71  Uppskot til  samtyktar um, at sjálvbodna frumskjalið frá 18. desember 2002 til ST-sáttmálan frá 10. desember 1984 móti pínslu og aðrari miskunnarleysari, ómenniskjaligari ella niðrandi viðferð ella revsing verður sett í gildi fyri Føroyar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 10. mars, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot 

til 

samtyktar 

Løgtingið góðkennir, at heitt verður á donsku stjórnina at skipa fyri, at sjálvbodna frumskjalið frá 18. desember 2002 til ST-sáttmálan frá 10. desember 1984 móti pínslu og aðrari miskunnarleysari, ómenniskjaligari ella niðrandi viðferð ella revsing verður sett í gildi fyri Føroyar. 

Viðmerkingar

Landsstýrið hevur ta støðu, at Føroyar eiga at verða fevndar av sjálvbodna frumskjalinum til sáttmálan móti pínslu og aðrari miskunnarleysari, ómenniskjaligari ella niðrandi viðferð ella revsing[1], hereftir einans nevnt Frumskjalið. Føroyar eiga at gera sín part og vera við í altjóðasamstarvinum at verja mannarættindini. 

Frammanundan er Frumskjalið góðkent í danska Fólkatinginum og grønlendska Landstinginum. Danmark staðfesti sum fjórða landið Frumskjalið 26. juni 2004. Hini trý vóru Albania, Malta og Stórabretland. Frumskjalið fær gildi, tá ið 20 lond hava staðfest tað.   

Í 1984 samtykti Aðalfundur Sameindu tjóða ein sáttmála um píning og aðra miskunnarleysa, ómenniskjaliga ella niðrandi viðferð ella revsing, ið Danmark staðfesti (ratify/ratificere) í 1987 eisini við gildi fyri Føroyar og Grønland. Samsvarandi hesum sáttmála er nevnd sett, sonevnda ST-pínslunevndin, við luttøku av óheftum serfrøðingum, ið hava umsjón við, at sáttmálin verður uppihildin í luttakandi londunum. Tað verður í høvuðsheitum gjørt á tann hátt, at luttakandi londini lata nevndini fráboðanir um fremjan teirra av sáttmálanum. 

Til tess at fáa beinleiðis førleika at kunna fyribyrgja píning, t.d. við at vitja í londunum og fremja eftirlitskanningar, varð omanfyrinevnda Frumskjal samtykt á ST-aðalfundinum 18. desember 2002.  

Málið um góðkenning av Frumskjalinum varð sent Løgmansskrivstovuni 17. mars 2004. Sáttmálin varð sendur Innlendismálaráðnum til ummælis 24. mars 2004. Tikið samanum metti Innlendismálaráðið í sínum svari, at Frumskjalið “kann verða sett í gildi og útint í Føroyum, og at hetta væntandi ikki fer at hava við sær lógarbroytingar ella fíggjarligar útreiðslur”.  

Góðkenning av Frumskjalinum krevur ikki nýggja lóggávu í Føroyum, hevur ikki við sær eyka kostnað fyri landskassan ella onnur í Føroyum og hevur ikki við sær umsitingarligar avleiðingar.    

Hjáløgd skjøl: 

 

[1] Á enskum nevndur: Optional Protocol to the Convention against Torture and other Cruel, Inhuman or Degrading Treatment or Punishment. Á donskum: Valgfri protokol til konventionen om tortur og anden grusom, umenneskelig eller nedværdigende behandling eller straf.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Kaj Leo Johannesen Lisbeth L.Petersen Alfred Olsen
Gerhard Lognberg Kjartan I. Joensen Poul Michelsen
Henrik Old Mamy Dahl Sørensen Mikkjal Sørensen
Heðin D. Poulsen John Johannessen Johan Dahl
Olav Enomoto Heðin Zachariasen Andrias Petersen
Jóanis Nielsen Anfinn Kallsberg  

1. viðgerð 18. mars 2005. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 6.a príl 2005 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 10. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 18. mars 2005 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. apríl 2005.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 20. apríl 2005. Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.