93  Uppskot til  løgtingslóg um endurgjald til rækjuflotan

A. Upprunauppskot
1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2005, 15. apríl, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um endurgjald til rækjuflotan

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita rækjuskipum endurgjald fyri eykaútreiðslur og mista fiskitíð. Heimildin verður veitt, tí rækjuskipini stríðast við høgar oljuprísir, lágar rækjuprísir, stongdar havnir í Kanada o.a.

 Stk. 2. Eigari av skipi undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi til rækjufiskiskap, og sum er í vinnu, kann søkja um endurgjald.

 

§ 2. Samlaða árliga endurgjaldið fyri tey í § 1, stk. 2 nevndu skip kann í mesta lagi verða 10 mió. kr.

 Stk. 2. Veitast kunnu í mesta lagi 2 mió. kr. árliga í endurgjaldi fyri hvørt skipið.

 

§ 3. Endurgjaldið verður ásett sum ávís upphædd fyri hvønn dag, ið skipið er til rækjufiskiskap.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur fyri endurgjaldinum.

 

§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2005, og fer úr gildi aftur 31. desember 2006.

 Stk. 2. Fyri túr, sum er byrjaður áðrenn, men endar eftir, at lógin er komin í gildi, kann endurgjald veitast eftir hesi lóg. Endurgjald verður í hesum føri roknað fyri tað tíðarskeiðið, túrurin vardi, meðan lógin er í gildi.

 Stk. 3. Fyri túr, sum er byrjaður, meðan lógin er í gildi, men endar eftir, at lógin er sett úr gildi, kann endurgjald veitast eftir hesi lóg. Endurgjald verður í hesum føri roknað fyri tað tíðarskeiðið, túrurin vardi, meðan lógin er í gildi. Umsóknir skulu latast inn í seinasta lagi 31. januar 2007.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Føroyingar hava roynt eftir rækjum í nógv ár. Tað er væl kent, at føroysk skip vóru uppi í teimum fyrstu at fiska rækjur bæði við Grønland og Kanada.

 

Tann føroyska rækjuvinnan royndist væl frá byrjan. Seinnu árini hava føroysku rækjuskipini tó havt tað ógvuliga tungt. Serliga eru tað lágu rækjuprísirnir, ið hava gjørt seg galdandi, men eisini høgu oljuprísirnir eru viðvirkandi orsøk til truplu støðuna. Afturat hesum kemur, at Kanada seinasta vetur aftur stongdi kanadiskar havnir fyri føroyskum rækjuskipum, tí ósemja er millum Kanada og Føroyar í NAFO-høpi.

 

Havnastongsulin hevur gjørt eina trupla støðu við tungum rakstri uppaftur verri. Landsstýrið hevur tí gjørt av at veita skipunum, ið eru undir føroyskum flaggi og hava loyvi at veiða rækjur, eitt endurgjald, serliga grundað á havnastongsulin. Ásannandi at øll føroysku rækjuskipini av og á hava fiskað á Flemish Cap, verður endurgjaldið latið uttan at taka dagar ímillum, hvørji leið skipið fiskar á.

 

Endurgjaldið verður ásett sum ávís upphædd fyri hvønn dag, ið skipið er til rækjufiskiskap. Upphæddin verður ásett í kunngerð sambært heimildunum í § 3, stk. 2 í lógaruppskotinum. Endurgjaldið verður avmarkað soleiðis, at hvørt skipið í mesta lagi kann fáa 2 mió. kr. árliga í endurgjaldi. Samlaða endurgjaldið fyri øll skipini kann í mesta lagi verða 10 mió. kr. um árið í tvey ár. 

 

Ummæli

Fiskivinnuráðið hevur fingið áður gjørda útgávu av uppskotinum til ummælis, men varð uppskotið ikki viðgjørt tá. Føroya Reiðarafelag og Felagið Rækjuskip hava tó gjørt viðmerkingar til ta útgávuna av uppskotinum.

 

Uppskotið, sum nú verður lagt fram, hevur tikið nakrar av viðmerkingunum frá Føroya Reiðarafelag og Felagnum Rækjuskip til eftirtektar. Tað skal tó verða nevnt, at feløgini ikki eru nøgd við, at samlaði fíggjarligi karmurin til endurgjald er avmarkaður til 10 mió. kr.

 

Tað hava ikki verið stundir at leggja uppskotið aftur fyri Fiskivinnuráðið.  

