis samhandlinum er við europeisk lond, 6% við lond í Asia og hini 4%´ini við lond í Afrika og á amerikanska meginlandinum. Bara 1% av okkara samhandli við útlond er við USA.

 

Harvið er tað onki meira enn rímiligt, at teir, ið sita við politiska valdinum, serliga landsstýrismaðurin í vinnu- og handilsmálum, ger átøk, sum kunna menna og vaksa um samhandilin millum Føroyar og USA.

 

10. januar fingu landsstýris- og løgtingsmenn fráboðan um, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, fór at vera burturstaddur, í døgunum frá 30. januar – 06. februar 2006. Vanliga verða ferðamálini og ætlaðu ørindini útgreinað í slíkum fráboðanum, tað hevur verið hildin góður fyrisitingarligur siður, men soleiðis skuldi ikki verða í hesum førinum. Spenningur hevur síðani verið um, hvagar leiðin hjá landsstýrimanninum mundi liggja, hvat mundi koma burturúr, og serliga hevur verið gitt, um ferðin var almenn ella privat.

 

Tað var farið at ganga sum rótasúpan kring landið, at landsstýrismaðurin hevði tikið táttin upp eftir fleiri av sínum undanmonnum í Fólkaflokkinum, og var farin alla leiðina til Washington, á stóra bønarmøtið, sum skipað verður kring amerikanska forsetan á hvørjum ári hesa ársins tíð. Sagt verður, at menn verða bodnir persónliga til hesa seansuna. Er hetta rætt, hava tær almennu Føroyar onki við hesa ferðina at gera yvirhøvur. Óført hevur verið gitt um hesi viðurskiftini, hvørt landsstýrismaðurin var farin í egnum ørindum og fyri egna rokning, ella hann onkursvegna hevði kringlað tað soleiðis, at føroyski skattaborgarin kom at borga fyri hesa stórhending, har landsstýrismaðurin slapp at eta morgunmat og biðja saman við amerikanska forsetanum og hansara trúgvu sveinum.

 

Allar gitingar, illgitingar um ein vil, vórðu gjørdar til skammar, tá ið óhefta public-service rásin Útvarp Føroya kom við hesum tíðindastubbanum á náttverða, mikukvøldið 01. februar 2006: “Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, er í hesum døgum á vitjan í USA. Saman við einum umboði fyri Menningarstovuna skal hann kanna møguleikarnar fyri, at USA gerst ein enn betri marknaður fyri føroyskar vørur og kanska eisini tænastur. Á vitjan síni skal Bjarni Djurholm eisini vitja sendistovurnar hjá Danmark og Íslandi í Washington.” Hendan fráboðanin mundi sissa tey flestu, tó kendist tað løgið, at dentur bara varð lagdur á fundirnar við danskar og íslendskar myndugleikar í amerikanska høvuðsstaðnum. Skal samhandilin mennast ímillum Føroyar og USA, mátti tað verið meira umráðandi at tosa við amerikanskar myndugleikar um hesi viðurskifti, men teir tykjast ikki at hava havt nakra serliga raðfesting í skránni, tá ið teir als ikki verða nevndir í tí, sum mest av øllum líkist upplestri úr einum tíðindaskrivi, hvaðani tað so er komið niðan í Sortudíkið.

 

Ávís kyrring gjørdist tó av tíðindaflutninginum. Føroyingar hava eina merkiliga turkatrúgv á, at alt, ið Útvarpið borðreiðir við, er ævinligur sannleiki. Einaferð var tað kanska soleiðis – ein heimur í broyting hevur eisini broytt hendan sannleikan, nú spinndoktarar og politiskir sjefideologar hvønn dag buktast við at skapa menniskjanum eitt univers eftir teirra og valdsins høvdi. Og mangur mundi verða fegin um, at kringvarpsredaksjónirnar í tíðindaflutninginum (eftir samanleggingina av Útvarpinum og Sjónvarpinum) framvegis virka fullkomuliga óheftar av hvørji aðrari, tá ið Sjónvarpið fríggjakvøldið 3. februar 2006 setir eitt annað sjónarhorn á søguna um ferðina hjá landsstýrismanninum og fylgisneytum í USA.

 

Djarvur og nýstarvsettur tíðindamaður leggur í vaðið og vísir okkum, hvussu óheftur tíðindaflutningur skal gerast. Í mun til Útvarpið týskvøldið er greitt beinanvegin, at maðurin hevur kannað málið til botns. Tosar við løgmann, og hevur eftir øllum at døma tosað við Menningarstovuna um hennara leiklut í hesi ferðini. Eftir trimum sólarringum hevur málið fingið eitt ordans vambakast og stendur nú á høvdinum í mun til Útvarps-tíðindini, ið tóktust í so plantað. Óneyðugt er at siga, hvør ið urtagarðsmaðurin er, tað er eftirhondini vorðið alt ov sjónskt fyri monnum, hvussu stórur partur av politisku tíðindunum koma í, í okkara ljóðborna miðli.

