77 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. (Skrásetingargjaldslógin)
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2005, 4. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
§ 1
Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 77 frá 8. desember 2004, verður gjørd henda broyting:
§ 1 verður orðað soleiðis:
”§ 1. Fyri motorakfør v.m., sum eru skrásetingarskyldug eftir ferðslulógini, verður ásett eitt skrásetingargjald, sum er eitt virðisgjald.
Stk. 2. Afturat skrásetingargjaldinum verður rindað eitt eykagjald, sum er 25 % av skrásetingargjaldinum.
Stk. 3. Gjøldini, sum nevnd eru í stk. 1 og 2, verða at rinda í landskassan, samstundis sum akfarið verður skrásett.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi
dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
mælir við hesum uppskoti til eina dagføring og nágreining av § 1 í løgtingslóg
um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
Eftir galdandi skipan verður meirvirðisgjald rindað av virðisgrundarlagnum í sambandi við innflutning av motorakfari v.m. úr útlondum, og tá motorakfarið seinni verður skrásett, verður meirvirðisgjald harnæst rindað av skrásetingargjaldinum.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum metir, at meirvirðisgjaldið, sum verður uppkravt av skrásetingargjaldinum, í veruleikanum er eitt eyka skrásetingargjald, og verður tí við hesum uppskoti lagt upp til, at skrásetingargjaldslógin verður broytt samsvarandi.
Eftir uppskotinum kemur brúkarin ikki at rinda meira í avgjaldi enn í dag. Eitt nýtt avgjald verður innført, men meirvirðisgjaldið lækkar samsvarandi, eftirsum skrásetingargjaldið og eykagjaldið ikki skulu roknast sum ein partur av tí grundarlagi, sum meirvirðisgjaldið verður grundað á.
Uppskotið hevur ikki verið sent til ummælis.
Fakturaprísur 99.646,00
Farmagjald 1.680,00
CIF-virðið føroyska havn 101.443,60
Virðisgjald av CIF (50% av 70.000 ella undir) 35.000,00
Virðisgjald av CIF (75% av restini) 23.582,70
GATT tollur (8% av CIF) 8.115,49
Vørugjald (vekt x 0,5) 662,50
Uppskipan 226,00
Avgreiðslugjald 16,67
Søluprísur uttan vinning og MVG 173.046,95
Søluprísur uttan MVG 206.480,00
Søluprísur við MVG 258.100,00
Søluprísur 259.600,00
Eftir uppskotinum:
Fakturaprísur 99.646,00
Farmagjald 1.680,00
CIF-virðið føroyska havn 101.443,60
GATT tollur (8% av CIF) 8.115,49
Vørugjald (vekt x 0,5) 662,50
Uppskipan 226,00
Avgreiðslugjald 16,67
Søluprísur uttan vinning, MVG og skrásetingargjald, herundir eykagjald 114.464,26
Søluprísur uttan MVG og skrásetingargjald, herundir eykagjald 147.897,31
Søluprísur uttan skrásetingargjald, herundir eykagjald 184.871,63
Virðisgjald av CIF (50% av 70.000 ella undir) 35.000,00
Eykagjald 14.645,67
Søluprísur 259.600,00
Kap. 2: Avleiðingar av lógaruppskotinum
Mett verður ikki, at lógaruppskotið
hevur við sær fyrisitingarligar ella fíggjarligar avleiðingar.
Lógaruppskotið verður ikki mett at hava við sær nakrar sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið ella altjóða avtalur og reglur.
|
Fyri landið/lands- |
Fyri |
Fyri |
Fyri ávísar samfelags-bólkar/ |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Fyrisitingarligar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar |
|
|
|
Nei |
|
Kap. 3: Serligar viðmerkingar
Eftir galdandi skipan
verður meirvirðisgjald rindað í sambandi við innflutning av motorakfari v.m. úr
útlondum, og tá motorakfarið seinni verður skrásett, verður meirvirðisgjald
rindað av skrásetingargjaldinum.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum metir, at meirvirðisgjaldið, sum verður uppkravt av skrásetingargjaldinum, í veruleikanum er at rokna sum eitt eyka skrásetingargjald, og verður tí við hesum lógaruppskoti lagt upp til, at skrásetingargjaldslógin verður broytt samsvarandi hesum.
Mælt verður til, at løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1. viðgerð 15. mars 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 5. apríl legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð 15. mars 2005 er tað beint fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17. og 31. mars 2005.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum.
Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndini greitt frá, at við verandi uppskoti er ikki møguleiki fyri at vinnuakfør kunna fáa eykagjaldið upp á 25 % aftur, og hevur hann tí gjørt uppskot til eina broyting, so hetta er møguligt. Henda broyting fer at geva betri skjalfesting í sambandi við endurgjald, tí hon bert verður veitt eftir umsókn, men samstundis verður meira umsiting. Hóast hetta verður ikki mett, at uppskotið hevur meira útreiðslur við sær netto.
Samsvarandi hesum setir nevndin tí fram soljóðandi:
b r o y t i n g a r u p p s k o t
Í §1 verður í §1, stk. 2. sett sum 2. pkt: “Meirvirðisgjaldsskrásett virkir, sum í síni heild hava rætt til frádrátt eftir meirvirðisgjaldslógávuni, kunnu eftir umsókn fáa eykagjaldið endurrindað”
Við hesi broyting tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 14. apríl 2005. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 25-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 20. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.
Ll.nr. 41 frá 27.04.2005