73  Uppskot til  samtyktar um UNESCO sáttmála frá 17. november 1970 um tiltřk at banna og fyribyrgja óloyviligum inn- og útflutningi og ognarskifti av mentanargripum

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ
C. Orđaskifti viđ 1. viđgerđ
D. Álit
E. 2. viđgerđ (Einki orđaskifti)

Ár 2005, 10. mars, legđi Jóannes Eidesgaard, lřgmađur, vegna landsstýriđ fram soljóđandi

Uppskot

 

til

 

samtyktar 

 

Lřgtingiđ góđkennir UNESCO sáttmála frá 17. november 1970 um tiltřk at banna og fyribyrgja óloyviligum inn- og útflutningi og ognarskifti av mentanargripum. 

 

Viđmerkingar

 

Danmark hevur heitt á Fřroyar um at taka střđu til, um UNESCO sáttmáli um tiltřk at banna og fyribyrgja óloyvilgum inn- og útflutningi og ognarskifti av mentanargripum frá 17. november 1970 verđur at seta í gildi í Fřroyum. Danmark stađfesti sáttmálan tann 26. mars 2003 viđ fyrivarni fyri Fřroyar.

 

Sáttmálin, iđ varđ undirritađur í Paris tann 17. november 1970 og kom í gildi 24. apríl 1972,  er úrslit av einum tilmćli um leiđreglur móti ólógligum handli viđ mentanargripum, iđ samtykt varđ í 1964 á ađalfundi hjá ST stovninum fyri útbúgving og mentan (UNESCO). Sáttmálin hevur til endamáls at skapa ein felags lřgfrřđisligan karm til tess at mótarbeiđa tapi av dýrbarum mentanargripum, sum sáttmálapartarnir telja sum part av sínum mentanararvi.

 

Hugtakiđ “mentanargripur” (á enskum cultural property) er í grein 1 gjřlla útgreinađ í fleiri undirbólkum sum lutur, iđ hevur týdning fyri viđkomandi landiđ í fornfrřđiligum, fornsřguligum, sřguligum, bókmentarligum, listaligum ella vísindaligum hřpi.

 

Sáttmálin áleggur sáttmálapřrtunum at tillaga sína lóggávu og umsiting soleiđis, at ásetingarnar í sáttmálanum kunnu haldast. Hesar fevna m.a. um vernd av mentanararvi landsins, at forđa fyri, at sřvn og samsvarandi stovnar kunnu ogna sćr lutir, sum eru innfluttir ólógliga úr řđrum sáttmálalondum, at samstarva í sambandi viđ afturbering av mentanargripum, sum eru stolnir úr sřvnum í řđrum sáttmálalondum, og sum heild at samstarva viđ onnur sáttmálalond um vernd av mentanararvi. Viđmerkjast skal, at sáttmálin hevur ikki afturvirkandi gildi.

 

 

Av ítřkiligum tiltřkum, sum sáttmálin ásetir sáttmálapřrtum, er kraviđ um, at sáttmálapartarnir skulu hava eina skipan viđ loyvisskjřlum í sambandi viđ útflutning, iđ avvarđandi myndugleikar umsita, umframt at tryggjast skal, at almenningurin er nóg vćl kunnađur um mál og reglur viđvíkjandi tí, sum sáttmálin fevnir um.

 

Sáttmálin varđ sendur Lřgmansskrivstovuni 9. januar 2003. Lřgmansskrivstovan sendi sáttmálan til ummćlis hjá Mentamálaráđnum 2. apríl 2003, sum mćlir til, at hann verđur settur í gildi í Fřroyum.

 

Mentamálaráđiđ tekur fylgjandi fram í sínum viđmerkingum:

 

Í galdandi fornminnalóg og bókasavnslóg eru ásetingar um, at mentanargripir sbrt. viđkomandi lóg eldri enn 100 ár mega ikki flytast av landinum uttan viđ serligum loyvi. Mett verđur, at galdandi lógir fevna ikki eins vítt og sáttmálin heimilar, tí sáttmálin hevur ikki eins eyđsýnt 100 ára aldurskrav.

 

Harumframt er hugtakiđ mentanargripur í sáttmálanum hugsađ breiđari og fevnir eitt nú eisini um náttúrugripir, sum í dag ikki eru vardir í fřroyskari lóg. Sbrt. fornminnalógini er útflutningsbanniđ bert galdandi fyri lutir viđ listaligum, mentanarligum og sřguligum virđi, og sbrt. bókasavnslógini bert fyri břkur, handrit og onnur verk.

 

Sáttmálin krevur skipan viđ loyvisskjali, tá iđ mentanargripur sbrt. sáttmálanum verđur útfluttur. Mett verđur, at hetta í fyrsta umfari kann gerast viđ rundskrivi til sřvnini.

 

Mentamálaráđiđ arbeiđir viđ ymiskum tillagingum og broytingum í verandi savnslógum, og verđa í hesum sambandi neyđug atlit tikin til henda sáttmálan.

 

Mett verđur, at sáttmálin, verđur hann settur í gildi í Fřroyum, hevur ikki stórvegis fíggjarligar avleiđingar.

 

Mentamálaráđiđ metir, at sáttmálin hevur stóran mentanarpolitiskan týdning. Sáttmálin er umráđandi liđur í altjóđa stríđnum móti ólógligum handli viđ mentanargripum. Hesin handil er stór hóttan móti heimsins mentanararvi. Samstundis er sáttmálin ein týđandi hjálp hjá londunum til tess at fáa aftur mentanargripir, sum eru stolnir ella á annan ólógligan hátt fluttir um landamřrk.”

 

Hjálřgd skjřl:

 

Hesir tingmenn viđmćla, sambćrt § 54, stk. 2 í tingskipanini, at máliđ kann leggjast fram og fáa viđgerđ:

Kaj Leo Johannesen Lisbeth L.Petersen Alfred Olsen
Gerhard Lognberg Kjartan I. Joensen Poul Michelsen
Henrik Old Mamy Dahl Sřrensen Mikkjal Sřrensen
Heđin D. Poulsen John Johannessen Johan Dahl
Olav Enomoto Heđin Zachariasen Andrias Petersen
Jóanis Nielsen Anfinn Kallsberg  

1. viđgerđ 29. mars 2005. Máliđ beint í uttanlandsnevndina, sum tann 6. apríl 2005 legđi fram soljóđandi

Álit

 

Landsstýriđ hevur lagt máliđ fram tann 10. mars 2005, og eftir 1. viđgerđ tann 29. mars 2005 er tađ beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viđgjřrt máliđ á fundi tann 6. apríl 2005.

 

Ein samd nevnd tekur undir viđ málinum og mćlir Lřgtinginum til at samtykkja uppskotiđ.

2. viđgerđ 20. apríl 2005. Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0. Máliđ avgreitt.