86  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (fiskapakkin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2005, 4. mars, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

 

§ 1.

 

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar  hesar broytingar:

1) § 9, stk. 4 verður orðað soleiðis:

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur, sum avmarka avreiðing av veiðu uttanlands, og áseta treytir í sambandi við avreiðing av fiski í Føroyum og uttanlands, heruppií hvussu stórur partur skal fara um góðkendar uppboðssølur, og áseta krøv um skjalprógv, tá veiða verður útflutt til virkingar uttanlands.“

2) § 19 verður orðað soleiðis:

§ 19. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, at tal av nýttum fiskidøgum, ella nýtslan av egnari árskvotu, skal hækkast við upp til 30%, um meira enn 25% av veiðuni, gjørd upp 4. hvønn mánað, ikki fer um eina føroyska innvigingarskipan.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um at krevja avgjald frá eigara av fiskifari, sum ikki er undir fiskidaga-skipan, um meira enn 25% av veiðuni, gjørd upp 4. hvønn mánað, ikki fer um eina føroyska innvigingarskipan. Avgjaldið verður roknað sum 30% av søluvirðinum av tí nøgd, sum er avreidd ov nógv beinleiðis uttanlands.

Stk. 3. Tá fiskidagar ella egin árskvota verða hækkað eftir reglum við heimild í stk. 1, verður hækkingin fyri seinasta uppgjørda tíðarskeiðið í einum fiskiári tikin av rættindunum hjá loyvishavara komandi fiskiárið.”

 

§ 2.

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Hetta uppskot er ein liður í tí arbeiði, sum landsstýrismaðurin setti í verk til tess at endurskoða skipan og ásetingar viðvíkjandi avreiðing av fiski í Føroyum og uttanlands, umframt spurningin um kravda avreiðing um uppboðssølu í Føroyum. Ætlanin við uppskotinum er at nágreina heimildina hjá landsstýrismanninum í mun til verandi § 9, stk. 4, umframt at geva landsstýrismanninum eina nýggja heimild til at áleggja avgjald av søluvirðinum av tí nøgd, sum er omanfyri ávíst mark.

 

Nøgdin av fiski, sum er flutt óvirkað av landinum frá 1999 til 2003, er víst í talvuni niðanfyri.  

 

Talva 1. Útflutningur av óvirkaðum fiski (www.hagstova.fo).

 

1999

2000

2001

2002

2003

Toskur

3.293

3.470

4.486

10.188

8.395

Hýsa

5.642

4.244

6.445

13.183

14.412

Upsi

2.291

1.814

5.210

11.265

13.208

Annað

5.932

5.209

7.707

8.968

11.793

Tilsamans

17.158

14.737

23.848

43.604

47.808

 

 

Talvan vísir, at nøgdin av fiski, sum verður útflutt óvirkað, er økt nógv síðani 1999.

 

Fyri veiðiliðið hevur tað stóran týdning, at so góður prísur sum gjørligt fæst fyri fiskin. Somuleiðis hevur tað stóran týdning, at tær reglur, sum verða innførdar, ikki byggja garðar kring um føroyska fiskiídnaðin, soleiðis at hesin ikki alsamt betrar seg. Einasti máti, at vinnan gerst alt betur kappingarfør, er at arbeiða í einum umhvørvi, har tað er kapping. Fyri at tryggja skipunum besta prísin, fiskavirkjunum møguleikan at bjóða upp á rávøruna, og at føroysk fiskavirkir gerast alt meira kappingarfør, verður lagt upp til, at útlendingar eisini kunnu bjóða upp á fisk á einari føroyskari uppboðssølu.

 

Kunngerð nr. 148 frá 14. november 1997 um avreiðing av fiski til innvigingar í Føroyum hevur heimild í verandi § 9, stk. 4 og § 19 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Henda skipan hevur nú virkað í nøkur ár, men tíverri hevur tað víst seg, at hon ikki hevur virkað nøktandi. Landsstýrismaðurin hevur tí ætlanir um at fremja neyðugar broytingar, umframt at gera nýggjar ásetingar í kunngerðina.

 

Við tað at ein partur av fiskiflotanum ikki er undir fiskidagaskipanini, verður tí neyðugt at leggja aðrar avmarkingar á enn hækking av fiskidagatalinum ella egnu árskvotuni, og er tí skotið upp, at hetta verður gjørt við avgjaldi á sjálvt søluvirðið av tí nøgd, sum er avreidd ov nógv beinleiðis uttanlands.

 

Ein nýskipan í heimildargrundarlagnum er uppskotið um at broyta § 19 í lógini, soleiðis at landsstýrismaðurin nú fær heimild at áleggja avgjald á landingar uttanlands, sum eru oman fyri 25% av veiðuni, uppgjørdar yvir 4 mánaða skeið. Tað kann í hesum sambandi viðmerkjast, at um so er, at selt verður meira enn 25% uttanlands hjá skipum, sum ikki eru undir fiskidagaskipan, fær landsstýrismaðurin heimild at áseta í kunngerð at áleggja avgjald upp á 30% av søluvirðinum, sum fer upp um 25%.

