68  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd 


 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2003 um grundlógarnevnd verða gjørdar hesar broytingar:
1)  Í heitinum verður ”Grundlógarnevnd” broytt til: ”Stjórnarskipanarnevnd”
2) Í § 1, stk. 1 verður ”grundlógarnevnd” broytt til: ”stjórnarskipanarnevnd”
3) § 1, stk. 1, 3. pkt. verður strikað.  
4) Í § 1, stk 2 verður ”25. apríl 2005" broytt til “31. desember 2006”, og í staðin fyri “grundlóg” verður sett “stjórnarskipan”
5) § 1, stk. 3 verður strikað
6) Í § 2, stk. 1 verður “grundlógarnevndini” broytt til: “stjórnarskipanarnevndini”
7) Í § 2, stk. 1 nr. 1) verður ”landsstýrismaðurin í lógamálum” broytt til: ”landsstýrismenninir”
8) § 2, stk. 1, nr. 3 verður orðað soleiðis: ”3) Tveir av løgmanni tilnevndir landsstýris­menn, harav annar skal varða av lóga­mál­um”

9) § 2, stk. 2, nr. 3) verður orðað soleiðis: ”3) Landsstýrismenninir eru limir embætisins vegna”
10) Í § 2, stk. 2, nr. 4) verður ”Landsstýrismaðurin” broytt til: ”Løg­mað­ur”
11) Í § 4, stk. 2 ganga út orðini  ” í seinasta lagi 25. apríl 2004”, og í staðin fyri “grundlóg” sett: “stjórnarskipan”.
12) Í § 4, stk. 2 verður í staðin fyri “grundlógarnevndini. Grundlógarnevndin” sett: “stjórnarskipanarnevndini. Stjórnarskipanarnevndin”.
13) Í § 5,stk. 2 verður “:” broytt til “.”, og punktini 1)-5) strikað.

 

§ 2

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Almennar viðmerkingar

Sambært løgtingslóg um grundlógarnevnd skal grundlógarnevndin lata landsstýrinum álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 25. apríl 2005. Staðfestast má, at trupult verður at røkka hesum  setningi. Landsstýrið heldur, at tað hevur størri týdning, at arbeiðið verður gjørt til lítar og mælir tí til, at nevndin fær tvey ár afturat at arbeiða í.

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá formanninum í grundlógarnevndini, sum ikki hevur ítøkiligar viðmerkingar til uppskotið, men í staðin hevur  gjørt eitt nýtt uppskot til stjórnarskipan.


Avleiðingar av uppskotinum

Arbeiðið hjá grundlógarnevndini verður fíggjað av konto nr. 2.11.1.40 á løgtingsfíggjarlógini. Játtanin er á uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg 2005 skotin upp at vera kr. 1.450.000.

Tað verður formaðurin í nevndini, ið dagliga skal ráða yvir hesi játtan – tvs at formaðurin fær rættin at ráða og at ávísa rokningar. Hann skal sostatt tryggja, at ikki verður farið út um fíggjarligu karmarnar, álagdar av Løgtinginum, og at neyðugt verður ikki at biðja um eykajáttan í árinum 2005. Í hesum sambandi hevur Løgmansskrivstovan játtanareftirlit vegna løgmann. Formaðurin fær tøkniliga hjálp og vegleiðing frá Løgmansskrivstovuni til hetta. Sbr. lógarinnar § 5, stk. 2 og málsbýtisfráboðanini § 4 er tað landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum ásetir nevndarsamsýningar.  Hetta er gjørt við reglugerð, dagfestari 6. januar 2005.

 

Annars ger formaðurin ætlan fyri, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis, og nær tað verður liðugt,

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri kommunurnar, vinnuna ella umhvørvið.

Uppkotið hevur heldur ikki sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar, og eingir altjóða sátmálar eru á økinum.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum

Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1 og 2: Hildið verður, at tað er meira hóskandi, at nevndin ber heitið ”Stjórnarskipanar­nevnd”, og lógin, sum kemur burturúr, “stjórnarskipan”. Tí verður tað skotið upp.

Til § 1, nr. 3: At nevndin kann nýta arbeiðið, sum grundlógarnevndin hevur nýtt sum grundarlag, er natúrligt. Landsstýrið heldur tó ikki, at nevndin á nakran hátt skal vera bundin av sama leisti, sum grundlóganevndin hevði. Tískil verður hesin parturin av greinini strikaður.

Til § 1, nr. 4:  Mælt verður til, at nevndin fær góð tvey ár afturat at gera arbeiði sítt liðugt.

Til § 1, nr. 5: Landsstýrið heldur, at tað er ein ov stórur arbeiðssetningur hjá nevndini at gera uppskot til rættarskipan. Hetta er partur, sum krevur, at nevndin sum arbeiðir, hevur eina aðra limasamanseting enn stjórnarskipanarnevndin. Landsstýrið arbeiðir við at seta niður serstaka nevnd at arbeiða við slíkum uppskoti.