 

Kap 2. Avleiðingar av uppskotinum

Tær fíggjarligu avleiðingarnar vera avmarkaðar til eina útreiðslu til landið upp á í mesta lagi 10 mió. kr. í tvey ár. Hugsanin er, at lógin skal galda frá 1. januar 2005, og verður tí neyðugt, um uppskotið verður samtykt, at biðja Løgtingið um eykajáttan fyri verandi ár. Hetta verður gjørt í eykajáttanini fyri august 2005. Eingin umsókn um endurgjald verður avgreidd, fyrr enn játtan í fíggjarlóg er tøk. Fyri 2006 er ætlanin, at henda upphædd verður avsett á løgtingsfíggjarlógini.

 

Við tað at lógaruppskotið í sínum bygnaði er einfalt, verður mett, at talan verður ikki um nógva málsviðgerð í sambandi við umsóknir. Ætlanin er, at Lønjavningarstovan skal umsita skipanina. 

 

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1

Í § 1 er ásett, hvat endurgjaldið verður veitt fyri, og hvørji skip eru fevnd av lógini. Talan verður um fiskiskip, sum hava veiðiloyvi til rækjufiskiskap, og sum eru í vinnu. Í løtuni eru 5 rækjuskip í vinnu. Tvey føroysk rækjuskip eru undir útlendskum flaggi í løtuni, men koma møguliga aftur undir føroyskt flagg. Harumframt hevur eitt reiðarí, ið áður hevur havt rækjuskip, tilsøgn um at koma inn í føroyska flotan við rækjuskipi.

 

Til § 2

Samlaða árliga endurgjaldið fyri øll rækjuskipini kann í mesta lagi verða 10 mió. kr. Harumframt er tann avmarking galdandi, at reiðaríið fyri hvørt skipið í mesta lagi kann fáa útgoldið 2 mió. kr. fyri árið. Hetta merkir, at um komið verður upp til annað av hesum ovaru loftum, so verður steðgað at veita endurgjald.

 

Til § 3

Í stk. 1 verður ásett, at talan verður um ávísa endurgjaldsupphædd fyri hvønn dag, ið skip er til fiskiskap. Hetta merkir, at túrur roknast at byrja, tá mynstrað verður, og lokin tá avmynstrað verður. Á henda hátt verður funnið fram til dagatalið, sum skip er til fiskiskap.

 

Í stk. 2 verður tað heimilað landsstýrismanninum í kunngerð at áseta reglur fyri endurgjaldinum, herundir eisini ásetan av dagsendurgjaldinum. Við at áseta eina fasta upphædd fyri hvønn fiskidag, verður mett, at tað verður munandi lættari at umsita hjá Lønjavningarstovuni, umframt at tað verður lættari hjá reiðaríunum at gera uppgerðir í sambandi við umsóknir. Í kunngerðini verður eisini ásett, hvussu umsóknir verða viðgjørdar, og hvørji metingarstøði annars verða nýtt.

 

Til § 4

Stk. 1 ásetir gildiskomu. Ætlanin er, at lógin skal vera galdandi fyri 2 fíggjarár, tvs. fyri 2005 og 2006, og skal síðani fara úr gildi aftur. Sostatt hevur lógin afturvirkandi virknað.

 

§ 4, stk. 2 og 3 snúgva seg um skiftisreglur.

 

Stk. 2 ásetir, at um túrur er byrjaður í 2004, men endar t.d. í mars 2005, so er tann parturin av túrinum, sum fer fram aftaná 1. januar 2005, fevndur av uppskotinum.

 

Stk. 3 ásetir, at um túrur er byrjaður í 2006, men endar t.d. í mars 2007, so er tann parturin av túrinum, sum fer fram innan 1. januar 2007, fevndur av uppskotinum.

 

Hóast túrurin ikki er endaður 31. januar 2007, sum er seinasta umsóknarfreist yvirhøvur, kann reiðaríið søkja um endurgjald innan hesa freist fyri tíðarskeiðið fram til 31. desember 2006. Fyri ikki at hava møguleikan fyri at koma við eini umsókn langt inn í 2007, verður tí skotið upp, at umsóknir skulu latast inn í seinasta lagi 31. januar 2007. Hetta er eisini í sambandi við reglurnar í játtanarskipanini.

