67  Uppskot til  løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.

 

Stuðul

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at lata stuðul til mentan og list av teimum játtanum, ið eru til endamálini á løgtingsfíggjarlógini.

Stk. 2. Stuðulin verður játtaður sum verkætlanarstuðul ella annar stuðul til einstaklingar, bólkar ella feløg.

Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at keypa list av játtan, ið er til endamálið á løgtingsfíggjarlógini.

 

§ 2. Landsstýrismaðurin kunnar almenningin um møguleikan at søkja um stuðul.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger av, hvør kann fáa stuðul, og hevur somuleiðis eftirlit við, at stuðulin verður nýttur til ætlað endamál.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð neyvari treytir og reglur fyri, nær og hvussu stuðul verður játtaður, herundir krav um fíggjarætlan, eftirlit, upplýsingarskyldu, roknskap og grannskoðan hjá stuðulsmóttakara og um møguliga afturrindan av stuðli.

Stk. 4. Tilsøgn um stuðul fellur burtur, um móttakari ikki longur lýkur settar treytir fyri tilsøgn. Stuðul skal rindast aftur, um móttakari ikki lýkur treytir fyri stuðulsmóttøku ella ikki megnar at fullføra ætlan innan ásetta tíð. Landsstýrismaðurin kann, har umstøður tala fyri hesum, víkja frá hesi áseting.

Stk. 5. Krøv sbrt. stk. 4 kunnu verða innheintað og pantað av Toll- og Skattstovu Føroya.

 

Virðislønir v.m.

 

§ 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at lata virðislønir av tí játtan, sum er til endamálið á løgtingsfíggjarlógini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nágreiniligari reglur um heiti, innihald og  listalig og mentanarlig eyðkenni, ið virðislønarmóttakari skal lúka fyri at kunna fáa slíka viðurkenning.

 

§ 4.  Landsstýrismanninum verður heimilað at lata lívslanga heiðursgávu, nevnd sømdargáva. Til sømdargávur verður latin árlig játtan á løgtingsfíggjarlógini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nágreiniligari reglur um listalig og mentanarlig eyðkenni, ið sømdargávumóttakari skal lúka fyri at kunna fáa slíka viðurkenning.

 

Gildiskoma

 

§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Í álitinum Mentan og menning, ið er mentanarpolitisk menningarætlan fyri skapandi og útinnandi list árini 2002-2006, og sum Løgtingið hevur havt til aðalorðaskifti, verður staðfest, at neyðugt er at skipa stuðulin til listaliga og mentanarliga økið við lóg. Hartil má ásannast, at góður lógarsiður krevur, at landsstýrismaðurin umframt tær stuðulskontur, ið eru á fíggjarlógini, eisini hevur lógarheimild at játta stuðul, tvs. dupulta lógarheimild. Hetta var eisini ein av niðurstøðunum í tí aðalorðaskifti, sum Løgtingið hevði í november 2004 um ymsar stuðulsveitingar á mentanarøkinum. Afturat hesum kemur, at løgtingsgrannskoðanin hevur víst á vantandi lógarheimildir og tørvin at skipa økið við lóg.

 

Onnur niðurstøða var semja um tann alstóra týdning, sum stuðul hevur fyri mentanarlívið sum heild. Í samgonguskjalinum verður eisini staðfest, at list eigur at verða stuðlað, eisini av tí almenna.

 

Við hesi lóg fær landsstýrismaðurin neyðugu innihaldsligu heimildirnar til at játta stuðul til mentan og list sum heild undir málsøkinum Mentan. Frammanundan hevur landsstýrismaðurin lógarheimild at játta stuðul til leiklist (løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m.).

