69  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um barsilsskipan

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Įlit
E. 2. višgerš (Einki oršaskifti)
F. 3. višgerš (Einki oršaskifti)

Įr 2005, 4. mars, legši Bjarni Djurholm, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi  

Uppskot

 

til

 

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um barsilsskipan 


 

§ 1

 

Ķ lųgtingslóg nr. 48 frį 3. aprķl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt viš lųgtingslóg nr. 29 frį 19. mai 2004, veršur § 18, stk. 1, nr. 4 oršaš soleišis:

 

”4. A-inntųka til avmarkaša skattskyldu undir FAS-skipanini, FAS-bareboat skipanini og undir FAS-lķknandi skipanini, sum gevur rętt til afturbering av skatti til reišaran.”

 

§ 2

 

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd.

 

 

Kap. 1. Almennar višmerkingar

 

1. Endamįliš viš lógini

Endamįliš viš lógini er at vķška įsetingina um frķtųku fyri barsilsgjaldi ķ barsilslógini, tį talan er um śtlendingar, sum sigla viš FAS-bareboat ella FAS-lķknandi skrįsettum skipum. Vķšari endamįliš er harumframt at ųkja um įhugan hjį śtlendskum reišarķum at skrįseta skip sķni undir fųroyskum flaggi, og harviš styrkja FAS-skipanina ķ mun til ašrar altjóša skipaskrįir.

 

2. Galdandi reglur

Sambęrt § 18, stk. 1, nr. 4 er galdandi, at bert A-inntųka til avmarkaša skattskyldu undir FAS-skipanini er undantikin vanligu gjaldskylduni ķ § 18, stk. 1 ķ lųgtingslóg nr. 48 frį 3. aprķl 2001 um barsilsskipan. 

 

3. Ummęli

Uppskotiš hevur veriš til ummęlis hjį Barsilsskipanini

 

Kap. 2. Avleišingar av uppskotinum

 

1.      Fķggjarligar avleišingar

 

a.      Fyri landiš

Ilt er at meta um, hvųrja upphędd talan er um. Sum leišbeining kann tó afturberingin hjį Arbeišsloysisskipanini verša nżtt. Ķ 2004 var afturberingin til arbeišsgevarar fyri śtlendingar fyri gjald til Arbeišsloysisskipanina ķ alt 240.000 kr. (1% afturbering).

 

Gjaldiš til Barsilsskipanina (arbeišsgevarans partur) er tó bert 0,25%, og – verša somu tųl nżtt – er talan um 60.000 kr. fyri įriš 2004 (Mett tal).

 

b.      Fyri kommunurnar

Ongar fķggjarligar avleišingar eru fyri kommunurnar.

 

c.       Fyri vinnuna

Ongar fķggjarligar avleišingar eru fyri vinnuna.

 

2.      Umsitingarligar avleišingar

Uppskotiš hevur ongar umsitingarligar avleišingar fyri landiš.

 

3.      Umhvųrvisavleišingar

Uppskotiš hevur ongar umhvųrvisavleišingar.

 

4.      Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Uppskotiš hevur ongar avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur.

 

5.      Sosialar avleišingar

Uppskotiš hevur ongar sosialar avleišingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleišingar

 

Fyri landiš/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri plįss/ųki ķ landinum

Fyri įvķsar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fķggjarligar/ bśskaparligar avleišingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvųrvisligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleišingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3. Višmerkingar til einstųku lógargreinarnar

 

Til § 1

 

Umframt tey skip, sum eru skrįsett beinleišis ķ FAS, loyvir skattalógin afturbering av skatti til reišaran, tį talan er um sokallaša FAS-lķknandi skipan. Taš merkir, at ein fųroyskur reišari bareboat leigar eitt skip, men velur ikki at skrįseta skipiš ķ FAS, hóast skipiš lżkur treytirnar at verša skrįsett ķ FAS.

 

Somu grundir eru fyri, at barsilsgjald ikki skal verša rindaš ķ sambandi viš hesa FAS-lķknandi skipan, sum tį talan er um beinleišis FAS-skrįseting.

 

Til § 2

 

Ongar višmerkingar eru til § 2.

 

1. višgerš 30. mars 2005. Mįliš beint ķ vinnunevndina, sum tann 5. aprķl 2005 legši fram soljóšandi

 

Įlit

 

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. višgerš tann 30. mars 2005 er taš beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi 1. aprķl 2005.

 

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš umboš fyri Vinnumįlarįšiš.

 

Frį Vinnumįlarįšnum varš upplżst, at rįšiš var komiš eftir, at oršingin ķ uppskotinum ikki var heilt greiš. Sum uppskotiš  er oršaš, merkir taš, at taš er ein treyt fyri at sleppa undan BAS-gjaldi, at reišarķiš hevur rętt til afturbering av skatti eftir skattalógini. Hetta er ikki ein treyt eftir galdandi lóggįvu og praksis, og ętlanin viš uppskotinum var ikki at herša treytirnar. Męlt varš  nevndini til at seta fram broytingaruppskot viš neyvari oršing.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóšandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Ķ § 1 veršur § 18, stk. 1, nr. 4  oršaš soleišis:

”4. A-inntųka til avmarkaša skattskyldu undir FAS-skipanini, ella fyri A-inntųku til avmarkaša skattskyldu umborš į skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. ķ lųgtingslóg nr. 86 frį 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, viš seinni broytingum, verša javnmett viš skip, iš eru skrįsett viš heimstaši ķ Fųroyum, og sum, um tey vóru fųroysk, lśka treytirnar ķ § 1, stk. 1 ķ lųgtingslóg um Fųroyska Altjóša Skipaskrį.”

 

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš viš nevndu broyting.

2. višgerš 14. aprķl 2005. Broytingaruppskot frį samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 29-0-0. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 20. aprķl 2005. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 29-0-0. Mįliš avgreitt.

Ll.nr. 40 frį 27.04.2005