 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Olav Enomoto Óli Breckmann Jørgen Niclasen
Kjartan I. Joensen Anfinn Kallsberg Kaj Leo Johannesen
Kristian Magnussen Henrik Old Marjus Dam
Johan Dahl Andrias Petersen Gerhard Lognberg
Mikkjal Sørensen Mamy Dahl Sørensen Heðin Zachariasen 
Poul Michelsen Jákup Mikkelsen Alfred Olsen
Lisbeth L.Petersen    

 

 1. viðgerð 21. apríl 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 10. mai 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 15. apríl 2005, og eftir 1. viðgerð tann 21. apríl 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. apríl og 9.  og 10. mai 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri ávikavist meirilutan og minnilutan í nevndini, ið hevur skrivað frágreiðing um rækjuflotan, umboð fyri Búskaparráðið, umboð fyri Felagið Rækjuskip og við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

 

Frá minnilutanum í nevndini, ið hevur skrivað frágreiðing um rækjuflotan, fekk nevndin avrit av framløgu viðvíkjandi minnilutaálitinum. Eisini hevur nevndin útvegað sær avrit av sjálvari frágreiðingini fra apríl 2004 viðvíkjandi verandi støðu og útlitunum í nærmastu framtíð hjá rækjuflotanum.

 

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) vísir á, at tað ikki er ætlanin, at endamálsorðingarnar í § 1 skulu vera leiðbeinandi ella bindandi fyri, hvussu upphæddin skal roknast út. Talan er um grundgevingar og endamálsorðingar, ið av røttum áttu at staðið í viðmerkingunum til uppskotið. Meirilutin mælir tí til at broyta ásetingina í § 1, tó uttan at hetta á nakran hátt skal skiljast soleiðis, at meirilutin tekur frástøðu frá hesum orðingum. Meirilutin vísir samstundis á, at orðið endurgjald hereftir kann vera eitt sindur misvísandi, og mælir tí til at broyta hetta til gjald.

 

Ætlanin er bara at hava játtan til hetta endamál í fíggjarárunum 2005 og 2006. Fyri ikki at skapa iva um, at eingin játtan verður fyri 2007, mælir meirilutin eisini til at strika ásetingina í § 4, stk. 3, seinasta pkt. Um umsóknir ikki verða latnar inn fyrr enn eftir ársskiftið, kann ivi standast um, nær útreiðslan er hildin. Hetta má landsstýrismaðurin gera greitt í kunngerðini, og verður ásetingin tí tikin úr lógini.

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Orðið "endurgjald" í øllum bendingum og vendingum, verður broytt til "gjald" í øllum bendingum og vendingum.

2) § 1 verður orðað soleiðis: "§ 1. Lands­stýris­manninum verður heimilað, eftir umsókn, at veita gjald til eigara av skipi, sum er í vinnu undir føroyskum flaggi, og sum hevur veiðiloyvi til rækjufiskiskap."

3) § 4, stk. 3, 3. pkt. verður strikað.

 

Við hesum viðmerkingum tekur ein meiriluti undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Ein minniluti í nevndini (Heidi Petersen) mælir tinginum frá at taka undir við at veita endurgjald til rækjuflotan.

 

Tjóðveldisflokkurin metir tað ikki vera rætt at veita beinleiðis rakstrarstuðul til vinnulívið. Ístaðin eigur miðvíst at verða arbeitt fram ímóti at bøta um allar vinnuligar karmar í landinum. Harundir kundu nýggjar royndarætlanir verðið settar í verk fyri rækjuflotan, eitt nú við at royna nýggjar leðir og at útvega nýggjar samstarvsavtalur við onnur lond, sum bæði fevna um veiðimøguleikar og marknaðaratgongd.

 

Undir nevndarviðgerðini eru eingi tekin komin fram um, at rækjuflotin fer at bera seg um 2 ár, tá tær 20 mió. kr. eru goldnar úr landskassanum.

 

Í nevndini hevur spurningurin um afturgjald av stuðlinum verið reistur, um so skuldi verið, at rækjuflotin í framtíðini fer at geva avkast, men hetta var avvíst.

 

Niðurstøðan er sostatt, at við at veita 20 mió. kr. í stuðli er landskassin við at forhála tillagingartilgongdina fyri rækjuflotan og at fastlæsa flotan í eini óhaldbarari støðu.

 

Minnilutin tekur sostatt ikki undir við málinum, og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Ein annar minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen) hevur á fundi í vinnunevnd Løgtingsins, tá ið málið kom til viðgerðar fyrstu ferð, boðað frá, at hann ikki tekur lut í viðgerðini av hesum málinum yvirhøvur. Hetta varð eisini fráboðað í eini kjaksending í svf, eftir at málið var lagt fram á tingi. Annars var hesin minnilutin í farloyvi frá tinginum, tá ið málið var til 1. viðgerð.