 

Landsstýrismaðurin hevur í løgtingsfíggjarlógini undir táttinum Mentan ymsar stuðulskontur til mentan og list. Upp í hesar eru at rokna stuðul til eitt nú mentanarligt samstarv við Útnorður og Hetland, sum hevur støði í samstarvsavtalum landanna millum. Aðrar kontur eru eitt nú stuðul til Føroyahúsið í Keypmannahavn, tiltøk fyri børn og ung (veddingarpengarnir), orðabókagerð, ungdóms- og útbúgvingarfelagsskapir (t.d. Føroya Ungdómsráð og Landsfelag Føroyinga í Útbúgving) og áhugafeløg á listaøkinum (t.d Føroya Symfoniorkestur). Harumframt er serlig játtan til næmingastudning til myndlistafólk, menning av mentan og mentanararvi, og stuðul til ymisk mentanarlig tiltøk og verkætlanir. Stuðul til ítrótt, herundir stuðulin til ítróttasambondini og skipanin við innanoyggja ferðastuðli, er somuleiðis fevnt av hesi lóg.

 

Við tíðini kann hugsast, at nýggjar stuðulskontur verða settar á stovn. Eisini kann hugsast, at nakrar av verandi stuðulskontum verða niðurlagdar. Henda lóg er tískil ikki úttømandi, men er karmur um allar stuðulsskipanir á málsøkinum mentan.

 

Lógin fevnir tó ikki um stuðul til bygging av fysiskum karmum um mentanarligt virksemi, tvs. til eitt nú mentanarhús og ítróttaanlegg. Arbeitt verður við at endurskoða hesar skipanir. Víst verður eisini á álit frá fíggjarnevndini í sambandi við fíggjarlógina fyri 2005, har íløgur, har samlaði kostnaðurin er yvir kr. 3 mió., eiga at hava heimild í eini verklagslóg.

 

Lógin fevnir heldur ikki um ymsan stuðul av teim játtanum á løgtingsfíggjarlógini, sum beinleiðis eru ætlaðar til fólkakirkjulig endamál. Hetta verður viðgjørt í øðrum høpi í sambandi við ætlaðu yvirtøkuna av fólkakirkjuni. Hinvegin forðar hetta ikki fyri, at játtaður verður stuðul til mentanarlig tiltøk og verkætlanir annars á kirkju- og samkomuøkinum.

 

Tað skal viðmerkjast, at hóast landsstýrismaðurin ikki hevur havt dupultu lógarheimildina at veita stuðul, so hevur fyrisitingarliga viðgerðin av umsóknum og stuðli annars havt ávísar leiðreglur, sum landsstýrismaðurin hevur ásett, at ganga eftir. Hesar leiðreglur verða í stóran mun grundarlag undir kunngerðini, sum landsstýrismaðurin sambært § 2 fær heimild at gera í sambandi við tær ymisku stuðulsskipanirnar. Harumframt hevur altíð verið álagt stuðulsmóttakara ymsar treytir fyri stuðulsveiting. Hetta er eitt nú krav um roknskap og frágreiðing um tað, sum stuðulin hevur verið játtaður til. Hesar treytir og tað eftirlit, sum landsstýrismaðurin skal hava við stuðulsveitingunum, verða somuleiðis formaliseraðar.

 

Tað hevur verið siðvenja, at landsstýrið keypir list, serstakliga myndlist, men seinnu árini eisini bøkur og tónleikaframførslur í sambandi við mentanarlig tiltøk. Til tess at tryggja, at henda siðvenja heldur fram, verður landsstýrismanninum heimilað at keypa list.

 

Síðan 1998 hevur landsstýrismaðurin í mentamálum við støði í leiðreglum latið virðislønir, sum eru ætlaðar at ímynda tann týdning mentan og list hava fyri samfelagið, og sum skulu vera samfelagsins tøkk til skapandi og útinnandi listafólk og mentanarlív. Talan er um Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgávu Landsins, og hava hesar virðislønir vunnið stóra virðing og tign millum manna.

 

Harumframt verður eftir gamlari siðvenju latin serstøk sømdargáva at heiðra føroysk listafólk, so leingi listafólkið er á lívi. Talan er í løtuni um 12 navngivin listafólk, sum hvørt ár fáa kr. 20.000 í sømdargávu. Ætlanin er ikki at økja um talið av sømdargávumóttakarum ella at broyta upphæddina.

 

Serstøk játtan er til virðislønir og sømdargávur á løgtingsfíggjarlógini, og fær landsstýrismaðurin við hesi lóg innihaldsligu heimildirnar at játta pening til endamálini.

