88  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til 

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 8, stk. 2 verður sett inn nýtt 3. punktum, sum verður soljóðandi:

”Somuleiðis er ikki loyvt at flyta veiðiloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 110 tons, til fiskifar størri enn 110 tons ella øvugt”, og 3. punktum verður hereftir 4. punktum.

2) Í § 8, stk. 3, verður sett inn nýtt 3. punktum, sum verður soljóðandi:

 ”Somuleiðis er ikki loyvt at flyta veiðiloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 110 tons, til fiskifar størri enn 110 tons ella øvugt”, og 3. punktum verður hereftir 4. punktum.

3) § 14, stk. 1 verður orðað soleiðis:

§ 14. Eigarar av fiskiførum í høvuðsbólki 2, 3 og 4 kunnu sínámillum í høvuðs-bólkinum avhenda fiskidagar fyri eitt fiskiár í senn ella endaliga. Tó er ikki loyvt at avhenda fiskidagar frá fiskfari, ið er minni enn 110 tons, til fiskifar størri enn 110 tons ella øvugt. Somuleiðis er ikki loyvt at avhenda fiskidagar, ætlaðir til húkaveiðu, til trolveiðu ella øvugt. Farið verður fram eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð. Avhendingin er treytað av, at partarnir lúka ásetingarnar í § 13, og at í minsta lagi 60% av tillutaðu døgunum, fiskiárið frammanundan, eru nýttir til fiskiskap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum. Fyri avhendan millum fiskifør skulu reglurnar áseta tað lutfalsliga virðið á fiskidøgum, grundað á veiðievni.”

 

 

§ 2.

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.


 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar:

Landsstýrið hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at menna og seta í verk tiltøk at forða “spekulasjón” við fiskirættindum. Eisini verður í samgonguskjalinum sett sum politiskt mál at gera skipanina fyri útróður einfaldari, og at tað skal verða fjálgað um útróðurin kring landið.

 

Hesi viðurskifti verða tikin við í arbeiðið at gera fiskivinnulóggávuna, sum verður fyrireikað í Fiskimálaráðnum, greiðari. Hetta er ein tilgongd, ið fer at taka drúgva tíð endaliga at fremja í verki við nýggjari løgtingslóg og nýggjum kunngerðum. Broytingar í verandi lóggávu, sum tað hevur skund at fáa gjørt, mugu tí takast framum og verða viðgjørdar fyri seg.

 

Eitt tílíkt mál er avhending av fiskirættindunum hjá fiskiførum í bólki 4 – útróðrarbátum millum 15 og 110 tons. Vinnuumboð og politiskir framsøgumenn hava við fleiri høvi seinastu árini mælt til broytingar.

 

Avleiðingarnar av gongdini seinastu árini tykjast hava verið, at útróðrarflotin fánar burtur, samstundis sum tað gerst ov trongligt hjá línuskipunum í bólki 3 á teirra vanligu leiðum.

 

Tí verða hesar lógarbroytingar skotnar upp, so veiðirættindi hjá útróðrarbátum ikki kunnu leggjast saman ella avhendast á ein slíkan hátt, at tey verða løgd afturat hjá fiskiførum, sum ikki reka fiskiskap eins og útróðrarflotin.

 

Uppskotið snýr seg um at seta avmarkingar fyri samanleggingum av veiðiloyvum hjá útróðrarbátum og um avhending av fiskidøgum. Broytingarnar fara at byrgja fyri, at veiðirættindini hjá útróðrarflotanum ikki framhaldandi verða latin størri skipum.

 

Samanleggingar av veiðiloyvum ella flytingar, sum tað verður nevnt í lógini, eru heimilað í § 8. Veiðiloyvið hjá einum fiskifari kann verða flutt á eitt annað við veiðiloyvi frammanundan, og veiðiloyvi hjá tveimum fiskiførum kunnu verða flutt til eitt fiskifar við ongum veiðiloyvi frammanundan. Hesar ásetingar gera tað møguligt at kunna leggja fleiri veiðiloyvi saman – um ikki samstundis so í fleiri umførum. Tó kunnu fiskifør í bólki 5 ikki brúkast sum partar í samanleggingum við fiskifør í øðrum bólkum.

 

Málið, um at steðga samanleggingum av veiðiloyvum úr útróðrarflotanum í aðrar bólkar, kann røkkast við at seta líknandi avmarkingar fyri fiskifør í bólki 4, sum fyri útróðrarbátar í bólki 5. Tá verður heldur ikki heimilað at flyta veiðiloyvi hjá fiskiførum millum 15 og 110 tons til fiskifør yvir 110 tons og øvugt, og framhaldandi heldur ikki til fiskifør undir 15 tons og øvugt.

 

Ætlanin við hesum er tó ikki at avtaka møguleikan fyri framhaldandi at kunna leggja veiðiloyvi hjá fiskiførum í sama bólki saman. Men hesin møguleikin kann tó hava við sær, at fiskifarið, sum loyvini verða flutt á, er størri enn 110 tons. Tí er nevnda broyting ikki nóg mikið at steðga gongdini, at útróðrarbátar fleiri í tali verða lagdir saman, og burtur úr tí koma línuskip størri enn 110 tons, sum verða flokkað í bólk 4.