 

Orsøkin til hesa støðu skuldi verið alkunnug. Persónligu áhugamálini í hesum partinum av flotanum eru somikið stór og víðfevnd, at minnilutin ikki heldur seg vera gegniðan í málinum, og ynskir harvið ikki at ávirka málið á nakran hátt. Fyri at sleppa undan møguligum misskiljingum í kjalarvørrinum av tí avgerð, sum tingið fer at taka í málinum, hevur minnilutin onga støðu til málið, og ætlar sær heldur ikki at taka lut í atkvøðugreiðslunum undir 2. og 3. viðgerð í tinginum.

Á tingfundi 12. mai 2005 løgdu tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til 2. viðgerð

 

1) Í § 1, stk. 1, 1. pkt. verða orðini "eykaútreiðslur og mista fiskitíð" broytt til "útreiðslur til keyp av rækjukvotum".

2) § 1, stk. 1, 2. pkt. verður strikað.

3) § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Endurgjaldið verður ásett sum ávíst lutfall av skjalprógvaðum útreiðslum til keyp av rækjukvotum."

4) § 4, stk. 2 og 3 verða strikað.

 

Viðmerkingar:

Miðflokkurin heldur tað ikki vera rætt at veita beinleiðis rakstrarstuðul til rækjuvinnuna. Rækjuvinnan hevur nú í fleiri ár havt trupulleikar við at fáa yvirskot í raksturin, og tí er nógv, sum bendir á, at trupulleikin verður varandi. Tí má beinleiðis rakstrarstuðul bara metast sum ein útsetan av endaligu viðurkenningini av, at flotin ikki hevur møguleikar við verandi umstøðum at hóra undan.

 

Miðflokkurin skjýtur tí upp at lurta eftir kendum rækjureiðara, sum vísir á, at størsti einstaki trupulleikin í rækjuvinnuni er veiðimøguleikarnir. Tær leiðir, sum føroysk rækjuskip troyta, eru so avmarkaðar, at tær geva ikki nóg mikið av veiðinøgd til, at til ber at fáa skilagóðan rakstur. Føroysk rækjuskip veiða árliga millum 2.000 og 3.000 tons av rækjum, meðan eitt nú grønlendsk rækjuskip í meðal hava eina veiðinøgd oman fyri 10.000 tons. Nú grønlendingar tosa alt meiri um at ganga  burtur frá at lata ES veiðirættindi og heldur at fáa kvoturnar til egin skip, skuldu møguleikar verið fyri at tikið upp realitetssamráðingar við grønlendingar um eitt samstarv um keyp av kvotum. Eisini eigur Føroya Landsstýri at gagnnýta tann veruleika, at grønlendingar fyri ikki so langari tíð síðani hava fingið ein føroyavin sum landsstýrismann í fiskivinnumálum.

 

Tí skjýtur Miðflokkurin upp, at landsstýrismaðurin við hesi lóg fær heimild til at veita føroyskum rækjuskipum pening til keyp av kvotum. Hetta er ein munandi betri leið at ganga, tí í hesum liggur verulig virðisøking. Um samlaða tonsatalið av rækjum økist, vil hetta kasta av sær til alt samfelagið. Rækjuskipini fáa betri rakstur, lønirnar og arbeiðsplássini økjast og inntøkurnar í avleiddum vinnum økjast.

 

Tí vóna umboð Miðfloksins á tingi, at Løgtingið sær hesa loysn sum eina munandi betri loysn enn beinleiðis rakstrarstuðul. Í ringasta føri kann beinleiðis rakstrarstuðul bara tæna einum endamáli: at halda virðinum á partapeninginum hjá partaeigarunum uppi. Tá gerst hesin stuðul bert ein stuðul til nakrar fáa einstaklingar og samfelagsgagnið verður sera ivasamt.

2. viðgerð 12. mai 2005. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Bill Justinussen og Jenis av Rana til §§ 1, 3 og 4 fall 2-1-25. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg til orðið "endurgjald" og §§ 1 og 4 samtykt 17-1-10. Uppskotið soleiðis broytt 17-1-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 14. mai 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-1-9. Málið avgreitt.

Ll.nr. 73 frá 24.05.2005