Til § 1, nr. 6:  Sí viðmerking til § 1, nr. 1.

Til § 1, nr. 7-10: Greinirnar eru avleiðingar av, at málsøkið nú liggur hjá løgmanni.  Hildið verður, at tað er natúrligt, at tað er løgmaður sum tilnevnir landsstýrismenninar sbr. grundregluni í stýrisskipanini § 1. Nú nýggj samgonga er komin til, verður lagt upp til, at løgmaður og landsstýrismenn, ein fyri hvønn flokk í samgonguni, sita í nevndini, annar av teimum landsstýrismaðurin, ið varðar av lógamálum.

Til § 1, nr. 11:  Mett verður ikki, at tað er fyri neyðini at hava eina frest fyri, nær fyribilsálit skal latast landsstýrinum. Hetta verður litið formanninum til.

Til § 1, nr. 12: Sí viðmerking til § 1, nr. 1.

Til § 1, nr. 13: Mælt verður til at strika útgreiningina í lógini av, hvussu samsýning skal veitast nevndarlimunum. Samsýningin verður at gera av í serligari reglugerð frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum eftir vanligum reglum, sæð í mun til tað serliga slagi av arbeiði, stjórnarskipanararbeið­ið er.

Til § 2: Ongin viðmerking.

 

 

Hjálagt: Løgtingslóg nr. nr. 79 frá 08.05.2003 um grundlógarnevnd, samanborin við lógina, um so er, at hon verður broytt soleiðis, sum skotið verður upp.

 

1. viðgerð 16. mars 2005. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 10. mai 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2005 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 4., 18., 26., 27. apríl og 10. mai 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við formannin í grundlógarnevndini og løgmann. Frá løgmanni hevur nevndin fingið avrit av reglugerð um samsýning til limirnar í grundlógarnevndini og meting av mánaðarligu samsýningini til nevndarlimirnar.

 

Løgmaður hevur upplýst, at arbeiðið at gera rættarskipan er ógvuliga umfatandi, og at tað er orsøkin til at skotið verður upp at § 1, stk. 3 verður strikað. Løgmaður upplýsti eisini, at áðrenn arbeiðið við rættarskipanini fer í gongd, skal verða kannað og útgreinað, hvat innihaldið í arbeiðinum skal vera, hvussu long tíð skal verða brúkt uppá arbeiðið og hvør kostnaðurin av arbeiðinum verður.

 

Rættarnevndin heldur, at fyrireikandi arbeiðið,  so sum at orða arbeiðssetning og seta nevnd at gera føroyska rættarskipan, eigur at fara fram í samráð við stjórnarskipanarnevndina. Somuleiðis eigur stjórnarskipanarnevndin at verða kunnað regluliga um arbeiðið við rættarskipanini soleiðis, at metast kann um yvirskipaðu leiðreglurnar og ásetingarnar.

 

Rættarnevndin er samd um, at stjórnarskipanarnevndin eigur at taka atlit at arbeiðinum, sum grundlógarnevndin higartil hevur gjørt.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

§ 1, nr. 3 verður orðað soleiðis: ”3) § 1, stk. 1, 3. pkt verður orðað soleiðis: Stjórnarskipanarnevndin tekur við arbeiðinum hjá nevndini, ið higartil hevur arbeitt við føroyskari grundlóg, og ger arbeiðið sítt liðugt í seinasta lagi 31. desember 2006.”

 

Við hesum viðmerkingum tekur nevndin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

Ein minniluti (Finnur Helmsdal og Bill Justinussen) hevur umframt hesar viðmerkingar: Minnilutin í Rættarnevndini fegnast um, at semja fekst um, at broyta uppskotið soleiðis, at lógin nú aftur hevur á leið sama tekst sum í mai 2003.

 

Minnilutin fegnast soleiðis um, at rættarnevndin vil, at arbeiðið skal byggja á tað, sum undanfarnu grundlógarnevndir hava gjørt, somuleiðis verður fegnast um, at rættarnevndin er samd um, at hetta arbeiðið skal gerast liðugt.

 

Minnilutin vísir á, hvussu týdningarmikið arbeiðið við føroyskari grundlóg ella stjónarskipan er fyri grundleggjandi hugburð og medvit hjá okkum øllum. At vit øll verða ríkari av, at slíkt arbeiði verður gjørt til lítar og í røttum anda.

 

Minnilutin fegnast somuleiðis um, at stjónarskipanarnevndin fær høvi til at vera við í bæði fyrireikingararbeiðinum til føroyska rættarskipan, eins og nevndin eisini fær góðar møguleikar fyri at fylgja við í arbeiðinum og ávirka tað.

 

2. viðgerð 12. mai 2005. Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til § 1 samtykt 27-2-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-2-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 14. mai 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 72 frá 23.05.2005