 

Tað framgongur greitt úr umrøddu tíðindasending í Sjónvarpinum, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, er boðin persónliga yvir til eitt bønarmøti hjá Bush forseta. Harvið skal hann gjalda gildið sjálvur. Fyri at sleppa undan hesum og fyri at legitimera, at føroyski skattaborgarin borgar fyri hesa persónligu útfluktina, roynir hann øll kynstur at fáa ferðina at líkjast eini almennari ferð. Hetta eydnast partvíst, tá ið onkur í umsitingini hevur sett seg í samband við omanfyrinevndu sendistovur og spurt, um tær hava nakað ímóti, at ein landsstýrismaður úr Føroyum støkkur inn á gólvið hesar dagarnar, hann annars er í bønarørindum í Washington. Trupulleikin er bara, at fyriskrivað er, at landsstýrismaður ikki einsamallur eigur at umboða Føroya Landsstýrið, kravið er, at í hvussu er ein embætismaður tekur lut á fundum, har tær almennu Føroyar eru annar parturin.

 

Nú vóru góð ráð dýr, skuldi landsstýrismaðurin sleppa undan at gjalda fyri ferðina sjálvur. “Trýst” man so vera lagt á Menningarstovuna. Stovnur undir Vinnumálaráðnum. Onkursvegna skula teir, ið stjórna henni, greiða frá, hvussu eitt starvsfólk, í óðum verkum, verður rykt úr starvsliðnum, fyri at fáa konseptið við bønarferðini at ganga upp í eina fullkomna heild, also ein heild, sum skattaborgarin kundi skilja og sjálvandi skuldi gjalda fyri. Í somu tíðindasending varð sagt, at landsstýrismaðurin og umboðið frá Menningarstovuni bara komu at síggjast í 4 tímar tilsamans, hesa vikuna, teir vóru burturstaddir úr Føroyum. Landsstýrismaðurin valdi heldur at ferðast kring USA við einum fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni hjá Fólkaflokkinum, tá ið hann ikki var upphongdur av sambandinum við Bush og tað himmalska elementið.

 

Bønarferðirnar hjá Fólkaflokkinum vestur um hav, sum tey flestu at sær komnu meta sum eina serliga skemtiliga show-paradu, eitt stunt fyri at tekkjast onkrum óvitandi, hava ikki skroyvað upp í samhandlinum millum Føroyar og USA, sum bara er minkaður síðani hetta láturliga fjantið, hjá oddvitum floksins, byrjaði fyri umleið 15-20 árum síðani. Ongin ivast í, at rætt er at fáa vøkstur í samhandilin við hendan stóra og ríka markna, men um tað gerst við ad-hoc ferðum sum hesari, er ivingarsamt, og bønir, saman við einum pallsettum kaffimunni frá íslendingum og dønum, í høvuðsborg Bandaríkjanna, gera tað valla einsamallar.

 

Eftirhondini ivast ongin í, at almenna síðan av hesi ferð eittans er ein skinnparada fyri at løggilda, at Bjarni Djurholm skuldi sleppa eina ókeypis ferð til USA, har hann skuldi eta og biðja saman við sínum samhugaða politiska gullkálvi - í Hvítu Húsunum. Tekniskt var  neyðugt, at Menningarstovan gjørdist ein partur av hesum, partur av spunna royktáminum, ið lá yvir ferðini, haðartil Sjónvarpið setti kameralinsurnar inn á bein í málinum, og harvið fekk at kalla allan iva burtur hjá skattaborgarum landsins.

 

Spennandi verður at frætta, hvat tær almennu Føroyar hava fingið burtur úr hesum, og hvat hendan ferðin hevur kostað almenna kassanum. Væntandi tekur løgmaður allar snøklarnar við, so sum ferðir, uppihald, kost, lønir o.s.fr. Í øðrum londum hava teir fyrisetingar um, hvussu mál av slíkum slagi verða handfarin, tí er tað við ikki sørt av spenningi, at vit bíða eftir, hvussu núverandi oddviti landsins fer at svara hesum fyrispurningi, og hvønn leist hann krevur av sínum undirsáttum, tá ið fløkja møguliga er komin í ímillum almenn og privat áhugamál.

 

Á tingfundi hósdagin 9. februar 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 24. mars 2006 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

Til spurning 1:

Ørindi landsstýrismansins vóru at taka lut í National Prayer Breakfast við tilhoyrandi skrá við 4000 luttakarum úr 160 londum, og vóru hesir ráðharrar, parlamentarikarar, leiðarar fyri ymsar felagsskapir og einstaklingar. Ráðstevnan byrjaði 31. januar á middegi og endaði 3. februar um middagsleitið. Eftir hetta høvdu landsstýrimaðurin og umboð fyri Menningarstovuna fundir á donsku og íslendsku sendistovunum í Washington D.C. Landsstýrismaðurin hitti síðan íslendska generalkonsulin í New York 3. og 4. februar.

