87  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski  (Fiskapakkin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
 

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta treytir, ið skulu lúkast fyri at fáa góðkenning, og fyri virkseminum hjá uppboðssøluhaldarum, fevndir av hesi lóg, umframt keyps- og sølutreytir á uppboðssøluni”.

2) § 2, stk. 2 verður strikað.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Uppskotið leggur upp til, at verandi lóg um almenna uppboðssølu av fiski verður broytt soleiðis, at ásetingin um, at bert tey, sum eru búsett í Føroyum, ella feløg, skrásett í Føroyum, kunnu bjóða á uppboðssølu í Føroyum, verður strikað. Sostatt verður møguligt hjá útlendskum fiskakeyparum, í javnbjóðis kapping við føroyskar fiskakeyparar, at bjóða upp á fiskin á føroyskum uppboðssølum.

 

Henda broyting fer helst at hava við sær økta kapping millum fiskakeyparar um rávøruna á føroyskum uppboðssølum, og fiskur, seldur um uppboðssølur í Føroyum, fer tí væntandi at fáa ein betri prís enn við verandi skipan.

 

Nevnast kann í hesum sambandi, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eisini hevur ætlanir um at javnstilla allar skipabólkar, hvat avreiðingum uttanlands viðvíkir. Sum tað er nú, missa skip, ið eru undir fiskidagaskipanini, fiskidagar, tá ið tey avreiða meira enn loyvdu nøgdina uttanlands. Tá ið skip, ið ikki eru undir fiskidagaskipanini, avreiða ov nógv uttanlands, hevur tað ongar avleiðingar. Hetta verður broytt frameftir, soleiðis at avgjald verður lagt á, tá hesi skip fara upp um loyvdu nøgdina, t.e. 25% roknað fyri hvørjar 4 mánaðir. 

Útboðið av fiski á føroysku uppboðssølunum gerst harvið størri, og tað hevur tískil stóran týdning, at eftirspurningurin eisini økist fyri at tryggja eitt nøktandi prísstøði á føroysku uppboðssølunum, og tískil verður í uppskotinum mælt til at javnseta føroyskar og útlendskar fiskakeyparar, soleiðis at hesir í javnbjóðis kapping kunnu bjóða á føroyskum uppboðssølum. 

 

Í uppskotinum verður harumframt víst á, at tørvur er á, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær tillutað eina heimild til í kunngerð at áseta nærri treytir fyri góðkenning av uppboðssøluhaldarum og virkseminum hjá hesum, og lagt verður tískil upp til eina nágreining í § 1, stk. 2 í galdandi lóg, ið tekur hædd fyri hesum.

 

Ummæli

Uppskotið hevur verið til ummælis í Fiskivinnuráðnum í tveimum umførum. Meginfelag Útróðrarmanna hevði m.a. hesar viðmerkingar: “MÚ dugir ikki at síggja nakrar batar fyri okkara viðkomandi í hesum “fiskapakkanum”. Tað einasta, ið ber á rætta borðið, er, at útlendskir fiskakeyparar kunnu koma higar at keypa.” Fiskivinnuráðið hevði annars onga viðmerking til uppskotið. Umrøtt varð tó, hvussu heppið navnið á lógini er, og hvat liggur í orðinum “almenna”. Nevnt varð, at betur hevði verið, um tað stóð “almenna góðkenda” uppboðssølu, men av tí, at ikki er vanligt í eini lógarbroyting at broyta navnið á lógini, avgjørdi ráðið ikki at gera meira við henda spurning. 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær fíggjarligar- ella umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

 

Mett verður, at lógaruppskotið kann hava við sær ávísar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

Lógaruppskotið hevur m.a. við sær, at føroyskir fiskakeyparar nú væntandi fáa kapping frá útlendskum fiskakeyparum um rávøruna, ið verður seld á uppboðssølu í Føroyum, og kann hetta hava við sær, at fiskur, seldur um uppboðssølu í Føroyum, fær ein betri prís enn við núverandi skipan vegna øktu kappingina um rávøruna, og vil hetta ávirka bæði seljara og keypara á uppboðssøluni fíggjarliga.

 

Lógaruppskotið er ikki tengt at millumtjóða sáttmálum.

 

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1, nr. 1. Mælt verður til at broyta orðingina í § 1, stk. 2 soleiðis, at nágreinað verður, at lógarheimild er fyri, at landsstýrismaðurin í kunngerð kann áseta nærri reglur fyri góðkenning av uppboðssøluhaldarum, ið eru fevndir av lógini, herundir, hvørjar treytir hesir skulu lúka fyri at fáa myndugleikagóðkenning.

 

Til § 1, nr. 2. Mælt verður til at strika § 2, stk. 2 soleiðis, at útlendskir fiskakeyparar, í javnbjóðis kapping við føroyskar fiskakeyparar, frameftir eisini fáa møguleika at bjóða upp á fiskin, seldur á uppboðssølu í Føroyum. Hetta verður mett neyðugt, fyri at tryggja nøktandi eftirspurning og prísstøði á uppboðssøluni í Føroyum.

 

Til § 2. Áseting um gildiskomu.

 

1. viðgerð 16. mars 2005. Málið beint í vinnunevndina

 

Á tingfundi 6. mai 2005. Uppskot frá tingmonnunum Jenis av Rana og Bill Justinussen um, at tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið, fall 10-1-19.

 

Á tingfundi 10. mai 2005 legði vinnunevndin fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 9. og 10. mai 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) hevur tó hesar viðmerkingar:

 

Síðani málið varð til fyrstu viðgerð á tingi hevur alment verið frammi at ávísir partar av samgonguni hava sett fram ultimativ krøv upp móti málinum um fiskapakkan. Fyrst varð krav sett fram um nýggja útrokning av fiskidøgum, sum sambært metingum høvdu økt um veiðitrýstið á Føroyagrunninum við 20-25%, og skuldi viðkomandi uppskot leggjast fram saman við fiskapakkanum. Hesin parturin er fyribils sleptur og annað kravið er nú, at loyvini til russisk skip, at taka ímóti fiski av Føroyagrunninum, við føroyskan bryggjukant, verða framlongd. Táið umboðini hjá Tjóðveldisflokkinum (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, munnliga hava fingið váttan fyri, at hann ikki ætlar at skipa so fyri, at veiðutrýstið á Føroyagrunninum verður økt tíansheldur at framleingja loyvini hjá russiskum ella øðrum útlendskum skipum, at taka ímóti fiski frá føroyskum skipum við føroyskan bryggjukant, taka vit undir við uppskotunum í vissuni um at munnliga váttanin frá landsstýrismanninum heldur, um at ongi onnur mál og ongar aðrar samgongukabalir hanga uppi í fyriliggjandi uppskoti. Tvs. at tað sum atkvøtt verður um eittans er tað sum uppskotið sjálvt leggur upp til.

 

2. viðgerð 12. mai 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 14. mai 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 70 frá 23.05.2005