 

Sambært lógaruppskotinum er ikki beinleiðis ásett, hvørjar virðislønir skulu latast. Hugsast kann, at nýggjar virðislønir við tíðini verða latnar – eitt nú fyri barnamentanarlig avrik ella innan ávísar listagreinir, og tí verður hetta eftir ætlan ásett í kunngerð. Higartil hevur nevnd við fimm limum umboðandi Listafólkasamband Føroya og landsstýrismannin gjørt tilmæli til landsstýrismannin um virðislønarevni. Ætlanin er, at henda skipan heldur áfram.

 

Samanumtøka

Lógin er ein heimildarlóg og gevur sostatt landsstýrismanninum innihaldsligu heimildirnar at játta stuðul av teim stuðulskontum, ið eru til mentan og list undir málsøkinum Mentan á løgtingsfíggjarlógini tó undantikið stuðul til bygging. Talan er um at lógarfesta fyrisitingarliga skipan, ið hevur verið galdandi í mong ár.

 

Hoyring

Uppskotið hevur verið til hoyingar hjá Listafólkasambandi Føroya (LISA), Ítróttasambandi Føroya (ÍSF) og Fíggjarmálaráðnum.

 

LISA gleðist yvir uppskotið. ÍSF staðfestir, at lógin fyrst og fremst er ætlað at geva landsstýrismanninum heimild at lata tann stuðul á mentanarøkinum, sum siðvenja annars er at lata, og tekur tí undir við lógaruppskotinum. Fíggjarmálaráðið hevur ymsar tekniskar viðmerkingar, og er uppskotið tillagað samsvarandi. Somleiðis mælir Fíggjarmálaráðið til, at ásetingarnar í § 2 eru avstemmaðar við tær, sum Landsgrannskoðanin mælir til í sambandi við góðan lóggávusið og stuðulsumsiting. Mentamálaráðið metir, at samsvar er millum ásetingarnar í lógaruppskotinum og tilmælið hjá Landsgrannskoðanini.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

 Nei

Nei 

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

 

Nei

 

 

 

Umsitingarligar avleiðingar

Lógin formaliserar fyrisitingarligar mannagongdir og gevur landsstýrismanninum neyðugu heimildirnar at játta stuðul til mentan og list.

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1.

Ásetingin gevur landsstýrismanninum í mentamálum lógarheimild til at játta stuðul til mentan og list av teimum játtanum, ið eru til endamálini á løgtingsfíggjarlógini. Stuðul kann latast einstaklingum, bólkum so væl sum feløgum.

 

Heimild verður eisini givin at keypa list – eitt nú málningar, bøkur, fløgur, framførslur v.m. Talan er um at lógarfesta eina siðvenju, ið hevur verið galdandi í mong ár. 

 

Við mentan og list verður sum heild sipað til allar verandi stuðulskontur á málsøkinum mentan í løgtingsfíggjarlógini, tó kontur til kirkjulig endamál undantikið. Við tíðini kann hugsast, at nýggjar stuðulskontur verða settar á stovn. Eisini kann hugsast, at nakrar av verandi stuðulskontum verða niðurlagdar. Ásetingin um stuðul til mentan og list er tískil ikki úttømandi, men er karmur um allar stuðulsskipanir á málsøkinum mentan.

 

Til § 2.

Greinin staðfestir vanligan fyrisitingarsið í sambandi við nýtsluna av stuðulsjáttanum, og talan er sostatt í stóran mun um at lógarfesta galdandi fyrisitingarliga siðvenju á økinum.

 

Til tess at lúka vanlig krøv til stuðulsmóttakara og stuðulsveiting og góðan stuðulslóggávusið annars verður heimilað landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um hesi viðurskifti. Í stóran mun er talan um við kunngerð at seta í gildi tær leiðreglur, sum nú verða nýttar í umsitingini av stuðulsjáttanunum. Talan er m.a. um eftirlitsskyldu landsstýrismansins, krøv til umsókn, afturrindan av útgoldnum stuðli og frávik frá hesum eitt nú vegna sjúku, barnsburð ella annað, ið hevur forðað stuðulsmóttakara í at fullføra ætlanina, tíðarfreist fyri stuðulstilsøgn og roknskap.