 

Til spurning 2:

Landsstýrismaðurin varð á heysti 2005 bjóðaður at luttaka í National Prayer Breakfast sum landsstýrismaður. Stutt eftir ársskiftið 2005/06 var landsstýrismanninum kunnugt, at íslendski generalkonsulin í New York hevði áhugað í fundi teirra millum, somuleiðis vildi íslendski sendiharrin hitta landsstýrismannin. Landsstýrismaðurin tók hesar spurningar upp við umsitingina í Vinnumálaráðnum, sum eisini vendi sær til Menningarstovuna við tí úrsliti, at Menningarstovan sendi fólk til New York/Washington teir dagarnar, landsstýrismaðurin var á staðnum.

 

Í samráði við løgmann vendi landsstýrismaðurin sær til uttanríkisdeildina á Løgmansskrivstovuni at fáa leiðbeining og hjálp til eisini at fáa ein fund í lag við danska sendiharran í Washington um handilsviðurskifti millum Føroyar og USA.

 

Til spurning 3:

Víst verður til svar uppá spurning 2.

 

Til spurning 4:

Á ferðini vóru landsstýrismaðurin og Áki Johansen, deildarleiðari á Menningarstovuni. Harumframt luttók Olaf Olsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, á National Prayer Breakfast.

 

Til spurning 5:

Tiltakið er ein ráðstevna við eini røð av tiltøkum og seminarum, har høvi var at hitta politisk-, vinnu-, felags- og átrúnaðarumboð og einstaklingar úr øllum heiminum. Í altjóðagerðini, har sambond og netverk hava vaksandi týdning, er slík ráðstevna ein møguleiki at økja um almenna samskiftið og sambondini til og úr Føroyum, umframt sera gott høvi til at kunna um Føroyar. 

 

Til spurning 6:

Víst verður til svarini omanfyri og til ferðafrágreiðingina hjá Menningarstovuni, ið er hjáløgd.

 

Til spurning 7:

Ferðafrágreiðingin hjá Menningarstovuni og frágreiðing frá landsstýrismanninum eru hjálagdar.

 

Til spurning 8:

Sambært landsstýrismanninum í vinnumálum fáa almennu Føroyar tað burtur úr ferðini, at hann fær uppbygt sær vinnulig, politisk og onnur netverk við fólk ymsastaðir frá í heiminum og hevur havt høvið til at kunna um Føroyar og føroyska vinnu. Í sama viðfangi hevur Menningarstovan – partvíst saman við landsstýrismanninum - nýtt høvið til at kanna møguleikarnir fyri føroyskum vørum og tænastum á amerikanska marknaðinum, umframt hvørji tiltøk kunnu gerast fyri at kunna koma innaftur á hendan marknaðin, sum fyrr hevði so stóran týdning fyri okkum. Sí eisini frágreiðing frá Menningarstovuni. Løgmaður tekur hesa meting landsstýrimansins til eftirtektar.

 

Til spurning 9:

Danska sendistovan í USA er eisini okkara umboð har, og onki er tí meira natúrligt og eisini vanligt enn at taka samband við hana. Tá tað snýr seg um íslendsku sendistovuna og konsulatið, so kunnu kappingarneytar saktans hava stórt gagn av at samstarva í ávísum førum. Víst kann verða til tað samstarvið, sum fyrr var um at selja føroyskan fisk á amerikanska marknaðinum. Danska sendistovan mælti til at brúka íslendsku sambondini eisini sæð í ljósinum av Hoyvíkssáttmálanum. Tað vísti seg eisini, at íslendsku umboðini vóru stak áhugaði í at samstarva. Sí bræv og tilfar frá donsku sendistovuni, sum er hjálagt.

 

Til spurning 10:

Sí svar til spurning 11.

 

Til spurning 11:

Greitt er frá omanfyri, hvat endamálið var við túrinum, og verður hann uppgjørdur sambært galdandi reglum.

 

Til spurning 12:

Ein av hornasteinunum undir Visjón 2015 ætlanini er luttøka í alheimsgerðini, sum m.a. fevnir um, at Føroyar og føroyingar í allar mátar verða virkin og hollur partur í altjóðaligum høpi. Herundir at vit skulu økja um politiska og handilsliga samstarvið við umheimin. Tí er hendan ferðin hjá landsstýrismanninum og Menningarstovuni í samljóði við Visjón 2015.

 

Skjøl:
Ferðafrágreiðing frá Menningarstovuni
Ferðafrágreiðing frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni

Bræv og tilfar frá donsku sendistovuni

Málið avgreitt.