84  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 1. desember 2003, verða gjørdar hesar broytingar:

 

Í fylgiskjali til § 4, stk. 1 verða gjørdar     hesar broytingar:

 

1) Vørunummar “1905.31.10” verður strikað, í staðin verður sum nýtt vørunummur sett:

“1905.31.11 Søde kiks, biscuits 15%”

 

2) Vørunummar “1905.31.20” verður strikað, í staðin verður sum nýtt vørunummar sett:

“1905.31.12 Småkager              15%”

 

3) Aftaná “1905.90.93” verður sum nýtt vørunummar sett: “1905.90.94 Snacks                 15%”

 

4) Vørunummar “2005.20.00” verður strikað, í staðin verða sum nýggj vørunummur sett:

“2005.20.11 Kartofler i form af mel eller flager                            14,1%

2005.20.12 Kartofler i tynde skiver, stegte, med eller uden salt eller krydderier, i lufttætte lukkede pakninger, tilberedt til umiddelbar fortæring                    14,1%

2005.20.19 I andre tilfælde             14,1% “

 

5) Vørunummar “2106.90.00” verður strikað, í staðin verða sum nýggj vørunummur sett:

“2106.90.10 Læskedrikkoncentrat  15%

2106.90.90 Andre varer                 15%”

 

6) Vørunummar “2202.10.00” verður strikað, í staðin verða sum nýggj vørunummur sett:

“2202.10.11 Vand, herunder mineralvand og vand tilsat kulsyre, aromatiseret, ikke sødet  9,6%

2202.10.18 Vand, herunder mineralvand og vand tilsat kulsyre, tilsat andet sødemiddel end sukker eller aromatiseret  9,6%

2202.10.19 Vand, herunder mineralvand og vand tilsat kulsyre, tilsat sukker eller aromatiseret                                     9,6%”

 

 

 § 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2005.

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur við hesum lógaruppskoti fram broytingar til tolllógina í sambandi við, at toll- og vøruskráin verður broytt. Nøkur vørunummur verða strikað, og nýggj vørunummur verða sett inn í toll- og vøruskránna. Broytingin er ein avleiðing av, at løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi verður broytt. Víst verður í hesum sambandi til uppskot um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.

 

Landsstýrismaðurin mælir tí til, at uppskot til broytingar í løgtingslóg um toll verður viðgjørt saman við uppskoti til broytingar í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. 

 

Vørunummur í toll- og vøruskránni verða broytt, við at vørunummur 1905.31.10 og 1905.31.20 verða strikað, og 1905.31.11, 1905.31.12 og 1905.90.94 verða stovnað. Hetta eru vørunummur til keks, biscuits, smákøkur og snacks. Eisini verður vørunummar 2005.20.00 strikað, og vørunummur 2005.20.11, 2005.20.12 og 2005.20.19 verða stovnað sum nýggj vørunummur til chips og eplir. Vørunummar 2106.90.00 verður strikað, og 2106.90.10 og 2106.90.90 verða stovnað, hetta fyri at gera mun á bólking av post-mix og øðrum. Vørunummar 2202.10.00 verður strikað, og 2202.10.11, 220210.18 og 2202.10.19 verða stovnað, hetta fyri at gera uppbýti millum apollonaris við aroma, og sukurfrítt og annað sodavatn.

 

Við hesum broytingum í toll- og vøruskránni verða bert tvey tey seinastu tølini av vørunr. til toll- og vøruskránna broytt. Hetta er í samsvari við sáttmála millum Danmarkar ríkisstjórn og Føroya Landsstýri øðrumegin og Europeiska samveldið hinumegin frá 1. februar 1992, sum seinast er broyttur í 1997. Sambært hesum sáttmála hava Føroyar samtykt at nýta ta Tillagaðu Skipanina (Harmonized System). Harmonized System verður broytt umleið 4. ella 5. hvørt ár. Seinasta broyting av Harmonized System fór fram í 2002. 

