74  Uppskot til  samtyktar um frumskjal frį 2003 til altjóša sįttmįla um at seta į stovn altjóša grunn višvķkjandi endurgjaldi fyri oljudįlkingarskašar frį 1992

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Įlit
E. Nevndarskjųl
F. 2. višgerš (Einki oršaskifti)

Įr 2005, 10. mars, legši Jóannes Eidesgaard, lųgmašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi  

Uppskot

 

til

 

samtyktar

 

Lųgtingiš góškennir frumskjal frį 2003 til altjóša sįttmįla um at seta į stovn altjóša grunn višvķkjandi endurgjaldi fyri oljudįlkingarskašar frį 1992.

 

Višmerkingar

Hin 16. mai 2003 hevur sjóferšslustovnur Sameindu Tjóša, IMO (International Maritime Organisation) samtykt ein ķskoytissįttmįla til 1992- Grunnsįttmįlan um  oljuendurgjaldsgrunn.

 

Ķ 1997 og 2002 samtykti Lųgtingiš framhaldandi at luttaka ķ altjóša įsetingum višvķkjandi endurgjaldsįbyrgd av oljudįlking frį oljufarmaskipum og framhaldandi at luttaka ķ virksemi oljuendurgjaldsgrunsins viš at broyta galdandi sjólóg samsvarandi.

Hesin sįttmįli hevur stóran tżdning til tess at tryggja bestu trygdina fyri strendur og fólk, sum liva av tilfeinginum ķ sjónum.

Rķkisumbošiš sendi 18. desember 2003 Lųgmansskrivstovuni eina įheitan um at taka stųšu til, um Fųroyar skulu gerast partur av sįttmįlanum, samstundis sum Danmark gerst partur av hesum, ella um Fųroyar ynskja at bķša.

Lųgmansskrivstovan sendi 9. februar 2004 mįliš til hoyringar hjį Fiskimįlarįšnum (Skipaeftirlitinum), sum męlir til, at sįttmįlin fęr gildi fyri Fųroyar soleišis, at Fųroyar kunnu fįa endurgjald fyri skašar, sum kunnu standast av oljudįlking frį skipum, sum sigla gjųgnum fųroyskt sjóųki. Vķst veršur eisini į, at sannlķkt er, at oljuflutningur serstakliga frį Russlandi ųkist um hav vestur eftir.

Gjald til grunnin veršur kravt, tį meira enn 150.000 tons av tungolju verša innflutt. Ķ lųtuni er innflutningurin umleiš 35.000 tons. Hóast ętlanir eru ķ Fųroyum um at seta upp oljutangar, ętlaš russiskum fiskiskipum, so kemur innflutningsnųgdin ikki upp um 150.000 tons.

Samsvarandi § 52 ķ stżrisskipan Fųroya skal landsstżriš boša frį, at samtykt sįttmįlans hevur viš sęr broyting ķ sjólógini, lógarkunngerš nr. 170 frį 16. mars 1994, sum broytt viš lóg nr. 205 frį 29. mars 1995 og sett ķ gildi viš kgl. fyriskipan nr. 305 frį 07. mai 1997 og broytt viš kgl. fyriskipan nr. 629 frį 29. juli 2002, og veršur nżtt uppskot um kgl. fyriskipan at leggja fyri Lųgtingiš til tess at hesin millumlandasįttmįlin kann verša śtintur.

 

Fķggjarligar avleišingar verša ikki fyri Fųroyar av, at hesin sįttmįli fęr gildi fyri Fųroyar.

 

Hjįlųgd skjųl:

 

 

Hesir tingmenn višmęla, sambęrt § 54, stk. 2 ķ tingskipanini, at mįliš kann leggjast fram og fįa višgerš:

Kaj Leo Johannesen Lisbeth L.Petersen Alfred Olsen
Gerhard Lognberg Kjartan I. Joensen Poul Michelsen
Henrik Old Mamy Dahl Sųrensen Mikkjal Sųrensen
Hešin D. Poulsen John Johannessen Johan Dahl
Olav Enomoto Hešin Zachariasen Andrias Petersen
Jóanis Nielsen Anfinn Kallsberg  

1. višgerš 29. mars 2005. Mįliš beint ķ uttanlandsnevndina, sum tann 6. aprķl 2005 legši fram soljóšandi

Įlit

 

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 10. mars 2005, og eftir 1. višgerš tann 29. mars 2005 er taš beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi tann 6. aprķl 2005.

 

Tį sįttmįlateksturin, iš er lagdur viš lųgtingsmįlinum, varš fjųlritašur til tingmenn, varš av misgįum bert onnur hvųr sķša viš. Nevndin hevur tķ gjųrt av at višleggja allan sįttmįlatekstin (bęši į enskum og donskum) viš įlitinum.

 

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

2. višgerš 20. aprķl 2005. Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0. Mįliš avgreitt.