 

Tí verða eisini ásetingar settar inn í § 8, so at tað í eini samanleggingartilgongd við støði í veiðiloyvum hjá útróðrarbátum millum 15 og 110 tons ikki er møguligt at flyta veiðiloyvini á eitt fiskifar, sum er størri enn 110 tons.

 

Samanleggingar ella flytingar av veiðiloyvum bera í sær flyting av veiðirættindum á annað skip – í hesum føri frá útróðrarbátum til línuskip, antin flokkað í bólk 3 ella í bólk 4. Tað er hesi gongd, sum lógaruppskotið skal steðga.

 

Ásannandi málið um at varðveita veiðirættindini í útróðrarflotanum, verður broyting eisini gjørd í § 14, stk 1 um avhending av fiskidøgum, so útróðrarbátar undir 110 tons ikki kunnu avhenda fiskidagar til fiskifør í øðrum bólkum. Henda broyting verður eisini gjørd  í kunngerð um avhending av fiskidøgum.

 

Sum kunnugt, er frammanundan ikki heimilað at avhenda fiskidagar millum línu og trol. Broytingarnar, sum her eru umrøddar, fara at seta forboð fyri avhending av fiskidøgum í línuflotanum eisini, tvs. millum bólkarnar 3 og 4. Sostatt verður við hesum ásett, at fiskidagar bert kunnu verða avhendaðir innan fyri hvønn høvuðsbólk sær. Møguleikin at avhenda fiskidagar millum bólkarnar, tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum, verður tó varðveittur.

 

Ummæli

Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar í Fiskivinnuráðnum. Ráðið tekur undir við uppskotinum at seta ”skott” millum skipabólkarnar. Harumframt er Ráðið samt um at taka undir við, at veiðiloyvi ikki kann flytast millum bólkarnar, og at fiskidagar verða fluttir endaligt millum bólkarnar, men ynskiligt er, at tað framhaldandi skal vera gjørligt at avhenda fiskidagar árliga millum bólkarnar.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum


Uppskotið verður ikki mett at hava fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land ella kommunur. Avmarkingarnar í møguleikunum fyri samanleggingum av veiðiloyvum og avhendingar av fiskidøgum fara tvørturímóti at lætta um tær umsitingarligu uppgávurnar av lógini. Uppskotið kann  bera í sær ávísar avleiðingar fyri vinnuna og ávísar samfelagsbólkar.

Uppskotið er ikki tengt at millumtjóða sáttmálum.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Ja/Nei

Ja/Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja/Nei

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1. Talan er um at seta eitt skott afturat, útyvir tað verandi upp á 15 tons, í sambandi við samanlegging ella flyting av veiðiloyvi, soleiðis at loyvt verður ikki at flyta veiðiloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 110 tons, til fiskifar størri enn 110  tons.

 

Til § 1, nr. 2. Her er somuleiðis eisini talan um at seta avmarkingar í samanleggingum ella flytingum av veiðiloyvum, til tess at verja veiðirættindini hjá útróðrarflotanum. Markið er somuleiðis 110 tons.

 

Til § 1, nr. 3. Broytingarnar fevna bert um 1., 2. og 3. punktum í § 14, stk. 1, men  verður tað tó av tekniskum orsøkum mett rættast at broyta alt stk. 1. Við tað, at tað eisini her verður sett eitt skott inn upp á 110 tons, og tað framvegis ikki er loyvt at avhenda fiskidagar millum húk og trol og øvugt,  hevur tað við sær, at avhending av fiskidøgum eftir hesum uppskoti nú bert kann fara fram innan fyri hvønn høvuðsbólk sær. Uppskotið hevur ikki við sær broytingar í møguleikanum at avhenda fiskidagar millum bólkarnar, tó undantikið bólk 5, tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum.

 

Til § 2. Ongar viðmerkingar.

1. viðgerð 17. mars 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 27. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 7., 14. og 26. apríl 2004.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

 

Við landsstýrismannin varð m.a. umrøtt, hvørt tað er ætlanin, at flytingar av fiskidøgum ikki skulu verða loyvdar millum høvuðsbólkarnar yvirhøvur. Sum uppskotið er orðað, er ikki loyvt at flyta fiskidagar millum høvuðsbólkar av fiskiførum, meðan tað er loyvt at flyta loyvir millum høvuðsbólkar av fiskiførum, bert undantikið flytingar um mørkini 15 og 110 tons.

 

Nevndin lesur lógina soleiðis, at tá § 14 setir forboð at flyta dagar millum bólkarnar, so inniber hetta sjálvsagt, at dagar heldur ikki kunnu flytast við loyvum millum bólkarnar. Somuleiðis heldur nevndin tað greitt vera ímóti andanum og orðingunum í lógini at flyta loyvir millum trol og húk.

 

Ein annar spurningur, ið hevur verið umrøddur, er, hvønn týdning uppskotnu broytingarnar fara at fáa fyri umsóknir, ið liggja óavgreiddar í Fiskimálaráðnum. Nevndin er ikki í iva um, at umsóknir, ið verða avgreiddar eftir, at hendan broytingin er komin í gildi, skulu avgreiðast eftir broyttu reglunum. Eisini hevur nevndin álit á, at landsstýrismaðurin ikki avgreiðir ivasamar umsóknir, meðan broytingaruppskotið er til viðgerðar í tinginum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 6. mai 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 10. mai 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 68 frá 23.05.2005