 

Tað er WCO (World Custom Organization), sum viðger og samtykkir broytingar av tariffnumrum ella vørunumrum. Tó er heimild nationalt at gera uppbýtingar á vørunumrum við at broyta tvey tey seinastu tølini í tariffnumrunum ella vørunumrunum.

 

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landið, kommunur ella vinnuna. Tollsatsirnir, sum eru í hesum lógaruppskoti, eru ikki broyttir, tann einasta broytingin, ið verður gjørd við hesum uppskotinum, er, at nýggj vørunr. verða sett inn í toll- og vøruskránna.

 

Mett verður, at uppskotið hevur við sær nakrar umsitingarligar avleiðingar við dagføring av telduskipan og toll- og vøruskránni. Tað verður ikki mett, at uppskotið hevur nakrar umhvørvisligar avleiðingar við sær ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.

 

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

nei

Nei

Nei

Nei

nei

Umsitingarligar

avleiðingar 

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar  

 

 

 

 

         Nei 

 

 

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Broytingin er ein fylgibroyting av, at avgjøldini í innflutnings- og framleiðslulógini verða broytt.

 

Vørunummur í toll- og vøruskránni verða broytt, við at vørunummur 1905.31.10 og 1905.31.20 verða strikað og 1905.31.11, 1905.31.12 og 1905.90.94 verða stovnað. Hetta eru vørunummur til keks, biscuits, smákøkur og snacks. Eisini verður vørunummar 2005.20.00 strikað, og vørunumrini 2005.20.11, 2005.20.12 og 2005.20.19 verða stovnað sum nýggj vørunummur til chips og eplir. Vørunummar 2106.90.00 verður strikað, og 2106.90.10 og 2106.90.90 verða stovnað, hetta fyri at gera mun á bólking av post-mix og øðrum. Vørunummar 2202.10.00 verður strikað, og 2202.10.11, 220210.18 og 2202.10.19 verða stovnað, hetta fyri at gera uppbýti millum apollonaris við aroma, og sukurfrítt og annað sodavatn.

Til § 2

Eingin viðmerking.

1. viðgerð 18. mars 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 13. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 18. mars 2005 er tað beint í fíggjarnevndina.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 7. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum, Bárð Nielsen.

 

Málið hevur í nevndini verið viðgjørt saman við løgtingsmáli nr. 85/2004: Uppskot til løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, og verður víst til viðmerkingarnar í hesum máli.

 

Undir viðgerðini hevur landsstýrismaðurin mælt fíggjarnevndini til at gera nakrar broytingar, og setir nevndin tí fram soljóðandi: 

 

B r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

  1. Í § 1, verður broyting nr. 5 til fylgiskjalið til § 4, stk 1 orðað soleiðis:
    "Vørunummar "2106.90.00" verður strikað, í staðin verða sum nýggj  vørunummur sett:
    "2106 90.11 Læskedrikkoncentrat, tilsat andet sødemiddel end sukker eller aromatiseret 15%
    2106.90.18 Læskedrikkoncentrat, aromatiseret, ikke sødet 15%
    2106.90.19 Læskedrikkoncentrat, tilsat sukker eller aromatiseret 15%  2106.90.90 Andre varer 15%"

 

  1. § 2 verður orðað soleiðis: ”§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2005.”

 

Viðmerkingar:

ad 1) Mælt verður til, at vørunumrini til leskidrykksúrdrátt (post-mix) verða sundurgreinað, soleiðis at endanumrini verða tey somu numrini sum á sodavatni. Hetta fer at betra um hagtølini á bæði innflutningi og framleiðslu av leskidryksúrdrátti.

 

ad 2) Tað er ikki gjørligt at seta lógina í gildi fyrr enn 1. mai 2005.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

2. viðgerð 20. apríl 2005. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1 og 2 samtykt 28-1-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 27. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 44 frá 27.04.2005