 

Stuðul kann verða kravdur aftur frá stuðulsmóttakara, um stuðulin er brúktur til annað endamál, enn tað, ið stuðulin er latin til. Stuðul kann eisini verða kravdur aftur, um tað sambært roknskapi kann staðfestast, at verkætlan hevur havt yvirskot og tískil ikki havt stuðul fyri neyðuni.  Onnur viðurskifti – eitt nú broytt tíðarætlan ella aðrar broyttar fortreytir fyri tilsøgn um stuðul – kunnu hava við sær krav um afturrindan av stuðli.

 

Til § 3.

Landsstýrismaðurin hevur síðan 1998 latið Mentanarvirðisløn Landsins at heiðra eitt føroyskt listafólk sum tøkk fyri útint listaligt avrik. Til tess at fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listaligt verk á høgum listaligum stigi, ið ger, at virðislønarevnið má haldast at hava uppiborið ein heiður sum Mentanarvirðisløn Landsins. Mentanarvirðislønin hevur higartil verið kr. 150.000.

 

Síðan 2001 hevur landsstýrismaðurin eisini latið Heiðursgávu Landsins til at heiðra fólk, fyritøku ella felagsskap, ið hava framt framúrskarandi mentanarlig avrik. Upphæddin er kr. 75.000.

 

Aðrar virðislønir enn tær, ið kendar eru í dag, kunnu hugsast í framtíðini, og tí verður ikki beinleiðis ásett í lógini, hvørjar virðislønir skulu latast, men verður hetta ásett í kunngerðini. Hugsast kann eisini, at okkurt árið verður ikki latin nøkur virðisløn, verður tað mett, at eingin skal fáa virðisløn.

 

Í stk. 2 verður heimilað landsstýrismanninum at áseta nágreiniligari reglur í kunngerð. Hesar reglur koma í stóran mun at verða tær somu, sum galdandi leiðreglur á økinum, og sum byggja á meginregluna um armslongd.

 

Til § 4.

Í mong ár hevur Løgtingið játtað pening til at veita lista- og mentafólkum serstaka lívslanga sømdargávu. Til tess, at henda skipan kann halda fram, er neyðugt við positivari lógarheimild at játta fólki lívslanga sømdargávu yvir fleiri fíggjarár. Ásetingin gevur hesa heimild.

 

Upphæddin seinnu árini hevur verið kr. 20.000 um árið, og fáa sum er 12 navngivin listafólk slíka sømdargávu av játtan, sum er til endamálið á løgtingsfíggjarlógini. Hetta er sostatt ein lógarbundin játtan.

 

Í stk. 2 verður heimilað landsstýrismanninum at áseta nágreiniligari reglur í kunngerð. Hesar reglur koma í stóran mun at byggja á galdandi leiðreglur á økinum. So hvørt fólk fara úr skipanini, skal støða takast av nýggjum til, um annað listafólk skal fáa henda heiður.

 

Til § 5.

Vanlig áseting um gildiskomu.

 

 

Skjøl             Skjal 1:          Hoyringarskriv                     Fíggjarmálaráðið

                      Skjal 2:          -               -                          Listafólkasamband Føroya

                      Skjal 3:          -               -                          Ítróttasamband Føroya

 

 

1. viðgerð 18. mars 2005. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 13. apríl 2005 legði fram soljóðandi  

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 18. mars 2005 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 29. mars og 12. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri LISA og landsstýrismannin í mentamálum. Frá landsstýrismanninum í mentamálum fekk nevndin eitt skriv, við uppskoti til nýggja orðing av § 2, stk. 5 í uppskotinum.

 

Landstýrismaðurin í mentamálum mælir nevndini til at gera eina rætting av § 2, stk. 5 soleiðis, at ásetingin verður neyvari.

 

Mentanarnevndin tekur undir við rættingini, sum landsstýrismaðurin hevur skotið upp.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

§ 2, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Øll krøv eftir hesi lóg kunnu, saman við innkrevjingarkostnaði, verða innheintað við panting. Toll- og Skattstova Føroya fremur pantingina eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.”

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

2. viðgerð 28. apríl 2005. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 2 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 4. mai 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-2. Málið avgreitt.

Ll.nr. 60 frá 17.05.2005