 

Harumframt hevur landsstýrismaðurin í øðrum lógaruppskoti ætlanir um at gera broytingar í løgtingslóg nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu við tilhoyrandi kunngerð. Hesar broytingar snúgva seg í høvuðsheitum um, at  tað verður loyvt útlendingum at bjóða beinleiðis á føroyskari uppboðssølu. Eisini verður talan um at gera neyðugar nágreiningar.

 

Ummæli

Uppskotini um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, lógini um almenna uppboðssølu, umframt tilhoyrandi kunngerðir (fiskapakkin) hava verið til ummælis í Fiskivinnuráðnum í tveimum umførum. Eftir at upprunaligu lógaruppskotini og kunngerðirnar vóru evna til í heyst, eru Føroya Ráfiskaseljarafelag, Føroya Ráfiskakeyparafelag og Føroya Fiskimannafelag í desember 2004 komin við einum felags tilmæli til landsstýrismannin.

 

Fiskivinnuráðið og vinnan annars hava ikki viðmerkingar til broytingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap.

 

Viðmerkingar eru til kunngerðirnar, og verða hesar tiknar við í málsviðgerðina, áðrenn kunngerðirnar verða lýstar.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Mett verður ikki, at talan verður um stórvegis umsitingarligar avleiðingar í mun til verandi skipan. Nakað av umsiting og útreiðslum kann standast av eftirliti við avreiðingum uttanlands. Fíggjarligu avleiðingarnar eru truplar at meta um, tí tað veldst um so nógv viðurskifti. Ætlanirnar við uppskotinum eru, at meiri fiskur kemur upp á land í Føroyum, og vónandi hevur tað størri virksemi við sær og harvið størri lønarútgjaldingar.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar sam-felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Ja

Ja

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

           Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1)

Talan er um at nágreina heimildina hjá landsstýrismanninum í § 9, stk. 4, soleiðis at sleppast kann undan ivamálum, um avmarkingar verða settar fyri avreiðingum uttanlands.

 

 

Til § 1, nr. 2)

§ 19, stk. 1 er ikki broytt innihaldsliga, men er eisini her talan um eina nágreining, umframt at tað nú er beinleiðis ásett í lógini, hvør prosentsatsurin skal vera.

§ 19, stk. 2 gevur landsstýrismanninum heimild at áleggja eitt avgjald á søluvirðið av tí nøgd, sum er oman fyri 25% av landingunum uttanlands, uppgjørd yvir 4 mánaða skeið. Roknast skal ikki av øllum søluvirðinum, men bert av virði, sum er oman fyri nevndu 25%.  Um tað á einum túri bert er ein partur av veiðinøgdini, sum fer upp um 25% markið, skal avgjaldið roknast av tí nøgd, sum er omanfyri, og verður tá miðalprísurin fyri alla søluna nýttur sum útrokningargrundarlag. Í § 19, stk. 3 er nú sett inn ein beinleiðis heimild hjá landsstýrismanninum eisini at kunna hækka nýtsluna av fiskidagatalinum inn í eitt nýtt fiskiár. Fiskimálaráðið hevur ivast í, um tað var heimild fyri hesum í verandi lóg. Hetta verður hildið at vera óheppið, tí avgerandi kann ikki vera, nær í árinum sølurnar eru uttanlands.

1. viðgerð 16. mars 2005. Málið beint í vinnunevndina.

Á tingfundi 6. mai 2005 Uppskot frá tingmonnunum Jenis av Rana og Bill Justinussen um, at tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið, fall 10-1-19.

Á tingfundi 10. mai 2005 legði vinnunevndin fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 9. og 10. mai 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) hevur tó hesar viðmerkingar:

 

Síðani málið varð til fyrstu viðgerð á tingi hevur alment verið frammi at ávísir partar av samgonguni hava sett fram ultimativ krøv upp móti málinum um fiskapakkan. Fyrst varð krav sett fram um nýggja útrokning av fiskidøgum, sum sambært metingum høvdu økt um veiðitrýstið á Føroyagrunninum við 20-25%, og skuldi viðkomandi uppskot leggjast fram saman við fiskapakkanum. Hesin parturin er fyribils sleptur og annað kravið er nú, at loyvini til russisk skip, at taka ímóti fiski av Føroyagrunninum, við føroyskan bryggjukant, verða framlongd. Táið umboðini hjá Tjóðveldisflokkinum (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, munnliga hava fingið váttan fyri, at hann ikki ætlar at skipa so fyri, at veiðutrýstið á Føroyagrunninum verður økt tíansheldur at framleingja loyvini hjá russiskum ella øðrum útlendskum skipum, at taka ímóti fiski frá føroyskum skipum við føroyskan bryggjukant, taka vit undir við uppskotunum í vissuni um at munnliga váttanin frá landsstýrismanninum heldur, um at ongi onnur mál og ongar aðrar samgongukabalir hanga uppi í fyriliggjandi uppskoti. Tvs. at tað sum atkvøtt verður um eittans er tað sum uppskotið sjálvt leggur upp til.

2. viðgerð 12. mai 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 14. mai 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 69 frá 23.05.2005